Størstu framgongd, aftur og aftur

Annar dagurin byrjaði við, at Bjalla og William royndu seg á 300 m teininum. Her skuldu tey renna 1½ umgang á stuttu innandurabreytini. Fyrst áttu mennirnir tørn, og her var William í fyrsta riðli. Hann var so heppin at fáa geil 4, sum er uttasta geil. Hetta nýtti hann til fulnar, tí hóast hann reisti seg í so skjótt í startinum, so fekk hann góða ferð úr svinginum. Hann helt so trýsti inn í næsta sving. Eftir fyrstu 200 m sást at orkan minkaði, men hann kempaði væl allan vegin, og tískil gjørdist tíðin 48,53 sek, sum er 0,88 sek skjótari, enn hann rann teinin úti síðsta summar.

So átti Bjalla tørn. Har William var heppin at fáa uttastu geil, so var Bjalla minni heppin, tí hon endaði heilt inni á innastu geil. Her eru svingini sera krøpp, og tí er trupult at fáa ferð á, og hetta er enn meir avbjóðandi, tá man er so langur sum Bjalla. Hon kom tó væl frá start, og legði eitt støðugt tempo fyrstu 200 m, so setti hon ferðina upp síðstu 100 m og megnaði, at vinna seg fram um hinar og rann fremst á mál. Tíðin hjá henni gjørdist 47,50 sek, sum var 0,34 sek skjótari enn hon hevur runnið teinin úti. Tíðin var eisini bara var 0,06 sek frá bólkametinum.

So áttu kastararnir tørn. Baldur Báruson Persson og Jógvan Ingi Falkvard Joensen royndu seg við 4,0 kg tungu kúluni móti sínum javnaldrum í bólkinum dreingir 15 ár. Her løgdu báðir út við at stoyta kúluna umleið 1 metur longri enn teirra persónliga met. Hvørgin steðgaði tó har, tí í øðrum umfarið kom Baldur út á 8,02 m, meðan Jógvan Ingi rakti kúluna perfekt, og lendi hon heilt úti á 10,89 m. Hvørgin bøtti í triðja umfarði. Tá trý umførð vóru farin, vísti tað seg at Baldur akkurát var ov stuttur at halda áfram, meðan Jógvan Ingi slapp at halda áfram. Jógvan Ingi royndi at koma longur út, men teir 10,89 m í øðrum umfarið gjørdust tað besta. Við eini framgongd á 2,14 m fekk hann heiðurin fyri at hava tikið seg mest fram. Baldur var tann, sum við at leggja 1,57 m afturat sínum besta, hevði tikið seg næstfremst fram. Jógvan Ingi vann sær bronsumerkið fyri avrikið.

So var 200 m á skrá, og her var tað Arni Bartal, sum legði fyri. Hann hevði fingið geil 4, og eins og William, so nýtti hann hendan møguleikan til fulnar. Hann hevur megnað at "latið upp" í sínum rørslumynstri í vetur, og aftur her vísti hann, hvussu nógv hetta hevur at siga, tí stuttu læstu rørslurnar eru broyttar til størri meir effektivar rørslur, og á 200 m teininum gjørdi hetta, at hann rann teinin 4,8 sek skjótari enn hansara persónliga met úti, sum er minni er ársgamalt. Tíðin gjørdist 29,16 sek. Av tí at hann ikki hevði runnið teinin inni áður, so fekk hann ikki heiður fyri størstu framgongd, hóast tað er lítil ivi um, at hann var tann, sum hevði tikið seg mest fram.

Síðst í eldin vóru Lucia og Elena, sum eins og Arni Bartal royndu seg á 200 m teininum. Tær vóru í sama riðli, har Lucia var á geil 1 og Elena á geil 3. Justeringar í startinu hjá Elena beint undan vístu seg at eydnast væl, tí hon var meir effektiv í fótísetanini, men óvandu positiónirnar gjødu, at fetini vóru ikki heilt so aggresiv sum vanligt. Lucia fekk ein góðan start, har hon trýsti væl farm. So var at koma upp at sprinta, og halda trýsti. Her kempaðu báðar allan vegin, og tískil megnaði Elena at renna teinin 0,96 sek skjótari, enn hon megnaði úti síðsta summar, meðan Lucia í sínum fyrsta 200 m rann teinin uppá 33,23 sek.

Tey, sum høvdu tikið seg mest fram í sínari grein farna árið vóru:

  • Bjalla (G15): 60 m (0,2 sek)
  • Elena (K): 60m (0,21 sek)
  • Elin (G16-17): kúlustoyt (1,23 m)
  • Arni Bartal (M): 60 m (1,45 sek)
  • Arni Bartal (M): longdarlop (0,55 m)
  • Jógvan Ingi (D15): Kúlustoyt (2,14 m)

harafturat er lítil ivi um, at stóra framgongdin í flestu startum hevði merkt, at um hvirlurnar høvdu kappast í somu greinum farna vetur, so høvdu væl fleiri verið á listanum omanfyri.

Nú kappingarnar eru av, eru íðkararnir farnir at svimja, og so ferð alt ferðalagið í Hamborgarafabrikkina at eta.

Tað verður tí ein bólkur av troyttum, men nøgdum hvirlum, sum hava avrikað væl, og fingið fleiri nýggjar vinir millum sínar javnaldrar í Íslandi.

Vit í Hvirluni eru sera glað fyri stuðulin, sum vit hava fingið frá NATA og grunninum Nuuk-Reykjavík-Tórshavn. Uttan henda stuðul, hevði tað ikki bori til at hildi egingjaldið á einum støði, soleiðis at øll kunna verða við.