Vibeka, frá miðtein til sprint til miðtein og aftur til sprint

Eitt, man kann vera vísur í, tá kapping er í frælsari ítrótt, er, at Vibeka Eihilt Sivertsen er við í sínum gulu treysta klæðum, og tað er, óansæð um tað er vetrarkapping á longru teinunum ella kapping á breyt. Tað var longu sum seks ára gomul, at hon byrjaði at venja í Treysti, har tað var Guttorm Sørensen sáli, sum legði lag á. Síðstu tíðina hevur beiggin Gunnar lagt lag á. Tey hava í felag bygt ein solidan basa av grundvenjing, við nógvum kilometrum. Hesin basin hevur tryggja Vibeku eitt fast pláss á u-landsliðinum í miðteina renning. Tað er lítil ivi um, at Alfa, sum hundurin hjá Vibeku eitur, eisini hevur fingið nógvan kilometurin saman við Vibeku, um enn ikki í sama tempo.

Á sumri 2022 fór Vibeka til Kambsdalar at ganga á miðnám, har hon valdi búskaparbreyt. Um somu tíð valdi Vibeka, at broyta fokus í síni venjing frá miðtein til sprint, og har var tað serliga langsprint, tvs 400 m sum lokkaði. Her kom samstarv í lag millum verandi venjaran Gunnar og venjara í Hvirluni, soleiðis at Vibeka venur saman  við íðkarum í Hvirluni tvær ferðir um vikuna, og so venur hon hinar dagarnar á Guttabreyt í Klaksvík. Fokus í venjingini hevur verið, at broyta rennistíl frá miðtein til sprint, tvs frá at vera ein optimering av orkunýtslu til eitt fokus á, at fáa nógva kraft í jørðina skjótt, har serliga elastisku eginleikarnir vera útnyttaðir mest møguligt.

Vibeka lærur skjótt, og longu í síðstu kapping í 2022, bøtti hon um sítt persónliga met á 400 m teininum við næstan 2 sekunum. So kom langi veturin, har byrja varð við at bakka aftur og byggja teknik og ferð upp frá grundini. Her var tó í byrjani arbeitt í tveimums sporum, partvís við sprint og partvís við miðteini. Hetta gjørdi, at hvørki bleiv optimera. Hon megnaði tó, at bøta um sítt persónliga met innandura, men eftir at innandura kappingar-árið var av, var avgjørt bara at venja fram móti 400 m.

So kom oyggjaleikaúttøkan, og her átti Vibeka fjór skjótastu tíð á 400 m, tí var hon úttikin sum eyka til 4x400 boðrenningina. Orsøkin til at Vibeka var eyka, var at ein kvinna, sum ikki hevði runnið 400 m í 2022, vantandi hevði kapasitet til, at renna skjótari enn Vibeka megnaði í løtuni. Í fall at tann støða realiseraði seg, at Vibeka ikki var partur av liðinum var avgjørt at Vibeka eisini skuldi fáa høvi at kappast á 1500 m. Venjing bleiv so aftur tvíbýtt, nakað sum gjørdi at møguleikin fyri at renna skjótari enn hinar 4x400 m, minkaði munandi. Vibeka gav tað hon átti, bæði tá hon vandi longrir túrar ella intervallir til miðteinin, og tá hon vandi acceleratión, ferð og specialúthaldni til 400 m.

Tá várkappingarnar komu, vísti tað seg, at hon var fremri enn somu tíð árið fyri, men ikki líka langt frammi, sum hinar á 4x100 m liðinum. Síðsti møguleiki fyri, at vísa hvat hon megnaði á 400 m var eina viku undan oyggjaleikunum, men her var neyðugt at velja 1500 m, sum fyrireiking til oyggjaleikirnar. Hendan kapping var í oysandi regni, men Vibeka fekk høvi at testa teinin og harfrá leggja taktik til oyggjaleikirnar.

Komin á oyggjaleikirnar, vísti tað seg at ongin innleiðandi kapping var á 4x400 m, so har var bara finala fríggjadag, meðan 1500 m var týsdag. Vibeka vandi fram móti 1500 m, har hon skuldi royna seg móti sterkum rennarum. Her var taktikkurin at fylgja við, og so vita hvussu langt tað bar. Tá starturin fór fylgdi Vibeka hesum taktikkum, og helt hon á at fylgja við, og viljin gjørdi at hon megnaði at bøta um sína bestu tíð í ár við 10 sekundum.

Eftir oyggjaleikirnar verður fokus í venjingini bara sprint. Her er fyrsta málið danska meistaraheitið fyri ung, sum er um bara smáðar sjey vikur. Tí er málið at fáa endurskapa ein optimalan sprint-stíl og samstundis fáa spesial-úthaldni at sita.