
Triðji dagurin snúði seg um 200 m
Triðja dagin var bara 200 m á skránni í Gøteborg. Her legði Bjalla Beintudóttir Dalsgarð (G16) fyri. 200 m man vera yndisgreinin, tí her fær Bjalla nýtt styrkina á síðstu metrunum. So var eisini hesaferð, tí eftir at hon hevði mist nógv í mun til hinar á fyrstu 100 m, so rann hon seg fram aftur til hinar og framvið nøkrum á síðstu 100 m. Úrsltið gjørdist at hon rann teinin uppá 28,12 sek, sum er 0,2 sek skjótari enn hon hevur runnið teinin áður.
Lucia Goveraa Sødergren og Elena Ellindsdóttir Olsen (G17) runnu stutt eftir Bjallu. Tær vóru í sama riðli á ávikavist geil eitt og geil átta. Lucia skuldi aftur royna at verða tolin og fáa effektivar heldur enn títtar rørslur, meðan Elena skuldi vita um ferðin á stuttu teinunum, helt á longru teinunum eisini. Elena kom væl avstað og hevði góða ferð allan vegin, meðan Lucia megnaði at halda fokus og ikki fara at títta. Tíðin hjá Lucia gjørdist 30,65 sek, og harvið rann hon 0,34 sek skjótari enn persónliga metið, hon ognaði sær farna vikuskiftið. Elena, sum eisini hevði runnið skjótt, var tíðanverri komin at traðka á geilina innanfyri, og tí bleiv hon kolldømd. Áðrenn hetta segði klokkan tó, at hon hevði runnið teinin uppá 28,65 sek, sum er 0,43 sek skjótari enn hennara persónliga met.
Síðsti maður i eldin var aftur Dánjal Dahl Ljósheim, sum farna vikuskiftið bombaði sítt persónliga met niður til 22,24 sek. Málið var sjálvandi at koma enn longur niður, men hesaferð vildi rútma og teknikkur ikki spæla við, og tí endaði tað við, at hann rann teinin uppá 22,51 sek. Ein góð tíð, men ikki nakað Dánjal sjálvur var nøgdur við.