Vindur og regn steðga ikki hvirlunum!
Av tí at Tórsbreyt er undir umbygging, so var eisini annað umfarð av ársins stórkapping á Guttabreyt í Klaksvík. Her argaðu veðuguðarnir, tí tað var bæði vindur og einstøk tung æl, men slíkt darvaði ikki øllum teimum 32 hvirlunum, sum royndu seg. Úrslitið gjørdist at nærum øll fóru heim við persónligum metum umframt at hvirlurnar áttu flestu top-placeringar.
Børn 6-7 ár
Tey yngstu fáa møguleika fyri at royna seg í einari grein hvørt umfarð. Hesaferð fingu tey møguleikan at royna seg á 40 m teininum. Av tí at tað vóru fleiri enn seks luttakarar í alt, so var runnið í riðlum. Fyrst royndu dreingirnir seg, og her vóru Filip Æðustein Thomsen og Rókur Vinther Tummasarson við. Filip rann teinin uppá 9,70 m og Rókur uppá 10,16 sek.

Hjá gentunum rann Charlotta Effersøe Nónstein teinin uppá 9,62 sek og Rebekka Vinther Tummasardóttir rann teinin uppá 11,40 sek.

Gentur 8-9 ár
Martha Hammer og Anna Røskva Sjúrðadóttir Simonsen byrjaðu dagin á 40 m teininum. Her rann Martah 0,49 sek skjótari, enn hon hevur megnað áður. Tíðin gjørdist 7,96 sek. Anna Røskva, sum ikki hevur runnið teinin áður kom á mál við tíðini 9,75 sek.

So var bóltkast á skrá. Her vóru bæði Martha og Anna Røskva klárar. Afturat teimum, so høvdu Charlotta og Rebekka avgjørt, at ein startur á 40 m ikki var nóg mikið, og høvdu tær tí melda til i hesum, fyri tær, eldra bólkinum eisini. Martha kastaði 150 g tunga bóltin út á 15,27 m. Charlotta kom út á 6,29 m. Rebekka kastaði 5,64 m, meðan Anna Røskva royndi seg eina ferð, og valdi so at steðga. Charlotta bøtti um sítt persónliga met við 1,80 m og Rebekka bøtti um sítt við 1,50 m.
Martha royndi seg eisini á 400 m teininum, sum er ein umgangur á breytini. Her megnaði hon at renna sínar fyrstu 400 m í kapping uppá 1 min 43,98 sek.
Síðsta greinin var longdarlop. Aftur var Martha klár, hesaferð saman við Charlottu og Rebekku. Aftur var tað Martha, sum gekk á odda, tí við einum lopið í triðja umfari uppá 2,76 m, leyp hon 3 cm longri enn hon hevði megnað áður. Charlotta leyp 1,84 m og Rebekka leyp 1,39 m. Hjá teimum báðum var tað fyrstu ferð, tær royndu seg í longdarlopi.
Dreingir 8-9 ár
Natan S. Christiansen og Jónatan Vinther Tummasarson løgdu fyri á 40 m teininum. Hetta er teinur, sum Jónatan hevði roynt áður. Hesaferð rann hann teinin uppá 9,00 sek og skarð harvið 0,33 sek av sínum persónliga metið. Natan, sum royndi seg í sinum fyrsta 40 m, rann teinin uppá 8,25 sek.

So komu 150 g tungu bóltarnir fram, og her vóru Natan og Jónatan klárir. Afturat sær høvdu teir fingið Rók, sum helt at 40 m í bólkinum 6-7 ár ikki var nóg mikið av kapping. Her kastaði Jónatan 18,19 m, meðan Natan legði 1,71 m afturat sínum persónliga metið við at kasta 17,68 m, og Rókur legði 64 cm afturat sínum, tá hann kastaði 9,23 m.
Á 400 m teininum vóru Natan aftur við. Hvørgin hevði roynt seg á hesum teini áður. Natan megnaði at renna teinin uppá 1 min 41,30, meðan Jónatan rann teinin uppá 2 min 7,03 sek.
Í longdarlopi vóru bæði Natan, Jónatan og Rókur aftur við. Bæði Natan, og Jónatan, sum høvdu roynt seg áður, bøttu um síni persónligu met, meðan Rókur leyp 1,63 m í sínari fyrstu kapping í longdarlop. Natan leyp 2,39 m, sum er 10 cm longri enn hann hevur lopið áður, og Jónatan leyp 2,29 m, sum er 12 cm longri enn hann hevði lopið áður.
Gentur 10-11 ár
Jana Hammer, Anna Effersøe Nónstein og Debora S. Christiansen løgdu fyri við longdarlop. Her valdi Debora at steðga eftir fyrsta lop, meðan Jana og Anna hildu á. Jana endaði við at leypa heilar 3,72 m meðan Anna leyp 2,75 m.
So var 200 m á skrá. Her vóru allar við aftur, og gjørdist 200 m ein tøtt og harvið stuttlig kapping, har tað vóru minni enn 2 sek mllum nummar eitt og nummar fýra. Endin gjørdist, at Jana rann teinin uppá 33,95 sek, meðan Debora rann teinin uppá 34,99 sek. Anna rann sín fyrsta 200 m uppá 43,03 sek. Jana skar 0,1 sek av sínum persónliga metið, meðan Debora skar heili 2,01 sek av sínum.
Frá 200 m fóru tær tríggjar til 400 m startin. Her megnaði Debora at skera 6,76 sek av sínum persónliga metið, við at renna teinin upá 1 min 20,55 sek. Jana rann teinin uppá 1 min 21,07 sek og Anna rann hann uppá 1 min 46,43 sek.

Síðsta greinin var bóltkast. Her bøtti Jana um sítt persónliga met við 33 cm, tá hon kastaði heilar 38,34 m í triðja og síðsta umfari. Debora bøtti um sítt persónilga met við 2,13 m, tá hon kastaði 21,87 m. Anna bøtti somuleiðis um sítt pesónliga met, tá hon kastaði 19,96 m. Hetta var 1,52 m longri enn hon hevði kastað áður.
Dreingir 10-11 ár
Benjamin Æðustein Thomsen, Bjarki Sjúrðason Andreassen, Jónas Jógvansson Kjær, Jósef Vinther Tummasarson, Jósvein Sigurð Sigvaldsson og Verland Benjamin Nielsen Kruse løgdu fyri í sandgryvjuni. Her leyp Jósef 3,18 m. Verland Benjamin leyp 2,91 m, Jósvein leyp 2,66 m, Benjamin leyp 2,65, Jónas leyp 2,37 m og Bjarki leyp 2,30 m.
Tá 200 m bleiv skotið í gongd, vóru heilar fimm hvirlur við, og i mun til longdarlop, har ongin bøtti um sítt persónliga met, so fóru allir fimm heim við nýggjum persónligum metið á 200 m. Jónas skar 2,40 sek av sínum persónliga metið, meðan Jósef skar 2,20 sek av sínum. Hinir høvdu ikki runnið hendan teinin áður. Úrslitið gjørdist at Jónas rann teinin uppá 35,94 sek, Jósef 38,64 sek, Verland Benjamin 28,89, Benjamin 43,49 og Jósvein 43,64 sek.

Í bóltkast umboðaðu allir seks Hvirluna, og her helt Jónas fram, har hann slepti á 200 m, tí aftur bleiv tað til persónligt met. Hesaferð legði hann 2,94 m afturat við at kasta 32,59 m. Jósef kastaði 31,82 m, meðan Benjamin legði 5,27 m afturat sínum persónliga metið, við at kasta 23,27 m. Jósvein kastaði 22,15 m fyrstu ferð hann royndi seg í bóltkasti, meðan Verland Benjamin legði heilar 7,63 m afturat sínum persónliga meti, við at kasta 19,57 m. Bjarki Sjúrason Andreassen kom út á 15,35 m í sínari fyrstu kapping í bóltkast.
Síðsta greinin var 400 m og her vóru Jónas og Jósef við. Jónas var veruliga komin í gongd, tí aftur bøtti hann um sítt persónliga met. Hesaferð skar hann 4,55 sek av sínum persónliga metið. Jósef vísti eisini eyðsýnda framgongd, við at skera 1,25 sek av sínum persónliga metið. Úrsliti gjørdist at Jónas rann teinin uppá 35,94 sek og Jósef uppá 38,64 sek.
Gentur 12-13 ár
Helena Effersøe Nónstein og Rebekka Æðustein Thomsen løgdu fyri við at kasta 400 g tunga spjótið. Rebekka, sum hevur víst at hon dugir at kasta, var í so ivrig í fyrstu royndini, men kom tó út á 15,54 m. Hon økti tó í øðrum og í triðja soleiðis, at hon endaði úti á 20,58 m. Helena, sum einamest hugsavnar seg um lop og renning, legði út við at leggja 1,13 m afturat sínum persónliga meti, við at kasta 13,55 m. Hetta gjørdist hennara longsta hesaferð.
Sprint teinurin hesaferð var 200 m, og her miseydnaðist starturin heilt hjá Rebekku, sum steðgaði upp, tí hon helt, tað var givið tekin fyri umstart. Hon legði tó til bráts aftur, og megnaði at fylgja Helenu úr svinginum. Tær runnu so lið um lið næstu 50 m, men móti endanum var Helena tann sterkara, og kom hon tí fyrst um mállinjuna. Tað er ongin ivi um, at báðar runnu væl skjótari enn tær hava megnað áður, men tíðanverri riggaði tíðtøkan ikki, og tær fingu tí onga tíð, men plaseringin stendur við.

So var longdarlop á skrá. Her legði Helena út við at leypa 3,23 m, meðan Rebekka leyp 3,59 m. Helena økti í øðrum til 3,43 m, meðan Rebekka leyp 3,56 m. Kravið hjá Helenu fyri at fara framvið Rebekku var, at hon bøtti um sítt persónliga met og tað gjørdi hon, tí hon leypa heilar 3,60 m, og fór harvið 1 cm framum Rebekku. Rebekka fekk møguleika fyri at svara aftur, men hon var eitt vet ov stutt, og tískil ognaði Helena sær fyrsta pláss, við at leypa 11 cm longri, enn hon hevur lopið áður.
Miðteinurin hesaferð var 800 m og her var Helena tíðanverri einsamøll kvinna. Hon rann tískil saman við dreingjunum. Helena hevur ofta verið varin í sínum útleggi, men so var ikki hesaferð. Hon legði hart út, og eftir fyrsta umgang lá hon langt undir tað hon plagar. Hon hevði tó ongan at fylgjast við seinna umgang, og tá hon so rakti mótvindin handaru langsíðu, vísti hon at hon kann, tí hon bardist gjøgnum vindin og misti harvið væl minni tíð enn vanta var undir slíkum umstøðum. Hon endaði tískil við, at renna teinin uppá 3 min 29,88 sek, sum er heilar 12,31 sek skjótari, enn hon hevur megnað áður.
Gentur 14-15 ár
Rosa Gjoveraa Sødergren og Ria Langgaard løgdu fyri við spjótkast. Rosa er nýliga byrja at venja, meðan Ria hugsavnar seg um sprint og lop. Hetta foraði teimum tó ikki í, at royna seg við 500 g tungu spjótunum. Her legði Rosa fyri. Hon var í so ivrig, men kom tó út á 6,57 m. Ria kastaði eitt einklari kast og kom út á 12,40 m. Hon valdi so at steðga soleiðis, at hon kundi fyrireika seg til 200 m startin. Rosa helt á, og har var næsta kasti meinlíkt tí fyrsta, men í triðja og síðsta kasti, megnaði hon at halda teknikkinum, og fekk spjótið tí eitt væl betri flog. Tað fleyg eisini langt, men tíðanverri, so lendi tað flatt og bleiv tískil ikki máta.
Ria royndi seg so á 200 m. Hetta var fyrsta kapping síðan hon beklaði, og tí var tað við spenningi hon fór í blokkin. Hon vísti, at hon er við at verða har aftur, hon var, tí hon megnaði at skera 0,04 sek av sínum persónliga metið hóast, hon rann inn í ein mótvind uppá 1,0 m/s.
Ria royndi seg eisini í trýstøkk, og aftur var mest spenningur um fótin, tí leypa dugur hon. Nakað, sum ikki gjørdist lættari av, at hon bara 15 min áðrenn sítt fyrsta lop hevði runnið 200 m. Hon megnaði tó at leypa 8,15 m, og staðfesti at hon er klár aftur.

Dreingir 14-15 ár
Ingvar við Garð hevði valt einans at luttaka á 800 m teininum. Hesaferð slapp hann undan at renna einsamallur, og gjørdi tað, at tað var munandi lættari at hava eitt hægri tempo. Tað gjørdi hann og tá so tann tungi seinni umgangurin kom, megnaði hann at halda ferðina. Harvið skarð hann 1,83 sek av sínum persónliga metið. Tíðin hjá honum gjørdist 2 min 43,13 sek, sum rakk til eitt annað pláss.

Gentur 16-17 ár
Bjalla Beintudóttir Dalsgarð, sum hevur verið á ítróttareftirskúla í Vági, royndi seg í sínari fyrstu kapping úti í ár. Hon legði út við at renna 200 m. Hon kom sera væl úr blokkinum, og át seg skjótt inn á tær uttanfyri, soleiðis at hon kom úr svinginum á fyrsta plássi. Á síðstu 100 m var hon fremst, og tá man ikki er pressaður er trupult at halda trýsti. Hon megnaði tó at renna teinin uppá 28,18 sek, sum er 0,18 sek skjótari enn hennara persónliga met. Tíðin er eisini skjótari enn kravið til talentbólkin hjá FÍF.

Bjalla fór so beina leið til trýstøkk. Her sást at tungu beinini og manglandi atgongd til Tórsbreyt, sum ger at venjing av atrenning ikki hevur verði møgulig, tí hon gjørdi yvirtrakk fyrstu fýra lopini. Tað fimta eydnaðist tó, og so kundi hon sats meir í sætta, og gjørdi tað at hon leyp 9,94 m, sum er 26 cm longri enn hon hevur lopið áður, umframt at tað er longri enn kravið til talenbólkin hjá FÍF.
Dreingir 16-17 ár
William Erik Schilling Kruse legði fyri við at renna 200 m. William hevur vant væl og tikið seg nógv fram, og tí var málið at koma undir 28 sek. Hetta kláraði hann uttan trupulleikar, og var tað ikki fyri 1,7 m/s beint ímóti, so kundi hann komi undir 27 sek eisini. Hann skar heilar 1,59 sek av sínum persónliga meti, við at renna teinin uppá 27,23 sek.

William fór so til trýstøkk, sum ikki er grein hann plagar at venja, men hvirlur eru altið til dystin fús. Beinini vóru tó slitin eftir 200 m, sum akkurát var liðugur. Hann leyp 9,86 m í sínum fyrsta lopið, og eftir tvær royndir afturat, sum vístu at har var onki eftir í beinunum, valdi hann at steðga. Hann fór tó heim við enn einum fyrsta plássi og einum persónligum metið, sum er 72 cm betri enn tað hann kom við.
Síðsta greinin við hvirlu luttøku var spjótkast. Her var William aftur við. Hesaferð saman við Jóhan Waagstein, sum áður hevur kastað væl. Hesaferð skuldi hann tó royna seg við 700 g tunga spjótinum fyri fyrstu ferð. Jóhan legði út við at kasta útum kastirætningin og tað bleiv tí ikki máta. Hetta gav William møguleika fyri at leggja seg á odda við einum kasti uppá 18,96 m. Í triðja umfarið eydnaðist tað hjá Jóhan at fáa kasti góðkent, og tók hann so fyrsta pláss, sum nú ljóðaði uppá 33,56 m. Hetta inspireraði William, sum økti til 25,61 m, sum er persónligt met. Báðir øktu í fjórða. Jóhan til 34,98 m og William til 25,95 m. Fimta umfar broytti onki, men í sætta bøtti William á triðja sinni um sítt persónliga met. Hesaferð kom hann út á 26,60, og harvið bøtti hann um sítt met við 1,12 m.
Gentur 18-19 ár
Elena Ellindsdóttir Olsen og Lucia Gjoveraa Sødergren løgdu fyri á 200 m teininum. Hetta er ikki fremsta grein hjá hvørgari, men tað er stuttligt at royna seg. Báðar komu væl avstað, men móti endanum av svinginum hevði Elena runnið Luciu upp, og kom hon tí fyrst úr svinginum. Inn móti málinum kempaðu báðar, men støðan broyttist ikki. Elena vann við 29,36 sek, meðan Lucia bøtti um sítt persónliga met við 0,21 sek til 30,76 sek, sum tryggjaði henni annað pláss í kappingini.
Tær fóru beina leið til trýstøkk, og her vóru tær í somu støðu sum Bjalla við tungum beinum og vantandi venjing á breyt. Lucia fekk sítt fyrsta at sita, har hon leyp 9,31 m. Hon gjørdi eina roynd afturat, sum miseydnaðist. Hon valdi so at steðga. Elena, sum hevur víst at hon gott kann leypa langt, gjørdi tað øll síni lop. Tíðanverri, so gjørdi hon yvirtrakk fyrstu fimm lopini. Hetta gjørdi, at hon bara hevði ein møguleika eftir. Her vísti hon mentala styrki, tí aftur leyp hon væl, men hesaferð uttan at gera yvirtrakk. Lopið bleiv máta til 10,28 m, sum er 54 cm longri enn hon hevur lopið áður. Hetta gjrødi at hon vann trygt, meðan Lucia bara manglaði 2 cm í at ogna sær annað pláss. Lopið hjá Elenu er eisini longri enn talentkravið hjá FÍF.

So var spjótkast á skrá. Her var Ai Waagstein saman við Luciu. Ai hugsavnar seg um spjótkast og sást tað longu frá byrjan. Hennara fyrsta gjørdist 33,77 m, og harvið var kappingin avgjørd. Hon hevði fleiri góðar royndi, men kom ikki longur út hesaferð. Lucia, sum royndi seg í sínari fyrstu kapping við 600 g tunga spjótinum, hevði trupulleikar við at fáa tað at sita, men megnaði tó at koma út á 18,15 m.

Dreingir 18-19 ár
Arni Bartal Joensen byrjaði við at renna 200 m. Arni Bartal, sum í seinastuni er farin at hugsavna seg um lopini, og har serliga trýstøkk, vísti at hann kann meir, tí hann skar 1,31 sek av sínum persónliga metið, hóast hann rann inn í ein mótvind uppá 1,7 sek. Tíðin gjørdist 26,81 sek.
Næsta greinin var trýstøkk, her valdi hann at royna, hvussu tað kendist at leypa frá 11 m plankanum. Hetta er sera krejvandi mentalt, tí sandgryvjan er langt vekk, tá man byrjar lopið. Arni Bartal er mentalt sterkur, og tí fór hann inn í hvørt lop við góðum treysti, og serliga triðja lopið var gott, men ikki góðkent. Í fimta valdi hann at flyta til 9 m plankan, og leyp hann tá 10,12 m og vann harvið kappingina.

Arni Bartal royndi seg eisini í spjótkast, sum er nakað hann ikki venur í heila tikið. Fyrstu tvær royndirnar miseydnaðust, men í triðja lendi spjótið á 22,89 m. Hann valdi so at steðga.
Kvinnur
Anja Christensen royndi seg við 600 g tunga spjótinum. Tekniskt eru spjótkast rættuliga ólíkt kastinum í goalball, sum er grein Anja hevur vant í nógv ár, og her sást at tað var konflikt í rørslumynstrunum, tí har spjótkastarin skal verða stórur og fáa armin upp, skal man niður at kasta goalball bóltin í gólvhædd. Anja er tó ein gløggur íðkari, sum megnar at fáa tað besta fram tá tað krevst. Hesaferð endaði hon á 17,74 m sum tað besta.

Menn
Í spjótkast hjá monnum sóu vit eitt ordans comeback, tí Hanus Bergsson, sum tók føroyska metið í 2015, men skaddi sær økslina sama ár og tí steðgaði við at kasta, royndi seg við 800 g tunga spjótinum. Avtala var, at hann skuldi byrja varðliga, tí økslin er ikki von við spjótkast. Hetta gloymdi hann og legði nógva orku í fyrsta kast. Hetta gjørdi at fyriskiparar fingu trupulleikar, tí mátibandi var í styttra lagi. Tað eydnaðist tó at máta, og fyrsta kasti bleiv máta til 48,20 m. Hann kastaði eitt afturat, sum gjørdist 46,63 m og so valdi hann at steðga.