IMG 7930

Sunniva danskur meistari í kapping fyri lið

Í Danmark er eitt av hæddarpunktunum á árinum kappinginum um danska meistaraheitið fyri lið. Í hesari kapping verður kappast um stig, tvs hvørt lið hevur ein luttakara í hvørjari grein, og har fær vinnarin átta stig, nummar tvey fær sjey stig osf.

Sunniva, venur í søguliga sæð sterkasta felag í Danmark, so tað at koma á liðið, tá bert eitt pláss er, krevur støði, og hetta støði hevur Sunniva longu megnað at tryggja sær, hóast hon farna vetur bleiv skurðviðgjørd fyri slitið krossband í knæðnum. Hon legði út við at kasta 40,77 m í fyrsta kasti og legði seg harvið á annað pláss í kappingini. Hon økti til 41,53 m í triðja umfarið og síðan endaði hon kappingina við at kasta 42,38 m, og bøtti harvið um sítt persónliga met, so hon nú bara er 40 cm frá føroyska metinum. 

Samanlagt vann liðið hjá Sunnivu (Sparta) ein tryggan sigur, og fór harvið heim við gullinum fyri 29. ferð á rað.

(myndin er frá FM á Tórsbreyt, har Sunniva vann gull við einum kasti á 42,22 m)