Helena aftur omanfyri føroyska meti
Helena Svabo Ziska, sum venur við felagnum Pannellineos í Athen, royndi seg í Agios Kosmar ítróttardeplinum sunnarlaga í Athen.
Helena hevur ment ein kastiteknikk, sum byggir á nógva ferð frá byrjan. Slikur teknikkur krevur at man hevur gott fótafesti. Tí var tað ein stór avbjóðing at ringurin var óvanliga hálur, og tí var trupult standa fast í byrjanini. Hetta gjørdi at Helena legði sera varliga út við einum kasti uppá 25,00 m. Næsta miseydnaðist, meðan hon í tí triðja kom út á 31,08 m. Tað var tó ikki fyrr enn í fimta umfari, tá grikski meistarin valdi at koyra kálk í ringin, at Helena fekk betri festi, og tí megnaði hon at kasta frítt í síðsta umfarið, og so lendi diskurin úti á 34,07 m, sum er longri enn føroyska metið.