HSZ 25

Helena útum føroyska metið í diskuskast

Tá Helena Svabo Ziska flutti til Athen á sumri í 2024, fyri at ogna sær eina Master í sálarfrøði, var fyrsti steðgur ein vitjan hjá felagnum Panellinios, har hon vónaði at kunna venja diskuskast meðan hon var í Athen. Her var hon væl móttikin, og fór hon tí beinan vegin í gongd við at venja diskuskast. Tað var eisini í diskuskast at felagið fekk eitt av sínum fyrstu heiðurstekjum á olympisku leikunum. Tað var í 1896, tá Sotirios Versis vann broncumerkið.

Helena venur í venjingarbólkinum hjá Lenu Anousaki, sum sjálv hevur kastað diskus. Í bólkinum venja tey allar kastgreinar, umframt kropsliga venjing so sum sprint/lop/styrki.

Tað hevur gingið støðugt framá hjá Helenu, bæði við tí kropsliga og tí tekniska, og tí flýgur diskurin støðugt longri til venjing. Í kapping er tó ikki loysna heilt enn, og hóast veturin ikki er tíðin, har man plagar at leggja slíkar kappingar, so royndi Helena seg Tollaksmessudag og annan jóladag á Tórsbreyt.

Tollaksmessudag sat langa ferðin úr Athen enn í beinunum, og tí manglaði kvikleikin, sum hon hevur arbeitt við, og sum vanliga er har til venjing. Hon megnaði tó, at vísa at hon hevur hækkað sítt støði munandi síðan í summar, tí longu í fyrsta kasti, kom hon heilt út á 33,40 m. Hon økti í øðrum til 33,55 m og í triðja til 33,62 m. Tey trý síðstu vóru eitt sindur styttri.

 

Kappingin annan jóladag fór fram undir munandi meir avbjóðandi umstøðum, tí har var ein kraftigur mótvindur. Mótvindur kann geva, men serliga við kvinnudiskinum, er tað sera avbjóðandi at fáa diskin at liggja á vindinum. Eydnast tað ikki at fáa diskin at liggja á vindinum, so kann tað kosta nógvar metrar. Hetta kom at ávirka nógv í hesari kappingini, tí diskurin datt av vindinum, og harvið misti Helena fleiri metrar. Hóast hetta, so megnaði hon í sínum næsta kasti, at koma út á 34,04 m og harvið hevði hon lagt í alt 2,75 m afturat sínum persónliga meti, meðan hon var heima á jólum. Teir 34,04 m eru eisini longri enn føroyska metið.