Hvirlan fór heim við tí mesta á FM/FMU
Triðji dagurin bleiv eisini eyðkendur við avbjóðandi veðrið, og góðum úrslitum hjá røsku Hvirlunum.
Samanumtikið fór Hvirlan heim við bróðurpartinum av heiðursmerkjunum á ársins FM og FMU. Á FM bleiv tað til 14 gull, 8 silvur og 7 bronsumerkið á FM. Á FMU bleiv tað til 27 gull 15 silvur og 11 bronsumerkir
Gentur 8-9 ár
Yngstu genturnar royndu seg í longdarlopi. Her vóru Martha Hammer og Charlotta Effersøe Nónstein við. Martha legði hart út, við at leggja 17 cm afturat sínum persónliga metið í fyrstu royndini. Lopið bleiv máta til 2,90 m. Charlotta legði út við at leypa 1,66 m, men hetta økti hon til 1,77 m í øðrum umfari. Martha royndi eisini at koma longur út, men tey bæði næstu lopini gjørdust eitt sindur styttri, men hon fór heim við einum flottum persónligum metið, meðan Charlotta eisini royndi at økja í triðja, men tað eydnaðist ikki. Hennara besta gjørdist sostatt teir 1,77 m hon leyp í øðrum umfari.

Martha royndi seg so á sínum fyrsta 300 m. Tað var tó ikki til at síggja, at hetta var hennara fyrsti, tí hon rann sum ein royndur sprintari, og kom á mál við tíðini 70,44 sek.
Dreingir 8-9 ár
Natan S. Christiansen, Jónatan Vinther Tummasarson og Filip Æðustein Thomsen royndi seg í longdarlopið. Her leyp Filip 1,25 m í fyrstu royndini, meðan hinir báðir gjørdu yvirtrakk. Teir komu tó trygt inn í kappingina í øðrum umfari, har Jónatan leyp 2,05 m og Natan leyp 2,15 m. Natan økti aftur í triðja, har hann kom heilt út á 2,50 m, sum er 11 cm longri enn hann hevur lopið áður.

Natan og Jónatan fór so til 300 m startin. Báðir hava roynt seg áður, men ivasamt um teir hava roynt seg undir slíkum veður-umstøðum. Teir gjørdu tó sítt besta og megnaðu at renna teinin uppá 1 min 12,25 sek (Natan) og 1 min 19,67 sek (Jónatan).
Gentur 10-11 ár
Jana Hammer, Debora S. Christiansen og Anna Effersøe Nónstein royndu seg á 300 m teininum. Á 300 m byrjar man beint eftir fyrsta sving, og skal sostatt renna handaru langsíðu, eitt sving, og so langsíðuna inn móti málstrikuni. Byrja var inn í ein sterkan mótvind, og var hetta uttan iva ein orsøk til at ongin fór heim við einum persónligum metið, tí at tað tú missur í mótvindinum, megnar tú ikki at vinna aftur í undanvindinum síðstu 100 m. Úrsltitið gjørdist at Jana rann teinin uppá 58,73 sek, Debora uppá 61,95 sek og Anna uppá 73,86 sek.

Dreingir 10-11 ár
Umstøðurnar vóru framhaldandi avbjóðandi tá Jónas Jógvansson Kjær, Jósef Vinther Tummasarson og Benjamin Æðustein Thomsen byrjaðu uppá 300 m teininum. Hóast umstøðurnar, so var Jósef nær við at takað sítt persónliga met, men undir kom hann ikki hesaferð. Tíðirnar hjá teimum gjørdist at Jónas rann teinin uppá 60,51 sek, Jósef uppá 65,93 sek og Benjamin uppá 83,30 sek.

Gentur 12-13 ár
Fyrsta kappingin hjá 12-13 ára gomlu gentunum var 300 m, og her var Helena Effersøe Nónstein aftur klár. Helena hevur vant væl, og tí var spennandi at vita, hvørt hon megnaði aftur at bøta um sítt persónliga met, eins og hon hevur gjørt á øllum renniteinum á FMU. Hon legði sera hart út, og var fremst ávegis inn í svingi. Í svinginum misti hon eitt sindur, men kom úr svinginum eitt vet frammanfyri tað næstu. Á langsíðuni vísti hon, hvussu tað skuldi gerast, tí hon økti frástøðuna til nummar tvey allan vegin inn móti málstrikuni, Tíðin gjørdist 57,11 sek, sum er 3,12 sek skjótari enn hennara gamla persónliga met.

Tá longdarlop byrjaði vóru bæði Helena og Rebekka Æðustein Thomsen við. Her legði Rebekka út við at leypa 3,36 m, meðan Helena leyp 3,26 m. Helena økti í øðrum til 3,28, men Rebekka svaraði aftur við at bøta um sítt persónliga met til 3,66 m. Báðar royndu at koma longri í triðja og síðsta umfarið, men hesaferð eydnaðist ikki, tískil ognaði Rebekka sær gullið við 3,66 m, meðan Helena tók bronsuna við 3,28 m.
Kvinnur
Dagurin byrjaði við 200 m teininum hjá kvinnum. Her vóru Bjalla Beintudóttir Dalsgarð og Ria Langgaard klárar. Tær báðar kappaðust bæði sum kvinnur og í hvør sínum aldursbólki. Bjalla var sera skjót avstað, og pressaði so einsamøll fremst inn móti málinum, meðan Ria eisini megnaði at renna væl allan vegin. Úrslitið gjørdist at Bjalla vann við tíðini 27.88 sek, meðan Ria gjørdist nummar tvey við tíðini 32,03 sek. Harvið vann Bjalla gull hjá kvinnum og gentum 16-17 ár, meðan Ria vann silvur hjá kvinnum og gull hjá gentum 14-15 ár.

Kappingin um gullið í longdarlop gjørdist ein gysari, tí tað var ikki fyrr enn í síðsta umfari, at avgerðin fall. Elena Ellindsdóttir Olsen legði fyri við at takað fyrsta pláss við einum lopið uppá 4,39 m, meðan Lucia Gjoveraa Sødergren leyp 4,12 m. Bjalla Beintudóttir Dalsgarð leypa 3,90 m, Ria Langgaard leypa 3,69 m og Helena Svabo Ziska rann ígjøgnum, tí hon hevði ein skaða í rygginum at dragast við. Lucia kom eitt sindur nærri fyrsta plássi í øðrum, tá hon megnaði at økja til 4,28 m, meðan Elena leyp eitt sindur styttri. Ria økti í øðrum til 3,75 m, meðan Helena eisini kom longur út, men valdi so at steðga vegna skaðan í rygginum. Lucia økti aftur í triðja, hesaferð til 4,34 m, og nú vóru sostatt bara 5 cm upp til Elenu. Atrenningin hjá Lucia tyktist kroyst, og tí var avrátt at loysa upp og renna frítt. Hetta gjørdi at hon gjørdi yvirtrakk í fjórða umfarið, ein justering í fimta fekk hana nærri plankanum, og tískil var hon klár til at gera eitt álop á gullið í síðsta, eftir at Elena hevði lopið og ikki megna at økt. So kravið hjá Luciu var, at hon skuldi leypa útum 4,39 m fyri at fáa gull. Hon fekk góða ferð, men hon leyp útvið 30 cm frá plankanum. Hon hevði tó góða ferð, og hon hevur eitt gott lop. Tá máta bleiv vísti tað seg, at hon hevði lopið 4,54 m, og harvið tikið gullið, frammanfyri Elenu, sum tó fekk silvur og Bjallu sum fór við bronsumerkinum. Bjalla vannt samstundis gullið fyri gentur 16-17 ár, meðan Ria vann gull fyri gentur 14-15 ár.

Bjalla og Ria vóru ikki lidnar, tí tær fóru beina leið til 400 m startin, har tær tíggju 76,2 cm høgu rimarnar stóðu klárar. Her legði Bjalla hart út, og rakti rimarnar uttan at missa ferð, meðan Ria leyp hægri um rimarnar og misti harvið ferð. Á triðju rim var Ria áhalsin og datt, og valdi tí at steðga, meðan Bjalla helt á at pressa. Bjall helt trýsti, um enn ferðin fall eitt sindur móti endanum. Á málinum segði klokkan 71,76 sek, sum er 3,25 sekundir skjótari enn hennara persónliga met. Hetta gav ikki óvanta gullmerkið bæði fyri kvinnur og gentur 16-17 ár.

Menn
Arni Bartal legði fyri við at renna 200 m. Hann hevði, ikki óvantað, tung beint tí hetta var fimti startur hjá honum á ársins FM/FMU. Arni Bartal fór tó 100% inn í tað. Hetta gjørdi at hann megnaði at renna teinin uppá 27,46 sek, sum er ein av hansara bestu tíðum á teininum. Fyri hetta fekk hann eitt bronsumerki.

So var longdarlop á skrá, og Arni Bartal var kláur til sína sættu kapping á FM. Hann var tó ikki einsamallur, tí Tórur Mortensen, sum eigur føroyska metið var eisini við. Tórur, sum er við at byggja upp eftir skaða, valdi at nýta stutta atrenning. Hansara kapacitetur er tó óvanligur, og tí megnaði hann at leypa 6,21 m í fyrsta lopi, hóast hann setti av langt aftanfyri plankan. Eftir at hava lopið eitt lop afturat, valdi hann at takka fyri seg. Arni Bartal hinvegin, byrjaði meiri varliga, við einum lopið uppá 4,22 m. Í triðja byrjaði hann at fáa ferðina við inn í lopið, og tá hann eisini rakti plankan væl, megnaði hann at leypa 4,60 m. Hann var tó ikki liðugur, tí í síðsta lopið økti hann til 4,65 m, og tók harvið silvurmerkið aftanfyri Tórur.

So var langa rimarenningin á skrá, har Dánjal Dahl Ljósheim og Arni Bartal høvdu avgjørt at royna seg á teimum tíggju 91,4 cm høgu rimunum sum stóðu runt Guttabreyt. Her leyp Dánjal avstað, sum eitt óløgi, meðan Arni Bartal legði eitt sindur varðligari út. Dánjal helt høgt tempo allan vegin inn í næsta sving, her fall ferðin eitt sindur, og passagan um rimarnar bleiv ikki líka flótandi. Arni Bartal lendi skeivt eftir fimtu rim og valdi at steðga, meðan Dánjal helt á at pressa, og tað gjørdi hann so allan vegin inn á mál. Her segði klokkan 59,17 sek, sum er uml 1½ sek undir gamla persónliga metið. Tað er eisini bara 1 sek frá føroyska metinum.

Boðrenningar
Dagurin og ársins FMU endaði við 4x200 m boðrenningum. Har 8-9 ára gomlu runnu fyrst. Her var blanda lið manna við Charlottu Effersøe Nónstin, Filip Æðustein Thomsen og Jónatan Vinther Tummasarson, umframt ein úr Treysti. Tey runnu teinin uppá 4 min 3,88 sek.

Hvirlan hevði tvey av teimum trimum liðunum tá 10-11 ára gomlu fóru avstað. Hvirlan 1 var manna av Onnu Effersøe Nónstein, Natan S. Christiansen, Deboru S. Christiansen og Jónas Jógvansson Kjær, meðan Hvirlan 2 var manna av Janu Hammer, Benjamin Æðustein Thomsen, Marthu Hammer og Lui Ellindssdon Olsen. Her var Hvirlan tvey sterkari og kom á mál við tíðini 2 min 40,42 sek, meðan Hvirlan eitt kom á mál við tíðini 2 min 46,82 sek.
Í bólkinum 12-13 ár hevði Hvirlan eitt lið, meðan eitt lið manna av Lui Ellindsson Olsen og trimum úr Treysti eisini royndi seg. Tað var blandaða liðið, sum var sterkari hesaferð og vann við tíðini 2 min 24,32 sek, meðan Hvirlu liðið, sum var manna av Rebekku Æðustein Thomsen, Jónas Jógvansson Kjær, Helenu Effersøe Nónstein og Jósef Vinther Tummasarson, kom á mál við tíðini 2 min 27,77 sek.