
Ólavsøkan sett
Hvirlan hevur verði við til ólavsøkuskrúðgongduna hvørt ár síðan felagið bleiv stovnað í 2008. 2025 var ongin undantøka, tí aftur vóru eyðkendu hvirlulitirnir reytt, svart og hvítt at síggja tá skrúðgongan byrjaði uppi við Finsen, og endaði á grasfløtuni frammanfyri tinghúsið.
Flaggberi í ár var Bjalla Beintudóttir Dalsgarð. Bjalla hevur vant við Hvirluni í nøkur ár. Bjalla venur miðvíst frælsar, og er á breytini fýra dagar um vikuna, umframt at hon venur styrki tvær ferðir. Henni dámar best langsprint og lop, men fyri at optimera hesar greinar venur hon stuttsprint og lop. Hon kappast tó eisini, sum so nógvar aðrar hvirlur, í kast eisini, har hamarkast er kastigreinin henni dámar best. Hon er eisini partur av venjaratoyminum, sum venur yngstu hvirlurnar hvønn hósdag frá kl 17:00 til 18:00 á Tórsbreyt. Umframt frælsar, er hon ein íðin guitarleikari, har hon hevur framførslur bæði í Føroym og uttanfyri landoddarnar, tá hon annars ikki passer hundahvølpin Panda.
Í hvirluni eru tvey lið, sum venja á Tórsbreyt, yngra liðið venur hvønn hósdag frá 17:00-18:00, meðan tað eldra hevur venjingartíðir allar dagar í vikuni, har venjingartíðir eru ymiskar alt eftir hvønn greinabólk (kast, lop, renning) ein hugsavnar seg um.
Myndir frá skrúðgongu og setan síggjast her.