Góð úrslit hjá yngru hvirlunum á Tórsbreyt

Annað umfar at stórkapping fyri børn og ung fór fram í regninum á Tórsbreyt leygardagin. Har var nakað av vindi og rættuliga nógv regn meðan kappast var, og darvaði hetta nakað, men ungu hvirlurnar vístu at tær bæði dáma og duga at kappast, tí øll fóru tey heim við persónligum metum.

U8 – Dreingir

Yngsta hvirlan hesaferð var Lui E. Olsen, sum fekk høvi at royna seg á 40  m teininum.  40 m er stytsti sprint teinur, og tí eitt gott stað at royna ferðina. Lui, sum rann á geil 2, var eisini skjótur avstað tá skotið fór, og kempaði væl allan vegin. Hetta sást aftur á tíðini, sum segði at hann rann teinin uppá 11,41 sek.

Gentur 8-9 ár

Helena í Skorini vísti á 40 m, sum var hennara fyrsta kapping á degnum, at hon er blivin væl skjótari enn hon hevur verið. Hon rann teinin meir enn ½ sek skjótari enn hon hevur gjørt áður, tá hon á geil 1 í riðili eitt rann teinin uppá 8,11 sek.

Helena helt beint áfram til longdarlop, har hon longu í fyrstu royndini legði 21 centimetrar omaná sítt besta. Hon økti við 4 sentimetrum í øðrum umfarið, fyri at leypa heila 2,73 m í triðja umfarið og tók harvið fyrsta plássið. Lopið var heilar 40 sentimetrar longri enn hon hevði lopið undan kappingini.

At Helena dugir at kappast sást aftur í kúlustoyt, tí aftur økti hon um longdina fyri hvørt umfar, tá hon byrjaði við at stoyta 2,0 kg tungu kúluna út á 3,00 m. Í øðrum umfarið kom hon út á 3,10 m og í triðja út á 3,55 m.

Dagurin endaði við miðteinarenning, og har var Helena aftur við. Hetta var hennara fyrsta kapping á 600 m teininum, men tað var ikki til at síggja, tí hon lá í tættari kapping við tríggjar aðrar allan vegin. Tíðin gjørdist so góð sum 2 min 37,72 sek.

Dreingir 8-9 ár

Kristjan Róksson og Eyðun E. Olsen byrjaðu dagin við at renna 40 m. Teir runnu lið um lið í fyrra riðili; Kristjan var á geil 3 og Eyðun á geil 4. Báðir spentu teir í, og báðir fingu teir góða løn fyri avrikið, tí við tíðini 7,62 sek rann Kristjan 0,32 sek skjótari enn hann hevur gjørt áður, meðan Eyðun við tíðini 8,21 sek rann 0,29 sek skjótari enn hann hevur gjørt áður. Ein flott framgongd hjá báðum!

Kristjan royndi seg eisini á 600 m, sum er 1½ umgangur á Tórsbreyt. Hetta var hansara fyrsta roynd á hesum teininum, men tað var ikki til at síggja, tí hann legði bragdliga fyri, og hóast ferðin fall eitt vet, so megnaði hann at halda hinar væl aftanfyri. Tíðin gjørdist so flott sum 2 min 12,88 sek.

Bæði Kristjan og Eyðun endaðu dagin við at leypa longdarlop. Kristjan legði hart út við at leypa 2,93 m, meðan fyrsta lopið hjá Eyðun miseydnaðist. Eyðun fekk tað at rigga betur í næsta og kom hann út á 2,53 m. Báðir royndu at koma longur út, men hesaferð komu teir ikki longri út. Teir 2,93 m hjá Kristjan er 23 centimetrar longri enn hann hevur lopið áður.

Gentur 10-11 ár

Hjá teimum 10-11 ára gomlu gentunum sóu vit á fyrsta sinnið Miu Ásadóttir royna seg í kapping. At byrja sína sprint-karrieru við 200 m er ikki sum at siga tað, men hon rann flott, tí eftir ein góðan start kempaði hon allan vegin, og á málinum segði klokkan at tað bara hevði tikið Miu 43,82 sek at renna teinin.

Dreingir 10-11 ár

Dánjal Olsen royndi seg á fyrsta sinnið í kapping. Her skuldi hann, eins og Mia, byrja sítt sprint við at renna 200 m. Hann legði hart út á geil 1, og kempaði væl. Tað var ikki til at síggja at hetta var debut, tí hann megnaði at renna teinin uppá bara 37,34 sek.

Í kúlustoyt, har Dánjal royndi seg við 2,0 kg tungu kúluni, miseydnaðist fyrsta royndin, men í næstu kom hann út á 4,50 m. Hann økti í triðja umfarið til 5,85 m, sum sostatt gjørdist tað endaliga úrsliti hjá honum.

Gentur 12-13 ár

Elena E. Olsen byrjaði dagin við at renna 200 m, har hon var á næst uttastu geil (geil 5). Hetta er teinur hon hevur runnið áður, og aftur í ár vísti hon stóra framgongd, tí eftir at hava lagt í so varliga út, kempaði hon seg fram síðstu 100 m, við tí úrslitið at hon rann teinin næstan 2 sek skjótari enn hon hevur gjørt áður. Tíðin gjørdist 34,77 sek.

So fór Elena til hæddarlop. Hetta er kapping har tað ikki hevur gingið heilt eftir vild áður, men tað var eyðsýnt at hon hevði avgjørt at nú skuldi tað verða. Hon var tó óheppin í fyrsta lopinum og gleið á hálu breytini. Hon kom tó sterkt aftur og leyp í øðrum umfarið uppum 90 cm. Á 95 og 100 cm tørvaði henni bara eina roynd at koma uppum. So fór yvirliggjarin upp á 105 cm. Her hevði hon onkra góða roynd, men yvirliggjarin datt, og tískil endaði Elena við at leypa 100 cm.

Eyðkenni tá Elena rennur miðtein er, at hon dugir sera væl at disponera orkuna. Hon leggur varliga út, og heldur so ferðina allan vegin. Hetta gjørdi hon aftur hesaferð, og har var ongin slingur í valsinum, tí við stabilu ferðini legði hon støðugt tær hon kappaðist ímóti, afturum seg. Á málinum segði tíðin 2 min 57,73 sek, sum er 12½ sek skjótari enn hon hevur runnið teinin áður.

Dreingir 12-13 ár

Aron Mikkelsen er við at gera kúlustoyt til sína grein, tí longu í fyrsta umfarið stoytti hann 3,00 kg tungu kúluna heilt út á 7,45 m, sum er 3½ m longur enn hann hevur stoytt hesa kúlu áður. Hann steðgaði tó ikki har, tí hann økti til 7,70 m í øðrum umfarið og heilt út á 8,20 m í triðja umfarið, sum merkti at hann ognaði sær eitt trygt fyrstapláss í kappingini.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *