Front

Góð byrjan uppá ársins Stórkappingar

Fyrsta umfarð av ársins stórkapping fór fram á Tórsbreyt eftir kanska bestu viku í árinum. Hvirlan var, sum vant, sera væl umboða við umleið helvtina av øllum startunum. Øll kempaðu væl og í allar flestu førum fóru tey heim við nýggjum persónligum metum.

Børn -7 ár

Tey yngstu hava eina grein tey kunna royna hvørt umfarð. Hesaferð var tað bóltkast. Her royndu Natan S. Christiansen og Jónathan Vinter Tummasarson seg. Fyrst var tað Natan sum kastaði 150 g tunga bóltin. Hann kom út á 8,90 m. So átti Jónatan tørn, og kom hann heilt út á 18,24 m. báðir kastaðu eitt vet styttri í øðrum umfarið. Í triðja og síðsta umfarið kom Natan út um 10 m strikuna, tá hann kastaði bóltin 10,02 m.

Gentur 8-9 ár

Hjá teimum 8-9 ára gomlu gentunum byrjaði dagurin við 60 m. Her stóðu heilar fýra hvirlur klárar; Anna Effersøe Nónstein, Katrin Róksdóttir á Neystabø, Marita Hansen og Ranja Terjadóttir. Stóra luttakaratalið merkti, at neyðugt var at deila upp í riðlar. Anna, Marita og Ranja runnu í fyrra riðlinum. Her komu allar væl avstað, og fylgdust tær nærum allan vegin, og harvið megnaðu tær at trýsta hvørja aðra til, at gera sítt allar besta. Hetta gjørdi at Marita kom á mál við tíðini 11,65 sek, Ranja við 11,85 sek og Anna við 11,99 sek. Katrina var í seinna riðlinum. Hon fekk ikki sama møguleika at kappast við hinar, men tað nervaði hana ikki, tí á málinum segði klokkan 10,87 sek, sum er næstan eitt heilt sekund skjótari, enn hon hevur runnið áður. Allar fóru tær tí heim við einum nýggjum persónligum meti.

Næsta greinin var longdarlop, og her vóru Anna, Katrin og Ranja aftur klárar til tær tríggjar royndirnar, sum man fær í yngru bólkunum. Í yngru bólkunum, tvs upp til 13 ár, leypur man í sokallaðari sonu, tvs at avmerkt er ein metur, har lopið verður frá, og so verður máta frá har lopið verður. Hetta er í mun til tey, ið eru 14 ár og eldri, har máta verður frá plankanum, óðansæð hvussu langt aftanfyri plankan man leypur. Í hesari kappingini legði Ranjai út við at leypa 2,30 m, sum er persónligt met. Síðan leyp Anna 2,36 m, meðan Katrina leyp 2,95 m, sum eisini er persónligt met. Allar øktu í øðrum umfari; Ranja til 2,89 m, Anna til 2,51 m og Katrina til 3,34 m. Harvið komu allar útum síni persónligu met. Í síðsta økti Anna aftur, hesaferð til 2,60 m.

Triðja greinin var bóltkast, og aftur vóru tær tríggja Anna, Katrina og Ranja við. Fyrsta kasti hjá Ranju miseydnaðist, meðan Anna kom út á 14,87 m og økti harvið um sítt persónliga met. Katrina økti somuleiðis um sítt persónliga met í fyrsta umfarið tá hon kastaði 23,49 m. Ranja fekk tað at rigga í øðrum, har hon kom út á 23,39 m og økti hon harvið eisini um sítt persónliga met. Í triðja økti Anna til 16,06 m og Katrina til 23,90 m.

Síðsta greinin var 600 m, sum er 1½ umgangur á Tórsbreyt, og aftur vóru Anna, Katrina og Ranja klárar tá startskotið bleiv latið av. Allar løgdu hart út, men skjótt fór ferðin eitt vet niður, men serliga Katrina megnaði at halda eina høga ferð nærum allan vegin. Úrsltið gjørdist, at allar aftur ognaðu sær persónlig met. Katrina við tíðini 2 min 24,27 sek, Ranja við tíðini 2 min 41,53 sek og Anna við tíðini 3 min 3,55 sek.

Dreingir 8-9 ár

Tað vóru væl færri luttakarar hjá dreingjunum samanbori við genturnar, og tí var einans ein riðil á 60 m. Her royndu Benjamin Æðustein Thomsen og Liam Jógvanson Kjær seg. Teir vóru á geil 3 og 2. Her megnaði Benjamin at renna teinin uppá 12,12 sek, meðan Liam kom heilt niður á 11,39 sek. Hetta er persónligt met hjá báðum.

Næsta greinin var longdarlop, og aftur vóru báðir til dystin fús. Liam legði út við at leypa heilar 3,12 m, meðan Benjamin leyp 2,17 m. Benjamin økti í øðrum til 2,27 m, og hóast báðir høvdu góðar royndir í triðja og síðsta umfarið, so komu teir ikki longur út hesaferð. Teir ognaðu sær tó báðir persónligt met.

Triðja greinin var bóltkast og aftur stóðu báðir klárir tá kappingin byrjaði. Fyrstur var Liam, og kastaði hann bóltin út á 13,15 m. Benjamin kastaði eitt lítið vet styttir í sínari fyrstu roynd. Bólturin hjá honum lendi á 12,41 m. Báðir øktu í øðrum umfarið. Fyrst økti Liam til 23,45 m og síðan økti Benjamin til 14,12 m. Hesi kastini, sum bæði eru persónlig met, gjørdust tey bestu hjá teimum báðum hesaferð.

Síðsta greinin var 600 m, og fyri fjórðu ferð á degnum vóru báðir við. Báðir løgdu hart út, men justeraðu so ferðina eftir fyrstu 150-200 m. So var at kempa síðstu 400 m. Liam megnaði at halda eina rættuliga høga ferð, og kom á mál við tíðini 2 min 25,06 sek. Benjamin kempaði væl allan vegin, og kom á mál við tíðini 3 min 29,12 sek. Báðir fingu harvið sítt fjórða persónliga met á degnum.

Gentur 10-11 ár

Debora S. Christiansen, Jana Hammer og Wivi Andrasardóttir Thomassen royndu seg fyrst á 100 m teininum. Tær stóðu klárar lið um lið á geil 2, 3 og 4 tá skotið fór. Hetta gjørdist ein tøtt kapping millum allar genturnar frá byrjan til enda. Á málinum segði klokkan at Jana hevði runnnið teinin uppá 17,24 sek, Debora uppá 18,03 sek og Wivi uppá 18,07 sek. Hetta er nýtt persónligt met hjá øllum trimum.

Var kappingin spennandi á 100 m, so var hon tað ikki minni í longdarlopi, har tær eins og tey í yngra bólkinum, lupu frá sonu. Her legði Wivi út við at leypa 2,97 m, Jana 2,99 m og Debora 3,06 m. Ongin megnaði at økja í øðrum umfari, meðan Jana í triðja megnaði at koma heilt út á 3,20 m. Teir 3,06 m, sum Debora leyp í fyrsta umfarið er persónligt met.

Triðja greinin var bóltkast. Her legði Jana út við, at kasta bóltin góðar tríggjar metrar longri enn hennara persónliga met. Hann lendi úti á 31,85 m. Debora kastaði 13,34 m og Debora legði eisini tríggjar metrar afturat sínum persónliga metið við at kasta 15,87 m. Jana kastaði aftur útum 30 m strikuna, men nakrar sentimetrar styttri enn í fyrsta umfarið. Wivi legði ein lítlan metur afturat við at kasta 16,46 m og í triðja kom hon heilt út á 19,06 m. Í triðja kastaði Debora 15,10 m, og bøtti hon harvið eisini um sítt persónliga met.

Á 600 m teininum valdi Jana, sum hevur verði sjúk, at melda pass, men Wivi og Debora høvdu ein tættan dyst, har tær í fyrsta umgangi lógu lið um lið, fyri síðan at økja ferðina inn til málið í einum stuttligum spurti. Her endaði tað við at Wivi fekk tíðina 2 min 27,38 sek og Debora fekk tíðina 2 min 27,45 sek.

Dreingir 10-11 ár

Heilar fimm hvirlur vóru klárar tá starturin á 100 m bleiv skotin í gongd. Í fyrra riðlinum var Verland Benjamin á geil 2, Jónas Jógvansson Kjær á geil 4 og Jónatan Meitilberg á geil 5. Hetta var fyrsta royndin hjá øllum á hesum teininum, men tað var ikki til at síggja sum teir kempaðu. Úrslitið gjørdist at Jónas rann teinin uppá 18,84 sek, Verland Benjamin uppá 19,9 sek og beint í hølunum var Jónatan við tíðini 20,10 sek. Í seinna riðli vóur Jósef Vinter Tummasarson og Pætur Marek av Reyni. Hetta var eisini fyrsta royndin hjá teimum báðum á hesum teininum, aftur var tað ikki til at síggja. Tíðin hjá Jósef gjørdist 17,97 sek, meðan tíðin hjá Marek gjørdist 22,21 sek.

So var longdarlop á skrá, og her vóru teir fimm aftur klárir. Jósef legði út við at leypa 3,13 m, og harvið økja um sítt persónliga met, Jónas leyp 2,37 m og Jónatan leyp 2,54 m, sum eisini var persónligt met. Verland Benjamin og Pætur Maerk lupu uttanfyri sonuna og fingu tí ikki síni lop góðkend. Í øðrum riggaði betur, tí tá leyp Verland Benjamin 2,38 m, sum er persónligt met og Pætur Marek leyp 2,27 m, sum somuleiðis er persónligt met. Allir royndu at koma longur út, men tað var bara hjá Jónas, sum leyp 2,64 m í síðsta umfari.

Jósef, Jónas, Pætur Marek og Verland Benjamin hildu á til bóltkast. Her legði Jósef út við at kasta bóltin 34,21 m, sum er næstan sjey metrar longri enn hann hevði megnað áður. Pætur Marek kastaði 13,28 meðan tað miseydnaðist hjá Jónas og Verland Benjamin. Teir komu tó á talvuna í øðrum umfari. Verland Benjamin kastaði 10,41 m og Jónas 22,15 m, meðan Pætur Maerk legði næstan 5 m afturat sínum persónliga metið við at kasta 18,50 m. Verland Benjamin og Jónas øktu í triðja umfarið; Verland Benjamin til 11,13 m og Jónas til 22,72 m. Jósef kom aftur útum 30 m strikuna, men teir 34,21 m frá fyrsta umfari gjørdust teir longsu hesaferð.

Síðsta greinin var 600 m, og her vóru Jósef og Jónas aftur klárir. Her legði Jónas hart út, meðan Jósef var eitt sindur meir varin við ferðini í byrjani. Hetta helt sær, tí báðir megnaðu væl at halda ferðina við tí úrslitið at Jónas kom á mál eftir at hava runnið í 2 min 16,73 sek, meðan Jósef kom á mál við tíðini 2 min 35,69 sek, sum er góð sjey sek skjótari enn hann hevði runnið teinin áður. Tíðin hjá Jónas var eisini persónligt met.

Gentur 12-13 ár

Helena Effersøe Nónstein og Rebekka Æðustein Thomsen byrjaðu sín dag við at renna 100 m. Hjá báðum var hetta fyrsta royndin á hesum teininum. Her komu báðar væl úr blokkinum, og so var tað at halda á at kempa alla langsíðuna, sum er 100 m lang. Hetta megnaðu báðar væl, við tí úrslitið at Rebekka fekk tíðina 17,13 sek og Helena fekk tíðina 18,16 sek. Tær gjørdist ávikavist nr 3 og fýra í kappingini.

So var diskuskast á skrá. Her skuldu tær royna seg við 0,75 kg tunga diskinum. Helena legði út við at kasta 8,75 m, meðan Rebekka, sum fekk betri hædd á kasti kom út á 12,73 m og legði hon seg á fyrsta pláss í kappingini. Hetta misti hon í triðja umfarið, men hon svaraði aftur í fjórða umfarið við at kasta 13,62 m og legði seg harvið aftur á fyrsta pláss. Hóast hinar nærkaðust, so megnaðu tær ikki at fara framvið Rebekku. Helena kempaði eitt sindur við at fáa banan hjá diskinum at sita, og tí blivu kastini í so lág, men hon megnaði í síðsta umfarið at fáa diskin út á 9,00 m, sum var tað longsta hjá henni.

Triðja greinin var hæddarlop, og aftur vóru tær báðar við. Her var byrja á 1,00 m. Fyrsta royndin hjá Helenu miseydnaðist, meðan Rebekka kom uppum í fyrstu royndini. Helena kom næstu royndini. Á 1,05 m kom Rebekka aftur uppum í fyrstu royndini. Helena hevði onkra góða roynd, men hesaferð riggaði ikki. Hon gjørdist tí nr 3 við 1,00 m, sum er nýtt persónligt met. Rebekka royndi seg so á 1,10 m og aftur kom hon uppum uttan trupulleikar í fyrstu royndini. Á 1,15 m steðgaði tað tó, tí hóast hon royndi sítt ýtasta, so endaði hon á einum øðrum plássi við einum úrslitið uppá 1,10 m.

Á 600 m var Helena einsamøll at umboðað Hvirluna. Hon legði hart út, men eftir fyrstu 200 m setti hon ferðina niður, og kempaði hon síðan fyri at halda ferðina allan vegin um málstrikuna. Hóast tungt móti endanum, so megnaði hon at renna teinin uppá 2 min 37,19 sek, sum er nýtt persónligt met.

Gentur 14-15 ár

Ria Langgaard, sum hevur tikið seg nógv fram síðsta ári, hevði hesaferð valt at royna seg á 100 m. Her var hon óheppin í starinum, har hon mist fetið heilt, og noyddist tí at at kempa seg aftur í eina góða sprint-positión og fáa ferð á aftur. Hetta gjørdi hon sera væl, tí hóast miseydnaða startin, so rann hon teinin uppá 15,95 sek.

Gentur 16-17 ár

Bjalla Beintudóttir Dalsgarð, Elin Johnsdóttir og Lucia Gjoveraa Sødergren løgdu fyri við at kasta 3,0 kg tunga hamaran. Hetta er greinin, sum Elin hugsavnar seg um, og hóast hon fekk ringa byrjan, so var ongantíð ivi um, hvør fór at taka sigurin hesaferð. Tað er tó ikki sigurin, sum hevur mest at siga, tí Elin hevur fleiri ferðir til venjing kasta longri enn bólkametið, og tí var tað ein møguleiki fyri at metið fór at fella. Tað var tó Lucia, sum legði seg á odda við einum kasti uppá 26,51 m, sum er góðan metur longri enn hennara persónliga met. Hjá Bjallu tók strongurin í netið, og kostaði tað nakað av longd. Kasti bleiv tó máta til 18,74 m. Hóast ferðin var góð, so misteydnaðist næsta kasti hjá Elin eisini, meðan Lucia økti til 27,62 m og Bjalla fekk tað betri at sita og kastaði 20,59 m. Í triðja tók Elin eitt róligt kast, og tá hamarin lendi á 34,10 m var kappingin avgjørd. Lucia økti aftur, hesaferð til 28,24 m, meðan kasti hjá Bjallu miseydnaðist. So valdu Lucia og Bjalla at steðga fyri at hugsavna seg um 100 m, sum er nakað tær venja til dagligt. Elin helt tó á, men hesaferð vildi teknikkurin ikki sita. Hon megnaði tó at kasta hamaran út á 35,92 m, sum er 10 m longri enn hon megnaði at kasta hamaran í 2024. Lucia endaði á øðrum plássi og Bjalla á triðja.

Tá skotið fór á 100 m vóru tær trýggjar Bjalla, Elin og Lucia, saman við Elenu Ellindsdóttir Olsen skjótar avstað. Elena fekk besta startin, meðan Lucia og Bjalla vóru beint aftanfyri. Elin, sum bara venur kast, var eitt sindur aftanfyri eftir fyrstu metrarnar. Hinar trýggjar komu væl upp í ferð, men á hálvum teini byrjaði Lucia at spenna upp, og kostaði hetta nakað av ferð. Elena misti eitt sindur móti endanum, meðan Bjalla megnaði at halda góða formin allan vegin. Úrslitið gjørdist at Bjalla gjørdist nummar tvey við 14,03 sek, Elena nummar trý við tíðini 14,17 sek, Lucia nummar 4 við tíðini 14,66 sek og Elin nummar seks við tíðini 16,13 sek. Hóast Lucia spenti upp og tær runnu inn í ein mótvind uppá 1,3 m/s, sum kostaði millum 1 og 2 tíggjudanpartar, so ognaði Lucia sær eitt persónligt met, sum enntá er skjótari enn hon áður hevur megnað í ov nógvum undanvindi.

Síðsta greinin var longdarlop, og her vóru allar fýra við. Her legði Bjalla seg á odda í fyrsta umfarið við einum lopið uppá 4,49 m. Elena legði seg á annað pláss við einum, fyri hana, miseydnaðum lopið uppá 4,28 m. Elin legði seg á fjórða pláss við 3,47 m meðan atrenningin miseydnaðist heilt hjá Luciu. Í øðrum leyp Elena 4,60 m, sum fyri tveimum viku síðan vildi verði persónligt met hjá henni. Bjalla økti eisini, men við 4,58 m, var hon 2 cm aftanfyri Elenu. Í triðju riggaði betur hjá Luciu, sum við 3,98 m leyp seg upp á triðja pláss í kappingini. Elin, sum hevði trupult við at koma fram til plankan at leypa, om út á 3,50 m, men var nú á fimta plássi. Í fjórða umfarið kom Bjalla út á 3,60 m og hevði hon harvið lopið neyvt líka langt sum Elena, men av tí at hennara næstlongsta var longri enn tað næstlongsta hjá Elenu, so legði Bjalla seg aftur á fyrsta pláss í kappingini. Elin helt á at økja, men við 3,55 m í fjórða manglaði hon enn ein sentimetur í at koma upp á fjórða pláss. Í fimta sá tað út til at Lucia fekk alt at rigga, tí hon kom inn á plankan og fekk eitt sera gott avsett, og lendi hon úti har, sum Bjalla og Elena lendu tá tær lupu longst. Tíðanverri var lopið yvirtrakk við 2-3 cm. Tað er tó gott at síggja, at hon hevur tey longu lopini í kroppinum. Elin gjørdi ikki yvirtrakk, tá hon í fimta fekk eitt stórt persónligt met, tá hon leyp 3,66 m og harvið tók hon fjórða pláss.

Dreingir 16-17 ár

Baldur Báruson Persson, sum primert venur kúlustoyt, og Arni Bartal Joensen, sum primert venur longdarlop og sprint byrjaðu dagin við at kasta 5,0 kg tunga hamaran. Longu í fyrsta umfari legði Baldur út við at tangera persónliga meti hann setti í apríl. Hann økti í ørðum til 25,45 m, meðan Arni Bartal fekk hamaran út á 21,86 m. Tað triðja hjá Arna Bartal miseydnaðist, meðan Baldur helt á at økja. Hann kastaði 26,32 m í triðja umfarið. Arni Bartal valdi so at steðga fyri at hugsavna seg um 100 m. Í fimta umfarið økti Baldur aftur, hesaferð til 26,55 m. Hóast tað sætta og síðsta eisini var langt, so var tað eitt vet styttri enn teir 26,55 m hann kastaði í fimta umfarið. Harvið gjørdist Baldur nummar eitt frammanfyri Arna Bartal á øðrum plássi.

Arni Bartal fór so til 100 m, har William Erik Schilling Kruse eisini stóð klárur. Her hevur Arni Bartal longu bøtt munandi um sítt persónliga met í ár, meðan hetta var fyrsat kappingin í ár hjá William. Arni Bartal fekk betra startin, men William hekk væl í, og í mun til í fjør, so megnaðu báðir at halda ein góðan stíl allan vegin. Bartal hevði tó munin allan vegin og vann hann við tíðini 13,62 sek, meðan William skar meir enn eitt sek av sínum persónliga meti, tá hann rann 14,08 sek og gjørdist harvið nummar tvey.

Síðsta greinin var longdarlop, og aftur vóru William og Arni Bartal við. Her legði Arni Bartal út við at leypa 4,73 m, meðan atrenningin ikki riggaði hjá William, sum bara rann ígjøgnum. Fyri William var hetta ein stórur trupuleiki, tí hann fekk bara eitt góðkent lop. Arni Bartal fekk hinvegin eina stabial góða kapping, tí bara tvær vikur eftir at hann á fyrsta sinnið leyp útum 5 m strikuna, megnaði hann, at leypa tvær ferðir útum hana hesaferð. Báðu ferðirnar bleiv tað máta til 5,09 m. Tað eina lopið, sum William fekk at sita var ikki optimalt, men hóast tað, so bleiv tað máta til 4,44 m, sum er stórt persónligt met. Teir gjørdust nummar eitt og tvey í kappingini.

Gentur 18-19 ár

Ai Waagstein, sum hevur bestu úrslitini í spjótkast, royndi seg við 4,0 kg tunga hamarnum. Í fyrstu kastunum var vektin ov nógv á høgra beini og tí lendi hon ov tungt. Hon megnaði tó at koma út a 23,84 m. Í fjórða fekk hon betri hildi vektina meir balanseraða á báðum beinum, og kom hon tí út á 27,88 m, sum er persónligt met. Hetta bøtti hon um í sætta og síðsta umfarið við at kasta 28,00 m. Hon gjørdist nummar eitt í kappingini.

Kvinnur

Lovisa Niclasen, sum venur kúlustoyt, royndi seg í hamarkast, har hon kastaði 4,0 kg tunga hamaran. Í fyrstu umførunum fekk hon ikki lagt hamaran í ein góðan bana aftanfyri seg. Hetta fór at rigga í triðja umfarið, har hon á fyrsta sinnið kom útum 20 m strikuna. Kasti gjørdist 22,37 m. tað sætta og síðsta var eisini uttan fyri 20 m strikuna, men hon ognaði sær fyrsta pláss við teimumr 22,37 m hon kastaði í fjórða umfarið.

Fleiri myndir eru í myndasavninym