20260207 164844

Stór framgongd í Reykjavík

Eitt hæddarpunkt hjá ungum hvirlum er kappingin IR-Stórmót, sum er í flottu høllini til frælsa ítrótt í Reykjavík. Endamálið hjá felagnum við at fara til hesa kapping, er at styrkja felagsskapin og geva teimum ungu møguleikan til, at møta øðrum íðkarum enn teimum, tey vanliga møta á Tórsbreyt ella Guttabreyt. Hóast endamálið fyri felagið er felagsskapurin, so leggja tey ungu nógv fyri, bæði til venjing og ikki minst í kappingini, fyri at vísa, hvat tey megna, og aftur hesaferð komu nógv góð úrslit, umframt eitt silvurheiðursmerkið, so komu átta viðurkenningar fyri at verða tann, sum hevur tikið seg mest fram sammet við tey, kappast var ímóti, og tað bleiv til persónligt met í 18 av 21 kappingunum. 

Dreingir 11 ár

Fyrstu í eldin var Verland Benjamin Nielsen Kruse. Hann hevði meldað til fimmkampin. Tað merkti at hann skuldi kappast í hæddarlopi, 60 m, kúlustoyt, longdarlop og 600 m.

Longu kl 09:00 byrjaði fyrsta greinin, tað var hæddarlop, sum er grein, hann ikki hevur roynt áður. Ein spennandi partur av hæddarlopi, er um man megnar at koma uppum fyrstu hæddina. Tí ger man ikki tað, so endar man við ongum úrslitið og 0 stigum. Fyrsta hæddin Verland Benjamin royndi seg í var 0,95 m. Her kom hann lættliga uppum. So fór yvirliggjarin heilt upp á 1,02 m. Her var serliga onnur royndin sera nær við, men hann kom ikki uppum 1,02 m hesaferð, og endaði sostatt við at fáa 483 stig fyri teir 0,95 m hann megnaði at leypa.

Eftir ein stuttan steðg fór hann til 60 m startin, har hann var í fyrsta riðli. Hetta er teinur hann hevur roynt áður, og tí var málið at bøta um tær 12,59 sek hann hevði sum persónligt met úti. Hetta megnaði hann lættliga, tí tíðin hjá honum gjørdist 11,26 sek, og harvið ognaði hann sær 418 stig afturat. 

Kúlustoyt var triðja greinin, hetta hevði hann heldur ikki roynt áður, men eins og í hæddarlop, so steðgaði tað honum ikki. Hann stoytti 2,0 kg kúluna út á 4,65 m í fyrstu royndini. Í næstu økti hann til 4,74 m, meðan tað triðja og síðsta bleiv eitt vet styttri. Hann fekk 409 stig fyri teir 4,74 m, hann megnaði í øðrum umfari.

Fjórða greinin var longdarlop, hetta hevur hann roynt áður. Hetta var einasta grein, har hann ikki megnaði nakað væl betri, enn hann hevur megnað áður, men hóast tað ikki gekk eftir vild, so var hann við 2,33 m bara 5 cm frá sínum besta úrslitið. Hetta gav 218 stig.

So var bara 600 m eftir, men nú vóru beinini slitin, tí skotið til 600 m fór bara 4 tímar eftir, at hann byrjaði uppá sína fyrstu av fimm kappingum. Verland Benjamin vísti tó vilja, tí hann legði hart út, fylgdi væl við fyrstu 1½ umgang av teimum trimum, so sást at beinini ikki vildu meir, men tað vildi Verland Benjamin, so við at kempa seg allan vegin á mál skar hann 11,02 sek av sínum persónliga meti úti, og her skal havast í huga, at tað er munandi truplari at renna krøppu svingini inni, samanborið við bleytaru svingini úti. Fyri teir 2 min 26,08 sek fekk Verland Benjamin 641 stig, og harvið endaði hann við at fáa 2152 tilsamans í sínum fyrsta fimm-kampi.

Gentur 13 ár

Helena Effersøe Nónstein og Rebekka Æðustein Thomsen vóru, eins og Verland Benjamin, við á Stórmót fyri fyrstu ferð. Tær byrjaðu báðar sína kapping á 60 m teininum. Tær eru báðar byrjaðar at venja meir miðvíst, og hevur hetta merkt at tær støðugt taka seg fram, og so var aftur hesaferð. Rebekka fekk ein sera góðan start, meðan starturin hjá Helenu ikki riggaði heilt, hon hevur tó ein tryggleika í rørslunum nú, sum ger, at hon megnaði at koma upp at renna væl seinna part av teininum. Úrslitið gjørdist at Rebekka rann teinin uppá 9,69 sek, meðan Helena rann teinin uppá 10,16 sek. 

Helena royndi seg síðan á 600 m teininum. Her legði hon varliga út, tí leggur ein ov hart út á 600 m, so er skjótt at missa nógv móti endanum. Hon rann ein góðan 600 m í jøvnum tempo størsta partin av teininum. Hetta gjørdi at hon kom á mál við tíðini 2 min 27,70 sek, sum er 9,49 sek skjótari enn hon hevur megnað áður. 

Gentur 15 ár

Ria Langgaard byrjaði sín dag við at leypa longdarlop. Her kom hon við einum persónligum metið áljóðandi 3,13 m frá Stórmót fyri einum ári síðan. Longu í fyrsta lopinum kom hon út á 3,86 m, hetta økti hon til 4,01 m í triðja, og harvið hevði hon tryggja sær trý lop afturat í kappingini. Hetta kom væl við, tí í fjórða økti hon aftur, hesaferð til 4,04 m, sum gjørdist tað longsta hjá henni. Teir 91 cm hon legði omaná sítt persónliga met gjørdu, at hon fekk skreytblað, sum viðurkenning fyri at hon hevði tikið seg mest fram farna árið. 

Ria fór síðan til 60 m startin, har hon var í næsta riðli. Í sprint hevur Ria í seinastuni fingið munandi effektivari fótísetan, og líka sum í longdarlopinum, so sást hetta beinan vegin. Hon kom munandi betri úr blokkinum enn hon plagar, og tá hon kom upp í ferð, var ferðin hægri. Hetta gjørdi, at hon megnaði at renna teinin uppá 9,38 sek, sum er 0,38 sek skjótari enn hon megnaði í somu kapping í 2025. Stóra forbetringin gjørdi at hon aftur fekk skreytblað fyri at vera tann, sum hevði tikið seg mest fram.

Síðsta kappingin hjá Riu var 300 m, sum er hálvurannar umgangur á 200 m longu innandurabreytini. Ria hevur arbeitt mest við renniteknikki og toppferð, men tað er eisini ein fyrimunur, tá man skal renna 300 m. Hetta vísti hon við at vera væl við frá byrjan, og síðan at halda fast í henni frammanfyri seinnu helvt. Hetta gjørdi, at hon rann teinin uppá bara 51,21 sek. Hetta var hennara fyrsta kapping inni á hesum teininum, men tíðin er 1,29 sek skjótari enn, hon megnaði úti síðsta summar. 

 

Gentur 16-17 ár

Bjalla Beintudóttir Dalsgarð, sum upprunaliga skuldi royna seg í fimm greinum, hevur meitt sær fótin, og tí hevði hon givið avboð í trýstøkk, men skaðin, sum ger at hon hevur trupult við at verða í sprint- ella lopskóm, gjørdi at hon tók eina kapping á gangin. Fyrsta var tað 60 m, sum var á skrá, og her gekk upphiting eftir vild, um enn hon gjørdi minni enn hon plagar burturúr, tí sum belastar fótin. Tá skotið fór, sást ikki at hon var darva, og rann hon ein góðan 60 m, har tíðin á málinum segði 8,82 sek. Hetta er 0,18 sek skjótari enn hon hevur megnað áður, og fyri tað fekk hon viðurkenning fyri at vera tann, sum hevði tikið seg mest fram í kappingini. 

Eftir kappingina var avgjørt at geva avboð til 400 m, fyri at spara fótin, sum var merktur av 60 m. 

Dreingir 16-17 ár

William Erik Schilling Kruse, var aftur við hesaferð, og hann skuldi royna seg í longdarlopi og á 60 m. Fyrst var longdarlop á skrá, og her kom William við einum persónligum metið uppá 3,78 m, sum hann ognaði sær í somu kapping í 2025, har lítið vildi ganga honum til vildar. Nú var støðan ein onnur, tí William hevur vant sera miðvíst í vetur, og lønin kom longu í fyrsta lopinum, har hann leyp 4,44 m. Hann økti til 4,71 m í øðrum og neyvt tað sama aftur í triðja áðrenn hann í fjórða leyp sítt longsta. Tað bleiv máta til 4,73 m. Harvið legði hann 95 cm afturat sínum persónliga meti, og fekk fyri tað viðurkenning fyri at vera tann, sum hevði tikið seg mest fram. 

Á 60 m var støðan rættuliga lík, tí aftur fekk hann viðurkenning fyri at vera tann, sum hevði tikið seg mest fram. Her var framgongdin 0,38 sek, sum hann megnaði við at renna teir 60 m uppá 8,58 sek. 

So átti Baldur Báruson Persson tørn. Hann royndi seg við 5,0 kg tungu kúluni. Her var spennandi at síggja hvat fór at henda, tí hann hevur vant væl í seinastuni, og hevur hetta gjørt, at tann fyrr meir óstabili teknikkurin er vorðin munandi meir álitandi, eisini undir trýsti. Her legði hann út við at stoyta 9,28 m og legði harvið 48 cm omaná sítt personliga met. Hann økti til 9,61 m í øðrum og síðan heilt út á 9,78 m í fjórðu royndini. Sætta og seinsta royndin var eisini lang, men tó eitt vet undir teir 9,78 m, sum gjørdist tað besta hesaferð. Ein framgongd uppá 95 cm gjørdi at Baldur fekk viðurkenning fyri at hava størstu framgongd í kappingini.  

 

Kvinnur

Elena Ellindsdóttir Olsen og Lucia Gjoveraa Sødergren byrjaðu við at renna 60 m. Her var Elena í fyrra riðlinum. Eftir ein tjóðstart, sum gjørdi at tað var ein steðgur uppá góðar 5 min, meðan dómarar tosaðu um hvussu farast skuldi framm. Eftir hendan langa steðg, sluppu kvinnurnar so aftur í blokkarnar. Her var Elena í so lág, tá hon kom úr blokkinum, og noyddist hon tí, at traðka langt fram í triðja fetið. Harvið misti hon nógva ferð, men so var hon í gongd, og her sást hon hevur funnið gomlu ferðina aftur, tí hóast miseydnaðu byrjanina, so rann hon teinin uppá 8,79 sek, sum bara er 0,05 sek frá tí hon hevur megnað áður. 

Lucia var í seinna riðlinum. Lucia hevur flutt seg nógv tekniskt, men tað er í kapping at man sær hvat veruliga er hent, og her sást at Lucia hevur tikið eitt risafet framá, tí hon rann teinin uppá bara 8,63 sek, sum er 0,64 sek skjótari enn hon hevur megnað áður. Fyri hetta fekk hon skreytblað, sum viðurkenning fyri at hon var tann, sum hevði tikið seg mest fram. Hjá kvinnum var ein finala á skrá, men tað, sum var farið framvið var ein B-finala eisini skuldi rennast, og her høvdu báðar vunnið sær pláss. Tá tær vóru róptar upp, var Elena mitt í fyrireiking til trýstøkk, og valdi tí at melda pass, meðan Lucia, sum ikki hevði hita upp, fór beint í finaluna. Her rann Lucia teinin uppá 8,79 sek, og vísti hvussu langt hon hevur flutt sítt støði. 

Elena royndi seg í trýstøkk. Hon hevur fyrr víst, at hon hevur gott avsett, men servenjing til trýstøkk er ongin. Tað bleiv heldur ikki lættari av, at hon skuldi leypa frá 9 m plankanum, tí kravið fyri at náða út í sandin og harvið fáa eitt góðkent lop, var at hon leyp ½ m longri enn hennara persónliga met inni. Hetta hevði hon tó megna úti, og tí fór hon í gongd við góðum treysti. Hon megnaði eisini longu í fyrsta lopið at leypa 9,86 m. Harvið legði hon seg á annað pláss í kappingini. Hon økti í øðrum til 9,95 m. Í triðja kom hon út á 9,89 m, men lendi eitt sindur skeivt í sandinum. Hetta gjørdi, at hon fekk trupulleikar við lærinum, og valdi hon tí at steðga. Teir 9,95 m hon leyp í øðrum rukku tó til eitt trygt silvurmerkið, og hon fekk eisini viðurkenning fyri at vera tann, sum hevði tikið seg mest fram. 

 

Menn

Arni Bartal Joensen hevur verið á ítróttareftirskúla í Vági í heyst. Her hevur hann vant nógv, men ikki frælsa ítrótt. Hetta ger at tann specifikka timingin, sum krevst fyri at fáa tey optimalu úrslitini, ikki eru til staðar, men Arni Bartal er ein, sum dugur at kempa, og tað gjørdi hann eisini hesaferð. Hann legði út við at renna 60 m. Her var hann heldur lægri enn hann er, tá hann er best, men hann megnaði tó at renna teinin uppá 8,47sek, sum er neyvt tað sama, sum hansara persónliga met. 

So var longdarlop á skránni, og her sást bæði at timingin ikki var har, men eisini at hon er ikki langt vekk, tí hann tók seg fram gjøgnum alla kappingina, og við venjing í nakrar fáa vikur, er hann vantandi aftur har, hann hevur verið, tvs uttanfyri 5 m strikuna. Hansar longsta hesaferð gjørdist 4,57 m, sum er neyvt tað sama, sum hann hevur lopið inni áður. Tað var eisini bara 27 cm frá bronsumerkinum.