5 Gull, 4 silvur og 4 bronsu fyrsta dagin á stóra FM

Føroyska meistaraheitið fyri vaksin á breyt er hæddarpunktið innan frælsu ítróttina og aftur í ár vóru nógvar hvirlur klárar tá ymsu kappingarnar fóru í gongd.

400 m rimarenning, menn

Fyrsti starturin var 400 m rimarenning, har Dánjal royndi seg. Dánjal eigur sjálvur føroyska metið, men hóast vindin var málið at skera eitt sindur av føroyska metinum. Dánjal kom væl av stað, og hevði ferðina væl við sær yvir fyrstu rimarnar. Hann helt rútmuna inntil áttandu rim, har hann lendi eitt sindur skeivt, og misti ferðina heilt. Hann økti so ferðina aftur, men rútman var farin, og inn til bæði næstsíðstu og síðstu rim trippaði hann (tók fleir stutt/títt fet), og misti enn meir tíð. Hóast hetta so segði tíðin á málinum 61,03 sek, sum bara er 0,47 sek frá føroyska metinum. Hann fekk gull fyri avrikið.

Longdarlop, menn

Meðan Dánjal rann fór longarlop hjá monnum í gongd. Her var Miso Buha, sum annars primert venur trýstøkk, klárur at royna seg. Miso hevur í seinastuni funnið eitt eyka gear í sprintum, og tí var tað við spenningi at hann fór í gongd. Tað vísti seg tó beinan vegin at hetta fór ikki at vera hansara dagur, tí hann fann ikki ferðina í atrenningini, og kompenceraði tí við at royna ov nógv. Hetta breyt leysu rútmuna, sum er grundarlagi undir einum góðum lopi. Endaliga úrslitið gjørdist 5,19 m, sum hann leyp í fyrsta umfarið. Hetta rakk til eitt bronsumerki.

Hamarkast, kvinnur og menn

Hamarkast fyri bæði menn og kvinnur var í gongd. Her royndu Guðrið Káradóttir Petersen, Lýdia Poula Simonsen og Elin Niclasen seg. Hóast fyrsta kasti hjá Guðrið fór í netið, so var ongantíð ivi um hvørt hon fór at vinna, tí hennara kast lógu øll uttanfyri 40 m strikuna. Hon var tó ikki heilt nøgd við hetta, tí kastini lógu so nær hennara føroyska metið. Í triðja umfarið kom hon heilt út á 42,69 m, sum bara er 20 centimetrar frá føroyska metinum. Í Síðsta umfarið fekk hon tað at sita, tí hóast hon helt aftur í avleveringini fyri ikki at gera yvirtrakk, so lendi hamarin heilt úti á 43,41 m, sum er nýtt føroyskt met. Lýdia og Elin dystaðust um silvurmerkið, og her legði Lýdia seg framum Elin, sum royndi seg á fyrsta sinnið við 4 kg hamaranum. Lýdia ognaði sær tó silvurmerkið við 21,59 m. Elin legði varliga út við at kasta 15,16 m, men so økti hon við einum lítlum metri í hvørjum kasti. Teir 19,70 m hon kastaði í síðsta umfarið rukku til eitt bronsumerki. Hjá monnunum vann Heri Ziska við einum kasti uppá 33,60 m.

100 m, kvinnur

Av tí at tað vóru so nógvir luttakarar hjá kvinnunum á 100 m, so byrjaði Meiken Salberg Olsen við at renna í fyrsta innleiðandi riðlinum á 100 m. Meiken hevur arbeitt við at fáa meir effektiva acceleratión og at fáa toppferðina upp. Her hevur gingið framá, og hevur hetta m.a. merkt at hon í seinastuni støðugt hevur bøtt um sínar venjingartíðir á styttru teinunum. Enn er hon tó ikki byrja at arbeiða miðvíst við at megna at halda ferðina, og tí var spennandi at síggja, hvussu hon fór at megna at umseta nýggju ferðina til ein góðan 100 m. Meiken kom væl frá start, og hon megnaði at halda høga trýsti fyrru helvt, men móti endanum sást at hon ikki hevði vant sprint-úthaldni, og tí minkaði ferðin nakað. Við tíðini 18,40 sek (w: -0.3 m/s) rann hon eina av sínum skjótastu tíðum. Úrslitini rakk ikki til eitt pláss í finaluni hesaferð. Tá sprintúthaldni kemur við í venjingina er lítil ivi um at hon kemur at flyta seg munandi á 100 m og ikki minni á 200 m, sum hon skal renna í morgin.

