
Góð úrslit í Tårnby Games
Startskotið til uttandura kappingarnar í Danmark er Tårnby Games. Her høvdu fimm hvirlur avgjørt at royna seg. Elena Ellindsdóttir Olsen á 100 m, 200 m og í longdarlop, Bjalla Beintudóttir Dalsgarð á 100 m og 200 m, Arni Bartal Joensen á 100 m og í longdarlopi, Jógvan Ingi Falkvard Joensen í spjótkast og kúlustoyt, Dánjal Dahl Ljósheim á 300 m og Lovisa Niclasen í kúlustoyt.
Bjalla Beintudóttir Dalsgarð (G16-17)
Bjalla legði út fyrra dagin við at renna 100 m. Hetta er stytsi sprint-teinur, har styrkin hjá Bjallu hevur ligið á longru sprintteinunum (200 og 400 m). Ein lang-sprintari hevur tó eisini tørv á ferð, og tí er gott at testa seg á 100 m. Av tí at fleiri enn átta høvdu melda til, so var tørvur á einum innleiðandi umfarið. Starturin hjá Bjallur er blivin munandi betri, men enn er hennara styrki at hon megnar at halda høga ferð leingi. Hetta vísti hon, tí við einum góðkendum starti, át hon seg inn á hinar allan vegin. Hetta gjørdi at hon kom á mál við tíðini 13,83 sek, sum er 24/100 skjótari enn hon hevur runnið áður. Tíðanverri var vindurin ov nógvur til at tað telur sum persónligt met. Hon fekk tó møguleika í finaluni. Her rann hon aftur ein góðan 100 m, men tað síðsta manglaði. Hon kom tó aftur undir 14 sek, hesaferð við 13,99 sek inn í ein lítlan mótvind uppá 0,2 m/s. Harvið megnaði hon á fyrsta sinnið, at renna undir talentkravið hjá FÍF á hesum teininum.
Bjalla, sum føldi góðu 100 m kappingina frá leygardegnum, var í skjótaru finaluni á 200 m. Her var hon á geil fýra. Starturin riggaði aftur væl, men hon misti nakað í mun til hinar í svinginum, men á langsíðuni vísti hon, at hennara styrki er viljin, og megnaði hon harvið at halda fast, og kanska enntá taka inn á hinar móti endanum. Á málinum segði klokkan 28,36 sek, sum er 16/100 undir hennara persónliga meti. Hetta hóast hon rann inn í ein mótvind uppá 1,5 m/s. Tíðin, sum er undir talenkravið hjá FÍF, rakk til eitt samla fimta pláss í finaluni.
Elena Ellindsdóttir Olsen (G16-17)
Elena, sum hevur økt munandi bæði um acceleratión og toppferð í vetur, legði eins og Bjalla út við at renna 100 m. Elena vísti eisini, at hon hevur ment seg nógv, tí eftir ein sera góðan start, so pressaði hon allan vegin, kanska í so nógv móti endanum, har hon spenti upp, men á málinum segði klokkan 13,59 sek, sum er 20/100 skjótari enn hennara persónliga met, men vindmátarin segði +4,7 m/s, tvs 2,7 m/s yvir tí mest loyvda til at met kunna góðkennast. Elena hevði tó tryggja sær eitt pláss í finaluni. Í finaluni hendi tað, sum er marran hjá einhvørjum sprintara. Starturin miseydnaðist heilt, so heldur enn at verða millum tær fremstu eftir fyrstu fetini, var hon aftast. Hon pressaði tó væl, og megnaði at renna seg til eina tíð uppá 13,93 sek.
Annar dagurin byrjaði við at Elena leyp longdarlop. Her hevur hon áður víst, at hon kann, men tað hevur ikki ordiliga rigga í kapping. Upphitngin var misjøvn, tí tey flestu vóru yvirtrakk, og tá kappingin byrjaði helt hetta á, tí tey tvey fyrstu vóru yvirtrakk. Í triðja rakti hon tó plankan, og fekk eitt góðkent lop. Hetta bleiv máta til 4,82 m, sum er 48 cm longri enn hon hevur lopið áður. Fjórða lopið var eisini væl uttanfyri gamla persónliga meti, men ikki longri enn hon leyp í undanfarna umfari. Síðstu tvey miseydnaðust. Teir 4,82 m gjørdu at hon lá á triðja plássi til síðsta umfar, tá ein fór framvið. Harvið gjørdist Elena nummar 4, bara 17 cm frá gullinum og 4 cm frá silvur. Úrslitið var bara 3 cm frá oyggjaleikakravinum, og longri enn elitukravið, sum er talantkravið fyri vaksin.
Arni Bartal Joensen (D16-17)
Arni Bartal, sum tók seg óvanliga nógv fram í 2024, hevur víst í vetur at hann hevur enn meir at geva. Hetta var fyrstu møguleiki at vísa, hvat tað kundi blíva til. Fyrsta kappingin var 100 m, har hann í 2024 var so óheppin at tað var ov nógvur undandvindur í øllum hansara kappingum, so hann átti eitt persónligt met áljóðandi 15,85 sek. Hetta metið slapp tó ikki at standa, tí hesaferð var at kalla ongin vindur (+0,5 m/s). Arni Bartal fekk ein góðan start, og har hann áður hevur havt tendens til at spenna upp móti endanum, so helt hann formin betri, og gjørdi hetta at klokkan á málinum segði 13,32 sek. Harvið skar Arni Bartal meir enn 2½ sek av sínum persónligla meti.
Seinna dagin var longdarlop á skrá. Hetta er grein, sum Arni Bartal hevur havt allsamt størri hug til at hugsavna seg um. Upphitingin gekk væl, men tá kappingin byrjaði var fyrsta lopið yvirtrakk. Eftir at justera atrenningina eitt vet, so royndi hann aftur, og nú sat. Lopið bleiv máta til 4,95 m, sum er persónligt met. Næsta lopið var 4,99 m, og enn eitt persónligt met. Hann var tó ikki liðugur, tí í fjórða lopið kom hann heilt út á 5,15 m. Fimta lopið var eisini uttanfyri 5 m, men eitt vet styttri enn undanfarna lop. Síðsta var enn styttri, men Arni Bartal bøtti um sítt persónliga met við heili 35 cm tilsamans.
Jógvan Ingi Falkvard Joensen (D16-17)
Jógvan Ingi byrjaði sítt Tårnby Games við spjótkast. Við sær hevði hann hann nýggja 700 g spjótið hjá Hvirluni. Orsøkin til at hann hevði nýtt spjót, var at altjóða sersambandið hevur broytt reglarnar, soleiðis at gomlu spjótini ikki longur kunna nýtast, og fyri at kunna kappast heima í Føroyum, so hevði Hvirlan keypt nýtt spjót. At Jógvan Ingi tók hetta við til kappinginina vísti seg at verða avgerandi, tí tá fyrsta umfarð var liðugt, funnu fyriskiparar útav at einasta spjótið, sum var góðkent eftir nýggju reglunum var tað hjá Jógvan Inga. Tí var fyrsta umfar, strika og kappingin byrjaði av nýggjum, har allir kastaðu við hvirlu-spjótinum. Jógvan Ingi kastaði 34,05 m fyrsta umfarið. Hann økti til 34,37 í øðrum og so til 35,30 í triðja. Harvið kastaði hann 700 g spjótið longri enn hann megnaði at kasta 600 g spjótið farna kappingarár. Hann royndi at økja í teimum trimum síðstu umførunum, men hesaferð kom hann ikki longur. Hann ognaði sær tó eitt broncumerkið fyri avrikið.
Annan dagin var kúlustoyt á skrá. Kúlustoyt er primergreinin hjá Jógvan Inga, men hesaferð vildi timing og teknikkur ikki heilt spæla við, tí eftir at hava lagt út við 10,39 m, og gjørt yvirtrakk í øðrum, so kom hann út á 11,01 í triðja og 11,25 m í fjórða, sum gjørdist tað longsta. Hetta er longri enn bólkametið hjá D16 var við ársbyrjan, men Jógvan Inga, sum hevur verði uttanfyri 12½ m til venjing, var ikki heilt nøgdur. Hann kann tó gleðast um, at hann longu er stabilur omanfyri 11 m, eisini teir dagarnar tá tað ikki riggaði.
Dánjal Dahl Ljósheim (Menn)
Dánjal, sum til dagliga venur í Sparta, var næstan á heimabana tá hann fór í blokkin til 300 m. 300 m er ein grein, sum vanliga verður íðka av yngri íðkarum, men Tårnby Games, hevur gjørt hendan teinin, til teirra grein. Har kunna 200 m sprintarar testa specialúthaldni, meðan 400 m sprintarar kunna testa ferðina. Dánjal hevur góð úrslit bæði í 200 m og 400 m, men tað er 400 m, sum er har hann hevur tey bestu úrslitini.
Dánjal legði væl út, og hevði góða ferð fyrstu 100 m, men misti nakað í svinginum. Hansara specialið er tó síðstu metrarnir, og her kom hann væl aftur síðstu 100 m. Hann endaði við at renna teinin uppá 35,03 sek. Harvið bøtti hann um sítt føroyska met við 0,35 sek.
Lovisa Niclasen (Kvinnur)
Forkvinnan í felagnum, Lovisa Niclasen, royndi seg í kúlustoyt. Lovisa hevur bøtt munandi um tað tekniska í vetur, men enn er nýggji teknikkurin ikki stabilur, tá hon leggur alla orku í, tí var tað við spenningi at hon fór undir kappingina. Fyrsta royndin var 9,44 m, sum er góðkent. Í øðrum sat teknikkurin væl, og kom hon út á 9,78 m, hóast tað var eitt tekniskt kast, heldur enn eitt sokalla max-kast, har man leggur alla orku í. So legði hon meir orku í, men tað riggaði ikki, tí tey síðstu blivu øll styttri.