Góður dagur á Tórsbreyt

Fleiri hvirlur høvdu valt at royna seg á fyrra degnum av ársins FM fyri ung.

Dreingir 8-9 ár

Hjá teimum yngstu dreingjunum byrjaði Eyðun Ellindsson Olsen dagin við at renna 60 m, har hann hevði fingið tilluta geil 2. Eyðun, sum venur á “týsdagsliðinum”, er ein góður fightari, og aftur vísti hann at hann megnaði at kempa. Hann rann eina góða kapping og við tíðini 11,47 sek skar hann 1,42 sek av sínum persónliga meti.

Eyðun fór síðan til longdarlop. Her legði hann út vit at leypa 2,71 m, sum bara er 4 centimetrar frá hansara persónliga meti. Næsta lopið misteydnaðist, men í triðja riggaði betur. Hann kom to ikki longri enn í fyrsta, og tískil gjørdust tær 2,71 m frá fyrsta umfarið hansara besta hesaferð.

Dreingir 10-11 ár

Dánjal Olsen legði út við at kasta 145 g tunga bóltin, sum mest líkist eini gular golfkúlu. Hetta er grein, hann ikki hevur kappast í áður, men at hann lærir skjótt sást tí eftir at hava kasta 23,68 m í fyrsta umfarið legði hann 5 m afturat í øðrum og aftur 2 metrar í triðja, soleiðis at hann endaði við at kasta 30,34 m, sum hann fekk eitt silvurmerkið fyri.

Næsta kappingin hjá Dánjal var longdarlop. Aftur hesaferð var hetta hansara fyrsta kapping í greinini. Hann legði tó hart út, tí at lopið bleiv máta til heili 2,98 cm. Í næsta lopið var hann eitt sindur varin, men fekk góða hædd á. Lopið bleiv máta til 2,94 m. Í triðja og síðsta lopið hevði hann góða ferð, men her fekk hann ikki hædd á. Longdi gjørdist tí aftur 2,94 m, men hann ognaði sær eitt broncumerkið við teimum 2,98 m hann leyp í fyrsta umfarið.

Gentur 12-13 ár

Elena Ellindsdóttir Olsen byrjaði dagin við at renna 80 m innleiðandi. Elena hevur í seinastuni arbeitt við at optimera sprint-positiónina, tvs hvussu kropsburðurin er í ymsu fasunum av sprint og at fáa meir kraft í fyrstu fetini. Elena var í fyrra riðlinum, har hon hevði fingið tilluta geil 2. Tá skotið fór vísti Elena at har er komin meir kraft í fyrstu fetini, tí hóast hon ikki brúkti start blokk, so var hon ein av teimum skjótaru avstað. Sprint-positiónin sat ikki, men sterki viljin gjørdi at hon við tíðini 12,97 sek rann seg til eitt pláss í finaluni, sum er í morgin (sunnudagin). Tíðin er 0,3 sek skjótari enn hon hevur runnið teinin áður.

Næsta kappingin hjá Elenu var hæddarlop. Her legði hon út við at taka yvirliggjarin niður við í fyrstu royndini á 95 cm. Ein lítil justering gjørdi, at hon kom trygt uppum í næstu royndini. Hon kom somuleiðis trygt uppum í fyrstu royndini á 100 cm, og tangeraði harvið sítt persónliga met. So fór yvirliggjarin upp á 105 cm. Her miseydnaðist fyrsta royndin, men í næstu royndini kom hon eisini uppum hesa hæddin og legði sostatt 5 cm afturat sínum persónliga meti. Hetta bleiv eisini endaliga úrsliti hjá henni.

Síðsta einstaklingakappingin hjá Elenu var 600 m, sum henni dámar stak væl. Her valdi hon at leggja varliga út og eftir fyrstu 200 m lá hon nakað aftanfyri tað fremstu, hon økti tá eitt sindur um ferðina og eftir 400 m lá hon ájavnt við tað fremstu. So økti hon aftur, og harvið legði hon avstand millum seg og hinar allan vegin til mállinjuna. Á málinum segði tíðin 2 min 4,53 sek, sum er 10 sek skjótari enn hon hevur runnið teinin áður. Fyri avrikið fekk hon gullmerkið.

