Guðrið kastaði hamaran til eitt bronsumerkið

Guðrið Káradóttir Petersen er ein av “elstu" Hvirlunum, tí hon vandi við Hvirluvindunum, tá felagið bleiv stovnað í 2008. Her vandi hon breiða grundvenjing, har elementir av øllum frælsagreinum vóru við. Hon byrjaði tí við, at kappast í ymsum greinum, men tað var skjótt at hon fall fyri kastunum, um tað er tí, at hon var von við at kasta hondbóltar til venjing í Kyndli er ilt at siga.

Guðrið var 16 ára gomul, áðrenn hon royndi seg í síni fyrstu kapping í hamarkast. Tað var tá, hon luttók í FM fyri vaksin við 4,0 kg tunga kvinnunhamarnum. Her kastaði hon 18,22 m. Har byrjaði ævintýrið hjá Guðrið, tí árið eftir, fór hon verðuliga í gongd við hamaran, har tað var 3,0 kg, hon skuldi kasta sum 17 ára gomul. Longu í fyrstu kappingin í 2017, kastaði hon 31 m og endaði hon árið við, at kasta 3,0 kg tunga hamaran út á 39,21 m. Hon luttók aftur á FM hjá teimum vaksnu, og hesaferð fleyg 4,0 kg hamarin út á 33,25 m. At hon, so skjótt, megnaði at sita trygg og mala við hamarnum, er partvís orsakað av breiðu grundvenjingin, men uttan iva eisini rútmu- og kropskensluni, hon hevði ogna sær við at dansa hip-hop við havnar fimleikafelag.

Í 2018 helt hon áfram við, at bøta um síni úrslit við 4,0 kg hamarnum, og á venjingarlegu við úrvalskastarum í Svøríki, tók hon á fyrsta sinnið føroyska metið. Hon bøtti um metið heilar tríggjar ferðir í somu kapping. Í 2019 flutti hon aftur metið longri út, og var klár til oyggjaleikir, men her bleiv hamarkast tikið av skrá. Hetta var steinur omaná byrðu, tí Guðrið situr eisini heima, tá tey, hon venur saman við, fara við landsliðnum til innandurakappingar um veturin. Hetta tí, at hamarkast ikki er grein ein kastar innandura. At so eisini missa oyggjaleikir, og onki fáa í staðin, hvørki fyri manglandi møguleikar innandura, ella mistu oyggjaleikirnar, var tungt. At Guðrið kastaði hamarin so mikið langt, at hon uttan iva hevði kunnað kappast við um heiðursmerkir, gjørdi tað ikki lættari at bera. Guðrið helt tó á at kempa, og bøtti aftur føroyska metið í 2020 og 2021. Tá so oyggjaleikirnir í 2021 blivu avlýstur, valdi Guðrið at seta tempo niður í venjingini. Hon luttók tó javnan í kappingum og megnaði at halda støði, hon hevði sett við, at kasta upp móti føroyska metinum. Hesa tíðina nýtti hon nógva tíð, sum venjari hjá ungu íðkarunum í Hvirluni.

Á vetri 2023 fór hon so í gongd við, at venja aftur meir miðvíst, og sást beinan vegin, at hon ikki hevði mist rútmu ella kensluna fyri hamarnum. Hon var støðugt uttanfyr 40 m strikuna. Tá so kappingar komu í vár, var Guðrið við, og har rakti hon hamarin betri, enn hon nakrantið hevði gjørt áður. Úrslitið gjørdist enn eitt føroyskt met. Hesaferð til 44,74 m.  Harvið vísti hon, at hon var á einum støði, sum plagar at røkka til heiðursmerkir. Tíðin fram móti leikunum bleiv nýtt til, at skapa ein tryggleika í kastinum, tí við so tekniskari grein, har ein skal mala tríggjar ferðir runt við hamarnum, áðrenn man kastar hamaran, eru nógv ting, sum kunna enda galið. Hetta eydnaðist væl, og bleiv hon trygg í kastum, har intensiteturin var eitt vet undir tí maksimala.

Tá startlistar komu út sást, at hetta fór at vera ein av teimum sterkastu kappingunum, sum hava verið, tí heilar 5 høvdu kasta útum 40 m strikuna. Guðrið var, við sínum 44,74 m, tann, sum hevði kasta triðjlongst.

Komin til Guernsey hósdag, var uppgávan at halda á at venja, tí Guðrið skuldi ikki kappast fyrr enn fylgjandi hósdagin. Guðrið hevði tí gott høvi, at venja seg við umstøðurnar, og ikki minst kastibúðri, sum her niðri heldur altjóða mát. Hon fann skjótt rútmuna undir óvandu umstøðunum, og fekk fleiri kast, sum lógu røttu megin 40 m strikuna. Har vóru tó eisini kast, sum ikki eydaðust heilt væl, serliga til síðstu venjing. Guðrið fór tó inn í kappingina, við einari góðari kenslu at hetta kundi gott blíva stuttligt.

Guðrið byrjaði kappingina við einum kasti, har hon var í so varin, men hon kom tó út á 39,28 m, og legði seg harvið á triðja pláss. Hon økti eitt vet í øðrum umfarið til 39,98 m, men var framhaldandi á triðja plássi, bara 35 cm frammanfyri nr fýra. So slepti Guðrið bremsuni heilt, og fekk hon væl meir ferð á hamaran. Hon var eitt vet ov sein, at fáa fótin í jørðina eftir síðsta umgang, og misti hon tí avleveringa, men høga ferðin gjørdi, at hamarin fley heilt út á 42,03 m. Harvið legði Guðrið seg eitt sindur óvanta á annað pláss, ein lítlan metur aftanfyri hana, sum lá fremst. Hetta broyttist tó í fjórða umfarið, tí tá kastaði favoritturin so mikið langt, at hon fór frá triðja til fyrsta pláss. Í fimta kastaði hon, sum lá nummar 4 eitt gott kast, men tá mátast skuldi sást, at Guðrið enn átti munin. Síðsta umfarð broyttist onki, og harvið ognaði Guðrið sær eitt bronsumerkið í sínari fyrstu kapping á oyggjaleikum.

Eftir summarferiuna fer Guðrið til Aarhus í Danmark, at lesa til sosialráðgeva, og tí missir Hvirlan ein góðan venjara, men Guðrið ferð at venja við Aarhus 1900, har Tórur Mortensen eisini venur.