Tórur Føroyskt met á EM fyri lið

Danmark luttekur hetta vikuskiftið EM fyri lið. Málið er at flyta upp í fyrstu (næst bestu) deild. Í 2017 fluttu fluttu danir upp í næstbestu deild. Tá var Hanus Bergsson úttikin at umboðað Danmark í spjótkast, men mátti geva avboð. Í 2019 fluttu danir niður aftur. Nú skuldi Tórur so royna, at hjálpa dønum at flyta uppaftur.

Tórur kom at møta sterkari mótstøðu, enn hann nakrantíð hevur møtt áður, tí millum luttakarar eru menn, sum hava luktað til heiðursmerkir á EM. Á styrkilistanum er Tórur nummar 6, um hugt verður eftir, hvussu hann hevur lopið í ár, og nummar 7 um hugt verður eftir persónligu metum.

Longu í fyrsta lopið vísti Tórur, at hann leypur best tá mótstøðan er størst, tí hann leyp heilar 15,45 m í fyrsta lopið. Tað er 30 cm longri enn føroyska meti uttandura, sum hann setti fyri stuttari tíð síðan. Tað er eisini longri enn innandura metið, hann setti í vetur. Næsta miseydnaðist, meðan hann í triðja aftur leyp langt, tó eitt vet styttri enn í fyrsta. Tað síðsta miseydnaðist aftur. Sum einasti maður megnaði Tórur at bøta um sítt persónliga met í kappingini.

Tá samanumkom endaði Tórur á einum triðja plássi samanlagt, sum er væl betur enn styrkismetingina. Fyri liðið var tað serliga gott, at hann megnaði at vinna á Szenderffy frá Ungarn, tí Danmark og Ungar vóru í tøttum dysti um at vinna kappingina samanlagt.

Fyri Tórur var tað gleðiligt at atrenningin, sum hevur arga, sat væl. Lopini vóru tó ikki heit optimal, so enn er nakað at heinta hjá Tórur, tá hann um eina viku skal royna at vinna danska meistaraheitið úti, eins og hann vann tað inni í vetur.

Endin á EM gjørdist at Danmark við 245,5 stigum flutti upp við einum tryggum øðrum plássi 9,5 stig aftanfyri Ungarn og 12,5 stig frammanfyri Slovenia, sum eisini flutti upp.

Raskar Hvirlur kempaðu á Tórsbreyt

Siðsta umfarið av ársins stórkapping á breyt fór fram í góðum veðrið á Tórsbreyt. Millum luttakararnar vóru nógvar hvirlur, sum vístu seg og felagið fram á besta hátt.

Børn -7 ár

Hesaferð var longdarlop á skránni hjá yngstu luttakarunum. Uppgávan í longdarlop er at koma longst møguligt út í sandgryvjuna. Fyri at náða hesum skal ferðin vera so høg sum møguligt. Høga ferðin ger at timing blívur avbjóðandi, tvs at duga at leypa og fáa ferðina við sær út í lopið. Hetta er sama avbjóðing, sum eldru íðkarar enn kempa við. Tí var tað sera stuttligt at síggja, hvussu hesi kempaðu fyri at koma longst møguligt, onkuntið riggaði tað og lopið bleiv langt, meðan tað til aðrar tíðir ikki sat heilt, men alla tíðina sást gleðin í eygunum hjá hesum ungu íðkarunum. Tað vóru heilar 4 ungar hvirlur, sum royndu seg. Frida Bogadóttir leyp 2,03 m, Nehir Aba leyp 1,21 m, Barbara Sól leyp 0,92 m og Lui E. Olsen leyp 1,78 m. Einans Lui hevur roynt greinina áður, og hesaferð bøtti hann um sítt persónliga met við 32 cm.

Gentur 10-11 ár

Mia Ásadóttir var aftur hesaferð klár at royna seg, sum einasta hvirla millum hinar 10-11 ára gomlu genturnar. Fyrst á skránni var longdarlop. Her kom hon útum 3 m strikuna í fyrsta lopið. Í næsta lopið kom hon ikki heilt líka langt. Í triðja legði hon alt fyri, men kom tíðanverri til at gera yvirtrakk, og tí bleiv lopið ikki máta. Endaliga úrslitið gjørdist sostatt 3,02 m.

Mia fór síðan til 80 m, har hon skuldi renna á innastu geil í øðrum riðli. Tá skoti fór leyp hon avstað og var hon alla tíðina í fremra enda. Tá hon kom um mállinjuna var hon í tøttum dysti um annað pláss, men tíðanverri miseydnaðist tíðtøkan, so ungu genturnar fóru aftur til startin at royna seg aftur beinan vegin. Ikki bestu umstøður at renna skjótt, men Mia var klár og aftur var dysturin um annað plássi tættur. Tíðin gjørdist 14,29 sek, sum er 1,92 sek skjótari enn hon hevur runnið teinin áður.

Dreingir 10-11 ár

Eins og hjá gentunum, so var luttakartalið so høgt at neyðugt var við tveimum riðlum. Her var Rói í fyrra riðli, har hann leyp avstað, og beinan vegin legði avstand til hinar. Hann økti allan vegin og á málinum segði klokkan 13,44 sek. Christian Dal Christiansen, Jóhan Waagstein og Pætur Krosstein vóru í seinna, og vantandi skjótara riðli. Her var tað Pætur, sum legði seg á odda, við Jóhan og Christian eitt vet aftanfyri. Tíðanverri so var Pætur áhalsin beint áðrenn mál og datt. Hann kom tó skjótt uppaftur, men fyrstapláss var farið. Jóhan, sum allan vegin lá í tøttum dysti við Christian kom á mál sum nummar trí og Christian gjørdist nummar fýra. Tíðin hjá Jóhan var neyvt sama tið sum hjá Róa í fyrra tiðli, og sostatt deildu teir triðja pláss við tíðini 13,44 sek. Christian var bara 0,09 sek aftanfyri á einum fimta plássi.

Teir fóru allir beina leið til longdarlop. Her legði Pætur út við at leypa 3,68 m og harvið lukkaði hann effektivt sær balli, tí ongin hótti hansara útlegg. Øll trý lopini hjá Pætur vóru nóg lang til at vinna kappingina. Dysturin um næstu placeringarnar gjørdist sera tættur. Christian bøtti um sítt persónliga met við 5 centimetrum til 3,35 m og var tað júst nóg mikið at ogna sær fjórða pláss frammanfry Jóhan, sum leyp 3,30 m. Hóast Rói ikki fekk tað at rigga heilt hesaferð, so var hann bara nakrar fáa centimetrar frá sínum persónliga metið við 2,85 m hann leyp í triðja umfarið. Tað rakk til eitt sjeynda pláss samanlagt.

So var bóltkast á skránni. Aftur vóru allir fýra til dystin fús. Jóhan, sum royndi seg á fyrsta sinnið, legði hart út við at kasta 145 g tunga bóltin heilt út á 36,88 m. Christian legði 5,01 m omaná sítt persónliga met við at kasta 33,81 m, meðan Rói kastaði 23,64 m og Pætur, sum eins og Jóhan, royndi seg á fyrsta sinnið í bóltkast. Ongin megnaði at kasta longri í øðrum umfarið, men í triðja kom Rói út á 26,79 m, sum er 2,14 m longri enn hann hevur kastað áður. Pætur bøtti eisini í síðsta og kom út á 22,63 m. Teir endaðu sum nummar 2 (Jóhan), 4 (Christian), 5 (Rói) og 6 (Pætur) samanlagt.

Christian, Jóhan og Pætur endaðu dagin við at renna 800 m. Her kom Pætur beinan vegin til at liggja í einum bólki við tveimum øðrum, meðan Jóhan rann í næsta bólkinum. Christian kom at renna millum tveir bólkar. Tá spurturin nærkaðist var dysturin um annað pláss øgiligur, men her var Pætur tann stinnari. Tíðin gjørdist 3 min 1,20 sek. Dysturin um fjóra pláss gjørdist eins tættur, men Jóhan var nakrar centimetrar ov stuttur, men kom á mál við tíðini 2 min 9,85 sek. Christian, sum hevði runnið tað mesta av teininum einsamallur kom á mál við tíðini 3 min 17,26 sek.

Gentur 12-13 ár

Bjalla Beintudóttir Dalsgarð og Elena Ellindsdóttir Olsen byrjaðu dagin við at kasta spjót. Hetta var fyrstu ferð tær royndu seg við 400 g tungu spjótunum. Í fyrsta umfarið lendi spjóti flatt hjá báðum og tískil bleiv kasti ikki máta. Í øðrum umfarið kom Bjalla út á 6,93 m, meðan Elena kom út á 7,81 m. Elena økti í triðja til 8,24 m, meðan Bjalla kom heilt út á 9,51 m og ognaði sær sostatt annaðpláss frammanfyri Elenu á triðja plássi.

So var 80 m á skránni. Elena kom væl avstað, men kom ikki heilt upp at sprinta, sum hon hevur gjørt til venjing, hon misti tí nakað inn móti málstrikuni. Tíðin gjørdist 12,56 sek, sum er 0,46 sek skjótari enn hennara persónliga met. Bjalla, sum ikki hevur roynt henda tein áður, var við tíðini 13,58 sek, stutt aftanfyri Elenu. Tær endaðu sum ávikavist nummar 4 og 6.

Triðja greinin var longdarlop og aftur Her legði Bjalla út við at leypa 3,03 m, sum er 5 centimetrar frá hennara persónliga metið, meðan Elena leypa 3,72 m og bøtti harvið um sítt persónliga met við 23 centimetrum. Báðar lupu tær enn longri í øðrum umfarið. Bjalla kom út á 3,07 m, sum er ein centimetur frá hennara personliga metið. Elena legði 7 centimetrar afturat omana´við at leypa 3,79 m. Bjalla vildi tó hava persónligt met og tað megnaði hon í síðsta umfarið har hon kom út á 3,11 m. Elena endaði sostatt sum nummar tvey og Bjalla sum nummar seks.

Siðsta kapping á degnum hjá 12-13 ára gomlu gentunum var miðteinurin, sum hesaferð var 1000 m. Her var mótstøðan styrkna munandi í mun til, hvat hon var fyrru umførini av ársins stórkapping. Hesa avbjóðing tók Elena til sín og legði seg beint aftanfyri tað fremstu. Rennistílurin var høgur og lættur, og harvið eisini orku-effektivur. Elena hevði tí lætt við at fylgja við fyrstu 600 m, tá hon so fóru út á síðsta umgang byrjaði hon at leggja press á hina, sum svaraði aftur, hon royndi aftur tá 200 m vóru eftir, men ikki fyrr enn á síðstu 100 m fekk hon runnið seg framum og vann við tíðini 3 min 35,03 sek og bøtti harvið um sítt persónlig met við heili 10,95 sek.

Dreingir 12-13 ár

Terji Dal Christianen, Jógvan Ingi Falkvard Joensen og Baldur Báruson Persson byrjaðu dagin við at kasta 400 g tungu spjótini. Terji legði út við at kasta 17,70 m, Jógvan Ingi 13,75 m og Baldur 9,45 m. Í øðrum umfarið upplivdi Jógvan Ingi at spjótið støkk í tvey tá tað lendi, men av tí at tað var í lending, so var kasti góðkent. Tað vísti seg at vera 10 centimetrar longri enn hann kastaði í fyrsta umfari. Hann økti aftur í triðja, hesaferð út á 15,50 m. Baldur økti somuleiðis í triðja. Hann kom út á 9,70 m. Terji endaði á einum triðja plássi vð teimum 17,70 m hann kastaði í fyrsta umfarið. Jógvan Ingi gjørdist nummar fýra við 15,44 m og Baldur gjørdist nummar seks við 9,70 m.

Terji og Jógvan Ingi fóru so til 80 m startin, har William E. S. Kruse eisini fór at royna seg. Terji var skjótastur avstað, men William og Jógvan Ingi vóru beint í hølinum. Teir dystaðust allan vegin og á málinum var William líka við at taka Terja, sum gjørdist nummar trý við 12,90 sek, frammanfyri William við tíðini 13,27 sek. Tíðin hjá Jógvan Inga gjørdist 14,26 sek. Teir gjørdust ávikavist nr 3, 4 og 5.

Terji og William hildu áfram við Longdarlop, har Baldur aftur var klárur at royna seg. Baldur, sum royndi seg í síni fyrstu kapping í longdarlop, legði út við at leypa 2,43 m. William leyp 3,54 m og legði harvið 0,50 m omaná sítt persónliga met, meðan Terji leyp 3,66 m. William økti í øðrum umfarið til 3,78 m og legði seg á annað pláss frammanfyri Terja. Terji svaraði aftur í triðja við at bøta um sítt persónliga met til 3,83 m. William svaraði aftur við at leggja enn ein centimetur omaná sítt persónliga met, men endaði á einum triðja plássi, 4 centimetrar aftanfyri Terja, meðan Baldur ognaði sær eitt sætta pláss við 2,43 m.

Gentur 14-15 ár

Jóhanna Súnadóttir Pedersen legði út við at royna seg í hæddarlop, sum hon als ikki venur. Byrjunarhæddin var 110 cm, sum hon kom lættliga uppum, men á 115 cm tørvaði henni tríggjar royndir at koma uppum, men nú var hon við at fáa atrenningina at sita. Á 120 cm tørvaði henni tvær royndir, og somuleiðis á 125 centimetrum. Á 128 kom hon uppum í triðju royndini, og so fór yvirliggjarin upp á 131 centimetrar. Her var serliga síðsta royndin sera góð, men kom hon ikki hægri. Hon bøtti tó um sitt persónliga met við 8 centimetrum og gjørdist nummar 3 í kappingini.

Jóhanna fór so saman við Ai Waagstein til 400 m startin. Báðar løgdu í so varliga út, men hildu fartin væl til tær á síðstu 100 metrunum øktu um tempo. Jóhanna vann við tíðini 68,79 sek, sum er litið ½ sek frá hennara persónliga metið, meðan Ai gjørdist nummar trý við tíðini 75,08 sek í síni fyrstu kapping á hesum teininum.

Báðar royndu tær seg síðan við 3,0 kg tungu kúluni. Ai legði seg á fyrsta pláss við at stoyta kúluna út á 7,10 m, meðan Jóhanna kom út á 6,12 m í fyrstu royndini og legði seg harvið á annað pláss. Báðar royndu at koma longur út, men ikki fyrr enn í fimta umfarið bragdaði. Tá kom Ai út á 7,18 m, meðan Jóhanna kom út á 6,20 m. Jóhanna økti aftur í síðsta umfarið, hesaferð til 6,77 m, sum er 14 centimetrar longri enn hennara gamla persónliga met. Hon endaði sostatt á øðrum plássi, aftanfyri Ai, sum vann við 7,18 m.

Ai endaði dagin við 1500 m renning. Hetta er væl longri enn hon er von við at renna, men hon vísti at hon er ein fightari, og helt góða ferð allan vegin, hóast hon hevði runnið 400 m stutt áðrenn. Tíðin gjørdist 6 min 3,60 sek.

Gentur 16-17 ár

Kristina Verlandsdóttir Hayfield byrjaði dagin við at leypa hæddarlop. Kristina hevur valt at fokusera uppá miðtein og harvið eisini rennistíl og ferð, tvs sprint. Hæddarlop er tískil ikki partur av hennara venjing. Hon legði út við at koma uppum 110 cm í fyrstu royndini. Henni tørvaði eisini bert eina roynd á 115 cm og 120 cm. Á 125 centimetrum reiv hon fyrstu ferð, men í næstu royndini kom hon uppum. Tá yvirliggjarin fór upp á 128 centimetrar, byrjaði hon at ivast og helt tí aftur við ferðini. Hon leyp tí ov langt frá stongini og reiv hana. Hon royndi at justera, men hesafeð endaði hon á 125 centimetraum, sum er 7 centimetrar hægri enn hon hevur lopið áður. Tað rakk til eitt annaðpláss.

Kristina fór so til 400 m. Her legði hon varliga út, men tað sást, at hon hevur arbeitt nógv við rennistílinum, tí hon rann lættan og helt tískil eina góða ferð. At hon er væl fyri, sást tá hon økti ferðina síðstu 100 m. Á málinum segði klokkan 67,27 sek, sum er góð 4 sek skjótari enn hon hevur runnið teinin áður.

So var tað 3,0 kg tunga kúlan sum lá klár. Kristina legði út við at stoyta kúluna út á 5,73 m. Í næsta umfari legði hon 2 centimetrar ománá sítt persónliga met, við at stoyta kúluna 6,38 m. Hon økti síðan til 6,50 í triðja, 6,95 í fjórða og 7,00 m í fimta. Hon ognaði sær harvið eitt trygt fyrstapláss.

Síðsta greinin var 1500 m, sum vantandi fór at vera enn meir spennandi enn vanligt, tí at 400 m sótu enn í beinunum. Hon legði tó væl út, men so fór tempo nakað niður og hóast hon royndi, so kom tað ikki uppaftur, men hon rann lættan, og megnaði harvið at spara orku til ein góðan endaspurt. Tíðin gjørdist 5 min 41,81 sek, sum er smá 4 sek skjótari enn hon hevur runnið teinin áður.

Gentur 18-19 ár

Elin Niclasen royndi seg við 4,0 kg tungu kvinnu kúluni. Hon byrjaði við at stoyta kúluna út á 8,59 m. Næsta var styttri. So royndi hon at fáa meir ferð á í ringinum, fyri harvið eisini at fáa meir ferð á kúluna. Hon fekk meir ferð á, men timing í blokkinum var ikki uppá pláss og tískil gjørdi hon yvirtrakk. Í sætta umfarið sá betur út og kom hon tá út á 8,65 m og ognaði hon sær harvið fyrsta pláss.

Kvinnur

Guðrið Káradóttir Petersen royndi seg eins og Elin í kúlustoyt, og eins og hjá Elin, so er hetta ein óvanlig grein fyri hana. Guðrið legði út við at styta kúluna út á 7,60 m, í teimum næstu tveimum var hon í so varin í avleveringini. Hon royndi so í síðstu umførunum at trýsta longri á kúluna. Hon økti harvið í øllum teimum trimum síðstu umførunum, til hon í allar síðsta umfarið kom út á 7,86 m og ognaði sær harvið fyrsta pláss.

Menn

Dánjal Dahl Ljósheim, sum hevði givið avboð til yndisgreinina 400 m, tí hann føldi ein lítlan yvirbelastning. Hann valdi tí at nýta kúlustoyt, til at vísa at hann er væl fyri, tí longu í fyrsta umfarinum kom hann á fyrsta sinnið út um 9 m strikuna, tá hann uttan atrenning stoytti kúluna út á 9,24 m. Í næsta royndi hann seg við atrenning, men tað gjørdist styttri. Í triðja koyrdi hann ferð á atrenningina og nú riggaði betur, tí hann kom heilt útum 10 m strikuna. Stoyti bleiv mátað til 10,06 m, sum var tað longsta mátibandi megnaði at máta. Hann royndi at koma enn longur í komandi umførunum, men nú vildi hann ov nógv og tískil miseydnaðist tað. Hann kundi tó fara heim við einum persónligum metið, sum var 1,13 m betri enn tað, hann hevði undan kappingini.

Fleiri myndir eru at finna her

Aðalfundurin fluttur til 4. oktober

Innkalling til aðalfund Hvirlan kallar inn til aðalfund, at verða tann 4. oktober kl. 16.30 í ÍSF-húsinum

Aðalfundurin sum var ætlaður at verða 27. septemer er útsettur til 4 oktober við somu skrá

Aðalfundurin verður hildin við hesi dagsskrá:

  • Val av orðstýrara
  • Formaður/-kvinna greiðir frá virki felagsins í farna ári.
  • Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap
  • Innkomin mál
  • Val av nevndum og tiltakslimum
  • Val av grannskoðara Ymiskt

Tórshavn 14. september 2020
Hvirlan