IMG 7056

Ólavsøkan er sett!

Hjá Hvirlum byrjar Ólavsøkan kl 13:15 tá møtt verður við Finsen. So verður stilla upp áðren skrúðgongan byrjar. So var gingið oman gjøgnum býðin millum nógvu fólkini, sum stóðu klár til setanina frammanfyri Tinghúsið.

Í limatalið er Hvirlan ikki av størstu feløgum, men hon sæst, bæði til venjing, í kapping og ikki minst tá Ólavsøkan verður sett. Í ár var tað unga Lucia Gjoveraa Sødergren, sum var flaggberi. Lucia hevur vant í nøkur ár, og hevur víst stórt ídni og nærlagni. Tað hevur tryggja henni støðuga framgongd, sum kulmineraði farna vikuskiftið har tað bleiv til gull á FM í longdarlopi.