Tvey gull og tvær broncu fyrra dagin á DMU

Ársins danska meistaraheitið fyri ung er á hugnaliga Skovdalen stadion í Aalborg. Har luttakaratalið var minka munandi, tí at marki fyri luttøku var sett til 6 í teknisku greinunum og 12 í rennigreinum. Harafturat byrjaði fyrri dagurin við áarføri. Hetta tyktist tó ikki darva ungu hvirlurnar, sum allar livdu upp til sína styrkismeting og í fleiri førum, komu enn longur fram á úrslitalistan.

Diskuskast (G 18-19 ár): Lýdia Poula Simonsen (danskur meistari)

Fyrst í eldin var Lýdia, sum kappaðist við 1,0 kg tunga diskinum, har hon var styrkismett nummar tvey góðar 4½ metrar frá gullinum. Umstøðurnar at kappast vóru stak vánaligar, tí tað regnaði nógv. Hetta ger tað nærum ógjørligt at fáa gott tak í kantin á diskinum. Kappingin byrjaði eisini við at tær flestu kastaðu uttanfyri ella í netið. Fyrsta kastið hjá Lýdiu nart eisini netið, men lendi tó innanfyri. Tað bleiv máta til 18,90 m. Sostatt var hon 13½ m aftanfyri fyrsta pláss eftir fyrsta umfarið. Næsta kasti sat betur, og kom hon út á 27,02 m. Nú restaðu bara góður 3 metrar í at náða fyrsta pláss. í fimta sat teknikkurin nærum perfekt. Tíðanverri rakti diskurin netið. Hon royndi so aftur í fjórða og síðsta umfarið, og aftur fekk hon gott trekk í diskin, men hæddin var ikki optimal. Kasti bleiv tó máta til 33,31 m, sum er 15 centimetrar frá hennara føroyska meti. Sostatt legði hon seg ein góðan metur framum nummar tvey. Hin royndi at svara aftur, men ikki rakk. Lýdia gjørdist sostatt danskur meistari í diskuskast G18-19 ár.

Kúlustoyt (G 18-19 ár): Lýdia Poula Simonsen (bronsuvinnari)

Ein tíma eftir at diskuskappingin var av, fór Lýdia í gongd við sína næstu kapping. Hesaferð skuldi hon royna seg við 4,0 kg tungu kúluni, har hon var styrkismett sum nummar 4. Her darvaði veðrið ikki líka nógv, men tað var tó við spenningi hon fór inn í kappingina, tí teknikkurin hevur ikki siti í ár, og í seinastuni hevur verði tungt at koma útum 10 m strikuna. Smávegis justeringar farnu viku, góðu tó vón um at tað fór at ganga betur. Lýdia legði eisini út við at stoyta kúluna út á 10,51 m, sum er væl betur enn hon hevur gjørt til venjing í seinastuni. Næstu tvey vóru eitt vet styttri, men tá hon í fjórða kom út á 10,55 m hevði hon tryggja sær broncumserkið.

Trýstøkk (D16-17 ár): Miso Buha (danskur meistari)

Miso byrjaði sína luttøku á DMU í síni ser-grein; Trýstøkk. Her var einasti spenningur um hvussu langt Miso mundi leypa, tí í styrkismetingini var hann so mikið langt fremst at har skuldi nógv til um hann skuldi koppast. Tá hann so leyp 12,98 m (w: 0,0 m/s) í fyrsta lopið, so var kappingin í verðuleikanum avgjørd. Har var stórur intensitetur í lopinum, men tekniskt sat tað ikki heilt. Í næsta umfari royndi hann at koma meir fram í fyrsta avsetti, men tað riggaði ikki, og lopið bleiv eitt sindur styttri. Tað fjórða miseydnaðist heilt. Í fimta var intensiteturin væl lægri, men nú sat tað tekniska, tað bleiv tó ikki longri enn tað fyrsta, og sostatt vann Miso eitt trygt gullmerkið har hansara stytsta lop var ½ m longri enn tað longsta hjá silvurvinnaranum.

100 m (D20-22 ár): Tórur Mortensen (nr 8)

Tórur er farin undir víðari lestur í Aarhus, og flutti tí fyrst í august til Aarhus at búgva. Hann er byrjaður at venja í felagnum Aarhus 1900, har venjarin hjá honum er danski landsliðsvenjarin í lop. Enn er venjingin tó ikki komin í fasta legu og tí er nakað av skarpheitini við at fara. Hann var tó til dystin fús tá skotið fór í einari sera sterkari kapping. Tekniskt var starturin á góðari leið, men Tórur var ov skjótur upp, og fór síðan í bakvekt í sprintinum. Hetta gjørdi tað trupult at halda ferðina. Á málinum segði tíðin tó 11,34 sek (w: 0,4 m/s). Hetta rakk til eitt áttanda pláss. tíðin er samstundis undir oyggjaleikakravið, og sostatt hevur Tórur higartil klára kravið á 100 m, 400 m og í longdarlop.

400 m (D20-22 ár): Dánjal Dahl Ljósheim (bronsumerki)

Siðstur í eldin var Dánjal, sum skuldi royna seg á 400 m. Dánjal fekk ein góðan start og hevði góða ferð eftir handaru langsíðuni. Harvið megnaði hann at halda tempo við honum, sum var styrkismettur nummar tvey, góð 2 sek skjótari enn Dánjal. Inn í næsta svingi fall tempo eitt vet, men Dánjal megnaði tó at halda stílin, og síðstu 100 metrarnar kempaði hann fyri ikki at fella saman og spenna upp. Hann var nakrar fáa metrar frá øðrum plássi allan vegin, men var ½ sek ov stuttur hesaferð. Hann ognaði sær sostatt eitt broncumerkið við tíðini 52,12 sek.

Annan dagin er skráðin (føroyska tíð)

  • Kl 08:10 spjótkast: Sunniva Bogadóttir (G18-19)
  • Kl 08:40 400 m rimarenning: Dánjal Dahl Ljósheim (D20-22)
  • Kl 10:00 Hamarkast: Guðrið Káradóttir Petersen (G20-22)
  • Kl 10:30 longdarlop: Tórur Mortensen (D20-22)
  • Kl 13:00 200 m: Miso Buha (D16-17)

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *