Langt og skjótt síðsta dagin
Síðsta dagin var veðrið aftur av tí allar heitasta við høgari luftfugtigheit, so var tað aftur ein avbjóðing hjá Hvirlunum, sum eru meira vanar við at venja í kuldanum á Tórsbreyt. Tað blivu tó til lang kast, lop og skjótar tíðir í sprint.
Tað var Rebekka Æðustein Thomsen, sum legði fyri triðja dagin á Slotskogsvallen. Hon skuldi royna seg í kúlustoyt. Tað vóru so mikið nógvir luttakarar, at tær vóru deild upp í tveir riðlar við 35 í hvørjum. Her var Rebekka í fyrra riðlinum, har tær, sum hava kasta longst vóru. Hon legði út við at kasta 9,30 m. Tað er 1,65 m omanfyri hennara persónliga met. Næsta var eitt vet styttri, men í mun til aðrar kappingar, so kom hon aftur og var aftur á 9,00 m í triðja umfari.
Helena Svabo Ziska royndi seg í diskuskast. Í fyrstu royndini yvirroteraði hon, og fekk tí ikki kraftina fram í diskin. Úrslitið gjørdist tó 32,85 m, sum bara er 15 cm frá oyggjaleika kravinum. Í øðrum royndi hon at fáa meir ferð á, men kasti misteydnaðist. Í triðja og síðsta kom hon betri fram, men rútman sat ikki. At hon megnaði 32,85 m uttan at raka dagin sigur, at har er nógv meir at heinta.
Ímeðan Helena kastaði fór William Erik Schilling Kruse í blokkin at renna 200 m. William, sum longu hevði skorið meir enn eitt sek av sínum persónliga meti á teininum í 2026, hevði sum mál at koma undir 27.00 sek. Hann fekk ein minni góðan start, men rann seg væl inn í feltið og helt góða ferð allan vegin. Hetta gjørdi at klokkan á málinum váttaði, at hann hevði nátt málinum, og ikki bara nátt tí, hann hevði runnið teinin uppá 26,04 sek. Harvið hevur William bøtt um sína tíð á 200 m við ikki minni enn 2,63 sek í 2026.
So skuldi Elena Ellindsdóttir Olsen royna seg í trýstøkk. Kappingin var nógv seinka, og tí var spenningur um Elena fór at náða toki aftur til flogvøllin í Kastrup. Fyrsta lopið gjørdist 9,93 m. Í øðrum fekk hon góða ferð fram, men kom til at gera yvitrakk, og lopið bleiv tí ikki mátað. Í triðja rakti hon plankan væl og fekk góða ferð inn í bæði fyrsta og annað avsett. Triðja timaði hon eitt vet galið, og endaði hon tí við at renna út í grøvina, heldur enn at leyp. Hóast hetta bleiv lopið máta til 9,67 m! Fjórða riggaði betur, um enn hon ikki hevði somu ferð við sær inn í lopið. Hetta bleiv máta til 10,24 m. Hon leyp nevyt somu longd í fimta og so aftur 9,95 m í sætta. Elena hevur longu, stutt eftir at hon byrjaði at venja trýstøkk meir miðvíst, lyft støði hjá sær munandi.
So átti Bjalla Beintudtóttir Dalsgarð tørn. Hon skuldi royna seg á 200 m. Her fekk hon ikki eins góðan start, sum á 100 m, men hon vísti verðuliga styrki síðstu 100 m, har hon tók eina fyri og aðra eftir, inntil hon kom á mál á øðrum plássi í riðlinum. Tíðin hjá henni gjørdist 27,69 sek, sum er 0,67 sek undir hennara persónliga met.
Síðsta Hvirlan í eldin var Dánjal Dahl Ljósheim, sum var komin úr Keypmannahavn, har hann er í lestrarørdinum, at royna seg. Hann hevði avlýst startin á 400 m vegna sjúku, og var ikki heilt klárur, men valdi tó at royna seg á 200 m teininum. Her rann hann teinin uppá 23,19 sek, sum hóast tað er undir kravið til oyggjaleikirnar, so er tað nakað frá hansara besta.
Ferðin endaði við einum spurti inn á hotellið eftir viðførðinum, og so yvir á tokstøðina fyri at náða toki til flogvølllin. Á flogvøllinum vísti tað seg at flogfarið bleiv útvið 5 tímar seinka, so tað vóru troyttar Hvirlur sum lendu í Vágunum mánamorgun.