Persónlig met, silvur og bronsu fyrsta dagin á DMU
Fimm ungar hvirlur royna seg í dysti um danska meistaraheiti fyri ung. Kappingin er á Tårnby stadion.
G14-15:
Hetta var fyrstu ferð Ria Langgaard royndi seg á danska meistaraheitinum fyri ung. Hon byrjaði við longdarlopi. Her var málið at bøta um persónliga metið. Hetta byrjaði tó ikki heilt eftir vild, tí í fyrstu royndini var hon næstan ½ m frá plankanum, og tí bleiv lopið máta til 3,60 m. So bleiv atrenning justera, men her vildi vindurin ikki spæla við, tí har hann í fyrsta lopinum var 1,2 m/s undan, so var hann nú 2,6 m/s ímóti. Hetta gjørdi at Ria aftur leyp langt aftanfyri plankan. So var ein roynd eftir at fáa tað at rigga. Riu so líkt, so megnaði hon tað, tá í á stóð, tí í síðsta sat atrenningin, og hon hevði góða ferð. Harvið megnaði hon at leypa 3,94 m og harvið bøtti hon um sítt persónliga met við 2 cm.
Eftir at slappa av eina lítla løtu, var tíð at hita upp til 100 m. Til venjing hevur Ria til tíðir víst at okkurt var ávegis, og tí var spennandi at vita, hvussu tað fór at sita hesaferð. Longu til upphiting sást at hetta fór at verða ein góður dagur. So var, tí eftir ein góðan start, so megnaði hon at renna teinin uppá 15,43 sek og skar harvið heili 0,46 sek av sínum persónliga metið.

G16-17:
Bjalla Beintudóttir Dalsgarð royndi seg á 100 m teininum, har hon legði fyri við at renna innleiðandi riðil fyrrapart. Bjalla hevur runnið væl til venjing, og tí var spennandi at vita, um hetta fór at halda áfram í kapping. Hon fekk tó ein hvøkk í startinum, sum miseydnaðist heilt, men hon megnaði at kempa seg framm og kom á mál við tíðini 13,49 sek, sum rakk til eitt pláss í finaluni.
Smáar tveir tímar seinni fór Bjalla so aftur í blokkin. Hesaferð sat starturin betri, men hóast hetta, so gjørdist tíðina 13,53 sek, og harvið eitt vet seinni. Teir 13,49 sek eru tó 0,27 sek skjótari enn hennara persónliga met, og neyvt ½ sek skjótari enn hennara persónliga met var við ársbyrjan. Eisini er tíðin bert 0,19 sek frá oyggjaleikakravinum.
G18-19 ár
Elena Ellindsdóttir Olsen var fyrsta hvirla í eldin. Hon legði fyri við at longdarlop kl 10:00 um morgunin. Elena hevur sera góða lopstyrki, og ferðin er støðugt økt í atrenningini, men tað hevur verði trupult at fáa heildina at sita, og tað var hetta, sum merkti kappingina hesaferð. Fyrstu lopini hevði hon góða ferð, men fekk ikki atrenning at sita, men hon megnaði tó at koma út á 4,41 m. Ikki fyrr enn í síðsta lopið sat atrenningin, men timing í lopinum var ikki heilt so góð, sum Elena ofta megnar, og tí bleiv lopið mált til 4,53 m. Harvið fekk hon ikki persónligt met hesaferð. Hon fekk tó eitt bronsumerkið fyri avrikið.

Ímeðan Elena leyp var Ai Waagstein byrjað uppá sína kapping í spjótkast. Ai hevur kasta støðugt upp móti 35 m í kapping seinastu tíðina, men tíðanverri var økslin stressa, og tí hitaði Ai róliga upp, fyri at skána økslina. Tað var tí ikki fyrr enn í fyrsta kasti, at hon setti eitt sindur av ferð á. Tað var tó eyðsýnt at hon ikki kastaði ígjøgnum við arminum. Kasti lendi tó á 29,55 m. Hon royndi tvey kast afturat, fyri at umganga at stressa økslina ov nógv valdi hon at steðga, hóast bronsan var niðanfyri 34 m. Hon gjørdist sostatt nummar fýra í kappingini.
Elena royndi seg so í 100 m finaluni. Málið var at vita um góða gongdin á Tórsbreyt kundi yvirsetast til eitt persónligt met. Her var hon tó óheppin, tí í finaluni var mótvindurin 1,9 m/s. Elena gjørdi tó sín part, tí eftir ein góðan start helt hon ein góðan stíl og pressaði væl allan vegin. Tíðin gjørdist harvið 13,94 sek. Um ein justerar fyri vind, so vildi tíðin itið 13,76 sek, sum er skjótari enn hennara persónliga met. Elena endaði sum nummar seks í finaluni.
D18-19 ár
Arni Bartal Joensen legði fyri við at renna 100 m. Her hevur venjing verið misjøvn, tí hann hevur runnið sera væl summar venjingar, meðan ferðin ikki hevur verið eins góð aðrar dagar. Arni Bartal sá gott út til upphiting, og starturin sat væl, men hesaferð riggaði tað ikki heilt at kom upp í ta ferð, Arni Bartal til tíðir megnar. Tíðin hjá honum gjørdist 13,16 sek, sum bara er 0,19 sek frá hansara persónliga metið, hóast ein mótvind uppá 1,1 sek. So tað er lítil ivi í at hetta kemur at blíva væl betri tá hann rakar dagin.
Eftir ein steðg uppá næstan fimm tímar, skuldi Arni Bartal royna seg aftur. Hesaferð í trýstøkk, sum er grein, hann er byrjaður at hugsavna seg um. Royndarlopini vóru sera misjøvn, har atrenningin ikki vildi sita. Tað var ikki fyrr enn í allar síðsta royndarlopið at hann fekk tað at sita. Hetta helt á inn í kappingina, har fyrsta lopið sat sum tað skuldi. Gott fyrsta avsett, men fekk ikki heilt kraft í tað næsta, men fekk hinvegin góða kraft í tað triðja. Úrslitið gjørdist 10,44 m, sum er persónligt met. Næstu tvey lopini vóru meinlík, men ikki longri. So vísti møðin eftir nógvu royndarlopini seg, og tíð miseydnaðust tey síðstu. Arni Bartal endaði sostatt á 10,44 m, sum hann fekk silvurmerkið fyri.
