IMG 5470

Ringt veður steðgar ikki Hvirlum

Veðrið var størsta avbjóðingin annan dagin, tí ein kaldur vindur av norði við regni plágaði allan dagin. Her livdu hvirlurnar upp til navnið, tí allar dugdu tær væl at gera sítt besta, og komu tí heim við nógvum góðum úrslitum.

G8-9 ár

Martha Hammer, Charlotta Effersøe Nónstein og Rebekka Vinther Tummasardóttir løgdu fyri á 60 m teininum. Her vóru so nógvir luttakarar, at neyðugt var at deila genturnar í tveir riðlar. Her var Rebekka í fyrra riðlinum. Hon rann teinin uppá 19,71 sek. Í seinna riðli nýtti Charlotta 15,89 sek, meðan Martha kom á mál við tíðini 11,33 sek, sum er 0,23 sek skjótari enn hon hevur megnað áður.

Martha royndi seg síðan á 600 m teininum, sum eru 1½ umgangur á breytini. Martha hevði ikki roynt hendan teinin áður, men rann væl og kom undir tríggjar minuttir. Tíðin gjørdist 2 min 54,01 sek.

D8-9 ár

Tað vóru heilir átta dreingir klárir tá 60 m var skotið í gongd. Her vóru Filip Æðustein Thomsen, Rókur Vinther Tummasarson og Jónatan Vinther Tummasarson í fyrra riðli. Filip, sum ikki hevur roynt teinin áður, kom á mál við tíðini 14,08 sek. Rókur rann næstan 1½ sek skjótari, enn hann hevur gjørt áður við at renna teinin uppá 13,96 sek, meðan Jónatan rann gott hálvt sek skjótari, enn hann hevur megnað áður. Tíðin hjá honum gjørdist 12,58 sek. Natan S. Christiansen var í seinna riðli. Her megnaði hann at renna teinin uppá 11,15 sek, sum er 0,62 skjótari enn hann hevur runnið hann áður.

Jónatan og Natan fóru so til 600 m startin. Báðir høvdu roynt seg áður, og báðir vístu at teir hava flutt seg, tí tað bleiv til flott persónlig met hjá báðum. Natan skar næstan 9 sekund av sínum persónilga metið, meðan Jónatan skar næstan 4 sek av sínum. Tíðin hjá Natan gjørdist 2 min 38,90 sek, meðan tíðin hjá Jónatan gjørdist 2 min 51,17 sek.

Gentur 10-11 ár

Anna Effersøe Nónstein, Debora S. Christensen og Jana Hammer royndu seg fyrst á 60 m teininum, sum tær allar høvdu roynt áður. Her megnaðu bæði Jana og Debora at renna væl skjótari enn tær hava gjørt áður. Debora rann 0,8 sek skjótari, tá hon kom á mál við tíðini 9,88 sek, meðan Jana, við tíðini 9,63 sek, rann 0,62 sek skjótari enn hon hevur gjørt áður. Anna, sum rann teinin uppá 11,74 sek, var bara 0,14 sek frá sínum persónliga meti.

Allar tríggjar royndu seg so í kúlustoyt. Her kom Debora 1,04 m longri, enn hon hevur megnað áður. Hennara longsta var 6,70 m. Anna legði 0,91 cm afturat sínum besta, tá hon í síðsta umfarið kom út á 4,88 m, meðan Jana megnaði eina óalmindiliga stabila seriu, sum bendir á, at hon hevur ogna sær ein stabilan teknik, sum er góður at bygggja uppá. Hennara longsta var bara 2 cm longri enn hennara stytsta. Henna longsta var 6.77 m, sum er 32 cm longri enn hon hevur megnað áður.

Tá 600 m bleiv skotin í gongd vóru allar við aftur. Her vóru tað Debora og Jana, sum førdu ann, og á málinum var tað Debora, sum vístu stóra framgongd. Tíðin hjá henni gjørist 2 min 21,31 sek, sum er næstan tvey sek skjótari enn hennara persónlia met. Tíðin hjá Janu gjørdist 2 min 23,27 sek. Tíðin hjá Onnu gjørdist 2 min 53,72 sek.

Tá longdarlop byrjaði vóru allar aftur klárar, og enn vóru tær í hopla, tí tær lupu alla væl, um enn ikki útum síni persónligu met í mótvindinum. Jana leyp heilar 3,66 m, meðan Debora leyp 3,16 m og Ann 2,67 m.

Dreingir 10-11 ár

Av teimum seks, sum vildu royna seg á 60 m teininum, vóru fimm Hvirlur. Her megnaðu allir at renna væl skjótari, enn teir høvdu gjørt áður. Lui Ellindsson Olsen rann 9,96 sek, sum er 1,31 sek skjótari enn hann hevur gjørt áður. Við tíðini 10.11 sek rann Jósef Vinter Tummasarson 0,92 sek skjótari enn hann hevur gjørt áður. Jónas Jógvansson Kjær skar 0,66 sek av sínum besta við tíðini 10.09 sek. Benjamin rann 0,51 sek skjótari, enn hann hevði gjørt áður. Hann rann teinin uppá 11.61 sek og Samuel Groth Christensen rann teinin uppá 10,87 sek, sum er 0,29 sek skjótari enn hann hevði gjørt áður.

Allir seks royndu seg síðan í kúlustoyt, har Jónatan Vinther Tummasarson var sjeynda hvirlan í kappingini. Tað gekk ikki heilt líka gott sum í sprint, men har komu tó nakrar munandi økingar í longdum. Størstu øking hevði Benjamin, sum stoytti 2,0 kg tungu kúluna heilar 1,33 m longri, enn hann hevur megnað áður. Tað gjørdi hann í triðja umfarið, tá kúlan lendi á 5,80 m. Jósef legði 0,16 m omaná við at koma út á 6,87 m. Lui kom út á 5,59 m í sínari fyrstu kapping, og Jónatan kom út á 3,87 m í sínari fyrstu, meðan Jonas kom út á 4,69 m.

So var 600 m á skrá og her vóru Jónas og Jósef klárir. Jónas rann teinin uppá 2 min 20, 97 sek, meðan Jósef rann teinin uppá 2 min 44,07 sek.

Benjamin, Jósef og Samuel vóru aftur klárir tá longdarlop byrjaði. Her megnaði Benjamin at økja um sítt persónliga met við 3 centimetrum. Hansara longsta gjørdist 2,59 m. Jónas kom út á 2,92 m, meðan Samuel kom út á 2,79 m. 

G12-13 ár

Helena Effersøe Nónstein og Rebekka Æðustein Thomsen løgdu fyri við hæddarlop. Her var byrjunarhæddin 1,00 m. Tað er hædd báðar hava lopið áður, og hesum hevði hvørgin nakran trupulleika við. Á 1,05 m miseydnaðist fyrsta royndin hjá Rebekku, men so kom hon uppum, og kundi harvið halda áfram saman við Helenu. Á 1,10 m var tað Helena, sum tørvaði tvær royndir fyri at koma uppum. So fór yvirliggjarin á 1,15 m. Her kom Rebekka uppum í fyrstu royndini, meðan Helena hóast góðar royndir, ikki kom uppum hesaferð. 1,20 m, sum var næsta hæddin var endastøðin, tí hóast Rebekka gjørdi sítt besta, so datt yvirliggjarin, og harvið endaði hon á 1,15 m og ognaði sær harvið gullmerkið, meðan Helena við 1,10 m, sum er tangering av persónliga metinum, ognaði sær bronsumerkið.

Báðar fóru síðan til 80 m startin, har tær skuldu royna seg móti tveimum øðrum javnaldrum. Her sást at Helena hevur valt at hugsavna seg um sprint og lop í sinari venjing, tí hon vann ein tryggan sigur við tíðini 12,75 sek, sum er 0,95 sek skjótari enn hon hevur megnað áður. Rebekka gjørdist nummar tvey við tíðin 13,35 sek.

Tá 600 m bleiv skotin í gongd, var Helena einsamøll Hvirla. Hon hevur áður roynt seg á hesum teininum, men málið var, hóast avbjóðandi veðrið, at bøta um persónliga metið. Hon legði seg aftast frá byrjan, men tá 200 m vóru eftir, økti hon um ferðina og fór framvið einari, og nærkasti tí fremstu, men var í so stutt at røkka hesari. Tíðin hjá henni gjørdist 2 min 26,79 sek, sum er næstan seks sekundir betri enn hennara persónliga met.

Dagsins síðsta grein var kúlustoyt. Hetta er grein sum Rebekka hevur klárað seg væl í áður, og so var aftur hesaferð, tí longu í fyrstu royndini, kom hon heilt út á 9,77 m, sum er 47 cm longri enn hon megnaði í A-finaluni á VU-spelen í Gøteborg fyri fýra vikum síðan. Helena kom út á 6,05 m, sum er 12 cm frá hennara persónliga metið. Harvið ognaðu tær sær ávikavist gull og bronsumerkið.

Gentur 14-15 ár

Rosa Gjoveraa Sødergren, sum nýliga er byrja at venja, royndi seg í kúlustoyt. Her legði hon út við, at bøta um sítt persónliga met til 5,63 m. Hon var ikki heilt nøgd, tí hon økti í triðja til 5,70 m og so aftur í fimta til 5,83 m. í sætta og síðsta umfarið, kom hon á fyrsta sinnið útum 6 m strikuna. Tá lendi kúlan heilt úti á 6,21 m, og harvið ognaði hon sær gullmerkið.

Dreingir 16-17 ár

Baldur Báruson Persson royndi seg við 5,0 kg tungu kúluni. Fyrsta miseydnaðist, men so rakti hann betur og kom út á 9,22 m. triðja miseydnaðist aftur, men so fekk hann rætta intensitetin inn í kúluna og kom út á 9,51 m. Tey bæði síðstu vóru eisini uttanfyri 9 m strikuna, men ikki heilt líka lang, sum teir 9,51 m í fjórða umfarið. Fyri hetta fekk hann gullmerkið.

Kvinnur

Kúlustoyt hjá kvinnum var longu kl 10 um morgunin, og her stóðu ikki minni enn seks hvirlur klárar, at royna seg við 4,0 kg tungu kúluni. Lovisa Niclasen legði fyri við einari fantomroynd, har kúlan kom út móti 10 m strikuni. Tað bleiv máta til 9,96 m. Anja Christensen legði fyri við at stoyta kúluna út á 8,46 m og legði seg harvið á annað pláss. Helena Svabo Ziska kom út á 7,67 m, meðan Lucia Gjoveraa Sødergren kom út á 7,18 m. Elin Johnsdóttir legði fyri við at bøta um sítt persónliga met til 6,65 m, frammanfyrii Ai Waagstein, sum legði fyri við 6,20 m. Einans Anja megnaði at økja í øðrum umfarið, har hon kom út á 8,49 m. Í triðja fekk hon betri rætning í rotatiónina og fekk tí betri trýst kúluna, sum lendi úti á 9,08 m. Lucia økti eisini í triðja, har hon kom út á 7,31 m. Meðan Lucia valdi at steðga fyri at hugsavna seg um 100 m, so hildu hinar áfram síðstu trý umførini, men hesaferð megnaði ongin at økja. Tískil fór Lovisa við gullinum frammanfyri Anju og Helenu.

Helena, Elin og Lucia fóru síðan til 100 m startin, har Bjalla Beintudóttir Dalsgarð, Elena Ellindsdóttir Olsen og Ria Langgaard stóðu klárar. Bjalla fekk besta startin, men Elena og Lucia vóru beint í hølunum. Ria var eitt vet aftanfyri og so komu Elin og Helena. Bjalla rann sera væl allan vegin, og megnaði at renna teinin uppá 13,33 sek, sum er 0,66 sek skjótari enn hon hevur gjørt áður. Elena var bara 0,06 frá hennara besta. Hon rann teinin uppá 13,85 sek. Lucia rann teinin upa 14,41 sek og fekk harvið bronsumerkið. Ria rann ½ sek skjótari enn hon hevur megnað áður. Tíðin hjá henni gjørdist 15,38 sek. Elin rann eisini sína skjótastu tíð nakrantíð. Tíðin hjá henni var 15,92 sek, sum er 0,21 sek skjótari enn hennara persónliga met. Tíðin hjá Helenu gjørdist 16,80 sek. Av tí at Bjalla og Ria kundu luttaka bæði á FM og FMU, so fekk Bjalla gulmerkið fyri gentur 16-17 eisini. Ria ognaði sær gullið hjá gentum 14-15 ár.

Helena fór síðan til hæddarlop. Helena sum venur diskuskast, men av tí at diskuskast ikki er við, hevur valt at royna seg í fyri hana óvanligum greinum, harímillum hæddarlop. Her legði hon út við at leypa 1,10 m og bøtti harvið um sítt persónliga met við 10 cm. Hon økti síðan til 115 cm í fyrstu royndini, men á 120 cm tørvaði henni tvær royndir, áðrenn hon kom uppum. Á 125 cm var eyðsæð at hon ikki er von við hæddarlop, tí hæddin var har til at leypa 125 og nakað afturat, men hennara passaga tvørtur um yvirliggjarin var ikki optimalur, og tí kom hon ikki uppum. Hon fekk silvurmerkið fyri teir 120 cm hon leyp.

Síðsta greinin var 4x100 m boðrenning. Her mannaði Hvirlan lið við Elenu, Riu, Helenu Svabo Ziska og Bjallu. Tær manglaðu bara gott eitt sek í at koma undir eitt minut. Endaliga tíðin gjørdist 1 min 1,37 sek, sum tær fingu gullmerkið fyri.

Menn

Hjá monnunum var tað sum í gomlum døgum, tí ”veteranarnir” Hans Hjørleivur Magnussen, Hanus Bergsson og Hallur Simonsen vóru við, tá kappingin byrjaði. Her legði Hallur fyri við einum stoyti uppá 11,24 m, meðan Hans Hjørleivur koma út á 9,86 m. Hanus kom á talvuna í øðrum, tá hann kom út á 8,99 m. Hann økti til 9,25 í triðja umfarið, meðan Hallur bøtti um sítt persónliga met til 11,87 m. So hendin ongin broyting fyrr enn í síðsta umfarið, har Hans Hjørleivur kom út á 10,20 m. Harvið fór Hallur heim við gullinum, frammanfyri Hans Hjørleiv og Hanus.

Á 100 m teininum vóru tað Dánjal Dahl Ljósheim, Brestir Mikkelsen og Arni Bartal Joensen, sum royndu seg. Bæði Dánjal og Brestir venja við Sparta, tó ikki á sama liðið. Venjarin hjá Dánjal er Mr. Sprint í 90’unum í Danmark (Lars Pedersen) og venjarin hjá Brestir er dóttur hjá Ms Sprint í Danmark í 90’unum (Charlotte Beiter (nú Charlotte Beiter Bomme)), meðan Arni Bartal venur í Føroyum. Dánjal var sera skjótur úr blokkinum, við Brestir beint aftanfyri og Arna Bartal eitt vet longur afturi. Munurin millum teir tríggjar øktist støðugt, og endin var, at Dánjal vann ein tryggan sigur við tíðini 11,23 sek, sum er 0,03 sek frá hansara besta, meðan Brestir ognaði sær bronusmerkið við tíðini 12,18 sek, sum er 0,19 sek frá hansara besta. Arni Bartal gjørdist nummar fýra við tíðini 13,03 sek, sum er 0,06 sek seinni, enn hann rann í Gøteborg fyri einum mánað síðan.

Arni Bartal fór síðan til hæddarlop, har hann valdi at steðga eftir at leypa uppum sína byrjunarhædd, fyri at hugsavna seg um fyrireiking til 4x100 m boðrenningina.

Tað bleiv eitt blanda lið, sum royndi seg á 4x100 m. Fyri hvirluna runnu Arni Bartal annan túr og Dánjal síðsta túr. Tíðin hjá teimum gjørdist 49,29 sek, sum teir fingu gullmerkið fyri.