IMG 1158

Fyrsta stórkapping 2026

Av tí at Tórsbreyt er undir umbygging, so var fyrsta stórkapping í Klaksvík. Her høvdu nógvar hvirlur melda til, og tað var serliga hugaligt at síggja hvussu nógv høvdu valt at royna seg í greinum viðkomandi ikki venur, og harvið testa seg uttanfyri egna komfort-sonu. Hetta styrkir bæði sjálvan íðkarin, og ger tað munandi hugaligar at skipa fyri slíkari kapping, tí einstøku kappingarnar blíva meir áhugaverdar bæði fyri íðkarar og áskoðarar.

Børn -7 ár

Tey yngstu fáa møguleika at royna seg í einari grein hvørt umfarð, og hesaferð var bóltkast á skrá. Her vóru heilar fýra hvirlur við. Hjá gentunum royndu Charlotta Effersøe Nónstein og Rebekka Vinther Tummasardóttir seg, meðan Rókur Vinther Tummasarson og Filip Æðustein Thomsen royndu seg hjá dreingjunum. Her gjørdist úrslitið at Charlotta kastaði 4,49 m, Filip kastaði 3,61 m, Rebekka 4,15 m og Rókur 8,59 m.

Gentur 8-9 ár

Martha Hammer byrjaði dagin við at kappast í longdarlopi. Her legði hon út við at leypa 2,73 m í fyrstu royndini, og legði harvið 20 cm omaná sítt persónliga. Hon leyp 1 cm longri í øðrum og so aftur 2,73 m triðju og síðstu royndini.

Martha fór so til 60 m startin, her var hon tó ikki einsamøll Hvirla, tí her vóru bæði Charlotta Effersøe Nónstein og Rebekka Vinther Tummasardóttir við eisini. Av tí at tað vóru sjey luttakarar, so vóru tveir riðlar, og her var Martha í tí fyrra. Her rann Martha teinin uppá bara 11,56 sek. Í seinna riðli rann Charlotta teinin uppá 14,94 sek og Rebekka upa 17,11 sek.

Síðsta greinin var bóltkast, og aftur var Martha til dystin fús. Her legði hon út við at kasta 15,14 m. Har økti hon í triðja í mótvindinum til 16,55 m, sum bara eru 16 cm frá hennara persónliga metið. Her kann viðmerkjast at hetta var hennara áttanda kapping í bóltkast, men tann fyrsta har hon ikki bøtti um sítt persónliga met.

Dreingir 8-9 ár

Dreingirnir byrjaðu eins og genturnar við longdarlop. Her vóru heilar tríggjar hvirlur við. Tær vóru Jónatan Vinther Tummasarson, Liam Dánjalsson Absalonsen og Natans S. Christiansen. Her legði Liam út við at leypa 2,43 m, meðan Natan leyp 2,29 og Jónatan leyp 2,08 m. Liam økti til 2,46 m í øðrum, og harvið endaðu teir á ávikavist 2,46 m, 2,29 m og 2,08 m.

Á 60 m var Rókur Vinter Tummasarson eisini við, hann var í fyrra riðli saman við Jónatan. Her rann Jónatan teinin uppá 13,12 sek meðan tíðin hjá Róki gjørdist 15,36 sek. Í øðrum riðli rann Lima teir 60 m uppá11,21 sek og Natan kom á mál efti 12,13 sek.

So var bóltkast á skrá. Her royndu Liam, Jónatan og Natan seg. Her løgdu bæði Liam og Jónatan hart út. Teir kastaðu ávikavist 20,97 m (Liam) og 19,28 m (Jónatan), meðan Natan kastaði 15,96 m. Natan økti í øðrum til 15,96 m. Ongi økti í triðja og síðsta umfari.

Gentur 10-11 ár

Jana Hammer, Anna Effersøe Nónstein og Debora S. Christiansen byrjaðu við at renna 100 m. Her vóru Jana og Anna í fyrra riðli. Jana legði hart út við at renna teinin uppá bara 15,37 sek, sum er næstan 2 sek skjótari enn hon hevur megna áður. Anna, sum rann sín fyrsta 100 m, rann teinin uppá 19,14 sek. Í øðrum riðli rann debora teinin uppá 16,41 sek, sum er 1½ sek skjótari enn hon hevur runnið teinin áður.

Allar tríggjar vóru royndu seg síðan í longdarlopi. Í mun til á 100 m, so kom onki persónligt met, men allar lupu væl, har Jana gekk á odda við at leypa 3,55 m. Anna leyp 2,71 m og Debora 2,59 m.

Triðja greinin var kúlustoyt, har tær tríggjar royndu seg við 2,0 kg tungu kúluni. Jana legði út við at stoyta kúluna út á 5,04 m., meðan Debora legði út við at stoyta 4,81 m, og Anna, í sinari fyrstu kapping í kúlustoyt kom út á 3,97 m. Jana økti í øðrum til 5,16 m, men tað var í triðja at ting verðuliga hendu, tí her kom Jan heilt út á 6,45 m, og legði harvið góðan ½ m omaná sítt persónliga met. Debora legði somuleiðis umleið ½ m omaná sítt persónliga met í síðsta har hon kom út á 5,66 m. Anna var nær við, men teir 3,97 m hon stoytti kúluna í fyrsta umfarið gjørdist tað longsta hesaferð.

Jana, Debora og Anna endaðu dagin við at renna 600 m. Her bøttu allar um síni persónligu met. Jana til 2 min 11,13 sek, Debora til 2 min 23,13 sek og Anna kom á fyrsta sinnið undir 3 min tá hon rann teinin uppá 2 min 57,46 sek.

Dreingir 10-11 ár

Dreingirnir byrjaðu, eins og genturnar, við 100 m. Her vóru fýra luttakarar, og vóru allir úr Hvirluni. Her var tað ein tættur dystur allan vegin. Hendan dystin vann Jónas við tíðini 17,11 sek og skar hann harvið gott 1½ sek av sínum persónliga metið. Josef skar gott ½ sek av sínum personliga metið við at renna teinin uppá 17,36 sek. Verland Benjamin skar næstan 2 sek av sínum persónliga meti tá hann kom á mál við tíðini 18,05 sek, meðan Benjamin rann sín fyrsta 100 m uppá 20,20 sek.

Í longdarlopi vóru fimm luttakarar, teir fýra, sum høvdu runnið 100 m og so Jósvein Sigurð Sigvalsdsson, sum eisini er Hvirla. Hesir fimm ungu mennirnir vóru allir rættuliga tættir. Jónas kom út á 3,16 m, meðan Verland Benjamin leyp 2,77 m og legði harvið 39 cm afturat sínum persónliga meti. Jósvein leyp 2,73 m í sínari fyrstu kapping, meðan Benjamin legði 25 bcm afturat sínum persónliga meti við at leypa 2,52 m. Jónas leyp 2,49 m.

Allir fimm fóru síðan til kúlustoyt. Her var Jósef tann stinnasti. Hann stoytti kúluna heilt út á 6,12 m. Verland Benjamin kom út á 4,93 m, Jónas kom út á 4,84 m, Benjamin kom út á 4,47 m og Jósvein kom út á 3,88 m.

Liam, Jónatan og Natan endaðu dagin við at renna 600 m. Her legði Limar hart út, og megnaði hann harvið at renna teinin uppá 2 min 33,35 sek. Jonatan rann teinin uppá 2 min 56,44 sek, meðan Natan kom á mál við tíðini 5 min 9,74 sek.

Gentur 12-13 ár

Helena Effesøe Nónstein og Rebekka Æðustein Thomsen byrjaðu dagin við hæddarlopi. Byrjunarhæddin var 90 cm, men báðar valdu at byrja á 100 cm. Hetta komu báðar uppum uttan trupulleikar. Báðar komu somuleiðis uppum 105 cm. Á 110 cm tørvaði Helenu 3 royndir, men so kom hon uppum. Á 115 kom Rebekka aftur uppum uttan trupulleikar, meðan Helena var nær við, men tíðanverri vildi stongin ikki blíva liggjandi. Harvið endaði Helena á 110 cm. Rebekka helt áfram og kom uppum 120 cm í fyrstu royndini. Á 125 og 128 cm tørvaði henni tvær royndir, men hon kom uppum báðar. Hon kom eisini uppum 131 cm, sum gjørdist endastatiónin hesaferð. Harvið ognaði hon sær fyrsta pláss samstundis sum hon bøtti um sítt persónliga met við 16 cm. Helena gjørdist nummar trý við at bøta um sítt persónliga met við 10 cm.

Tær fóru síðan til 100 m. Her riggaði starturin hjá Helenu ikki heilt, men hon kempaði væl, og var beint í hølunum á hinum gentunum, sum allar lógu sera tættar. So hvørt málið nærkaðist styttist millum allar genturnar, men tað vóru Rebekka og Helena, sum otaðu seg framum móti endanum, og á málinum var ikki til at siga hvør var tann fremra. Her segði málfoto at Rebekka var 1/100 frammanfyri Helenu. Tíðin Hjá Rebekku var 16,23 sek, sum er næstan eitt sek skjótari enn hennara persónliga met. Helena gjørdist nummar tvey við tíðini 16,22 sek, sum er næstan tvey sek skjótari enn hennara persónliga met.

Triðja greinin var kúlustoyt. Her vildi teknikkurin ikki rigga hjá Rebekku, men hon megnaði tó at koma út á 7,81 m og ogna sær eitt trygt fyrsta pláss. Helena legði 21 cm omaná sítt persónliga met tá hon í fyrsta umfarið kom út á 6,17 m. Hetta rakk til eitt fjórða pláss í kappingini.

Helena endaði dagin við at renna 600 m. Hon legði varðliga út, men megnaði væl at halda tempo, og tí eydnaðist henni at bøta um sítt persónliga met til 2 min 32,63 sek.

Gentur 14-15 ár

Einasta grein við hvirlu umboðan hesaferð var kúlustoyt. Orsøkin er at Ria Langgaard, hevur meitt sær fótin, og fyri ikki at sláða skaðan uppaftur, valdi hon bara at royna seg í kúlustoyt. Her kappaðist hon móti Rosu Gjoveraa Sødergren, sum royndi seg í sínari fyrstu kapping í frælsar ítrótt. Ria legði út við at stoyta kúluna út á 5,05 m, meðan Rosa gjørdi yvirtrakk. Í øðrum riggaði hjá Rosu, tá kom hon út á 4,83 m og legði seg harvið á annað pláss. Í triðja kom hon út á 5,33 m og tók harvið fyrsta pláss. Ria royndi at svara aftur, men megnaði ikki at økja um teir 5,05 m frá fyrsta umfarið, og harvið vann Rosa, meðan Ria gjørdist nummar tvey.

Dreingir 14-15 ár

Ingvar við Garð var einsamøll hvirla millum 14-15 ára gomlu dreingirnar. Hann hevði valt at hugsavna seg um 1000 m teinin. Hann var so mikið langt frammanfyri hinar eftir fyrsta umgangin at hann rann einsamallur seinastu 600 m. Tað er sera avbjóðandi at renna einsamallur, men hetta megnaði hann væl og kom á mál við tíðini 3 min 20,47 sek.

Dreingir 16-17 ár

Baldur Báruson Persson og Jóhan Waagstein royndu seg við 5,0 kg tungu kúluni. Baldur broytti nýliga teknik frá sokallaðum step til glide, go tí var hann spentur uppá hvussu tað fór at rigga í kappingini. Fyrsta fór útum strikuna og taldi tí ikki við, meðan Jóhan í sínari fyrstu roynd kom út á 7,78 m og legði seg harvið á fyrsta pláss. Hann økti í øðrum til 7,98 m, meðan Baldur við 7,97 m legði seg beint aftanfyri. Nú hevði Baldur funni tryggleikan í nýggja teknikkinum, og í triðja kom hann út á 9,66 m og avgjørdi harvið kappingina, tí Jóhan kom ikki útum teir 7,98 hann megnaði í øðrum umfarið.

So var 100 m á skrá, og her var William Erik Schilling Kruse klárur. Hann hevur vant væl í vetur og tí var spennandi at síggja hvat tað bleiv til. Hann rann saman við Arna Bartal, sum kappast í bólkinum D18-19 ár. Starturin hjá William miseydnaðist, men hann er blivin munandi sterkari og rann seg tí væl fram, og síðstu 40 m var tað ein tættur dystur millum hvirlurnar báðar. Hesin dystur gjørdi at William megnaði at renna teir 100 m uppá 13,13 sek og skar harvið næstan eitt sek av sínum persónliga meti.

William fór síðan til longdarlop. Her hevði hann trupulleikar við at fáa atgrenningina at sita. Tað var ikki fyrr enn í fjórða umfarið at tað endiliga riggaði. Tá leyp hann 4,67 m, sum er persónlig met. Hann økti í siðsta umfarið til 4,69 m, og harvið legði hann í alt 25 cm omaná sítt personliga met.

Gentur 18-19 ár

Ai Waagstein og Lucia Gjoveraa Sødergren byrjaðu dagin við kúlustoyt. Lucia legði út við at stoyta 4,0 kg tungu kúluna út á 7,59 m, meðan Ai kom út á 6,64 m. Í øðrum umfari kom Ai út á 7,00 m, meðan Lucia ikki kom heilt líka langt sum í fyrsta umfarið. Lucia valdi síðan at steðga fyri at hugsavna seg um 100 m. Ai helt áfram, og hevði fleiri góðar royndir, men teir 7,00 m var tað longsta hesaferð. Harvið vann Lucia við 7,59 m, sum er 1,37 m longri enn hon hevur megna áður. Teir 7,00 m hjá Ai vóru eisini persónligt met. Hetta rakk til eitt annað pláss í kappingini.

Lucia fór beina leið til 100 m startin, har Elena Ellindsdóttir Olsen eisini stóð klár. Her var Elena tann stinnara, hon rann teinin uppá 14,05 sek og ognaði sær harvið fyrsta pláss frammanfyri Luciu, sum rann teinin uppá 14,46 sek.

Síðsta greinin var longdarlop, har Lucia og Elena báðar høvdu avgjørt at royna seg. Her leyp Elena 4,04 m í fyrstu royndini, meðan Lucia gjørdi yvirtrakk. Lucia leyp sítt besta lop higartil tá hon í øðrum umfarið leyp 4,71 m, og legði seg trygt á odda. Tó ikki tryggari enn at hon visti at Elena hevur lopið longri fyrr, men hesaferð riggaði tað tekniska ikki heilt hjá Elenu, sum endaði við at leypa 4,45 m á øðrum plássi. Teir 4,71 m hjá Luciu eru 13 cm longri enn hon hevur lopið áður.

Dreingir 18-19 ár

Arni Bartal Joensen var einsamøll hvirla í hesum bólkinum. Hann byrjaði dagin við kúlustoyt, har hann skuldi royna seg við 6,0 kg tungu kúluni. Hetta er ikki grein hann venur, og av tí at 100 m var beint aftaná, so valdi hann at steðga eftir tvey umfør. Her náddi hann tó at koma út á 7,75 m, sum er persónligt met.

So var 100 m á skrá, har var hann tíðanverri einsamallur í sínum aldursbólki, men hann var tó so heppin at hann slapp at renna móti William (D16-17). William pressaði Arna Bartal allan vegin og var hetta ein orsøk til at Arni Bartal rann teinin uppá 13,07 sek og harvið skar 0,25 sek av sínum persónliga meti.

Arni Bartal fór so til longdarlop, har hann áður hevur lopið væl, men hesaferð hevði hann trupult við at fáa atrenningina at sita. Hann er tó væl fyri kropsliga, og tí megnaði hann at leypa 4,48 m, og ogna sær enn eitt fyrsta pláss.

Kvinnur

Anja Christensen royndi seg í kúlustoyt. Hon hevur í vetur skift frá glide-teknikkinum til rotatiónsteknik. Hesin er munandi meir krevjandi og tí var tað spennandi at síggja hvussu tað fór at ganga, men her vísti hon longu í fyrsta umfarið at hon er komon væl áleiðis. Her kom hon út á 8,75 m. Justeringar megnaði ikki at bøta um hetta, men hon er komin hartil at nú snýr tað seg um justeringar og ikki at læra stóru rørslurnar.

Fleiri myndir eru í myndasavninum