Skaddur leyp Tórur seg til bronsumerkið

Tórur Mortensen fór inn í Callroom undan kappingini í Trýstøkk við eini vitan um, at hann kundi leypa langt, men eisini við eini vitan um, at fóturin hjá honum hevði eitt toygt liðband, sum gjørdi at um tapingin ikki helt, so kundi tað blíva rættuliga pínufult.

Tað var ikki egið val, at Tórur Mortensen byrjaði í Hvirluni. Tað var mamman, sum vildi hava, at hann vandi okkurt annað enn bara fótbólt, sum var tað honum dámdi best tá. Tað var tó skjótt, at Tórur fann útav, at honum dámdi væl frælsa ítrótt, og har serliga lopini. Tí longu tíðliga, visti hann, at hann vildi vera leypari. Tíðum sást hann antin einsamallur, ella saman við foreldrunum á Tórsbreyt, har hann leyp, meðan foreldrini hjálptu honum at máta, hvussu langt tað nú var. Hetta, saman við einari endaleysari tráðan eftir vitan um venjing gjørdi, at Tórur mentist skjótt. Av tí at hann var seinur í pubertetin, so komu úrslitini ikki fyrr enn hann var 15 ára gamal, men so gekk skjótt, tí eftir at hava vunnið silvur á DM innandura fyri vaksin, longu sum 16 ára gamal var hann úttikin til danska U20 landsliðið. Hann var sjálvandi eisini við á oyggjaleikunum á Jersey í 2015. Her vildi atrenningin ikki sita, og tí bleiv úrslitið ikki tað, sum hann vónaði.

Framgongdin helt tó fram, tí í 2016 vann hann, 17 ára gamal, sítt fyrsta danska meistarheiti fyri vaksin, við at vinna innandura meistaraheitið. Uttandura bleiv tað til silvurmerki. Men nú vóru longdirnar blivnar so merkisverdar, at hann leyp útum kravið, sum europeiska sersambandið hevði sett fyri luttuku á U20 EM. Tíðanverri var hetta tann periodan, har danir valdu danir, at herða krøvini enn meir, og tí var Tórur ikki við til U20 EM. Hann kom tó aftur við til U20 NM, sum hesaferð var í Íslandi, har hann kom heim við einum bronsumerki.

So kom eitt longri tíðarskeið við avbjóðingum, tí eftir at hava endurvunnið danska meistarheitið innandura, fór hann til Gotlands, sum ein av gullfavorittunum. Her gjørdi hann yvirtrakk fyrstu tvey lopini, og tí valdi hann at taka eitt sokallað trygdarlop í triðja umfarið. Hetta fyri at tryggja at hann var millum teir átta, sum sluppu at halda áfram í kappingini. Hann fekk eina notering, men av tí, at hann setti intensitetin í rørslunum niður, so var timinging ikki optimal, og fekk hann tí ilt í hælin. Hetta gjørdi, at hann ikki fekk lopið meir í kappingini. Trygdarlopið rakk tó til eitt silvurmerkið.

Hetta var bara fyrsti skaðin av nógvum, tí fylgjandi veturin fekk hann tað, sum bleiv upprunaliga diagnosticera sum springaraknæ, men seinni vísti seg at vera akuttur skaði í patellasenuna. Tí var ikki hugsingur um, at kappast í lop fylgjandi árini. Meðan Tórur vandi knæði uppaftur, vandi hann sprint, og megnaði hann hesa tíðina, at taka føroysku metini á 60 m inni og 100 m, 200 m, 400 m úti. Her var serliga 400 m merkisvert, tí hann hevði bara vant ferð, og næstan onki spesialúthaldni, sum vanliga er hornasteinurin undir einum góðum 400 m. Heilt konkret hevði hann tvær ferðir runnið 300 m til venjing. Annars var ongin venjing omanfyri 150 m. Eitt annað hann gjørdi hesa tíðina var, at skifta bein í longarlop, soleiðis at hann leyp á vinstra, heldur enn høgra, sum hann plagdi. Hetta fyri at umganga at belasta skadda knæði ov nógv. Við hesum leyp hann 7,07 m og var tískil bara 5 cm frá føroyska metinum.

Í 2020 var knæði við at vera sterkt nokk til at leypa trýstøkk aftur. Hetta var árið, tá Tórur flutti til Aarhus at venja og lesa. Her fekk hann høvi at venja hjá Lars Nielsen, sum er danskur landsliðsvenjari í lop. Lars hevur vant nógvar íðkarar til luttøku, og í fleiri førðum heiðursmerkir, í stórum altjóða meistaraheitum so sum EM, HM og OL. Størsta broyting var tó uttan iva, at nú vandi Tórur saman við 3-4 øðrum leyparum, hjá einum venjara, sum bara hugsavnaði seg um lop. Harafturat var venjing innandura tá veðrið var ringt, og tí fekk hann vant optimalt frá fyrsta degi. Tað gav úrslit, tí hann vann danska meistarheiti bæði inni og úti í 2021, og var við danska landsliðnum, har hann flutti føroyska metið heilt út á 15,45 m, har tað stendur enn. Trupulleikin hjá Tórur er at motorurin er óvanliga kraftigur, og ger tað at skrokkurin verður sera nógv belastaður, og tí komu eina røð av smærri skaðum. Tórur gav tó ikki upp, tí til eina innandura kapping í Aarhus veturin 2022/23, fekk hann ikki Trýstøkk at rigga, og tí royndi hann seg í longdarlopi 1½ tíma seinni. Her byrjaði hann við at leypa á vinstra, fyri at umgang at stressa høgra bein ov nógv. Tað riggaði ikki heilt. Hann skifti tí bein eftir triðja lop. Fjórða og fimta nýtti hann til at fáa atrenning at passa. Í sætta og síðsta umfarið leyp hann 7,20 m og gjørdist sostatt tann føroyingurin, sum tá hevði lopið longst yvirhøvur úti, sum inni.

So kom oyggjaleikaárið, og her byrjaði veturin sera væl, við nógvum lopum við stuttari atrenning til venjing, sum vóru longri enn 15 m. Tíðanverri, so fekk hann ein skaða í fótin í fyrstu kapping, og gjørdi tað, at hann mátti seta tempo niður. Hann vann tó danska meistarheitið inni við stuttari atrenning. Fóturin helt tó á at arga. Tá uttandura kappingarnar byrjaðu var trupulleikin enn har, men hann megnaði tó at vinna eitt bronsumerkið til NM fyri vaksin.

Á Guernsey, skuldi Tórur ikki kappast fyrr enn fríggjadag og tí var høvi at venja, og hetta nýtti hann til hvønn dag at arbeiða við ymsum elementum, sum er partur av einum góðum trýstøkki. Fóturin var tó framhaldandi ein avbjóðing, tí tað togda liðbandi, gjørdi at hann var óstabilur, og tá man skal lenda í einum lækki við nógvari ferð, er belastningurin øgiligur. Hetta vísti seg eisini at vera trupulleikin, tá kappingin fór í gongd, tí Tórur fekk ikki nýtt fótin optimalt, og gjørdi tað at hann bara fekk eitt lop máta. Tað var eitt lop, har hann ikki leyp ígjøgnum og bara traðkaði niður í sandgryvjuna. Longdin gjørdist tó 13,40 m, og rakk tað til eitt bronsumerkið, bara góðan metur frá gullinum.

Nú leikirnir eru av, ferð Tórur aftur til Aarhus, har hann lesur ítrótt, at venja skaðan vekk, meðan hann uttan iva ferð at fylgja væl við, um Arsenal í ensku Premier League í fótbólti heldur áfram við góðum taktunum, teir vístu farna kappingarár.

mynd frá kapping á Guernsey: Jens Kr. Vang