Nógv persónlig met og heiðursmerkir á FMU

Síðsta dagin av ársins FMU vístu ungu hvirlurnar aftur, hvussu nógv tær hava tikið seg og støðugt taka seg fram í ymsu greinunum.

Dreingir 10-11 ár

Dánjal Olsen legði fyri við stytsta sprintteininum, 60 m, har hann skuldi renna á geil 3. Eins og á 200 m fyrra dagin, so kom hann væl avstað, og hann kempaði væl í eintum tøttum dysti um silvurmerkið frá byrjan til enda. Her var hann eitt vet ov stuttur, men hann ognaði sær eitt flott persónligt met við tíðini 10,27 sek.

Dánjal royndi seg eisini við 2,0 kg tungu kúluni. Her legði hann hart út, tí longu í fyrstu royndini stoytti hann 2,0 kg tungu kúluna út til 5,78 m. Næsta royndin var kolldømd, men í triðju kom hann aftur langt út, tó ikki heilt líka langt sum í fyrstu royndini. Hann ognaði sær harvið bronsumerkið fyri teir 5,78 m hann megnaði í fyrsta umfari.

Gentur 12-13 ár

Fyrra dagin rann Elena Ellindsdóttir Olsen seg til eitt pláss í finaluni á 80 m. Henda finalan var fyrsta kapping hjá Elenu annan dagin. Aftur var hon skjót avstað, og so var at koma í sprint-positiónina. Hetta eydnaðist betur enn fyrra dagin. Tíðin gjørdist tó eitt vet verri, tí har var munandi minni undanvindur. Tíðin gjørdist 13,02 sek, sum bara er 0,05 sek seinni enn í innleiðandi riðlinum.

Eftir 60 m finaluna, fór Elena nærum beina leið til longdarlop. Hon hevur einans verið við til eina venjing í hesi grein, og har var fokus at fáa atrenningina at sita, bæði tempo og rútmu. Av tí at longdarlop enn er nýggj grein fyri Elenu var valt at brúka 10 fets atrenning. Hetta tryggjar eina stabilari atrenning, og harvið betur møguleikar fyri at kunna arbeiða við lopinum. Atrenningin sat perfekt øll trý lopini hon slapp at leypa. Hennara fyrsta gjørdist tað longsta hesaferð. Tað bleiv máta til 3,41 m.   

Elena endaði dagin við at renna 300 m. Her vísti hon aftur, hvussu nógv hon hevur tikið seg fram, tí eftir at hava kempa væl allan vegin segði klokkan 53,84 sek, sum er heili seks sekund skjótari enn hennara gamla persónliga met. Hetta rakk til eitt bronsumerki.

Beinta Debes royndi seg við 2,0 kg tungu kúluni. Beinta hevur áður víst at hon er kná við kúluni, og hesaferð vísti hon enn einaferð at hon dugir við kúluni, tí longu í fyrsta umfarið legði hon heilar 63 centimetrar omaná sítt persónliga met. Næsta var eitt vet styttri, meðan tað síðsta miseydnaðist. Hon ognaði sær silvurmerk við við teimum 7,67 m í fyrsta umfari.

Gentur 14-15 ár

Jóhanna Súnadóttir Pedersen og Kristina Verlandsdóttir Hayfield byrjaðu dagin við at stoyra 3,0 kg tungu kúluna. Kappingin millum tær báðar um gullið endaði sum ein gysari, har Kristina legði út við at stoyta kúluna út á 5,89 m, meðan Jóhanna kom út á 5,64 m. í øðrum umfarið tók Jóhanna fyrsta plássi tá hon økti til 6,20 m, sum er persónligt met. Kristina royndi at svar aftur, og í triðja kom hon út á 6,14 m og ognaði sær persónligt met, men enn vantaðu 6 centimetrar. Jóhanna svaraði aftur við 6,31 og bøtti harvið um sítt persónliga met. Í fjórða og síðsta umfarið kom hon út á 6,36 m og bøtti harvið aftur um sítt persónliga met, og tók harvið fyrsta pláss. Jóhanna svaraði enn einaferð aftur, og hesaferð rakti hon kúluna plett, tí hon endaði heilt úti á 6,63 m, og tók harvið gullið. Samstundis bøtti hon um sítt persónliga met við 67 cm. Kristina á øðrum plássi bøtti um sítt persónliga met við 25 cm.

