Banner

Gull, Silvur og oyggjaleikakrav annan dagin á DMU

 

Veðrið var minni gott við ælum av og á, men um tað er nakað, sum ikki nervar hvirlur, so er tað veðrið. Úrslitið gjørdist eisini sera gott, við einum gullið, og einum silvur í tøttum dystum um annað gull merkið.

Gentur 14-15 ár

Ria Langgaard royndi seg í trýstøkk, sum er við at blíva yndisgrein hjá Riu. Hetta sást frá byrjan, tí hon leyp væl frá byrjan. Fyrsta lopið gjørdist 8,42 m., í næsta fekk hon meir ferð á og kom harvið út á 8,68 m. Enn var í so nógv hædd á fyrsta avsettinum, men hon megnaði tó aftur at leypa 8,63 m í triðja. Fjórða var eitt vet styttri, men so sat ferðin og hon kom lágt og langt inn í fyrsta avsett, og fekk harvið væl meir ferð inn í næsta avsett, og harvið kom hon væl longri út í sandgryvjuna enn í fyrru lopunum. Tíðanverri var tað yvirtrakk, og lopið bleiv tí ikki mátað. Síðsta var meinlikt, bæði í mun til ferð og effektivan teknik, men aftur kom hon í so langt fram og gjørdi harvið aftur yvirtrakk. Hon endaði sostatt sum nummar seks við 8,68 m, sum er persónligt met. 

 

Gentur 16-17 ár

Bjalla Beintudóttir Dalsgarð royndi seg longu kl 9:30 um morgunin. Her var 400 m rimarenning á skrá. Hetta er fyri hana lutfallsliga nýggj grein, tí hon royndi seg á fyrsta sinnið á FM í 2025. Hesaferð var kappingin tó munandi harðari, tí eftir at ein gav avboð, so var vantandi at Bjalla fór at tryggja sær silvurmerkið, men Bjalla vildi nakað annað. Eftir eina trygga byrjan, har hon eftir fyrstu 100 m var eitt sindur aftanfyri, so helt hon teknik og ferð væl inn í næsta sving, har hon var við at nærkast henni frammanfyri, og í svinginum fór hon framvið, men tað var ikki uttan spenning, tí uppum næstsíðstu rim var hon líka við at missa fótafesti. Hon megnaði tó at lofta sær, og so nýtti hon síðstu 100 m inn móti málinum at leggja avstand aftur til hina. Bjalla endaði tískil við at vinna ein tryggan sigur. Glaðast var hon tó fyri tíðina, tí klokkan segði 66,31 sek, sum er persónligt met við næstan 5½ sek og tíðin er samstundis 1,69 sek skjótari enn oyggjaleikakravið. 

Gentur 18-19 ár

Elena Ellindsdóttir Olsen royndi seg í trýstøkk, sum eins og hjá Riu er við at blíva yndisgrein. Fyrsta lopið bleiv eitt trygt lop, fyri at koma væl inn i kappingina. Tað bleiv mátað til 9,55 m., í næsta setti hon ferðina upp, og her kom hon so, sum ikki eina ferð, útum 10 m strikuna. Lopið bleiv mátað til 10,05 m. Harvið var hon bara 15 cm aftanfyri tað fremstu eftir tvey umfør. Næsta miseydnaðist, men í fjórða fekk hon góða ferð inn, og megnaði at fáa ferðina við sær gjøgnum hvørt lop. Tíðanverri var tað yvirtrakk. Fimta miseydnaðist heilt, og lat hon tí verða við at leypa síðsta avsett. Hóast hetta, so bleiv tað máta til 9,12 m. undan síðsta umfarið var støðan tann sama, tí enn vóru 15 cm upp til gullið. Elena sastaði tí alt, og aftur gjørdist lopið langt, men tíðanverri var tað yvirtrakk. Elena fekk harvið silvurmerkið heim við frá spennandi kappingini.

 

 

Dreingir 18-19 ár

Arni Bartal Joensen, skuldi royna seg longu kl 09:00 í longdarlopi. Hann var enn merktur av hørðu trýstøkk kappingini kvøldið fyri, men hevði avgjørt at hita upp, fyri at vita um kroppurin var klárur til enn eina kapping. Eftir upphiting og eina roynd bleiv avgjørt at har var ongin orsøk at halda áfram.