IMG 6460

Hvirlan skein á síðstu stórkapping

Triðja og síðsta stórkapping plagdi at verða áðrenn summarferiuna, men var í ár flutt til eftir summarferiuna. Hetta var ein góð avgerð, og tað hevur gjørt at ungu íðkarar hava havt eina eyka orsøk til at venja miðvíst gjøgnum summari. At nógvir íðkarar hava gjørt hetta sást á úrslitunum.

Børn -7 ár

Yngsti bólkur slapp hesaferð at royna seg í longdarlop. Av teimum seks, sum royndu seg, vóru ikki minni enn fimm hvirlur. Hesi vóru Ellie Andrasardóttir Thomassen, Jónatan Vinther Tummasarson, Natan S. Christiansen, Phelix Ziska Hofgaard og Rúni Fossaberg Galán. Jónatan legði út við at leypa 2,11 m, sum er næstan ½ m longri enn hann hevur lopið áður. So var tað Rúni, sum royndi seg á fyrsta sinnið í kapping í frælsari ítrótt. Hann kom heilt út á 1,95 m. Natan royndi seg, men kom tíðanverri at gera yvirtrakk, og tí taldi lopið ikki. So átti Ellie tørn. Hon royndi seg eisini á fyrsta sinnið á Tórsbreyt, og hon kom heilt út á 2,21 m. Síðstur at leypa var Phelix, sum eisini royndi seg á fyrsta sinnið. Hann leyp 1,99 m. Natan leyp eisini væl longri enn gamla persónliga metið í øðrum umfarið, men lopið var 2 cm styttir enn hansara fyrsta lop. Rúni vísti at kapping var nakað hann trívist við, tí hann økti í øðrum til 1,98 m. Natan fekk tað at rigga í øðrum og kom út á 1,70 m, meðan Ellie aftur leyp langt, men ikki heilt líka langt sum í fyrsta lopið. Í triðja og síðsta umfarið legði Natan 2 cm omaná persónliga metið, hann setti í fyrsta umfarið, so tað nú er 2,13 m. Rúni helt á at bøta, og í triðja kom hann útum 2 m strikuna tá hann leyp 2,04 m. Natan økti til 1,74 m í triðja, meðan Ellie gjørdi yvirtrakk, og fekk tí ikki hennara triðja máta. Phelix endaði kappingina við at leypa 1,99 m, sum var neyvt sama longd, sum hann leyp í fyrsta umfarið. Úrslitið gjørdist harvið at Ellie leyp 2,21 m, Jónatan og Phelix 2,05 m, Rúni 2,04 m, og Natan 1,74 m.

Gentur 8-9 ár

tær 8-9 ára gomlu genturnar byrjaðu við at renna 80 m. Her vóru so nógvar við, at neyðugt var at deila upp í tveir riðlar. Í fyrra riðlinum vóru Anna Effersøe Nónstein, Eva Sól Finnsdóttir og Ranja Terjadóttir. Her vísti tað seg, at verða ein sera tøtt kapping millum tær tríggjar, har Anna endaði við at koma á mál við tíðini 14,75 sek, og skar hon harvið næstan 1½ sek av sínum persónliga meti. Eva Sól kom á mál við tíðini 14,96 sek og Ranja beint aftaná við 15,01 sek. Í øðrum riðli vóru Katrina Róksdóttir á Neystabø og Martha Hammer. Her var Katrina tann sterkasta, og rann hon teir 80 m uppa 13,82 sek í hennara fyrstu kapping á hesum teininum, meðan Martha Hammmer skar meir enn 1½ sek av sínum persónliga metið við at renna teinin uppá 16,26 sek.

Tær fimm fóru so allar at royna seg við 150 g tungu bóltunum. Hjá Evu Sól var hetta fyrsta kapping í hesi grein, meðan hinar høvdu roynt seg áður. Tað var Eva Sól sum byrjaði, og hon kastaði 13,08 m í fyrstu royndini og ognaði sær harvið persónligt met. So átti Katrina tørn, og hon legð 3½ m afturat sínum persónliga metið við, at kasta 27,22 m. Ranja kastaði 21,75 m í fyrsta umfarið meðan Anna legði 14 cm omaná sítt persónliga met tá hon kastaði 16,20 m. Martha var síðst at royna seg, og hon legði 99 cm afturat sínum persónliga metið við, at kasta 16,71 m í fyrsta umfari. Anna var tann einasta, sum megnaði at kasta longri í øðrum umfarið. Her kom hon út á 16,95 m og bøtti harvið um sítt persónliga met við 75 cm afturat. Í triðja var Katrina eina um at økja. Hon legði 4 cm afturat sínum persóliga metið frá fyrsta umfarið við at kasta heilar 27,26 m.

Tær hildu so allar áfram til longdarlop. Her legði Anna út við at leypa 2,58 m. Eva Sól kom út á 2,36 m í síni fyrstu kapping í hesi grein. Katrina kom út um 3 m strikuna, tá hon leyp 3,05 m, meðan Ranja bara var 7 cm frá sínum persónliga metið, tá hon  leyp 2,46 m. Martha endaði fyrsta umfarið við at leypa 2,32 m. Eva Sól var tann einasta sum økti í øðrum umfarið, har hon kom út á 2,43 m, meðan Anna var einsamøll um at bøta í triðja umfarið, har hon kom út á 2,66 m.

Anna, Eva Sól, Katrina og Ranja fóru so til 300 m startin. Her var ferð á frá byrjan, og hóast nakað av spjaðing kom í feltið, so vóru bara góð 10 sek millum allar á málinum. Her átti Katrina munin við tíðin 1 min 1,3 sek, sum er 1½ sek skjótari enn hon hevur runnið teinin áður. Eva Sól rann teir 300 m uppá 1 min 5,68 sek í hennaru fyrstu roynd á hesum teininum. Ranja skar næstan 8 sek av sínum persónliga metið við, at renna teinin uppá 1 min 8,86 sek, meðan Anna skar 7½ sek av sínum persónliga metið við, at renna teinin uppá 1 min 12,29 sek.

Dreingir 8-9 ár

Tá skotið var fyri startinum av 80 m hjá 8-9 ára gomlu dreingjunum, var Benjamin Æðustein Thomsen einasta Hvirla. Hetta steðgaði honum tó ikki, tí við tíðini 16,07 sek, megðani hann at skera 0,19 sek av sínum persónliga meti.

Benjamin fór so beina leið til longdarlop. Her legði hann út við at leypa 2,21 m, sum bara er 6 cm frá hansara persónliga meti. Næsta royndin var eisini góð, men aftur bleiv tað máta til 2,21 m. Triðja var eitt vet styttri.

Í bóltkast var Benjamin ikki einsamallur, tí her var Jónatan Vinther Tummasarson eisini við. Jónatan byrjaði, men fyrsta kasti miseydnaðist. Tað gjørdi tað ikki hjá Benjamin, sum legði góðar 2½ m afturat sínum persónliga metið við, at kasta 18,00 m. Í øðrum umfarið kom Jónatan út á 17,27 m, sum bara er lítlan metur frá hansara persónliga meti. Hann økti í triðja til 17,37 m, sum gjørdist hansara longsta hesaferð. Benjamin royndi eisini at koma longur, men teir 18,00 m frá fyrsta umfarið bleiv tað longsta hesaferð.

Gentur 10-11 ár

Debora S. Christiansen, Jana Hammer og Wivi Andrasardóttir Thomassen løgdu fyri við at leypa longdarlop. Her var Debora fyrst at leypa, og leyp hon 2,85 m. So leyp Wivi, men hennara lop var tíðanverri yvirtrakk. Jana leypa heilar 3,75 m í fyrstu royndini og legði hon harvið 11 cm afturat sínum persónliga meti. Ongin megnaði at økja í øðrum umfarið. Í triðja megnaði Wivi at koma útum 3 m strikuna, tá hon leypa 3,03 m, sum bara er 3 cm frá hennara persónliga meti.

Bóltkast var næst á skrá, og her vóru tær allar aftur klárar. Hesaferð var tað Jana, sum var tann fyrsta at kasta, men tíðanverri miseydnaðist hennara kast. Wivi, sum var næsta hvirlan at kasta, kom út á 18,93 m, sum bara var 13 cm frá hennara persónliga meti. Debora legði út við at bøta um sítt persónliga met, tá hon kastaði 16,30 m. Um tað er miseydnaða kasti í fyrsta umfarið, sum gjørdi munin er ikki til at vita, men í øðrum umfarið legði Jana 2½ m omaná sítt persnliga met við at kasta heilar 34,15 m. Wivi, vildi eisini verða við, og legði hon meir enn tríggjar metrar omaná sítt persónliga met við at kasta 22,37 m. Debora, sum longu hevði ogna sær eitt persónligt met í fyrsta umfarið, legði hálvan metur afturat við at kasta 16,88 m. Jana kastaði aftur langt í triðja, men kom tó ikki út um teir 34,15 m hon kastaði í øðrum umfarið. Wivi royndi somuleiðis, men eisin hon kastaði eitt vet styttri enn í fyrsta umfarið. Debora, megnaði eisini at økja í triðja umfarið, har hon kom út á 17,82 m, og harvið legði hon meir enn 2½ m afturat sínum persónliga meti.

Tær tríggjar royndu seg síðan á 80 m teininum. Hetta høvdu Jana og Debora roynt áður. Tá skotið fór, var skjótt at Jana stakk av, meðan dysturin millum Wivi og Deboru var tættur allan vegin. Tættar kappingar geva góðan møguleika fyri at bøta um met, og so var, tí Debora skar meir enn 1½ sek av sínum persónliga meti við tíðini 14,29 sek, sum var eitt vet seinni enn tíðin hjá Wivi, sum var 14,03 sek. Jana skar 1,3 sek av sínum persónliga metið við at renna teinin uppá bara 13,29 sek.

Síðsta greinin var 800 m, sum eru tveir heilir umgangir á Tórsbreyt. Hetta var fyrstu ferð tær tríggjar royndu seg á hesum teininum. Jana var, sum so ofta skjót og helt hon eina støðuga ferð, sum gjørdi at tíðin hjá henni gjørdist 3 min 15,53 sek. Dysturin millum Deboru og Wivi var tættur allan vegin, har tær byrjaðu við at leggja varliga út og fylgdust tær allan vegin. Spurturin gjørdist øgiligur, og var tað orsøkin til at Debora megnaði at koma á mál við tíðini 3 min 33,32 sek, meðan Wivi beint í hølunum fekk tíðina 3 min 33,50 sek.

Dreingir 10-11 ár

Benjamin Æðustein Thomsen, Jónas Jógvansson Kjær og Jósef Vinther Tummasarson byrjaðu við at leypa longdarlop. Jósef legði út við at leypa 2,83 m, Benjamin leyp 2,21 m og Jónas leyp 2,84 m. Ongin megnaði at økja í øðrum umfarið, meðan Jósef, sum tann einasti økti í triðja. Her kom hann út á 3,00 m.

Jónas og Jósef fóru so til 80 m startin, har teir høvdu ávikavist geil 2 og 3. Her var Jónas, sum rann sín fyrsta 80 m, skjótur avstað, meðan Josef var eitt vet aftanfyri. Jósef økti eitt vet, og á málinum segði klokkan at Jónas rann teinin uppá 13,81 sek, meðan Jósef skar 0,65 sek av sínum persónliga metið við at renna teinin uppá 15,12 sek.

So var bóltkast á skrá. Her legði Jónas út við at bøta um sítt persónliga met til 26,89 m, meðan Jósef kastaði 31,46 m, sum var nakað aftanfyri hansara persónliga met. Jónas økti í øðrum til 27,17 m. Jósef megnaði eisini at økja, han kom út á 33,82 m, og var hann nú bara 39 cm frá sínum persónliga meti. Báðir royndi at økja aftur í triðja og síðsta umfarið, men her var Jónas eitt vet ov stuttur, meðan Jósef legði 61 cm afturat sínum persónliga metið, tá hann kastaði 34,82 m.

Eins og hjá gentunum, so endaðu dreingirnir við at renna 800 m. Hvørgin hevði roynt teinin áður. Jónas legði hart út, meðan Jósef var eitt sendur meir varin. Jónas helt góða ferð, og Jósef økti eitt sindur um ferðina so við og við. Úrslitið gjørdist at Jónas rann teinin uppá 3 min 7,81 sek og Jósef rann teinin uppá 3 min 30,72 sek.

Gentur 12-13 ár

Helena Effersøe Nónstein og Rebekka Æðustein Thomsen byrjaðu sína kapping við at renna 80 m. Báðar hava roynt teinin áður, men báðar vístu eisini at tær hava flutt seg, tí tær komu væl avstað, og kom upp í eina hægri ferð enn tær plaga. Hetta gjørdi at Rebekka rann teinin uppá 12,91 sek, sum er 1,8 sek skjótari enn hon hevur megnað áður, og Helena rann teinin uppá 13,79 sek, sum er 1,92 sek skjótari enn hon hevur megnað at runnin teinin áður.

Tær báðar royndu seg so við 400 g tungu spjótunum. Her legði Helena út við at bøta um sítt persónliga met til 11,18 m í fyrsta umfarið. Rebekka kastaði 12,69 m, sum var nakað frá hennara persónliga meti. Helena økti til 11,37 m í øðrum, og Rebekka kom heilt út a 14,08 m. Hvørgin bøtti í triðja, fjórða ella fimta umfarið, men í síðsta umfarið rakti Helena spjótið og kom heilt út á 12,42 m, og bøtti harvið um sítt persónliga meti við 2,32 m í alt. Rebekka endaði á 14,08 m, sum er góðan metur frá hennara persónliga meti.

Miðteinurin var 1000 m, sum er 2½ umgangur á Tórsbreyt. Her var Helena klár til sína fyrstu roynd á hesum teininum. Hon legði varliga út, og rann fyrstu 900 m í einum stabilum tempo. So kom ein øgiligur spurtur, sum vísti at hon veruliga hevur fingið ferð í beinini. Tað endaði við at hon rann teir 1000 m uppá 4 min 25,90 sek.

Síðsta greinin var longdarlop. Her vóru bæði Helena og Rebekka klárar. Her legði Rebekka út við at leypa 3,35 m, sum bara er 10 cm frá hennara persónliga metið. Helena, sum var merkt av at 1000 m akkurát var liðugur, leyp 3,22 m. Næstu umførini broyttu onki, tær royndu, men lopini vóru eitt vet styttri enn í fyrsta umfari. Í fimta økti Rebekka til 3,40 m, sum gjørdist hennara longsta, meðan tað longsta hjá Helenu vóru tær 3,22 m hon leyp í fyrsta umfari.

Gentur 14-15 ár

Ria Langgaard var einsamøll Hvirla millum tær 14-15 ára gomlu genturnar. Hon byrjaði við at renna 400 m, sum er teinur hon ikki hevði runnið áður. Tað var tó ikki til at síggja, tí hon legði hart út, og helt so eina støðuga ferð, har hon ongatíð misti formin. Tá 100 m vóru eftir og orkan var uppi, megnaði hon at halda ferðina og tí gjørdist úrslitið at hon rann teinin uppá bara 1 min 13,83 sek.

Ria royndi seg eisini í longdarlop, sum er grein hon hevði roynt áður. Hon hevur tó broytt sína atrenning, og tí var byrjanin eitt sindur ósikkur. Hon gjørdi yvirtrakk við nøkrum centimetrum fyrstu tvey umførini, men so smekkaði hon til við at leypa 3,64 m í triðja umfarið, sum er 24 cm longri enn hon hevði lopið áður. Fjórða var aftur yvirtrakk meðan hon leyp nakað aftanfyri plankan í fimta. Í sætta fekk hon eitt gott lop, men her var trupulleiki við døming, sum gjørdi at hon fekk møguleika til at leypa umaftur. Hetta sá út til veruliga at tendra Riu, sum hevði góða ferð inn og rakti plankan perfekt. Úrslitið gjørdist at hon leyp 3,92 m, og legið harvið í alt 52 cm afturat sínum persónliga metið.

Dreingir 14-15 ár

Jóhan Waagstein royndi seg í spjótkast, sum er grein hann hevur víst at hann meistrar. Hann legði út við at kasta 600 g tunga spjótið út á 35,16 m, sum er góðan ½ m longri enn hann hevði megnað áður. Í øðrum fekk hann góða ferð í atrenningina, og her megnaði hann at standa ímóti í avleveringini, og gjørdist úrslitið at hann kom heilt út á 37,24 m. Næstu fýra kastini vóru øll omanfyri gamla persónliga meti, men tey komu tó ikki útum teir 37,24 m hann kastaði í øðrum umfari.

Gentur 16-17 ár

Bjalla Beintudóttir Dalsgarð og Lucia Gjoveraa Sødergren byrjaðu við at leypa hæddarlop. Hetta er ikki grein tær venja, men sum typiskar Hvirlur, so vóru tær til dystin fús. Byrjunarhæddin var 1,15 m, og her komu báðar uppum uttan trupulleikar. Hæddin bleiv so økt við 5 cm á gangin, og komu báðar uttan trupulleikar uppum 1,20 og 1,25. Á 1,30 m kom Lucia uppum uttan trupulleikar, meðan Bjallu tørvaði tvær royndir at koma uppum. So fór yvirliggjarin upp á 1,35 m, sum er 4 cm omanfyri persónliga metið hjá teimum báðum. Hvørgin kom uppum í fyrstu royndini, men í aðru royndini kom Lucia uppum. So var ein roynd eftir hjá Bjallu. Hon gjørdi sítt besta og var nær við, men tíðanverri vildi yvirliggjarin ikki blíva liggjandi. Hon endaði harvið á 1,30 m. Lucia helt áfram til 1,38 m. Her var serliga hennara næsta roynd sera nær við, men yvirliggjarin datt. Hon ognaði sær tó eitt persónligt met við 1,35 m.

Báðar fóru so til 400 m startin. Her var Bjalla, sum var styrkismett fremst, onkursvegna enda á uttastu geil. Hetta nervaði hana tó ikki, tí hon legði hart út og kom upp at renna í hennara eyðkenda effektiva stíli. Lucia, sum er meir til teir styttru teinarnar, vísti at hon eisini kann, tá tað blívur longri, tí hon kom væl úr blokkinum, og helt góða ferð eftir handaru langsíðu. Inn í næsta sving var Bjalla enn fremst, men ein onnur var við at nærkast, meðan Lucia nakað aftanfyri var á einum tryggum triðja plássi. Tá tær komu úr svinginum var javnt millum Bjallu og eina aðra, meðan Lucia enn lá trygg á triðja plássi. Bjalla fann nakað eyka og nýtti síðstu 100 m til at renna seg til ein tryggan sigur, meðan Lucia helt triðja pláss. Tíðirnar gjørdist ávikavist 1 min 2,85 sek og 1 min 11,30 sek. Bjalla skar harvið 1,66 sek av sínum persónliga metið, og kláraði, talentkravið fyri tær 19 ára gomlu genturnar. Hon kappast í gentur 16 í ár. Lucia skar 1,31 sek av sínum persónliga meti.

Síðsta greinin var spjótkast, har Bjalla, Lucia og Elin Johnsdóttir skuldu royna seg við 500 g tunga spjótinum. Lucia og Bjalla, sum júst vóru lidnar við 400 m vóru ikki við í fyrsta umfarið, har Elin kastaði 21,00 m, og legði seg á fyrsta pláss. Lucia kom við í øðrum og kastaði hon 16,13 m og legði seg á annað pláss. Bjalla, kom við í triðja umfarið, har hon kastaði 12,80 m. Allar royndu at koma longri, men tað var bara Bjalla sum megnaði tað. Hetta gjørdi hon í sætta og síðsta umfarið, tá hon kastaði 13,81 m, sum er 1 cm frá hennara pesónlga meti. Tær endaði harvið ávikavist nr 1, 2 og 3.

Dreingir 16-17 ár

Arni Bartal Joensen, sum er farin á ítróttareftirskúla í Vági, var komin norð við Galaxy at kappast. Hann byrjaði við at leypa hæddarlop. Her var byrjunarhæddin 1,15 m, og var hetta ongin trupulleiki. Hæddin bleiv síðan økt við 5 cm upp til 1,35 m, og allar hesar hæddir kom Arni Bartal uppum uttan trupulleikar. Eftir 1,35 m, bleiv hæddin økt til 1,38 m, og aftur var Arni Bartal tryggur. Nú var hann einsamallur eftir og slapp hann tí, at velja hvør næsta hæddin skuldi vera. Hann valdi at yvirliggjarin skuldi upp á 1,44 m. Her hevði hann tríggjar góðar royndir, men hesaferð riggaði ikki. Hann vann tó kappingina við 1,38 m.

So var 400 m á skrá. Her var Arni Bartal tíðanverri einsamallur í sínum aldursbólki. Hann valdi tó at royna seg. Hann legði væl út, og megnaði at halda góðan form á handaru langsíðuni, inn í næsta sving fór teknikkurin nakað, men hann kempaði tó væl allan vegin, og gjørdist úrslitið, at hann rann teinin uppá 1 min 6,09 sek, sum beint omanfyri eitt sekund frá hansara persónliga meti.

Síðsta greinin var spjótkast. Her var Arni Bartal aftur við, men her skuldi hann kappast móti Baldur Bárusson Persson. Arni Bartal legði út við at kasta 700 g tunga spjótið út á 24,00 m, meðan Baldur kastaði tað út á 16,19 m. Hvørgin økti í øðrum umfari, meðan báðir kastaðu sítt longsta í triðja umfarið. Her kom Arni Bartal út á 24,21 m, meðan Baldur kom út á 17,92 m. Harvið gjørdust teir nummar eitt og tvey í kappingini. Teir 24,21 m hjá Arna Barlat eru smáðar 2½ m longri enn hansara persónliga met, meðan Baldur í síni fyrstu kapping við 700 g spjótinum kastaði bara 8 cm styttri enn hann hevur megnað við 600 g spjótinum.

Gentur 18-19 ár

Ai Waagstein var einasta kvinna í bólkinum gentur 18-19 ár. Hon royndi seg við 600 g tunga spjótinum. Her legði hon hart út, tí við sera góðari ferð inn í kasti megnaði hon, at kasta spjótið heilt út a 37,53 m. Næsta kasti var eitt sindur styttri, og so var spennandi at vita, hvat fór at henda, tí ofta hevur hon kasta langt í fyrsta, meðan hini kastini hava verið væl styttri, men so var ikki hesaferð. Í tríðja kom hon aftur út um gamla persónliga meti, tá hon kastaði 36,05 m. Hon valdi so at leypa fjórða umfar um. Í fimta kastaði hon eitt flott tekniskt kast, har ferðin ikki var heilt tann sama. Tað lendi á 34,28 m. Hon fekk aftur meir ferð á í síðsta, har teknikkurin ikki var heilt líka tryggur. Tað bleiv máta til 35,53 m. Hon endaði harvið at bøta um sítt persónliga met við næstan tveimum metrum. Viðmerkjast kann at hennara úrslit bara var 35 cm frá bronsumerkinum á oyggjaleikunum á Orknoyggjum.

Kvinnur

Forkvinnan í Hvirluni, Lovisa Niclasen, gongur ikki bara undan við venjing og fyriskipan, hon er eisini við tá kappast skal. Hon venur kúlustoyt, men nú var spjótkast á skrá, og so var hon, sum vant, klár. Hon legði út við at kasta 600 g tunga spjótið út á 18,63 m. Næsta miseyndaðist, og valdi hon tí at gera yvirtrakk. Triðja og fjórða vóru góðkend, men eitt vet styttri enn tað fyrsta. Í fimta umfari valdi hon aftur at gera yvirtrakk. So var ein møguleiki eftir at koma útum 20 m strikuna, og her vísti Lovisa at hon kann, tá hon skal. Spjótið lendi uttanfyri 20 m strikuna. Kasti bleiv máta til 20,70 m, sum var longsta hjá henni.

Fleiri myndir í myndasavninum: RaskaStórkapping 3