Persónlig met og sigur í Tårnby
Fýra ungar Hvirlur royna seg í ársins útgávu av Tårnby Games. Eftir ætlan skuldu tað verða fimm, men tíðanverri hevur ein skaði gjørt at einans fýra royndu seg hesaferð. Tårnby Games er fyrsta stóra kapping í Danmark, og tí er hon ofta væl vitja, og hóast luttakaratalið var eitt sindur lægri enn tað onkuntið hevur veðri, so var støði høgt, ikki minst vegna nógvu sterku sviðarnar, sum royndu seg.
Hamarkast G18-19 ár
Fyrst í eldin var Elin Johnsdóttir. Hon royndi seg í við 4,0 kg tungu kvinnuhamarnum í bólkinum Gentur 18-19 ár. Elin hevði fyrr í ár bøtt um sítt persónliga met við uml tveimum metrum m til 34,74 m. Venjing hevu tó gingið væl, og tí fór hon í gongd í vón um at bøta enn meir um sítt persónliga met. Í fyrsta umfarið var hon næstan ov skjót, og náddi tí ikki at gera hvønn umgangin lidnan. Hon fekk tó hamaran út, og bleiv tað máta til 33,15 m. Í næsta kom hon betri inn í kasti og var meir tolin í snúðningingunum. Hetta gjørdi, at hon kom út á 35,27 m, og bøtti harvið um sítt persónliga met við umleið ½ metri. Í triðja royndi hon at fáa meir ferð á hamaran, og eydnaðist hetta væl, men í síðsta hálaði hon í so nógv í hamaran, og tí misti hon ferðina. Hóast hetta megnaði hon at leggja enn ein ½ metur omaná sítt persónliga met. Í fjórða megnaði hon at fáa ferðina inn, og halda trýsti. Til allar síðst hálaði hon tó eitt sindur, men hetta tók ikki líka nógva ferð av, sum í triðja. Kasti bleiv máta til heilar 37,74 m. Hetta gjørdist tað longsta hjá henni hesaferð. Við tí hevði hon lagt neyvt tríggjar metrar afturat sínum persónliga metið, og er hon nú bara góðan metur aftanfyri tað, hon megnaði við 3,0 kg tunga hamarnum í 2025. Kasti er einans 26 cm aftanfyri oyggjaleikakravið.
Spjótkast G18-19 ár
So átti Ai Waagstein tørn. Hon skuldi royna seg við 600 g tunga kvinnuspjótinum í bólkinum gentur 18-19 ár. Ai, sum hevur spælt hondbólt í vetur, er nú byrja at venja frælsa ítróttin fult aftur, og tí var tað spennandi at vita, hvat hon megnaði. Hon legði út við stuttari atrenning, og kastaði 31,07 m, sum er longri enn hon hevur megnað til venjing í ár. Í øðrum og triðja økti hon um ferðina, og legði hon ½ m afturat hvørt umfarð. So fór hon til fulla atrenning. Her riggaði timing ikki í fystu royndini, men í næstu royndini sat timing betur, og fekk hon harvið kroppin í kasti. Hetta gjørdi at spjótið fleyg út á 35,82 m. Í síðsta royndi hon at justera fótísetan av høgra, og gjørdi hetta at nakað av ferðini fór úr kastinum. Kasti gjørdist tó 33,30 m. Teir 35,82 m hon kastaði í fimta rukku til eitt fyrsta pláss í kappingini, og fyri tað fekk hon eina eskju av shokulátu (bara vinnarar hjá 18 ár og eldru fáa viðurkenning á Tårnby Games). Tað, sum kanska hevur størri týdning er at Ai aftur kastaði útum oyggjaleikakravið.
100 m G18-19 ár
Eftir ein steðg var 100 m á skránni, og her skuldu Elena Ellindsdóttir Olsen og Lucia Gjoveraa Sødergren royna seg. Her fekk Lucia ein góðan start, meðan starturin hjá Elenu, sum annars plagar at verða góður, riggaði ikki heilt. Starturin hevur nógv at siga, men ikki alt, og her megnaði Elena at renna seg væl upp, meðan Lucia, misti eitt sindur móti endanum, og harvið fór Elena framvið. Hóast tær runnu í einum lítlum mótvindi, so fingu báðar eina góðkenda tíð við heim. Tíðin hjá Elenu gjørdist 14,15 sek, meðan Lucia, við at renna 14,29 sek, skar 0,37 sek av sínum persónliga metið. Báðar skulu royna seg í longdarlopið í morgin (sunnudag).