TB26

Longdarlop og 300 m annan dagin

Annan dagin var Hvirlan umboða í longdarlop hjá 18-19 ára gomlu gentunum og 300 m hjá monnum.

Longdarlop G18-19 ár

Elena og Lucia royndi seg í longdarlop seinna dagin. Her var uppgávan eitt sindur størri enn tær eru vanar við, tí at tær høvdu fyrst trý lop, og um tær so skuldu halda áfram, so skuldu tær vera millum tær seks bestu. Lucia legði út, hennara atrenning hevði rigga væl í upphiting, men tá hon skuldi leypa, so var hon væl aftanfyri plankan. Lopið gjørdist 4,32 m (w:-0,7 m/s), sum var 6 cm longri enn hennara persónliga met. Elena hevði ikki fingið atrenning at sita áðrenn kapping byrjaði, og í fyrsta lopinum gjørdi hon stórt yvirtrakk, og lopið bleiv tí ikki máta. Lucia fekk betri ferð á í næsta og lopið var betri, hóast hon enn var langt frá plankanum, og harvið «ofraði» omanfyri 20 cm í longdini. Lopið gjørdistg 4,54 m, og harvið økti hon aftur um sítt persónliga met. Elena kom nærri, men enn var tað yvirtrak við einum fóti. Lucia leyp so sítt triðja lop, sum var meinlíkt øðrum. Hesaferð kom hon út á 4,58 m. Elena royndi seg aftur. Hon flutti byrjanina, og úrslitið var eitt langt lop, men aftur var tað yvirtrakk, hesaferð við ½ fóti. So hon endaði tíðanverri við ongum góðkendum lopið, og slapp tí ikki at halda áfram í kappingini. Lucia helt áfram í finaluni, og í fjórða lopið var fokus at koma nærri plankanum, og hetta megnaði hon, men tíðanverri var tað yvirtrakk við einum sentimetri. Í fjórða og fimta var hon aftur í so varðin og leyp væl aftanfyri plankan. Harvið gjørdist tað longsta hjá henni 4,58 m, sum er 26 cm longri enn hennara persónliga met.

 

300 m Menn

Eitt sermerki við Tårnby Games er at vaksin renna 300 m, heldur enn 400 m, sum er vanlig grein. Her hevur Dánjal Dahl Ljósheim roynt seg, og var hann aftur við í ár. Dánjal hevur vant væl í vetur, og tí var málið at koma væl í gongd við kappingar úti í summar. Hann var í geil 2 í fremsta riðli, har allir teir skjótastu royndu seg. Dánjal fekk tó ein minni góðan start, og kom tí ikki upp at sprinta sum hann kann tá tað situr hjá honum. Hann kempaði tó, sum altíð, og megnaði at renna teinin uppá 35,62 sek, sum bara er umleið ½ sek frá hansara føroyska meti.