Gentur 14-15 ár

Kristina Verlandsdóttir Hayfeld og Jóhanna Súnadóttir Pedersen byrjaðu sítt FMU við at kasta 0,75 kg tunga diskin. Hvørgin venur diskuskast, men tað er altíð stuttligt at royna aðrar greinar enn tann man venur. Kristina byrjaði við at kasta 12,20 m. Jóhanna byrjaði varliga, men í øðrum umfarið kom hon út á 12,06 m, sum er persónligt met við lítlum ½ metri. Kristina økti í øðrum til 13,08 og í triðja til 14,90 m, sum er persónligt met við 16 cm. Kristina kom ikki longri, men í fjórða og síðsta umfarið (í Føroyum sleppa yngru bólkarnir ikki at royna seg í heilari kapping) kastaði hon 12,99 m og endaði sostatt við at leggja 1,22 m omaná sítt persónliga met. Tær báðar endaðu sum nummar eitt og tvey.

Næsta kappingin hjá Kristinu var 800 m, sum er teinur henni dámar sera væl. Kristina hevur arbeitt nógv við at betra um úthaldni, men valdi tó at leggja varliga út í mótvindinum. Hon helt eina støðuga ferð, har stílurin var góður. Tá 200 m vóru eftir økti hon munandi um ferðina. Hetta gjørdi at tíðin á málinum segði 2 min 46,58 sek, sum bara er 1,44 sek frá hennara persónliga metið. Hon fekk silvurmerkið fyri avrikið.

Síðsta kappingin áðrenn boðrenningina var spjótkast, har bæði Jóhanna og Kristina royndu seg. Her legði Kristina út við at kasta 14,18 m. Jóhanna svaraði aftur við at kasta 16,14 m, sum er 1,63 m longri enn hon hevur kastað spjótið áður. Kristina var tó skjót, tí í øðrum umfarið kom hon út á 19,92 m, sum er 2,18 m longri enn hon hevur kastað spjótið áður. Báðar løgdu tær nógv fyri í royndini at koma longur út, men hesaferð komu tær ikki longri út. Tær fingu ávikavist gull og silvur fyri avrikið

Gentur 18-19 ár

Lýdia Poula Simonsen legði út við at kasta 1,0 kg tunga diskin, har hon eigur føroyska metið. Avtala var at hon royndi at fáa meir dynamikk inn í kastið við at fokusera uppá at sprinta fram og at fáa vinstra skjótt niður til blokk. Hetta er ikki nakað hon hevur arbeitt við, og tí miseydnaðust fyrstu kastini, men í fjórða fekk hon rørslurnar at sita og lendi diskurin á 24,71 m. í fimta kom meir ferð á beinini og kom diskurin útum 30 m strikuna. Tað bleiv mátað til 31,00 m. Tað síðsta miseydnaðist, men Lýdia fór heim við gullinum fyri teir 31 m í fimta umfarið.

Næsta kappingin hjá Lýdiu var spjótkast, har Sunniva Bogadóttir eisini royndi seg. Hetta er grein har Sunniva er í einum serflokki her heima og fyri tann skuld í Danmark eisini, tí hon hevur umboðað Danmark í landsdysti. Sunniva valdi tó at taka tað róligt hesaferð, tí hon skuldi spæla finalu í hondbólti um lionsbikari beint eftir kappingina. í fyrsta kasti kom hon alt ov nær strikuni og kastaði tí nærum standandi. Tær 32,09 m var tó nóg mikið til at vinna kappingina. hon royndi eitt kast afturat, men tað bleiv eitt vet styttri. Lýdia, sum ikki plagar at kasta spjót, legði út við at kasta 22,60 m. í øðrum umfarið kom hon út á 24,43 m, sum er 33 centimetrar longri enn hennara persónliga met. Næstu kastini vóru øll omanfyri 20 m, men hon kom tó ikki útum teir 24,43 m hon kastaði í øðrum umfarið. Tær báðar fingu ávikavist gull og broncu fyri avriki.

Boðrenning

Kristina og Jóhann megnaðu at savna eitt lið til 4×100 m við at biðja Elenu, sum annars er partur av yngra bólkinum og so einari úr Bragdinum. Hesar, sum vóru 12-15 ár skuldu royna seg móti 18-19 ára liðum við 18-19 ára gomlum gentum. Elena rann fyrsta túr, og misti hon eitt vet til hinar. Eftir eitt sera trygt skifti rann Jóhanna nakað inn á hinar og avleveraði í einum skifti, sum var líka við at miseydnast til Kristinu, sum rann seinna sving. Kristina avleveraði síðan til gentuna úr Bragdinum sum rann heim. Tær vunnu sær broncumerkið fyri avrikið.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *