Long lop longu í fyrstu kapping

Lopgreinarnar hava tað til felags at tær allar skulu konvertera ferðina í eini atrenning til eitt avsett. Grundleggjandi elementini í hesi atrenning og hvussu ein kemur inn i avsetti er rættuliga lík í longdarlop og hæddarlop, meðan serliga næstsíðsta fetið í trýstøkk brýtur frá hinum lopunum. Munurin á avsettunum er vinkulin, har trýstøkk er flatast, meðan hæddarlop er brættast. Kropsliga venjingin til ymsu lopini er tí rættuliga lík, umframt at tekniska grundvenjingin eisini líkist.

Yngstu bólkarnir lupu longdarlop, og her royndi Eyðun Ellindsson Olsen (dreingir 8-9 ár). Hann leyp 2,51 m í næsta umfarið, og fylgdi upp við at leypa 2,41 m í triðja. Bæði lopini vóru longri enn longsta lop hjá næsta leypara.

Elena Ellindsdóttir Olsen (gentur 12-13 ár) royndi seg á fyrsta sinnið í trýstøkk. Hon hevði valt at leypa frá 5 m plankanum. Fyrsta lopið gjørdist 7,08 m og tað næsta 6,10 m. So hendi ein feilur og dómarin dømdi yvirtrakk í tí síðsta, tí hann helt Elena skuldi leypa frá 6 m plankanum. Teir 7,08 m frá fyrsta umfarð er tó ein góð debut hjá einari, sum leyp sítt allar fyrsta trýstøkk hósdagin.

Jóhanna Súnadóttir Pedersen (gentur 14-15 ár) hevur mest arbeitt við at fáa størri rørslur í lopini, men enn er hetta arbeiðið komi rættuliga stutt. Hon leyp tó longu í fyrsta lopið útum 9 m strikuna. Lopið bleiv máta til 9,22 m. í næsta økti hon til 9,68 m, sum er 28 centimetrar longri enn talentkravið, men har var ov nógvur undanvindur (3,4 m/s) til at kravið er góðkent. Triðja og síðsta lopið (í Føroyum fáa yngru bólkarnir av einhvørjari orsøk bara 3 royndir) miseydnaðist. Sær tó út til at venjingin er á rættari leið.

Miso Buha (dreingir 16-17 ár) hevur broytt atrenningina og rútmuna inn í og ígjøgum fyrsta avsettið. Hetta hevur givið ein stabilitet í lopunum, sum ikki hevur verið har áður, og tí er venjingin munandi meir gevandi enn hon hevur verið. Tað sást eisini í fyrstu lopunum, har hann “bara leyp”. Bæði blivu mátað til 12,72 m. so byrjaði Miso at pressa ov nógv, heldur enn at lata lopini henda, og tískil blivu rørslurnar ov stívar og smáðar. Fyrstu lopini vístu tó at hann er við at blíva klárur til at leypa langt.

Tórur Mortensen (menn) hevur stríðst við ein skaða leingi, men er í seinastuni byrjaður at leypa trýstøkk aftur. Enn venur hann bara við 3 fets atrenning, men her royndi hann seg við 6 fetum. So stutt atrenning merkir, at hann hevur sera lítið av ferð at arbeiða við, og tí skulu avsettini vera tað meir effektiv. Broytingin í ferð leggur so eisini tað byrðu omaná, at tempo og harvið timing er eitt annað, enn hann hevur vant. Hann leyp tó 13,17 m longu í fyrsta lopið, tað sást tó at hann var varðin. Hann økti til 13,20 í næsta, 13,29 m (w: -0,1 m/s) í triðja og 13,58 m (w: +4,2 m/s) í fjórða lopið. So valdi hann at steðga, men knæðið hevði staðið royndina, so her er eitt stórt trin afturat tikið hjá Tórur mótið tí, at leypa við fullari atrenning aftur. Til stuttleikar er vert at nevna, at oyggjaleikakravið er 13,30 m, so hann manglar 1 centimetur í at klára tað, eins og hann manglar 0,03 sek á 100 m, har hann hevði 2,3 m/s í mótvind tá hann rann.

Fleiri myndir síggjast her

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *