Langa ferðin hjá Tinnu til Guernsey

Tinna Berg Jørgensen var fyrsta Hvirla í eldin á hesum oyggjaleikunum. Hennara kapping byrjaði kl 14:50 fór í blokkin á geil 7 í fyrsta riðli. Ferðin hjá Tinnu, byrjaði tó fyri nógvum árum síðan, og hevur verið alt annað enn løtt.

Fyrstu ferð Tinna royndi seg í frælsu ítróttini var, tá hon sum 10 ára gomul byrjaði at venja við “hvirluvindunum”, sum yngsti venjingarbólkurin hjá Hvirluni verður nevndur. Her var venjingin breið, og kappaðist Tinna í sprint, rimarenning, kast og lop, men tað var skjótt at hon fall fyri styttru sprint teinunum. Tað var eisini í sprint, at hennara fyrsta føroyska met kom. Tað var tá hon, 12 ára gomul rann 8,81 sek á 60 m í innandura kappingini Stórmót ÍR og harvið gjørdist fyrsta føroyska kvinna undir 9 sek á hesum teininum.

Áhaldandi trupulleikar við skinnabeinunum gjørdi, at hon valdi at steðga í 2017 við frælsari ítrótt. Hugurin var tó altíð har og í 2020 byrjaði hon aftur at venja. Trupulleikin við skinnabeinunum var framhaldandi har, og fyrsta árið eftir at hon byrjaði aftur, stríddist hon við at fáa bilbukt við trupulleikan. Tað gekk seint, men støðugt frammá, soleiðis at hon eftir hálvum árið megnaði at venja sprint 1-2 ferðir um vikuna. Tað tók tó eitt heilt ár, áðrenn hon megnaði at venja fult við hinum. Her vóru so avbjóðingar á vegnum, tí miðjan august beklaði hon rættuliga illa. Hon kom tó skjótt fyri seg aftur, tí bara tríggjar vikur seinni, bøtti hon munandi um sítt persónliga met, og kláraði hon samstundis kravið til luttøku á oyggjaleikunum, eitt gott ár eftir at hon byrjaði at venja aftur.

Tað var tí við høgum vónum at hon fór í gongd við at fyrireika seg til kappingarárið 2022, men tað, at hon ikki hevði vant í so nógv ár, ger, at hon ikki kann koyra við somu mongd ella intensiteti, sum tey, ið hava vant støðugt. Tað var tí justera frá degi til dags, og tað gekk støðugt framá, men har komu skaðar, m.a. ein yvirbelasta hælsena, sum gjørdi at lopvenjing, sum er so týðandi fyri at kunna præstera væl, ikki var partur av venjingi stóran part av vetrinum, har man annars byggir upp. Hon kempaði tó, og í í byrjani av 2022, var hon bara 0,04 sek frá at taka føroyska metið á 60 m teininum, sum er stytsti sprint-teinur innandura. Tá uttandura kappingarnar byrjaðu, var málið eitt føroyskt met á 100 m teininum, kanska optimistiskt, tá hugsa verður um alt tað, hon ikki hevði fingið vant, men um nakar kundi undir slíkum umstøðum, so er tað Tinna. Í mai kom so fyrsta kapping, og her skar hon 0,24 sek av sínum persónliga metið, og var harvið bara 0,03 sek frá føroyska metinum. Beint eftir tangeraði hon metið, men vindurin var ov nógvur til, at tað kundi góðkennast. Tvær vikur seinni royndi hon aftur, og var hon langt undir føroyska metið, bæði innleiðandi og í finaluni, men aftur var vindurin ov nógvur. Ikki fyrr enn miðjan juni spældu veðurguðarnir við, og tók hon tá 0,21 sek av føroyska metinum í innleiðandi riðlinum. Í finaluni rann hon enn skjótari, men aftur var vindurin ov nógvur.

So kom oyggjaleika kappingarárið 2023. Her var málið aftur, at koma longur, men her byrjaði tað aftur óheppið, tí, Tinna hevði gjørt avtalu at venja við donskum felag, meðan hon var í Danmark eina góða viku í byrjanini av desember, men miðjan november beklaði hon rættuliga illa. Við miðvísari uppafturvenjing, bleiv hon tó klár aftur, og vandi hon 100% við í danska felagnum, meðan hon var niðri. Fóturin helt tó á við at geva smávegis trupulleikar stóran part av vetrinum. So komu innandura kappingarnar. Her var málið at taka føroyska metið, sum nú var flutt niður á 8,10 sek. Í fyrstu kapping skar hon 0,14 sek av sínum persónliga metið, men enn manglaði 0,02 sek. Tað var tí ikki fyrr enn í finaluni í Pallas Spelen í Svøríki, at hon tók metið. Tað gjørdi hon við at renna 7,99 sek. Harvið gjørdist hon fyrsta kvinna undir 8 sek á 60 m teininum, 11 ár eftir at hon gjørdist fyrsta føroyska kvinna undir 9 sek á sama teini.

Eftir innandurakappingarnar fór Tinna til Danmarkar at venja. Her kom hon at venja hjá einum royndum venjara. Tíðanverri nýtti hesin eina tilgongd til venjing, sum var ein heilt onnur enn Tinna var von við. Fyri at umganga at broytingin darvaði møguleikunum á oyggjaeikunum, kom Tinna nakrar vikur seinni heim aftur at venja. Heima var so farið í gongd við at finna ferðina aftur. Hetta eydnaðist so við og við, hóast absolutta toppferðin ikki heilt var har, so var ferðin yvir teinar frá 80-120 har hon var áðrenn hon fór av landinum. Nú byrjaðu føturnar gera um seg. Tað vísir seg at Tinna hevur Freiberg sjúku, sum hevur nógva pínu í fótinum við sær. Tinna er tí skriva upp til skurðviðger í báðum føtrunum. Tað verður tó eftir oyggjaleikirnar. Her var tað at Tinna vísti, hvønn vilja hon hevur, tí hon misti onga venjing, og vildi gjarna kempa seg gjøgnum pínuna, men tað er nærum ongantíð gott at kempa seg gjøgnum pínu, tí pína er ávaring frá kroppinum um at steðga. Hetta gjørdi at neyðugt var at justera leypandi til hvørja venjing. Startir, sum er størsta styrkin hjá Tinnu, vóru mest pínufullir, og tí vóru teir spardir burtur, til frama fyri øðrum hættum at koma upp í ferð uppá. Toppferð bar betur til at venja, men mongdarvenjing av nøkrum slag var ikki eitt alternativ. Hetta gjørdi, at Tinna hevði trupult við at renna líka skjótt, sum í 2022. Tá hugt var eftir hvat tær, hon skuldi kappast ímóti,  høvdu runnið áður, so sást at Tinna vantandi skuldi renna undir sítt persónliga met fyri, at ogna sær pláss í finaluni.

Tað var tí ein spent Tinna, sum byrjaði at hita upp á hockeybreytini við síðuna av breytini til frælsa ítrótt á Guernsey. Her gekk gott, um enn hon ikki hevði røttu kenslu av ferð, tá hon setti ferðina upp. 20 min áðrenn start fór hon so í call-room, har íðkarar skulu møta. Her verður kanna um tær hava tingini í ordan, sosum røtt kappingarklæðir, rætta longd á píkunum í skónum, navnaspjaldur sat rætt á bringu og ryggi, og fartelefonin var sløkt og goymd burtur.

Tíggju min áðrenn start, vóru tær so leiddar inn á stadion. Her var Tinna í geil 7 í fyrsta í riðli. Tinna var styrkismett nr 4 í riðlinum, men hetta var út frá tíðum, hon rann áðrenn føturnar fóru at darva. Tað var ein munandi mótvindur allan dagin, og tí vóru met ikki vantandi. Starturin var góðkendur, og kom Tinna upp at sprinta. Stílurin var góður allan vegin, og kom hon á mál við tíðini 13,41 sek. Vindurin var 2,6 m/s ímóti, og tí kom ongin nærhendis sínum persónliga metið. Sum vantað, var tíðin hjá Tinnu ikki nóg góð at koma í finaluna. Har endaði ferðin á hesin sinnið, men Tinnu so líkt, so var hon á breytini dagin eftir og vandi.