20250628 192907

Longdarlop og spjótkast fyrsta dagín í Gøteborg

Í ár royndu átta hvirlur seg í samband við at talentlandsliðið luttók í stóru kappingini VU-spelen í Gøteborg í Svøríki. Hesi royndu seg í sprint, lop og kast.

Sum vant var fyrsta kapping spjótkast, og hesaferð átti Jógvan Ingi Falkvard Joensen uppgávuna at byrja. Hann kappaðist í bólkinum Dreingir 16-17 ár, har hann er partur av yngra árganginum. Í fyrsta nýtti hann eina stutta atrenning, og kom tí ikki upp í tað ferðina, sum plagar at geva honum bestu kastini. Flogi var gott, nakað, ið hann fyrr hevur stríðst við, men longdina var hann ikki nøgdur við og valdi hann tí at gera yvirtrakk. Í næsta kasti longdi hann atrenningina, men kanska í so langt, tí at rútman í atrenningini fór síðstu fetini. Aftur valdi Jógvan Ingi at gera yvirtrakk. Í síðsta kasti byrjaði atrenningin væl, men so bleiv hann í so títtur, og harvið fór ferðin aftur ov langt niður, og enn einaferð valdi Jógvan Ingi at gera yvirtrakk. Hesaferð fór hann tí heim uttan eitt góðkent kast. Hann kom tó eisini úr kappingini við einari góðari fatan av, hvat hann skal arbeiða við, og tí er lítil ivi um,  87777777777  at hann ferð at koma væl longri út í næstum.

Stutt eftir at Jógvan Ingi var liðugur, áttu Ai Waagstein og Sunniva Bogadóttir tørn. Hóast tær kappaðust í ávikavist G18-19 ár og kvinnur, so kappaðust tær samstundis. Tær løgdu báðar væl fyri; fyrst Ai, sum við einum tekniskt reinum kasti fekk spjótið út á 31,38 m. Sunniva kastaði so, hennar atrenning var í so stutt, og tí fekk hon ikki ført kasti ígjøgnum. Spjótið lendi tó úti á 32,49 m. Í øðrum umfarið fekk Ai meir kraft fram í spjótið og kastaði harvið 32,39 m. Sunniva valdi at økja um longdina av sínari atrenning. Harvið fekk hon betri pláss at gera kasti liðugt. Hon kom harvið út á 33,36 m. Í triðja kasti økti Ai um intensitetin og við 33,41 m, legði hon enn ein metur omaná sítt úrslit. Sunniva hevði nú fingið tað at sita og fekk góða ferð á, men beint í avleveringini kom ein ógvislig Hvirla, sum gjørdi at avleveringin bleiv darvað. Spjótið lendi tó úti á 34,36 m, og harvið legði hon eisini ein metur omaná sítt úrslit. So var kappingin hálvrunnin, og so sluppu tær bestu átta í hvørjum bólki at halda áfram. Her vóru báðar millum tær, sum hildu áfram, men hvørgin megnaði at økja. Tær endaðu harvið báðar sum nummar sjey við ávikavist 33,41 m (Ai) og 34,36 m (Sunniva).

So átti Bjalla tørn. Hon skuldi royna seg í longdarlopi. Í fyrstu royndini setti hon av, smáðar 40 cm frá plankanum. Hon fekk tó góða ferð og hædd, og megnaði hon tí, at leypa út á 4,19 m. í næsta lopi kom hon nærri plankanum, men hon fekk ikki heilt somu hædd á. Hon kom tó út á 4,35 m. Í triðja fekk hon góða ferð á og góða hædd eisini, tíðanverri ”misti” hon vinstra bein, sum nart við sandin næstan ½ m áðrenn hitt beini og kroppurin. Harvið misti hon hendan hálvan meturin. Lopið gjørdist tó 4,24 m.