Sprintararnir eru í toppform

Sprint er ein einkul ítróttargrein. Hetta merkir eisini venjingina, sum hevur fýra trin, har ein byrjar við trin 1, so verða trin 1 og 2 koyrd síðuleypandi. Tá tað er við at seta seg kemur trin 3 upp í, soleiðis at tey fyrstu trý trinini koyra saman áðrenn farið undir at venja trin 4. Trinini eru:

  1. lær at renna rætt
  2. lær at koma effektivt upp í ferð (acceleratión)
  3. fáa toppferðina upp
  4. lær at halda ferðina (sprintúthaldni).

Fyrsta umfarð av ársins grand prix kappingum á breyt, var eitt høvi at vita hvussu gongur við sprintvenjingini, har tey eldru eru komin upp til trin 4, tó við áhaldandi eygleiðing og um neyðugt justering av fyrru trinunum, meðan tey yngru enn arbeiða á lægru trinunum.Yngsti luttakarin hjá Hvirluni á 100 m teininum var Elena Ellindsdóttir Olsen, sum kappast í bólkinum gentur 12-13 ár. Elena, sum venur við ein av yngru liðunum í Hvirluni, rann seg fram til eina tíð uppá 17,33 sek, sum hóast ein mótvind uppá 3,2 m/s er 0,74 sek skjótari enn hon hevur runnið teinin áður.

Jóhanna Súnadóttir Pedersen (gentur 14-15 ár) arbeiðir enn við rennistíl og acceleratión. Har er hon við at koma hartil at toppferð verður tikin við í venjingina, meðan sprintúthaldni ikki er relevant enn. Serliga í startinum hevur Jóhanna eina stóra styrki, og var hon væl fremri enn hinar eftir fyrstu 10 metrarnar, men at hon ikki hevur vant sprintúthaldni merkti at munurin vantandi kom at minka. Jóhann er tó fightari, og helt á mál, har tíðin segði 14,34 sek (w: -0,3 m/s), sum er ein sera flott debut á hesum teininum.

Miso Buha (dreingir 16-17 ár) hevur í seinastuni nýtt nógva orku uppá at justera rørslumynstri í sprint, soleiðis at hann fær nýtt alla orkuna til at skapa ferð. Her kom veruligt hol á fyri stuttari tíð síðan, og síðan hevur venjing víst at ferðin er økt munandi. At fáa nakað so nýtt at rigga í kapping er ikki sum at siga tað. Miso var eisini ov uppspentur í byrjanini, og gleið aftur í gamla teknikkin, men fekk justera soleiðis, at hann kom upp at renna rættari móti endanum. Hóast hann rann nærum einasamallur allan vegin, so megnaði hann at renna teinin uppá 12,25 sek, sum bara er 0,08 sek frá hansara persónliga meti. Tað er ongin ivi um at hann er klárur at koma undir 12 sek.

Dánjal Dahl Ljósheim (menn), venur mest langsprint og miðtein, men fyri at optimera úrslit á longsta sprint teininum (400 m) er toppferðin avgerandi, og har er 100 m ein góð test. Í seinastuni er fokus hjá Dánjal flutt yvir á acceleratiónina og toppferðina, meðan specifikt sprintúthaldni enn ikki er í fokus. Dánjal kom væl avstað, og kom skjótt upp at renna, toppferðin er enn ikki heilt komin uppá pláss, men hann kom tó á mál bara 0,07 sek frá sínum persónliga metið hóast mótvindurin var 2,3 m/s. Eins og hjá Miso, so er ongin ivi um at Dánjal kemur undir 12 sek tá umstøðurnar at renna eru betur.Tórur Mortensen (menn), er leypari, men eigur eisini føroysku metini á 100 og 200 m. Hann hevur ein góðan sprint-teknik, og eina nøktandi toppferð í mun til tað at leypa, sum er tað primera. Av tí at hann ikki er sprintari, er ikki nógv orka nýtt uppá at optimera sprintúthaldni, men tó hava venjingartíðir títt uppá, at hann er klárur at renna skjótt. Tíðanverri gjørdi kuldin og mótvindurin (-2,3 m/s) at metið helt, men ein tíð uppá 11,48 sek, sum er meir enn ½ sek skjótari enn nakar annar megnaði á degnum vísur, at hann hevur fingið góðan basa í síni fyrireiking til lopvenjing.

At øll megna at renna upp til ella skjótari enn teirra besta í kuldanum og vindinum á Tórsbreyt í dag vísur at veturin hevur lagt ein botn, sum verður áhugaverdur at byggja uppá í summar.

Fleiri myndir her

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *