Eldru íðkararnir vístu aftur at teir eru í topform

Aðru stórkapping á rað megnaðu allir teir eldru íðkararnir at avrika væl í øllum kappingum teir luttóku í, og í fleiri førum við persónligum metum. Hetta hóast umstøðurnar við vindi og regni, ikki vóru serliga góðar.

Gentur 14-15 ár

Jóhanna Súnadóttir Pedersen royndi seg í longdarlop í bólkinum G14-15 ár. Jóhanna er kvik, og hevur eitt gott avsett, men enn manglar hon at fáa næstsíðsta fetið at sita heilt, og tí leypur hon longd á sama hátt sum fyrsta avsett í trýstøkk, tvs hon kemur høg inn í avsettið, fær mestu ferðina við sær, men megnar ikki at fáa hædd á lopið. Hetta riggaði ikki á Tórsbreyt, men hon er blivin væl kvikari, og tí leyp hon væl longri í øllum lopunum, enn hon hevur gjørt áður. Tað longsta kom í triðja umfarið har hon leyp 4,21 m, sum er 30 centimetrar longri enn hon leyp í januar í ár. Hetta rakk til eitt annaðpláss í kappingini. Har er ongin ivi í, at lopini blív væl longri, tá hon fær teknikkin at sita. Eftir triðja lopið føldi hon eina byrjandi pínu í beininum, og tí var avtala at steðga, tí hetta kundi verði ein komandi skaði.

Jóhanna fór so til spjótkast, har hon saman við Kristinu Verlandsdóttir Hayfield skuldi royna seg við 500 g tungu spjótunum. Hvørgin venur hesa grein, men tað er stuttligt at síggja, hvussu langt grundleggjandi koordinatión røkkur. Jóhanna legði út við at kasta 13,13 m, meðan Kristina byrjaði við at bøta um sítt persónliga met við tveimum metrum til 16,77 m. Jóhanna kastaði eitt vet styttri í teimum báðum næstu kastunum, meðan Kristina legði enn ein metur omaná sítt persónliga met við at kasta 17,74 m í triðja (síðsta) umfarið. Tær gjørdust nummar eitt og tvey í kappingini.

Kristina endaði dagin á 800 m teininum. Eftir at rennistílurin er komin uppá pláss er fokus flutt yvir á ferð og úthaldni, har úthaldni hevur fylt væl meira síðstu vikurnar enn tað hevur gjørt áður. Hetta hevur givið Kristinu eitt yvirskot, sum sást frá tí at skotið fór, tí fyrstu 200 metrarnar fylgdi hon royndu rennarunum, men valdi so at lata teir fara, men helt tó gott tempo allan vegin. Úrslitið gjørdist at hon aftur bøtti um sítt persónliga met, hesaferð við gott 4 sekundum til 2 min 44,15 sek. Hon ognaði sær eitt annaðpláss í kappingini. Til stuttleikar kann nevnast at Kristina hevur bøtt um sítt persónliga met í hvørja tí einastu kapping á miðteini, hon hevur luttikið í.

Gentur 16-17 ár

Elin hevur vant støðugt í vetur. Her hevur fokus mest verði á tað tekniska, har hon hevur flutt seg munandi. Síðstu vikurnar er fokus tí flutt yvir á kraft og ferð. Hetta er nakað, sum ofta gongur útyvir tað tekniska aftur, men leygardagin skuldi tað standa sína roynd. Elin legði út við einum varligum kasti uppá 35,74 m, sum rakk til eitt pláss í talentbólkinum. So setti Elin ferð á, og har sást at kraftin er við at koma, tí hóast tað tekniska ikki riggaði, so endaði spjótið heilt úti á 39,38 m. Triðja kasti var meinlíkt, so var avtala at hon økti um atrenningina. Hetta darvaði eitt sindur í fjórða og fimta, men í sætta fekk hon atrenningina at sita, og aftur var kraftin stór, men avleveringin sat ikki, og tí bleiv flogið ov lágt. Úrslitið gjørdist tó, at Elin á fyrsta sinnið kom útum 40 m strikuna. Við einari optimalari avlevering eru nógvir metrar eftir at heinta. Elin vann kappingina trygt.

Dreingir 16-17 ár

Miso Buha byrjaði dagin við at renna 200 m. Her var hann so heppin at renna í sama riðli sum 18-19 ára gomlu dreingirnir og mennirnir. Miso hevur arbeitt nógv við at fáa loyst upp í rørslunum, og er hetta við at rigga í venjing, men kapping er nakað heilt annað. Hann var eisni í so læstur tá starturin fór, men hann fann leysara rennistílin, og fekk hála seg fram á eitt annaðpláss í riðlinum. Tíðin gjørdist 24,07 sek, sum er 0,23 sek skjótari enn hann hevur runnið teinin áður. Hetta var eisini næstskjótasta tíð á degnum, har bara vinnarin hjá monnum rann skjótari.

Miso, sum primert venur trýstøkk, royndi seg eisini í longdarlopi, har hann partvís hevur arbeitt við at seta fótin rætt í til næstsíðsta fet og so “bíða” á plankanum, heldur enn at smekka fótin niður á plankan. Hetta gongur spakuliga framá, men í kappingini var hann ov agressivur og tískil fekk hann eina góða hædd, men misti ov nógva ferð og harvið longd. Hann kom tó út á 5,52 m í triðja umfarið. Hetta var ein longd sum bara vinnararnir í eldru bólkunum (Dreingir 18-19 og menn) megnaðu at gera betur á degnum.

G18-10

Lýdia Poula Simonsen hevur við heiðursmerkjum á danska meistaraheitinum fyri ung í kúlustoyt verðuliga sett seg á hesa grein her heima, men hesaferð var spjótkast á skránni, sum ikki er tað henni dámar best. Hon byrjaði við einum miseydnaðum kasti men so kom ferð á, tí í øðrum kastaði hon 600 g tunga spjótið út á 19,74 m. Hon økti í fjórða umfari 20,42 m og í fimta til 22,82 m. Hetta tryggjaði henni eitt fyrstapláss í kappingini.

Kvinnur

Guðrið, sum eigur føroyska metið í hamarkast, royndi seg 600 g tunga spjótinum. Hon legði út við einum miseydnaðum kasti, men í øðrum umfarið kom hon út á 22,72 m. Hon økti til 22,84 m í triðja umfarið og síðan til 23,81 m í fimta umfarið, sum gjørdist hennara longsta. Hetta rakk til eitt annaðpláss í kappingini.

Menn

Fyrsta greinin hjá monnunum var 200 m har Tórur Mortensen og Dánjal Dahl Ljósheim høvdu melda til. Tórur eigur føroyska meti uttandura, og venjing hevur givið ábendingar um at hann er klárur at bøta um føroyska meti, men av tí at tað bara vóru 15 min millum startin á 200 m og startin í longdarlop, so mátti Tórur velja, hvat hann skuldi satsa uppá, og fall hetta val á longdarlop.

Dánjal venur mest 400 m og 800 m, men hann vísti í vetur at hann er skjótur við at taka føroyska metið innandura á 200 m teininum. Í sprint hevur Dánjal havt til vana at vera ov lágur tá hann kemur úr blokkinum. Hetta riggaði betur í dag, har hann kom avstað í rætta vinkli, og tískil fekk eitt munandi  betur drive fyrstu metrarnar enn hann er vanur við. Tá hann var komin upp í ferð er hann ikki til at steðga, og hann økti til allar hinar allan vegin á mál, har tíðin segði 23,33 sek, sum er neyvt 1 sek skjótari enn hann rann teinin í 2019 og bara 0,03 sek frá oyggjaleikakravinum.

Tórur, sum er við at koma upp í ferð eftir treiskan skaða, royndi seg í síni fyrstu longdarlop kapping í tvey ár. Longu í fyrsta lopið (video) sást at hann er við aftur, tí við at leypa 6,65 m kom hann langt útum oyggjaleikakravið, hóast hann var varðin í atrenningini og tískil ikki fekk nøktandi ferð við sær inn í lopið. Fokus var tí at leggja meir trýst á fyrstu fetini í atrenningini. Hetta gav meir ferð, og í triðja økti hann til 6,74 m, og í sætta umfarið kom hann so út á 6,90 m, sum nógv tað longsta lopið her heima í nógv ár, og bara er 20 centimetrar frá føroyska metinum.

Síðsti luttakari í eldin var Dánjal Dahl Ljósheim, sum skuldi royna seg á 800 m teininum. Dánjal hevur vant munandi fleiri kilometrar enn hann er vanur við í vetur, men enn manglar at fáa yvirsett hetta til special-úthaldni á 800 m. Hesum arbeiðir hann tó við, og sást tað tá hann legði út við at renna stabilt smá 30 sek pr 200 m fyrstu 600 m. So var orkan tíðanverri uppi, og misti hann nógv síðstu 200 m, sum hann rann uppá næstan 36 sek. Endaliga tíðin gjørdist 2 min 05,40 sek, sum er uml 2 sek skjótari enn hann hevur runnið teinin áður í Føroyum. Hann vann kappingina trygt.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *