Stuttleikir 2024

Komið við til stuttleikir 2024! 🏃🏼‍♂️🏃🏻‍♀️
Aftur í ár skipar Ítrottafelagið Hvirlan fyri stuttleikum á Tórsbreyt leygardagin 08.juni frá kl 13.00-15.00.
Til stuttleikir sleppa øll børn frá aldrinum 1 - til umleið 12 ár at royna seg á 60m teininum, bóltkasti og longdarlopi. Allir luttakarar fáa skreytblað, og um tey royna allar greinarnar eisini heiðursmerki.
Longu nú ber til at melda seg til inni á atgongumerki.fo
Vit gleða okkum til ein stuttligan og hugnaligan dag saman við tykkum.
HVIRLAN.