800 m, kvinnur

So átti Kristina Verlandsdóttir Hayfield tørn. Kristina, sum nústani í 2020 hevur aldur at kappast á FM royndi seg á 800 m. Kristina hevur í seinastuni vant væl, men vindurin á Tórsbreyt fór vantandi at blíva ein avbjóðing í mun til at seta met. Kristina valdi tó at leggja agresivt út, og eftir fyrstu 400 m lá hon væl fremri enn hennara persónliga met. Harða útleggi kostaði tó, og serliga síðstu 200 m misti hon væl av ferð, men hóast hetta, so megnaði hon at renna teinin uppá 2 min 45,23 sum, sum bara er uml eitt sek frá hennara bestu tíð. Hon gjørdist nummar fýra í kappingini.

5000 m, kvinnur

Á longsta teininum 5000 m, royndi Rigmor Napleonsdóttir Arge seg. Rigmor, sum primert er kend fyri at at renna væl á Marathon og ½Marathon teinum, hevði valt at royna seg á einum fyri hana sera stuttum teini, sum setur heilt onnur krøv enn longru teinarnir. Tað sást beinan vegin at hon hevur vant til hetta, tí rennstílurin var væl meir kraftmikil enn hann plagar at vera. Ein slík broyting í stíl kostar tó í byrjanini, og var hetta uttan iva orsøkin til at hon ikki megnaði at halda somu støðugu ferð, sum hon annars er kend fyri. Hon kom tó á mál við tíðini 20 min 49,43 sek, sum er góðan minutt seinni enn hennara persónliga met, sum hon setti á FM í 2019. Hon fekk silvurmerkið fyri avrikið.

Diskuskast, kvinnur og menn

So var kast aftur á skránni. Guðrið, Lýdia og Elin royndu seg við 1,0 kg tunga diskinum. Her løgdu bæði Guðrið og Lýdia hart út. Guðrið kastaði diskin út á 28,39 m, sum er smáar tveir metrar longri enn hon hevur kastað áður. Lýdia svaraði við at kasta diskin út á 32,22 m, sum er góðan metur styttri enn hennara persónliga met. Hon legði tó ein lítlan metur omaná í øðrum umfarið, har kasti bleiv mátað til 33,12 m, sum bara er 32 cm frá hennara føroyska metið. Næstu køstini royndu báðar ov nógv, og tí spentu tær upp og tískil komu tær ikki longri út hesaferð. Elin, sum fyrr í ár kastaði út móti somu longdum, fekk tað ikki at rigga hesaferð, og endaði hon við bronsumerkinum fyri eitt kast uppá 21,29 m. Hjá monnunum vann Heri Ziska tá hann kastaði 2,0 kg tunga diskin út á 28,84 m.

100 m, menn

So var 100 m finalan á skrá. Her vóru Dánjal og Miso báðir við. Dánjal hevur fingið effektivari sprintstíl við at broyta positiónina av mjødnini, meðan Miso hevur funnið eitt eyka gear við at lata upp í rørslunum hjá sær. Venjingartíðir hjá báðum hava bent á at teir kundu bøta munandi um síni persónligu met. Báðir komu væl úr blokkinum, Miso spenti eitt sindur upp, men megnaði so at lata upp fyri stóru rørslunum. Tað sást at teir høvdu vant sprint-úthaldni tí báðir megnaðu teir halda ein góðan sprint stíl allan vegin. Á málinum segði tíðin hjá Dánjal 11,71 sek, sum er 0,45 sek undir hansara persónliga met, meðan tíðin hjá Miso segði 11,79 sek, sum er 0,19 sek undir hansara persónliga met, sum hann longu hevði skorði 0,16 sek av fyri 2 vikum síðan. At teir megnaðu hetta hóast ein mótvind uppá 1,3 m/s vísur, at har er enn meir at heinta. Teir blivu ávikavist nr 2 og 3 í kappingin.

4×100 m, kvinnur

Í boðrenningin hevði Hvirlan onki lið, men Kristina var headhunta til eitt blanda lið saman við trimum kvinnum úr Bragdinum, har hon skuldi renna langa teinin, sum annar túrur ofta verður nevndur, tí tað tykist longri at renna handaru langsíðu enn sving ella síðstu 100 m á mál. Kristina rann, sum altíð væl, og var við til at vinna eitt bronsumerkið við liðinum.

Fleiri myndir eru at finna í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *