Stak góð úrslit í góðveðrinum á Norðoyastevnu

Treysti bjóðaði til eina væl fyriskipaða kapping á Guttabreyt á Norðoyastevnu. Veðrið var av tí besta til flestu greinar, har serliga sprint og lop í flestu førum var røttu megin loyvda markið av undanvindi. Ungu hvirlurnar gjørdi sær dælt av hesum við, at ogna sær eina røð av persónligum metum.

Børn 6-7 ár

Í yngsta bólkið var, sum vant, ein grein hesi kundu kappast í. Hesaferð var greinin 40 m sprint. Tá skotið var fyri gentunum vóru Martha Hammer og Borgny Leitisstein Biskopstø klárar. Tær lupu avstað og kempaðu væl allan vegin. Úrslitið gjørdist at Martha rann teinin uppá 8,23 sek, sum er 1,01 sek skjótari enn hon hevur megnað áður, meðan Borgny, sum rann teinin á fyrsta sinnið, rann hann uppá 9,10 sek. Hjá dreingjunum var Jónatan Vinther Tummasarson einsamøll Hvirla hesaferð. Hetta var fyrstu ferð hann roynd seg í hesi grein. Eins og genturnar, so var hann skjótur avstað tá skotið fór. Tíðin hjá honum gjørdist 9,76 sek.

Gentur 8-9 ár

Tær 8-9 ára gomlu genturnar byrjaðu dagin við at kasta 150 g tunga bóltin. Kasta var í mótvindi, og gjørdi at tað var trupult at fáa flog á løttu bóltarnar. Her legði Anna Effersøe Nónstein út við, at kasta 8,82 m í sínari fyrstu kapping í hesi grein, meðan Jana Hammer, sum mangan hevur víst at hon megnar, kastaði heilar 23,23 m. Anna økti við 10 cm til 8,92 m í triðja umfari, meðan tað fyrsta hjá Janu gjørdist tað longsta hesaferð.

So var 40 m sprint á skrá, og her vóru báðar klárar tað skotið fór. Báðar megnaðu at renna teinin skjótari enn tær hava megnað áður. Við tíðini 8,51 sek rann Anna teinin 0,05 sek skjótari enn hennara besta, meðan Jana við tíðini 7,15 sek rann teinin 0,17 sek skjótari enn hennara besta undan kappingini.

Longdarlop var triðja greinin. Hesa grein hava báðar roynt áður, og vóru báðar klárar tá kappingin byrjaði. Anna legði út við at leypa 1,79 m, meðan Jana leyp 3,21 m. Anna økti til 2,39 m í øðrum umfarið, og legði harvið 17 cm afturat sínum persónliga metið. Hetta bleiv hennara longsta. Jana kempaði fyri at koma longri út, men hóast hon leyp væl, so kom hon ikki útum teir 3,21 m hon leyp í fyrsta umfari, sum harvið gjørdist hennara besta hesaferð.

Síðsta greinin var 400 m, sum hjá hesum aldursbólkinum er miðteinur. Her legði Jana bragdliga fyri við høgum tempo. Hetta megnaði hon so mikið væl at halda, at hon tá smáðir 100 m vóru eftir økti enn meir um ferðina, við tí úrslitið at hon rann teinin næstan 5 sek skjótari enn hon hevur megnað áður. Tíðin hjá henni gjørdist 1 min 29,42 sek. Anna, sum hevði lagt eitt sindur meir varliga út, helt eitt støðugt tempo, og rann teinin uppá 2 min 2,21 sek í sínaru fyrstu kapping á hesum teininum.

Dreingir 8-9 ár

Jósef Vinther Tummasarson, Verland Benjamin Kruse og Benjamin Æðustein Thomsen byrjaðu dagin við at leypa longdarlop. Her legði Benjamin  út við at leypa 1,88 m, sum er longri enn hann hevur megnað áður. Verland Benjamin bøtti um sítt persónliga met til 2,23 m í fyrsta umfari, meðan Jósef somuleiðis bøtti um sítt persónliga met í fyrsta umfarið, tá hann leyp 2,80 m. Benjamin økti í øðrum til 1,89 m, meðan Verland Benjamin enn einaferð bøtti um sítt persónliga met í triðja til 2,32 m. Jósef kom á fyrsta sinnið útum 3 m strikuna í triðja umfarið, tá hann leyp 3,10 m.

So fóru teir tríggjir til 40 m startin. Her vóru Jósef og Benjamin í fyrra riðlinum á geilunum 4 og 5. Her fóru báðir heim við munandi betri tíðum enn teir komu við. Jósef rann teinin uppá 7,67 sek, sum er næstan tvey sek skjótari enn hann hevur megnað áður, meðan Benjamin við tíðini 8,23 sek eisini rann teinin næstan tvey sekund skjótari enn hann hevur megnað áður. Verland Benjamin, sum var í øðrum riðli, mundi dotti í startinum, men megnaði at fóta sær. Hann rann teinin uppá 8,80 sek, sum er eitt vet seinni enn hann hansara besta tíð higartil.

Jósef var einsamøll Hvirla tá skotið fór til 400 m teinin. Hetta var hansara fjórða kapping á degnum, og fór hann heim við sínum fjórða persónliga meti. Tað gjørdi hann við at renna teinin uppá 1 min 41,89 sek, sum er 3½ sek skjótari enn gamla persónliga meti hjá honum.

Gentur 10-11 ár

Tríggjar ungar Hvirlur vóru klárar tá longarlop byrjaði. Tær vóru Helena Effersøe Nónstein, Rebekka Æðustein Thomsen og Emma Hjørdis Kjær Kruse. Her legði Emma út við at leypa 2,31 m, meðan Rebekka við 2,70 m og Helena við 2,74 m lupu longri enn tær hava megnað áður. Í øðrum umfarið gjørdi Emma Hjørdis teimum kynstri eftir við at leypa 2,54 m.  Rebekka var tó ikki liðug, tí í triðja og síðsta umfari, økti hon heilt út á 2,83 m.

So var 200 m á skrá. Hetta var fyrstu ferð tær tríggjar skuldu kappast um, at renna ein hálvan umgang á breytini. Rebekka og Helena vóru í fyrra riðlinum á geilunum 4 og 3. Her rann Rebekka teinin uppá 40,77 sek, meðan Helena rann teinin uppá 42,65 sek. Emma, sum var í seinna riðlinum rann teinin uppá 41,05 sek.

So skuldu tær allar royna seg við 2,0 kg tungu kúluni. Rebekka legði út við at stoyta kúluna út á 2,63 m, meðan Helena kom út á 3,46 m. Í øðrum umfarið økti Rebekka til 3,27 m. Hon økti aftur í triðja heilt út á 5,08 m, meðan Emma megnaði 2,37 m í síðsta umfari.

Helena endaði dagin við at renna 400 m. Hetta var fyrstu ferð hon royndi seg í hesi grein, og valdi hon tí at leggja varðliga út. Hon helt eitt støðugt tempo, og megnaði tí at renna teinin uppá 1 min 49,84 sek.

Gentur 12-13 ár

Elisabet Joensen, sum einamest hevur vant spjótkast, byrjaði sína kapping í Klaksvík við kúlustoyt. Hon byrjaði við at stoyta 2,0 kg tungu kúluna út á 6,55 m, sum bara er 20 cm styttri enn hennara persónliga met. Næsta miseydnaðist, meðan tað triðja riggaði betur, men var tó eitt vet styttri enn hennara fyrsta, sum harvið gjørdist tað besta hesaferð.

Elisabet royndi seg eisini í longdarlop, har hon kom at leypa í mótvindi. Tað forðaði henni tó ikki í at bøta um sítt persónliga met heilar tvær ferðir. Fyrst til 3,23 m og so til 3,36 m, sum er 15 cm longri enn hon hevur megnað áður.

Gentur 14-15 ár

Bjalla Beintudóttir Dalsgarð, sum var allar fyrsta Hvirlan í eldan hendan dagin, byrjaði við at renna 200 m kl 09:00 um morgunin. Hon venur mest sprint og lop, og tí var hon spent at vita, hvussu kroppurin fór at avrika so nógv fyrr uppá dagin í mun til, hvat hon er von við. Tað sást tó beinan vegin, at hon var klár, tí hon fekk ein tann besta startin hon nakrantíð hevur fingið, og kom avstað við sínum eyðkendu effektivu stóru fetum. Hon helt hesa rútmu úr svinginum, har hon var á einum triðja plássi, men inn móti málinum rann hon seg fram til eitt trygt fyrsta pláss. Tíðin á málinum segði 28,52 sek, og harvið bøtti hon um sítt persónliga met við 7½ sek. Tíðin var eisini 1,1 sek skjótari enn hon hevur megnað við ov nógvum undanvindi.

Bjalla fór síðan til kúlustoyt, sum er grein, hon ikki venur. Hon legði tó út við at stoyta kúluna út á 7,71 m, sum er lítlan metur longri enn hennara persónliga met. Hon økti til 7,74 m í øðrum umfarið, sum gjørdist tað besta hesaferð. Við at bøta um sítt persónliga met við 97 cm ognaði hon sær enn eitt fyrsta pláss.

Bjalla endaði dagin við at leypa trístøkk. Trístøkk er grein har tú fyrst leypur á øðrum beininum, so lækkar tú á sama beini, fyri síðan at leypa á hinum beininum (t.d.: høgra – høgra – vinstra). Her hevði Bjalla undan kappingini lopið 8,63 m við ov nógvum undanvindi. Hon gjørdi yvirtrak í fyrstu royndini, men í tí næstu leyp hon 8,77 m og ognaði sær harvið eitt persónligt met. Hon økti tó heilt út á 9,47 m í triðja, sum gjørdist tað longsta hesaferð. Tað rakk til enn eitt fyrsta pláss í kappingini.

Dreingir 14-15 ár

William Erik Schilling Kruse og Jóhan Waagstein byrjaðu dagin á 200 m teininum. Eins og Bjalla, so var hetta væl fyrr upp á dagin enn teir eru vanir við. Jóhan venur mest kast, men er væl fyri í flestu greinum, meðan William mest venur sprint og lop. Tá skotið fór, so fekk William sín tekniskt góða start, meðan Jóhan fekk ein kraftfullan og effektivan start. Tá teir komu úr svinginum hevði Jóhan, á øðrum plássi, munin á William, sum lá sum nummar trý. Teir kempaðu fram móti strikuni, men við tíðini 29,62 sek gjørdist Jóhan eitt vet ov stuttur til fyrsta pláss, meðan William við tíðini 30,11 sek ognaði sær eitt triðja pláss. Vindurin var 2,6 m/s undan, so met bleiv tað ikki talan um (mest loyvdi vindur til met er 2,0 m/s), men William rann 1½ sek skjótari enn hann hevur megnað áður, har vindurin eisini var ov nógvur, meðan Jóhan rann 3½ sek skjótari enn hann hevur megnað áður.

So var kúlustoyt á skrá, og so bleiv kastibreytin reyð, tí heilar fimm Hvirlur royndu seg við 4,0 kg tungu kúluni. Teir vóru, umframt Jóhan og William, Baldur Báruson Persson, Jógvan Ingi Falkvard Joensen og Jógvan Ziska Simonsen. Teir tríggjir síðstu venja mest kast, har serliga Baldur og Jógvan Ingi hava valt sær kúluna, sum tað teimum dámar best. Tað var eisini Baldur, sum legði seg á fyrsta pláss við 9,47 m í fyrsta umfarið, frammanfyri Jóhan við 6,88 m, Jógvan við 6,84 m og William við 6,63 m. Í øðrum kom Jógvan Ingi á talvuna við 10,17 m og lgði seg harvið á fyrsta pláss, meðan Jóhan økti um fjarðstøðuna til Jógvan við at stoyta kúluna út á 6,95 m. Í triðja økti Jógvan Ingi til 10,53 m og tók harvið bólkametið sum vart 10,39 m. William byrjaði eisini at blanda seg í sera tætta dystin um triðja pláss við at stoyta 6,75 m, soleiðis at tað nú bara vóru 20 cm frá triðja til fimta pláss. Hetta tyktist seta gongd í Jógvan, sum við 7,13 m í fjórða tók triðja plássi frá Jóhan. Í oddinum økti Jógvan Ingi til 11,45 m. Jógvan økti aftur í fjórða, hesaferð til 7,47 m, og harvið tyktist hann hava ogna sær triðja pláss í kappingini. Jóhan royndi tó at fylgja við og kom út á 7,02 m, men lá enn á fjórða plássi. Hetta tók William tó í síðsta umfarið, tí við at stoyta 7,20 m legði hann seg á fjórða pláss aftanfyri Jógvan, men frammanfyri Jóhan. Sostatt bøtti Jógvan Ingi um sítt persónliga met við 1,70 m og bólkametið við 1,06 m. Baldur bøtti um sítt persónliga met við 1,76 m. Jógvan, sum royndi seg á fyrsta sinnið við 4,0 kg kúluni stoytti hana 8 cm longri enn hann hevur megnað at stoyta 3,0 kg kúluna. William bøtti um sítt persónliga met við 0,61 m, meðan Jóhan sum eins og Jógvan royndi seg á fyrsta sinni við 4,0 kg kúluni, stoytti hana 23 cm longri enn hann hevur megnað at stoytt 3,0 kg kúluna.

William royndi seg eisini í trístøkk, har hann átti eitt persónligt met, sum hann setti í Klaksvík fyri einum ári síðan. Tað var 8,63 m. Hetta bøtti hann um longu í fyrsta lopið tá hann kom út á 8,67 m. Hann økti til 9,04 í øðrum umfarið og síðan út á 9,14 m í fimta umfarið, sum bleiv tað longsta hesaferð. Hetta rakk til eitt trygt fyrsta pláss í kappingini.

Gentur 16-17 ár

Elena Ellindsdóttir Olsen og Lucia Gjoveraa Sødergren byrjaðu sín dag við at renna 200 m. Hetta var fyrstu ferð, at Lucia rann hendan teinin úti, meðan Elena átti eitt persónligt met uppá 31,35 sek. Elena fekk ein forstrækning í ryggin fyri tveimum vikum síðan og hevur ikki fingið vant annað enn lættan teknik hesa tíðina. Hetta darvaði hana enn, tí hon fekk ikki knøðini har upp hon plagar, og tað kostar í sprint. Hetta var mest eyðsýnt í startinum á 200 m, har hon fekk ein sera gott avsett úr blokkinum, men explosiva lyfti av knæðnum kom ikki, og tí hevði hon ikki nóg mikið av kraft niður í jørðina í næsta fetið, og var hon tí líka við at fella framyvir, men megnaði at fóta sær, so hon kom avstað. Lucia, sum hevur arbeitt við at fáa størri rørslur í startinum, fekk tað ikki heilt at sita, sum hon onkuntið hevur megnað til venjing, men hon kom væl upp í ferð. Úr svinginum vóru tær á ávikavist øðrum og fjórða plássi. Tær kempaðu so langsíðuna, men megnaðu ikki at broyta um plaseringina. Tíðirnar vóru tó góðar, tí við at renn teinin uppá 29,55 sek, so skar Elena 1,8 sek av sínum persónliga meti, meðan Lucia, sum einans hevur runnið teinin inni, megnaði at renna 1,7 sek skjótari enn hon gjørdi í Laugardalshøllini í januar í ár.

So var trístøkk á skrá. Tað er grein, har Elena hevur lopið stak væl, men fyri ikki at yvirbelasta ryggin aftur, so meldaði hon pass hesferð, soleiðis at Lucia var einsamøll Hvirla. Lucia hevur ikki vant trístøkk, og nýtti upphiting til at læra seg fet og rútmu í hesi grein. Tá so kappingin byrjaði legði hon út við at leypa heilar 8,16 m í sínum allar fyrsta lopið nakrantíð. Hon økti í triðja til 8,42 m, sum gjørdist tað longsta, og ognaði hon sær harvið eitt triðja pláss í kappingini.

Kúlustoyt var triðja greinin. Her var Lucia við aftur. Her skuldi hon kappast við Ai Waagstein og Elin Johnsdóttir. Ai, sum hugsavnar seg um spjótkast, legði út við at stoyta kúluna út á 7,72 m, meðan Elin við 7,23 m bøtti munandi um sítt persónliga met longu í fyrsta umfari. Lucia kom út á 6,40 m í fyrsta umafrið. Ai bøtti í øðrum til 8,56 m og bøtti harvið um sítt persónliga met við 17 cm, men Elin aftur bøtti um sítt, hesaferð til 7,35 m. Nú vildi Lucia verða við, og hon nærkaðist øðrum plássi tá, hon bøtti um sítt persónliga met tið 7,20 m. Lucia økti í triðja til 7,27 m, meðan Elin svaraði aftur í fjórða, við at stoyta kúluna út á 7,45 m. Allar royndu tær at koma longri, men endin var at Ai ongaði sær fyrsta pláss,  við at bøta um sítt persónlga met við 17 cm til 8,56 m, frammanfyri Elin, sum við at bøta um sítt persónliga met við 55 cm til 7,45 m ognaði sær annað pláss frammanfyri Luciu sum bøtti um sítt persónliga met við 68 cm til 7,27 m og ognaði sær triðja pláss.

Síðsta greinin var 800 m og her vóru bæði Lucia og Ai klárar. Tær hava runnið teinin í kapping áður, men hvørgin hevur vant hann, ella roynt at testa, hvat hóskandi tempo er. Tískil legði Lucia rættuliga hart út, men eftir 200 m hevði hon justera, so hon kom á tempo hon kundi halda. So var at halda restina av teininum. Úrslitið gjørdist at Ai vann við tíðini 3 min 1,56 sek, meðan Lucia gjørdist nr trý við tíðini 3 min 5,82 sek, sum er 9½ sek skjótari enn gamla persónliga meti.

Dreingir 16-17 ár

Arni Bartal Joensen var, aftur hesaferð einsamallur í reyðum. Hann byrjaði dagin við at renna 200 m. Hann hevur vant væl, og tí var vantandi, at hann fór at bøta munandi um sítt persónliga met, og so var. Hann fekk ein góðan start, har hann helt avtaluna um, at vera tolin og trýsta. Við at halda formin og trýsta allan vegin kláraði hann, at renna teinin uppá 28,82 sek, sum er 6,53 sek skjótari enn hann megnaði síðsta summar.

Arni Bartal fór so til kúlustoyt, har hann fyri fyrstu ferð skuldi royna seg við 5,0 kg tungu kúluni. Her vísti hann, hvussu nógv hann er mentur síðsta árið, tí hann stoytti kúluna út á 7,79 m longu í fyrsta umfarið. Tað er 53 cm longri enn hansara besta við 4,0 kg tungu kúluni.

Síðsta greinin var trístøkk. Her legði hann út við, at leypa sítt fyrsta lop nakrantíð útum 9 m strikuna longu í fyrsta umfari. Hann steðgaði tó ikki har, tí tey næstu 5 vóru eisini omanfyri 9 m strikuna, har tað longsta kom í síðsta umfari. Tað bleiv máta til 9,60 m, og harvið bøtti Arni Bartal um sítt persónliga met við 1,77 m, og fekk hann harvið sítt triðja fyrsta pláss á degnum.

Kvinnur

Møðgurnar Lovisa og Elin Niclasen royndu seg við 4,0 kg tungu kúluni. Kúlustoyt, er greinin, sum Lovisa venur, meðan Elin í seinastuni hevur hugsavnað seg um hamarkast. Hon var tó til dystin fús. Her legði Elin út við at stoyta kúluna út á 8,45 m, meðan Lovisa kom heilt út á 9,82 m. Elin økti í triðja til 8,52 m, sum gjørdist hennara longsta. Harvið gjørdist hon nummar tvey aftanfyri Lovisu, sum við at koma heilt út á 9,98 m í sætta umfarið, legði 93 cm afturat sínum persónliga meti.

Fleiri myndir síggjast her