So var 100 m á skránni, og her var Jóhanna aftur klár at royna seg. Jóhann hevur partvís arbeitt við at brúka blokkin betur í startinum og partvís við at fáa eitt effektivari fótísetan, soleiðis at hon betur fær útnytta elastisku orkuna í senunum. Í startinum fekk hon betur avsett í blokkinum enn hon plagar, og tá hon kom upp at sprinta var hon munandi lættari á fótum enn hon hevur verið. Hetta var orsøkin til at tíðin á málinum segði 13,85 sek, sum er 0,49 sek undir hennara gamla persónliga met, og eisini undir kravið til talentbólkin hjá FÍF.

Jóhanna helt áfram til 300 m startin. Aftur vísti hon at starturin er blivin munandi betur og aftur vísti hon nýggjari effektivari rennistílin. Ferðin var tískil høg, men av tí at hon enn ikki er byrja at venja sprintúthaldni, so megnaði hon ikki at halda optimala ferð allan vegin. At toppferðin er høg er ongin ivi um, tí hon megnaði at renna teinin meir enn 4 sek skjótari enn hon hevur gjørt áður. Hetta rakk til eitt silvurmerkið.

Dreingir 14-15 ár

William á Lava Persson legði út við longdarlop. Í Fyrsta lopið var hann eitt sindur varðin, men rakti tó plankan perfekt. Úrslitið gjørdist eitt lop uppá 3,28 m. Næsta var rættuliga líkt, men so flutti hann startin eitt vet og harvið var lættari at halda ferðina út í lopið. Hetta gjørdi at hann kom út á 3,46 m, sum er 10 centimetrar longri enn hann hevur lopið áður. Fjórða og síðsta lop var nakrar centimetrar styttri, men hann ognaði sær silvurmerkið fyri teir 3,46 m hann leyp í triðja umfari.

William royndi seg eisini á 100 m. Her bleiv starturin eitt sindur løgin, tí ein miskiljing gjørdi at William ikki hevði hita upp. Tá hansara navn bleiv rópt upp var hann tó til dystin fús. Hann gjørdi seg kláran á startinum, og tá skotið fór spenti hann í. Hetta var fyrsti 100 m í trý ár, og hann vísti hvussu nógv hann hevur tikið seg fram, tí hann rann heili 13 sek skjótari enn síðst hann royndi seg. Tíðin gjørdist 17,41 sek.

Dreingir 16-17 ár

Miso Buha hevði valt at fokusera uppá 100 m hesaferð. Miso hevur arbeitt nógv við at fáa størri rørslur, og at halda effektiva kraftútvikling gjøgnum sprinti. Hetta eydnaðist stak væl hjá honum, men tíðanverri var hann ov ótolin í startinum. Hetta gjørdi at hann ikki kom upp í ferð fyrr enn eftir fyrstu 20 metrarnar, men tá sat effektiva drive hjá honum, og soleiðis megnaði hann at renna teinin uppá  11,72 sek, sum var nóg mikið til at ogna sær gullmerkið. Tíðin er 0,07 sek skjótari enn hann hevur gjørt áður, og soleiðis megnaði Miso í fjórðu kapping á rað at bøta um sítt persónliga met.

Gentur 18-19 ár

Lýdia Poula Simonsen royndi seg í síni sergrein kúlustoyt, har hon eigur føroyska metið. Í ár hevur tað ikki gingið eftir vild, og tí arbeiðir Lýdia við at finna gamlan formin aftur. M.a. arbeiðir hon við at fáa meir effekt úr beinunum, sum verður umsett umvegis eina forskjóting í bulinum. Í fyrsta umfarið kom hon út á 10,05 m. Næstu tvær royndirnar blivu brúktar til at justera tað tekniska. So skuldi tað standa sína roynd í fjórða umfarið, og her kom Lýdia út á 10,14 m. Síðstu tvey umførini royndi hon so aftur at koma enn longur, men hóast tey tekniskt vóru á góðari leið, so var forskjótingin í bulinum ikki heilt har. Hennara longsta gjørdist tískil 10,14 m, sum hon fekk gullmerkið fyri.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *