IMG 5243

Persónligu metini fullu í góðveðrinum í Klaksvík

Annað umfar av ársins stórkapping var í Klaksvík. Sum so ofta áður, so høvdu fyriskipararnir í Treysti lagt eitt sindur eyka fyri, við at bjóða kaffi og køku til tey vitjandi. Hvirlurnar kvitteraðu við nógvum góðum úrslitum og einari røð av persónligum metum.

Dreingir -7 ár

Sum vant, var ein grein til tey yngstu. Hesaferð var tað 40 m sprint. Her var Jónatan Vinther Tummasarson klárur tá starturin fór. Tað var ikki til at síggja, at hetta var fyrstu ferð hann royndi seg á hesum teininum, tí tá skotið fór leyp hann avstað saman við hinum fýra dreingjunum. Hann kempaði allan vegin og gjørdi hetta, at hann kom á mál við tíðini 9,33 sek (w:-1,9 m/s).

Gentur 8-9 ár

Anna Effersøe Nónstein og Martha Hammer løgdu fyri við longdarlop. Martha var fyrst at leypa, og her gjørdi hon ikki mætari enn at leypa 2,40 m og harvði legði hon 34 cm omaná sítt persónliga met. So átti Anna tørn, og hon legði 38 cm omaná sítt persónliga met við at leypa 2,98 m. Martha vildi meir, og legði 13 cm afturat sínum persónliga metið í øðrum umfarið. Báðar royndu at koma enn longur út í triðja og síðsta umfarið, men hóast Anna var nær við, so endaðu tær við at leypa ávikavist 2,98 m og 2,53 m.

Tær báðar fóru so beina leið til bóltkast. Her var Martha tann fyrsta, sum skuldi royna seg. Hon legði út við at kasta 10,68 m, sum er eitt sindur frá hennara persónliga meti, meðan Anna kastaði 14,70 m. í øðrum økti Martha til 13,75 m og bøtti harvið um sítt persónliga met við nøkrum centimetrum. Báðar øktu í triðja. Fyrst smekkaði Martha til við at kasta heilta 15,72 m, sum er 2,42 m longri enn hennara gamla persónliga met, og so Anna tá hon kastaði 14,90 m.

So fóru tær til sprint, og var hetta fyrstu ferð tær báðar royndu seg á 40 m teininum, Anna var á geil eitt, og hevði Marthu við síðuna av sær á geil 2. Tær vóru eisini rættuliga tættar allan vegin, og endaði tað við, at Anna rann teinin uppá 8,36 s, meðan Martha rann hann uppá 8,45 s.

Síðsta greinin var 400 m, sum er stytsti miðteinur hjá hesum aldursbólkinum. Her var Anna aftur klár. Hon hevði roynt hetta áður og tá nýtti hon beint omanfyri 2 min, so málið var at koma undir 2 min. Her sást beinan vegin, at tað ikki fór at verða nakar trupulleiki, tí ferðin var høg, og tað riggaði væl at halda ferðina. Úrslitið gjørdist at hon rann teinin uppá bara 1 min 39,25 sek og skar harvið næstan 23 sek av sínum persóliga meti.

Dreingir 8-9 ár

Benjamin Æðustein Thomsen byrjaði sín dag við at leypa longdarlop. Hann legði út við at gera yvirtrakk, men í næsta riggaði. Lopið gjørdist 1,99 m. Hann royndi at koma longri út, men tíðanverri, so gjørdist tað triðja aftur yvirtrakk, so hansara besta hesaferð var 1,99 m.

Næsta greinin var bóltkast, her var Benjamin aftur klárur. Hann legði út við at kasta 13,60 m. Tað næsta miseydnaðist, men í triðja kastaði hann útum sítt gamla persónliga met. Kasti bleiv mátað til 15,45 m.

Hann fór beina leið frá bóltkast til startin á 40 m, sum var næsta greinin. Hann rann hendan teinin uppá 8,51 sek, sum er eitt vet seinni, enn hann hevur megnað áður.

Gentur 10-11 ár

Debora S. Christiansen og Jana Hammer løgdu fyri við at renna 200 m. Her vóru tær ávikavsit uttast og næstuttast. Hetta nervaði tær tó ikki, tí Jana rann teinin uppá bara 34,05 sek, meðan Debora við 37,00 sek var minni enn trý sek aftanfyri.

So var kúlustoyt á skrá. Her skuldu tær royna seg við 2,0 kg tungu kúlunum. Jana legði út við at stoyta kúluna heilt út á 5,80 m, sum er 1,62 m longri enn hon hevði megnað áður. Debora legði eisin út við at bøta um sítt persónliga met, við at stoyta kúluna út á 4,38 m. Debora økti í øðrum til 4,49 m og í triðja kom hon út á 5,05 m. Harvið legði hon 1,41 m omaná sítt persónliga met.

Tær báðar royndu seg eisini á 400 m teininum. Her vístu báðar aftur, at tær hava tikið seg sera nógv fram, tí við tíðini 1 min 19,35 sek skar Jana meir enn 10 sek av sínum persónliga meti, meðan Debora við tíðini 1 min 27,31 sek skar næstan 10 sek av sínum persónliga meti.

Tær endaðu við at leypa longdarlop, og aftur bleiv tað til tvey stór persónlig met. Jana legði út við at leypa 3,29 m og Debora 3,20 m. Báðar øktu í øðrum umfarið, fyrst Jana til 3,54 m og so Debora til 3,35 m. Jana økti aftur í triðja, har hon kom út á 3,64 m. Harvið bøtti Jana um sítt persónliga met við 21 cm og Debora við 19 cm.

Dreingir 10-11 ár

Jónas Jógvansson Kjær og Jósef Vinther Tummasarson løgdu fyri við, at renna 200 m sín fyrsta 200 m nakrantíð. Teir vóru á ávikavist geil 5 og geil 2.  Teir runnu bæði svingi væl og so kempaðu teir síðstu 100 m á mál. Her segði klokkan at Jónas hevði nýtt 38,34 sek um teinin, meðan Jósef hevði nýtt 40,84 sek.

So var kúlustoyt á skrá, og her skuldu teir royna seg við 2,0 kg tungu kúluni. Hetta var fyrstu ferð Jónas royndi seg í kúlustoyt. Jósef legði út við at stoya kúluna út á 6,46 m, meðan fyrsta royndin hjá Jónas miseydnaðist. Jónas fekk tað tó at rigga í øðrum umfarið. Tá kom hann út á 5,25 m. Jósef økti í triðja til 6,71 m. Harvið bøtti Jósef um sítt persónliga met við 2,37 m.

Triðja greinin var 400 m. Hetta er grein báðir høvdu roynt áður. Báðir kempaðu teir sítt besta, og gjørdist úrslitið at Jónas kom á mál við tíðini 1 min 31,53 sek, sum er smá 3 sek frá hansara persónliga met, meðan Jósef skar góð 4 sek av sínum persónliga meti við at renna teinin uppá 1 min 37,50 sek.

Síðsta greinin var longdarlop, sum teir báðir høvdu roynt áður. Her legði Jósef út við at leypa útum síni persónligu met. Lopið hjá Jósef bleiv máta til 3,38 m, meðan lopið hjá Jónas bleiv máta til at verða 2,98 m. Jónas økti í øðrum til 3,08 m. Báðir gjørdu tað teir kundu fyri, at koma enn longur í triðja og síðsta umfari, men teir vóru eitt vet ov stuttir. Harvið endaði Jósef við a leypa 3,38 m, sum et 25 cm longri enn hann hevur megnað áður, meðan Jónas leyp 3,08 m, sum er 18 cm longi enn hann hevur megnað áður.

Gentur 12-13 ár

Helena Effersøe Nónstein og Rebekka Æðustein Thomsen løgdu fyri við at renna 200 m. Tær vóru á ávikavist geil 2 og geil 5. Rebekka kom væl út úr blokkinum, men á veg úr svinginum hevði Helena munin, men tær lógu tættar allan vegin á mál, har tær gjørdust nummar fýra og fimm. Á málinum segði klokkan at Rebekka hevði runnin teinin uppá 36,44 sek og harvið skorið 4,33 sek av sínum persónliga metið, hóast har var ein mótvindur uppá heili 2,8 m/s. Við tíðini 37,21 sek var Helena beint aftanfyri Rebekku. Hon skar heili 5,24 sek av sínum persónliga meti.

So royndu tær seg við 2,0 kg tungu kúluni. Her legði Helena út við at stoyta kúluna út á 5,22 m, sum er næstan ein metur longri enn hon hevði megnað áður. Rebekka økti um sítt persónliga met við, at stoyta kúluna út á 5,65 m. Eftir fyrsta umfar lógu tær báðar ávikavist nr trý og fýra. Í øðrum umfari gjørdi Rebekka bart, tí við at stoyta kúluna heilt út á 7,71 m legði hon seg á eitt trygt fyrsta pláss. Helena vær líka við at koma longri út eisini, men tað gjørdist 3 cm styttri enn tað fyrsta. Ongin broyting hendi í síðsta umfarið, og harvið vann Rebekka kappingina við 7,17 m, sum er 2,63 m longri enn hon hevði megnað undan kappingini. Helena gjørdist nummar fýra við 5,22 m, sum er 93 cm longri, enn hon hevði megnað undan kappingini.

Síðan fóru tær til longdarlop. Her gjørdu báðar yvirtrakk í fyrsta umfarið, men í øðrum riggaði hjá báðum. Tær høvdu góða ferð og fingu eitt gott avsett. Helena leyp 3,49 m og legði sostatt 44 cm omaná sítt persónliga met, meðan Rebekka leyp 3,45 m og legði 67 cm omaná sítt persónliga met. Hetta gjørdust bestu royndirnar hjá teimum, og endaðu tær sum ávikavist nummar trý og fýra í kappingini.

Síðsta greinin var 800 m, sum eru tveir heilir umgangir á breytini. Her legði Helena varliga út og helt seg at einari aðrari í fyrsta umgangin, men mátti lata hana sleppa, tá góðir 200 m vóru eftir. Hon kempaði tó allan vegin. Hetta gjørdi at hon kom á mál við tíðin 3 min 42,19 sek í sinari fyrstu roynd á hesum teininum.

Gentur 14-15 ár

Ria Langgaard var einsamøll Hvirla millum hinar 14-15 ára gomlu genturnar. Hennara fyrsta kapping var 200 m. Hetta var eisini fyrstu ferð hon royndi seg á hesum teininum. Tað var tó ikki til at síggja, tí hon rann væl, hon helt trýsti í svinginum, og pressaði úr svinginum, og so megnaði hon at halda formin allan vegin á mál. Her segði klokkan 32,38 sek, hóast en mótvind uppá 2,7 m/s. Harvið gjørdist hon nummar trý í kappingini.

So var trýstøkk á skrá. Hetta hevði Ria heldur ikki roynt áður í kapping, og bara eina ferð til venjing. Hon er tó sterk, sum er ein fyrimunur í eini so krevjandi grein sum trýstøkk. Fyrsta lopið gjørdist 8,39 m. Tað næsta var ein centimetur sty,ttri, meðan tað triðja var nakað styttri. So var roynt at leingja atrenningina, fyri at geva henni meir ferð inn í lopið. Fjórða og fimta umfarð fór til at fáa tað at passa. Í sætta fekk hon so aftur eitt úrslit, men tíðanverri var hon nú blivin varðin og helt aftur, men hóast hetta kom hon út á 8,29 m. Hon van ein tryggan sigur í kappingini.

Dreingir 14-15 ár

Jóhan Waagstein var einsamallur, at royna seg móti hinum 14-15 ára gomlu dreingjunum. Hann hevði valt at hugsavna seg um kúlustoyt, har hann áður hevur megnað at stoytt 4,0 kg tungu kúluna út á 7,02 m. Hann er tó mentur nógv, og longu í fyrsta umfarið kom hann út á 8,45 m. næsta royndin var eitt vet styttri. Tann triðja gjørdist tann besta. Her kom hann út á 8,53 m. Harvið vann hann ein tryggan sigur, samstundis, sum hann legði 1,51 m omaná sítt persónliga met.

Gentur 16-17 ár

Tað vóru tríggjar Hvirlur millum tær fimm, sum fóru í blokkin, tá startarin rópi «á plássini» á 200 m startinum. Hesar vóru Elena Ellindsdóttir Olsen á geil 2, Bjalla Beintudóttir Dalsgarð á geil 3 og Lucia Gjoveraa Sødergren á geil 4. Her fingu allar ein javnt góðan start. Tað var tó Bjalla, sum kom best úr svinginum, beint frammanfyri Elenu við Lucia á einum triðja plássi. Bjalla megnaði at økja um avstandin til Elenu inn móti málinum, meðan Elena eisini megnaði at økja aftur til Luciu. Á málinum segði klokkan at Bjalla rann teinin uppá 28,53 sek, sum er 0,17 sek frá hennara persónliga metið. Elena rann teinin uppá 29,12 sek, sum bara er 0,04 sek frá hennara persónliga metið, meðan Lucia á fjórða plássi skar 0,51 sek av sínum persónliga metið við at renna teinin uppá 30,99 sek. Har var ein mótvindur uppá 1,2 m/s.

So var trýstøkk á skrá, og eins og Ria er tað ikki nakað, sum nøkur av teimum hevði vant stórvegis. Lucia var fyrst av teimum trimum, og her legði hon ein centimetur omaná sítt persónlga met við at leypa 9,43 m, tá hon legði seg á odda. Elena tók tó fyrsta pláss, tá hon leyp 9,36 m og harvið bøtti um sítt persónliga met við 13 cm. Bjalla var nummar trý eftir fyrsta umfarið, við einum lopið uppá 8,99 m. Lucia økti í øðrum umfari til 8,90 m, og var hon sostatt bara 19 cm aftanfyri Bjallu. Bjalla svaraði tó aftur við, at tangera sítt persónliga met, sum er 9,47 m. Harvið leyp hon heilt fram á fyrsta pláss í kappingini. Í triðja fekk Elena tað at sita, og tók hon fyrsta pláss aftur, við at leypa 9,71 m. Ongin broyting hendi í fjórða umfarið, men í fimta fekk Lucia tað at sita. Hon kom heilt út á 9,41 m, og legði seg á triðja pláss, bara 6 cm aftanfyri Bjallu . Bjalla svaraði aftur við at økja til 9,58 m. Elena økti í síðsta umfari til 9,74 m, meðan Bjalla eisini økti, men við 9,68 m bleiv hon verðandi á øðrum plássi. Harvið legði Lucia á triðja pláss 99 cm omaná sítt persónliga met, Elena á fyrsta plássi legði 51 cm omaná sítt personliga met, meðan Bjalla á triðja plássi legði 21 cm omaná sítt persónliga met.

Síðsta greinin var kúlustoyt, og her royndu tær Bjalla og Lucia seg saman við Elin Johnsdóttir. Hendan kappingin gjørdist ikki líka spennandi sum trýstøkk, tí at støðan broyttist ikki frá fyrsta umfarið. Tá stoytti Lucia 3,0 kg tungu kúluna 7,99 m, meðan Elin kom út á 7,37 m og Bjalla út á 6,53 m. Elin økti í øðrum til 7,86 m, meðan Bjalla økti í øðrum til 6,59 m og í fjórða til 6,82 m. Harvið legði Lucia 92 cm omaná sítt persónliga met, tá hon vann kappingina, meðan Elin á øðrum plássi legði 41 cm omaná sítt persónliga met. Bjalla gjørdist nummar trý.

Dreingir 16-17 ár

Arni Bartal hevur nýliga valt, at hugsavna seg um longdarlop, men hann var tó, sum altíð klárur at royna seg tá starturin fór á 200 m. Tíðanverri var hann einsamallur í sínum bólki, men tað er ikki nakað, sum forðar Arna Bartal í, at vísa hvat hann megnar. Hann hevur tikið seg støðugt fram, so hóast hann ikki longur venur sprintúthaldni, so megnaði hann at renna teinin uppá 28,12 sek, sum er 0,47 sek skjótari enn hansara persónliga met, hóast hann rann inn í ein mótvind uppá 1,2 m/s.

Næsta greinin var trýstøkk. Her legði hann út við at leypa 9,85 m, sum er 25 cm longri enn hansara persónliga met. Tað næsta var yvirtrakk og tað triðja eitt vet styttri, men í fjórða fekk hann næsta avsett at sita, og nú kom ein óvanta avbjóðing, tí mátibandi var bara 10 m. Hesin trupulleikin bleiv tó loystur, og vísti tað seg at Arni Bartal hevði lopið 10,33 m. Hetta endurtók hann í fimta við at leypa neyvt somu longd. Í sætta kom hann so heilt út á 10,41 m, hóast ein mótvind uppá 1,6 m/s. Harvið legði hann 81 cm omaná sitt persónliga met.

Arni Bartal var eisini klárur til kúlustoyt, har hann fekk selskap av Baldur Báruson Persson og Jógvan Inga Falkvard Joensen. Baldur var fyrst at fáa sær 5,0 kg tungu kúluna í hondina. Hann hevur ognað sær ein stabilan teknik, og tað vísti hann longu í fyrsta umfarið við, at stoyta kúluna út á 9,18 m. Arni Bartal royndi seg og kom hann út á 8,41 m, sum er væl longri enn hann hevði megnað áður. Jógvan Ingi, sum tann triðji í røðini, kom út á 11,31 m í fyrsta umfari. Ongin broyting var í øðrum umfarið. Í triðja kom Baldur, sum nú brúkti beinini meir, út á 9,49 m, meðan Jógvan Ingi bøtti um sítt persónliga met til 11,71 m. Jógvan Ingi hevði trupulleikar við at halda seg í ringinum, og tískil blivu tey trý síðstu til yvirtrakk, meðan Baldur var stabilur við trimum royndum millum 9,30 og 9,34 m í teimum trimum síðstu. Arni Bartal megnaði at økja í síðsta, har hann kom út á 8,52 m. Harvið gjørdist Jógvan Ingi nummar eitt við 11,71 m, sum er 19 cm longri enn hann hevur megnað áður. Baldur gjørdist nummar tvey við 9,49 m, sum er næstabesta úrslitið hjá honum, og Arni Bartal gjørdist nummar trý við 8,52 m, sum er 4,73 cm longri enn hann hevur megnað áður.

Gentur 18-19 ár

Ai Waagstein var einsamøll at royna seg við 4,0 kg tungu kúluni. Hon legði út við at bøta um sítt persónliga met við 4 cm til 6,47 m. Hon legði 3 cm afturat í øðrum umfarið og 5 cm í triðja umfarið. Tey síðstu trý vóru eisini stabilt long, har tað longsta var ein endurtøka av teimum 6,55 m, sum hon stoytti kúluna í triðja umfarið.

Kvinnur

Anja Christensen og Lovisa Niclasen royndu seg í kúlustoyt. Lovisa hevur vant í smá tvey ár, meðan Anja byrjaði at venja kúlustoyt fyrr í ár. Lovisa legði út við at stoyta kúluna út á 9,59 m. Anja kom langt út, men hon megnaði ikki at halda seg í ringinum, og endaði tískil við at gera yvirtrakk. Lovisa fekk verðuliga ferð á í øðrum, har hon kom út á 9,98 m, sum er 1 centimetur frá hennara persónliga meti. Anja, sum hevði trupult við at fáa rútmuna at sita, kom út á 8,22 m í øðrum. Hon økti til 8,61 m í triðja. Í fjórða fekk Lovisa aftur góða ferð á kúluna, men aftur lendi hon beint áðren 10 m strikuna. Hetta bleiv máta til 9,89 m. Anja fekk allsamt betri rútmu í síni kast og í fimta umfari kom hon út á 9,01 m, sum gjørdist hennara longsta hesaferð.

Fleiri myndir eru í myndasavinum.