Tórur Mortensen út um 15 m strikuna í trýstøkk

Eftir at hava stríðst við skaðar í longri tíð, luttók Tórur Mortensen í norðurlandameistaraheitinum fyri vaksin í Noregi síðsta sunnudag, har hann umboðaði dansk/íslendska liðið.

Tórur leypur vanliga við langari atrenning, men hesaferð valdi hann saman við venjarnum at leypa við bara 10 fet atrenning. Hetta ger at ferðin minkar, og tí er truplari at leypa langt, men samstundis ger tað, at Tórur fær betri møguleika fyri at fáa timing at sita, nú hann ikki hevur kappast skaðafríður í langa tíð.

Fyrstu tvey lopini miseydnaðust, men í triðja sat rútman, og leyp hann heilt út á 15,05 m, sum bara er 20 cm frá hansara føroyska metið, tá hann leyp við fullari atrenning. Næstu tvey lopini miseydnaðust eisini, men í síðsta kom hann aftur út móti 15 m strikuni við at leypa 14,77 m. Teir 15,05 m rukku til eitt fimta pláss í kappingini bara 23 cm frá pallinum.