Tólv Hvirlur millum næstan 3000 íðkarar í Gøteborg
Heilar tólv hvirlur eru í føroyska ferðalagnum, sum roynir seg í stóru kappingini VU-spelen í Gøteborg, har útvið 3000 íðkarar kappast í ymsu frælsagreinunum á Slottskogsvallen. Kappingirnar eru fríggjadag, leygardag og sunnudag.
Fríggjadagur
Fyrsta dagin vóru bara tekniskar greinar á skrá. Innan frælsu ítróttina eru ymsar uppdeilingar av greinum. Tá ein tosar um ”tekniskar greinar”, so verður hugsa um lopini og kastini. Fyrsta greinin var longdarlop, har William Erik Schilling Kruse (D17) legði fyri. William hevur, eins og øll hini, vant væl, men tað er ein avbjóðing at Tórsbreyt er undir umbygging, tí hóast rennast kann á Eysturvølli og Tórsvølli, so ber ikki til at venja teknisku greinarnar. William legði fyri við at leypa 4,58 m, hetta hóast hann var nærum hálvan metur frá plankanum (Video). Í næsta kom hann eitt vet nærri plankanum og leyp harvið 8 cm longri. Hetta bleiv hansara besta hesaferð.
Næsta í eldin var Ria Langgaard (G15), sum er við at venja uppaftur eftir fótskaða, tí var tað við spenningi at hon royndi seg í longdarlopi. Her vísti tað seg at fóturin er so at siga heilt klárur. Hon leyp trý lop, sum øll vóru út móti 4 m strikuni. Tað longsta bleiv máta til 3,85 m.
Síðst í eldin var Rebekka Æðustein Thomsen, sum var við á VU-spelen fyri fyrstu ferð. Hon legði fyri við spjótkast. Hendan kappingin bleiv nógv seinka, og tá tær so vóru heilar 33, sum luttóku, so bleiv hon eisini sera drúgv. Rebekka hevur arbeitt við einstøku rørslunum í kastinum, tó uttan at kasta spjótið. Hetta vísti seg at verða ein trupulleiki, tó tað er nakað annað at gera einstakar rørslur til venjing, og so royna at seta tað saman til fult kast í kapping. Rebekka megnaði tó at koma út á 17,09 m við 400 g tunga spjótinum.
Leygardagur
Annan dagin var 80 m, 100 m, longdarlop, trýstøkk, kúlustoyt og hamarkast á skrá. Tað var sera heitt, og harafturat var luftfugtigheitin høg. Hetta merkti ungu hvirlurnar, serliga í teknisku greinunum, har tær ofta bíða meir enn 20 min millum royndirnar. Hesar 20 minuttirnar var nærum ógjørligt at finna skugga. Hetta gjørdi at í flestu førum, so var fyrsta royndin til upphiting tann besta, og so gekk støðugt afturá.
Tað var tó við sprint, at annar dagurin byrjaði. Her var tað Ria Langgaard (G15), sum legði fyri longu kl 9 um morgunin. Hon kom við einum persónligum metið áljóðandi 12,93 sek. Hetta broytti hon, so hon ferð heim við einum metið áljóðandi 12,48 sek.
Bjalla byrjaði somuleiðis kl 9 um morgunin, men hjá henni var tað longdarlop, sum var á skrá. Upphiting sá gott út, men tá kappingin byrjaði fór ferðin eitt sindur niður, hon megnaði tó at takað seg saman til eitt gott lop til síðst. Hetta gjørdist 4,45 m.
So vóru 100 m á skrá, og her var tað William, sum byrjaði. Hann kom við einum persónligum metið, sum hann skar næstan eitt sek av fyri fáum vikum síðan, men málið var at koma undir 13,00 sek. Hetta eydnaðist næstan, tí hann skar aftur av sínum metið, men endaliga tíðin gjørdist 13,08 sek.
Efitr William og hinum 17 ára gomlu dreingjunum áttu 18-19 ára gomlu genturnar tørn. Her vóru Elena Ellindsdóttir Olsen og Lucia Gjoveraa Sødergren við. Elena var longu í fyrsta riðli, og her rann hon teinin uppa 14,05 sek, sum er neyvt saman tíð, hon hevur megnaði fyrr í ár. Lucia var í fimta riðli, hon rann teinin uppá 14,23 sek, sum er persónligt met.
Arni Bartal royndi seg eisini á 100 m. Har hann skuldi renna móti hinum 18-19 ára gomlu dreingjunum. Eins og hjá William, so var málið at koma undir 13 sek. Hetta megnaði hann, tí tá hann kom á mál segði klokkan 12,97 sek, og harvið eisinni persónligt met til Arna Bartal.
Síðsti 100 m var tá Bjalla royndi seg. Hon var í fyrsta riðli, og her fekk hon ein sera góðan start. Hetta var viðvirkandi til, at hon rann teinin uppá bara 13,76 sek.
Eftir ein stuttan steðg byrjaðu teknisku greinarnar, og nú var ferð á, fyrst vóru tað Arni Bartal Joensen, sum kappaðist í longdarlopið samstundis sum Anja Christensen og Helena Svabo Ziska kappaðust í kúlustoyt.
Í longdarlopinum leyp Arni Bartal 4,58 m, sum er tað besta hann hevur lopið í ár. Samstundis vóru Anja og Helena farnar í gongd við kúlustoyt, og her var munur á teknikki, tí Anja royndi sokallaða rotatíonsteknikkin, har ein melur 1½ umgang áðrenn man kastar, meðan Helena nýtti klassiska ”glide” teknikkin. Helena, kom út á 7,97 m, meðan Anja kom út á 8,47 m.
Elena og Lucia høvdu báðar góð lop til upphiting, men serliga hjá Luciu tyktist sum at orkan minkaði gjøgnum kappingina. Hon megnaði tó eitt sera gott lop í síðstu royndini. Her lendi hon nærhendis 5 m strikuni, men hon hevði tíðanverri gjørt yvirtrakk við 3-4 cm. Elena leyp 4,76 m og leyp harvið sítt longsta lop í ár.
Síðsti starturin var hamarkast, har Elin Johnsdóttir skuldi royna seg. Elin hevur arbeitt nógv við at fáa økt um ferðina í hvørjum umgangi, og hesaferð riggaði tað væl, men manglandi kast til venjing, hava gjørt at banin var ov flatur. Harvið fekk hon ikki fulla nyttu úr nógvu ferðini hesaferð.