Nær við føroyska metið í fyrstu royndin

Kast eru partur av sokallaðu teknisku greinunum innan frælsu ítróttina, og har eru ymsar bólkingar, har tung/løtt er tann bólking sum best lýsir munin í venjing. Tey tungu (hamarkast/kúlustoyt/diskuskast) krevja nógva kraft, meðan spjót krevur meir ferð og líkist rútman í atrenningin uppá nógvar mátar longdarlop. Styrki er ein týðandi partur av venjing, tó mest í kúlu og minst í spjót. Tekniskt er sera stórur munur á flestu kastunum (kúla og diskus undantikið, um man nýtir rotatiónsteknik í kúlu), og tí er tað meir sjálvsamt, at ein sær íðkarar á høgum støði royna seg í meir enn einari.

Tey allar yngstu (5-7 ár) kastaðu 145 g tungar bóltar. Bóltkast er byrjanin uppá spjótkast. Her royndi Lui E. Olsen seg. Lui legði út við at kasta 4,80 m, áðrenn hann í øðrum umfarið kastaði 7,27 m. Triðja var styttri aftur, men deiligt at síggja Lui royna seg í síni fyrstu kapping.

Jóhanna Súnadóttir Pedersen og Kristina Verlandsdóttir Hayfield (Gentur 14-15) royndu seg við 750 g tunga diskinum. Hvørgin venur diskuskast, og hvørgin hevur heldur roynt seg í kapping áður. Tað var sera stuttligt at síggja tær royna seg í hesi grein. Kristina kastaði 14,74 m meðan Jóhanna kastaði 11,67 m.

Elin Niclasen (gentur 16-17 ár), sum primert venur spjótkast, royndi seg við 1 kg tunga kvinnu diskinum. Eftir tvey miseydnaði kast kom hon út á 21,97 m og legði sostatt lítlan metur omaná sítt persónliga met. Í fimta umfarið økti hon til 24,01 m og í síðsta til 27,97 m. samanlagt bøtti hon sostatt um sítt persónliga met við 6,93 m.

Lýdia Poula Simonsen (gentur 18-19 ár), sum primert venur kúlustoyt, royndi seg við 4,0 kg tunga hamaranum. Hon valdi at royna seg við at mala, sum er nakað hon ikki hevur roynt áður. Hetta eydnaðist væl, tí longu í fyrsta umfarið kom hon útum 20 m strikuna, tá hon kastaði 21,59 m. Hon økti til 24,57 m, sum gjørdist tað longsta hesaferð.

Guðrið Káradóttir Petersen (kvinnur), sum hevur hamarkast sum sína primergrein, hevur stabilisera teknikkin og tí er fokus flutt yvir á at fáa ferð á hamaran. Hetta hevur eydnast væl í venjing, og hetta vísti Guðrið longu í fyrsta kasti, har hon kom heilt út á 42,29 m, sum er góðar 5 metrar longri enn oyggjaleikakravið og bara 60 centimetrar frá hennara egna føroyska metið, sum hon settið í Gøteborg í fjør. Í næsta kastinum fekk hon enn meir ferð á, men hamarin tók netið og misti tískil flogið. Hini blivu eitt sindur styttri, men tað sær út til, at venjingin hjá Guðrið er á rættari kós.

fleiri myndir síggjast her

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *