Gott FM hjá Hvirluni

Aftur í dag stóðu hvirlurnar fyri nógvum sera góðum úrslitum soleiðis at samlaða úrtøkan gjørdist 10 gull, 7 silvur og 6 bronsumerkið umframt at heilar fimm hvirlur kláraðu oyggjaleikakrav (Guðrið: hamarkast, Sunniva: spjótkast, Lýdia: kúlustoyt, Elin: spjótkast og Dánjal: 200 m).

Spjótkast, menn (Rógvi Højgaard)

Fyrsta kappingin var tá menninir royndu seg við 800 g tungu spjótunum. Her var veteranurin Rógvi Højgaard, sum vann bronsumerki á oyggjaleikunum á Bermuda, við. Rógvi er givin av venja, men hann vísti longu í fyrsta kasti at hann dugur enn. Hann kom væl inn og fekk konvertera ferðina til forspenni í kroppinum, sum bleiv útloyst til eitt kast uppá 42,55 m. Hann kom tó í so tætt uppá at gera yvirtrakk, og tí helt hann aftur í avleveringini. Eftir at hava lopið næsta kasti um, royndi hann aftur. Hann byrjaði longur vekk, og nú sat betur, hann fekk aftur tað tekniska at sita, men hesaferð førdi hann kasti ígjøgnum. Úrslitið gjørdist 43,98 m, sum rakk til eitt gullmerkið.

200 m, kvinnur (Meiken Salberg Olsen)

Aftur í dag var tað Meiken sum umboðaði Hvirluna í sprint. Hesaferð var hon á geil 5 í riðli tvey tá runnið var um eitt pláss í finaluni. Starturin var í byrjanini av svinginum, og hetta hevur Meiken ikki vant. Tað sást tó ikki, tí hon kom væl avstað, og var skjót upp í ferð. Hon kempaði væl í svinginum og helt ferðina tá hon kom úr svinginum. Á langsíðuni var uppgávan at halda ferðina, og hetta megnaði hon væl, tí á málinum segði tíðin 39,35 sek, sum er 1,13 sekund skjótari enn síðst hon rann teinin.

Spjótkast, kvinnur (Sunniva Bogadóttir, Elin Niclasen, Guðrið Káradóttir Petersen)

Tá kvinnurnar hitaðu upp við 600 g tungu spjótunum var tíð at seta seg at njóta kappingina, tí her vóru tvær við, sum báðar hava víst sera høgt støði við spjótinum. Elin er tó enn so mikið ung at hon til dagligt kappast við 500 g tunga spjótinum, meðan Sunniva, sum fyrr í ár var uttanfyri 40 m strikuna, er við at koma fyri seg aftur eftir ein skaða í albogan, og skuldi royna seg í síni fyrstu kapping síðan FM í 2019. Tað var Sunniva, sum byrjaði kappingina við einum braki, tí longu í fyrsta umfarið kastaði hon spjóti út á 38,14 m, sum bara er 32 cm frá føroyska metinum hon setti á FM í fjør. Elin fylgdi við og kastaði 35,74 m, sum er 4 centimetrar styttri enn hon kastaði á FM í fjør. Annað umfarð broytti onki, men í triðja stytti Elin um munin við at kasta 36,38 m, sum er persónligt met. Báðar royndu tær at koma longri, men støðan var tann sama til síðsta umfarð, tá Elin fekk meir íntensitet í atrenningina, og fekk hetta flutt yvir í spjótið sum meir ferð. Tað sást at tað var nær við, men tó ikki heilt har. Kasti bleiv máta til 37,61 m. Sunniva fór sostatt við gullinum, 53 centimetrar frammanfyri Elin, meðan Guðrið á fimta plássi kastaði 24,59 m. Sunniva kláraði, sum tann sætta Hvirlan higartil, kravið til oyggjaleikirnar, meðan Elin sum áður hevur klára tað, enn einaferð var omanfyri kravið.

1500 m kvinnur (Kristina Verlandsdóttir Hayfield)

Kristina hevur víst støðuga framgongd í flestu greinum, og hava venjingartíðir eisini víst at hetta ikki kemur av ongum. Hetta hevði hon við sær tá 1500 m fóru í gongd. Her legði hon eitt sindur varligari út enn hon gjørdi á 800 m fyrra dagin av FM. Fokus var at halda ein lættan stíl og so annars halda eina støðuga ferð. Hetta megnaði hon væl. Tá 200 m vóru eftir setti hon ein spurt inn og økti ferðina munandi inn móti málinum. Á málinum segði tíðin 4 min 49,46 serk, sum er 6½ sek skjótari enn hon hevur runnið teinin áður. Fyri hetta ognaði hon sær eitt bronsumerki.

200 m menn (Dánjal Dahl Ljósheim, Miso Buha)

Dánjal og Miso høvdu báðir givið avboð til aðrar greinar fyri at fokusera uppá 200 m, so tað var ikki uttan spenning at teir gjørdu seg klárar. Miso á geil 2 og Dánjal á Geil 3. Tá skotið fór var Dánjal skjótur avstað, meðan Miso ikki fekk ferðina upp fyrstu fetini. Eftir teir fyrstu 30 m var ferðin hjá Miso komin upp, og úr svingini vóru nakrir fáir metrar millum teir, Dánjal fremst og Miso á einum triðja plássi. Miso megnaði best at halda ferðina síðstu 100 metrarnar, men Dánjal megnaði at halda leiðsluna og vann við tíðini 23,28 sek meðan tíðin hjá Miso á øðrum plássi gjørdist 23,35 sek. Tíðin hjá Dánjal er undir kravtíðina til oyggjaleikir, og sostatt hevur Dánjal nú klára kravið á bæði 200 m og 400 m teininum, meðan Miso, sum skar 0,95 sek av sínum persónliga met og samstundis tók bólkametið, bara manglaði 0,05 sek í at klára kravið.

Kúlustoyt kvinnur (Lýdia Poula Simonsen, Elin Niclasen, Guðrið Káradóttir Petersen)

Í kúlustoyt var ikki tann stóri spenningurin um gullið, tí Lýdia er tað fremri enn hinar. Í seinastuni hevur tað ikki rigga heilt hjá Lýdiu, og tí var fokus í hesi kappingini at fáa stabilisera nøkur teknisk element sum hon hevur arbeitt við. Fyrstu royndirnar vóru eitt sindur varnar, men tað, hon hevur arbeitt við sá út til at halda. Í fjórðu royndini setti hon so meir ferð á og tá kom hon út á 10,69 m. Síðsta royndin var eitt vet styttri. Har var ein tøtt kapping um silvurmerki millum Elin og Guðrið, har Elin endaði við at draga longra stráði við 8,45 m, meðan Guðrið fór við bronsuni við 7,90 m. Lýdia kom aftur útum oyggjaleikakravið.

Kúlustoyt, menn (Dánjal Dahl Ljósheim)

Hjá monnunum var Dánjal tann einasta Hvirlan sum royndi seg. Kúlustoyt er ikki ein grein hann venur, so tilgongdin var at halda tað einkult. Hetta riggaði væl, tí tá hann í øðrum umfarið kom út á 8,89 m var kappingin í verðuleikanum avgjørd. Hann økti tó vil 8,93 m í fjórða, sum gjørdist hansara  longsta hesaferð. Harvið ognaði hann sær gulli aftur í ár, og við neyvt somu longd sum í fjør.

Boðrenningar vóru at enda, og her høvdu Dánjal og Miso sligið seg saman við tveimum rennarum úr Treysti. Liðið hjá teimum ognaði sær silvurmerki.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *