IMG 3603

Nógv børn á stuttleikum

Hjartatátturin hjá Hvirluni er “øll skulu kunna vera her og kenna seg so mikið væl, at tey fáa lært og ment seg sálarliga sum likamliga við teimum evnum tey hava”. Her eru Stuttleikir ein liður í hesum, tí Stuttleikir eru tiltak, sum ungir íðkarar í Hvirluni skipa fyri. Tey seta seg í samband við stuðlar, tey fáa hjálparar og so eru tey á staðnum við mátibandi, stoppurið ella øðrum tá tiltakið byrjar. Hetta mennir samstarv og felagskenslu umframt at tað byggir upp sjávlsálit hjá tí einstaka. Hetta er uttan iva besta lønin tey fáa, men umframt hetta, so fara allar inntøkur óskerdar til venjingarlegu hjá hesum ungu íðkarunum. Tá so tiltakið byrjar, møta tey børnum, sum sleppa at royna síni evnir innan frælsa ítrótt, tvs bæði innan renning, kast og lop. Hesi børn fáa eitt skreytblað, sum vísur hvat viðkomandi sjálv(ur) megnar. Vónin er at hetta fær barnið at hugsavna seg um egi avrik, og finna gleði í framgongd, óðansæð hvat onnur megna.

Veðrið var av tí besta tá tiltakið fór í gongd, og meir enn 150 børn yngri enn 12 ár royndu, at renna 60 m, kasta 150 g tunga bóltin ella leypa longdarlop. Stóra luttakaratalið merkti, at neyðugt var at nýta báðar lopgryvjurnar, umframt at kasta var á tveimum støðum. Hetta gjørdi at køðirnar ongntíð blivu ov langar. Hvørja ferð eitt barn royndi seg, bleiv úrslitið skriva á skreytblaðið, og tá skreytblaðið var fult, lá leiðin framvið heiðurspallinum, har tað fekk eitt heiðursmerkið fyri avrikið, umframt frukt frá PM og Sunkist frá MBM. Vónandi koma nógv aftur í 2026, at vita um tey megna at renna skjótari, kasta longri og leypa longri.

Meðan børnini kýttu seg, kundu foreldur, ommur, abbar og onnur hugna sær við heimabakari kaku ella nýbakaðari vaflu við kaffi ella te.

Stuðla tiltakinum høvdu: SMS, Norðoya Sparikassi, Alfred, Raska og PM