Banner

Nógv persónlig met fyrsta dagin í Reykjavík

Aftur í ár luttekur Hvirlan á Stórmót ÍR, sum er størsta innandurakapping í Íslandi. Kappingin fór fram í Laugdardalshøllini, ið er ein høll til frælsa ítrótt. Níggju íðkarar vóru við í ferðalagnum, har teir átta eisini vóru við í 2024.

Yngsti íðkarin hesaferð var Ria Langgaard, sum kappaðist í bólkinum Gentur-14. Hon legði út longu kl 09:00 um morgunin við at kappast í longdarlop, móti heili 18 øðrum ungum gentum. Upphitingin gekk væl, og har var bæði ferð og kraft. So fór kappingin í gongd, og í fyrstu royndini fekk hon nýtt ferðina, hon hevur ognað sær til venjing í vetur. Tíðanverri riggaði lendingin ikki (Video), og misti hon harvið rættuliga nógv. Í næstu lopunum var intensiteturin ikki har, og blivu tey tí styttri. Tær 3,13 m hon leyp í fyrsta er persónligt met inni, og bara 1 cm styttri enn hennara met úti.

Ria var eisini tann næsta í eldin. Tað var tá hon, ½ tíma eftir at longdarlop var liðugt fór í blokkin at renna 60 m, sum er stytsi teinur inni. Av tí at hetta var fyrstu ferð, hon royndi seg inni, so var ilt at meta um støði, men venjingartíðir týddu uppá, at hon kundi megna, at renna millum 10,2 og 10,4 sek. Her var Ria tó ikki einig, tí hon fekk ein sera góðan start, og við at halda gott trýst allan vegin, endaði hon við at koma á mál við tíðini 9,76 sek.

So áttu Arni Bartal Joensen og William Erik Schilling Kruse tørn. Teir løgdu, eins og Ria, út við at kappast í longdarlop móti hinum 16-17 ára gomlu dreingjunum. Arni Bartal legði væl út við, at gera yvirtrakk og tískil bleiv longdin ikki máta. William var varin inn til plankan, og mista ferðin kostaði nógv í longd. Lopið bleiv máta til 3,28 m. Í næsta umfarið var Arni Bartal í so varin, og leyp hann tí 25 cm aftanfyri plankan. Lopið bleiv tó máta til 4,57 m, sum er persónligt met. Næsta hjá William var umleið 4 metrar, men hann gjørdi tíanverri yvirtrakk. Í triðja og siðsta umfari satsaðu báðir, og lupu teir eisini báðir sítt longsta lop. William kom væl útum 4 m strikuna, meðan Arni Bartal lendi nærhendis, um ikki hinumegin 5 m strikuna. Tíanverri kom stóratá hjá báðum ov langt fram, og tí blivu bæði dømd yvirtrakk.

So áttu kastarar tørn. Fyrst vóru tað Baldur Báruson Persson og Jógvan Ingi Falkvard Joensen, sum royndu seg við 5 kg tungu kúluni. Jógvan Ingi hevur vant avbjóðandi rotatións-teknikkin, har man byrjar við rygginum til, og so meltur 1½ umgang, áðrenn man stoytur kúluna. Hetta hevur gingið misjavnt til venjing, men nú slapp tað at standa sína roynd. Hendan royndin miseydnaðist bæði í fyrsta og øðrum umfari. Baldur, sum nýtti klassiska glide-teknikkin, legði út við at stoyta 5 kg kúluna út á 8,56 m, sum er góðan ½ m longri enn, hann megnaði við 4 kg kúluni í 2024. Í øðrum umfarið legði hann 24 cm omaná. Í triðja valdi Jógvan Ingi, at fara aftur til glide-teknikkin, og her megnaði hann, at koma út á 10,68 m og tryggjaði sær harvið pláss milllum teir, sum hildu áfram til finaluumførini. Baldur royndi eisini, og aftur kom hann langt útum gamla metið hjá sær, men teir 8,80 m í øðrum umfari var tað longsta, men í so stutt til, at hann kundi halda áfram. Jógvan Ingi royndi at koma longur, men hóast hann var nær við, so vóru teir 10,68 m tað longsta hesaferð. Viðmerkjast kann, at úrslitið var 44 cm longri enn bólkametið hjá 16 ára gomlu dreingjunum.

Beint eftir at dreingirnir vóru lidnir, skuldu 16-17 ára gomlu genturnar kappast, og her var Elin Johnsdóttir við. Elin venur primert hamarkast, men av tí at hamarkast ikki er grein, ein kappast í inni, so royndi hon seg í kúlustoyt. Her legði hon út við, at bøta um sítt persónliga met við 2 cm í fyrsta umfarið. Næstu tvey vóru eitt vet styttri, men í fjórða umfarið fekk hon beini undir seg, og harvið væl meir kraft í stoyti. Úrsltið gjørdist, at hon kom heilt út á 8,16 m. Hon kom einaferð afturat útum 8 m strikuna, men tað var eitt vet styttri. Hon endaði sostatt við, at bøta um sítt persónliga met við næstan ½ metri.

So var 60 m aftur á skrá, hesaferð vóru tað tey vaksnu, tvs at í hesari kappingini eru bólkarnir 16-17, 18-19 og vaksin ein bólkur, tískil runnu Arni Bartal og William móti teimum vaksnu monnunum, eins og Elena Ellindsdóttir Olsen, Lucia og Elin runnu móti vaksnu kvinnunum. Fyrst vóru tað tó mennirnir, og her vóru Arni Bartal og William í sama riðli. Arni Bartal á geil 1 og William á geil 8. Meðan starturin hjá William var nærum optimalur, so miseydnaðist hann heilt hjá Arna Bartal, sum heilt misti annað fetið, tí hann mátti kompensera. Arni Bartal er tó vanur við at kempa, og hann vísti stóru framgongdina, hann hevur fingið í vetur við, at renna teinin uppá 8,47 sek, sum er 0,40 sek skjótari enn hansara persónliga met. William megnaði at koma undir 9 sek fyri fyrstu ferð, við at renna 8,96 sek.

Hjá kvinnunum vóru Elin, sum illa nokk náddi at umstilla seg frá kúlustoyt, og Elena. Eins og hjá monnunum, so vóru tær á ávikavist geil 1 og geil 8. Her fingu báðar ein góðan start, og her vístu báðar, at tær eru blivnar kvikari. Elena kom á fyrsta sinnið undir 9 sek við, at renna teinin uppá bara 8,72 sek. Elin skar 1/4 sek av sínar tíð við, at renna teinin uppá 9,57 sek. Síðst í eldin var Lucia. Hon hevur arbeitt við at effektivisera kraftina í hvørjum avsetti. Hetta sá út til at rigga, og tað vísti seg, at hon skar gott 1/4 sek av sínum persónliga met.

samanumtikið ein góður dagur, har øll fingu løn fyri innsastin til venjing longu køldu vetrarkvøldini á Tórsbreyt.