Framgongdin heldur fram í Reykjavík
Annar dagurin helt á, har fyrri dagurin slepti, tí 11 startir góðu 10 persónlig met, tríggjar ferðir fingu hvirlurnar viðurkenning fyri at hava tikið seg mest fram og tríggjar ferðir vóru hvirlur á sigurspallinum eftir heiðursmerki.
Gentur 13 ár
Helena Effersøe Nónstein og Rebekka Æðustein Thomsen byrjaðu við kúlustoyt annan dagin. Tann fyrra at royna seg var Rebekka, og hon var tíðiligvís komin fyri at vísa, hvat hon megnar, tí hon stoytti 2,0 kg kúluna heilt út á 9,08 m. Helena vísti, at tað vildi hon eisini, tí hon kom út á 5,32 m, sum er 10 cm omanfyri tað besta hjá henni. Hvørgin kom longur í øðrum umfari, hóast Rebekka vær nær við. Í triðja økti Helena út á 5,53 m og aftur í fjóra økti hon, hesaferð til 5,54 m. Harvið endaði hon við at stoyta kúluna 32 cm longri enn hon hevur megnað áður, meðan Rebekka megnaði at stoyta kúluna 1,37 m longri, enn hon hevur megnað áður. Úrslitilð hjá Rebekku rakk til eitt bronsumerki.
Næsta kappingin hjá bæði Helenu og Rebekku var longdarlop. Her var Helena tann fyrra at royna seg. Helena hevur tikið seg nógv fram, serliga í mun til ferð og renniteknik. Her legði hon út við at leypa 3,19 m, meðan Rebekka leyp 3,55 m. Eins og í kúlusoyt, so var tað Helena, sum megnaði at finna nakað eyka í seinnu royndunum, tí í fjórða og síðsta umfarið fekk hon betri lop, um enn lendingin aftur miseydnaðist. Hon kom út á 3,25 m, sum er persónligt met inni. Úrslitið hjá Rebekku er eisini persónligt met.
Gentur 15 ár
Seinna dagin hevði Ria Langgaard eina kapping, tað var trýstøkk. Hetta er grein, hon hevur roynt eina ferð áður, men grundvenjingin er góð, og tí var ikki óhugsandi at hon kundi fáa eitt gott úrslit. Hetta vísti hon eisini, tí eftir eina róliga byrjan, leyp hon heilar 8,65 m í øðrum umfari. Eftir at hava lopið neyvt tað sama í triðja, kom hon út á 8,81 m í fjórða umfari, sum gjørdist hennara besta í einari sera spennandi kapping, tí eftir at hava lopið 42 cm longri, enn hon hevði megnað áður, reystaðu bara 20 cm í einum bronsumerki.
Gentur 16-17 ár
Bjalla Beintudóttir Dalsgarð byrjaði við at longdarlop. Meiddi fóturin var einn ein irritatión, men Bjalla megnaði at síggja burtur frá hesum, og hon hevði hvílt væl, tí hon legði út við at bøta um sítt persónliga met til 4,46 m. Í øðrum umfari kom hon út á 4,58 m. So byrjaði hon at royna ov nógv, og tí riggaði atrenningin ikki, men eftir at justera kom hon út á 4,59 m í fimta, sum gjørdist hennara longsta. Harvið hevði hon lagt 31 cm omaná sítt persónliga met, og so stóra framgongd kundi eingin annar vísa á og harvið fekk Bjalla viðurkenning fyri at verða gingin mest fram.
Bjalla royndi seg eisini á 200 m teininum. Her fekk hon ein sera góðan start, og var heilt framm tá hon kom úr svinginum, og tá Bjalla er komin upp í ferð, dugur hon at halda. Hon trýsti alla handaru langsíðuna og kom síðan inn í næsta svingi á einum triðja pláss, og í svinginum dróg hon inn, og so var spurtur síðstu langsíðuna. Hon megnaði tó ikki at takað tað síðsta, og endaði harvið á triðja plássi við tíðini 28,18 sek. Hetta er undir talentkravinum hjá FÍF, umframt at tað rakk til eitt bronsumerkið í kappingini.
Dreingir 16-17 ár
William Erik Schilling Kruse hevði eina kapping eftir, tað var 200 m. Hetta var fyrstu ferð hann royndi seg á hesum teininum inni, men málið var, at renna hann skjótari enn hann hevur megnað úti, sum er munandi lættari, tí har eru svingini ikki so krøpp. Hetta megnaði hann, tí við tíðini 28,23 sek, var hann 0,64 sek undir tí hann hevur runnið úti.

Kvinnur
Lucia Gjoveraa Sødergren byrjaði við 200 m teininum. Styrkin hjá Luciu eru styttru teinarnir og so longdarlop, men tað er stuttligt at royna seg, har man er eyka pressaður. Lucia vísti eisini at ferðin er høg, tí hon var sum eitt skot út blokkinum, og kom fyrst úr svinginum og hetta helt hon inn móti næsta svingi, men so fór ferðin eitt sindur niður og í svinginum fór ein framvið. Lucia pressaði tó allan vegin, og harvið megnaði hon at renna teinin uppá 30,39 sek, sum er 2,72 sek skjótari enn hennara persónliga met. Tað fekk hon sjálvandi viðurkenning fyri, sum tann, ið hevði tikið seg mest fram.
Lucia royndi seg eisini í longdarlopi. Her var ætlanin at Elena Ellindsdóttir Olsen skuldi royna seg, men snuddurin hon fekk, tá hon lendí í trýstøkk dagin fyri argaði, og fyri at umganga at tað bleiv verri, var avgjørt at geva avboð. Lucia legði hart út, tí longu í fyrsta umfarið leyp hon 4,40 m, sum er 30 cm longri enn hennara persónliga met. Hetta hóast hon leyp langt aftanfyri plankan og harvið misti 30-40 cm. Hon leyp neyvt somu longd í øðrum umfarið. Í triðja kom hon nærri plankanum, uttan at koma heilt inn á hann. Harvið ”misti” hon 20 cm. Lopið bleiv máta til 4,61 m. Roynt var at broyta atrenningina, men hon helt á at royna, og vóru øll lopini lang, men atreninngin vildi ikki sita, og tí endaði hon við 4,61 m sum tað besta. Tað var nú eisini gott, tí hon fekk viðurkenning fyri bestu framgongd fyri teir 51 cm, hon legði omaná sítt persónliga met.
Har var ein 200 m finala eftir, og her hevði Bjalla vunnið sær eitt pláss umvegis flotta úrsliti hjá 16-17 ára gomlu gentunum. Beinini vóru slitin, men viljin var har, og tí var hon sjálvandi klár, tá skotið fór. Bjalla, sum rann í geil tvey, var í tøttum dysti við hana, sum rann á geil fýra. Bjalla rann seg inn á hana í ørðum svingi, og komu tær nærum samstundis úr svinginum. Allan vegin inn móti málstrikuni strýddust tær, og fyri eina ferð skyld, var Bjalla tann styttra í einum tøttum dysti, tí hon endaði á triðja plássi við 28,82 sek. Harvið ognaði hon sær enn eitt bronsumerkið á 200 m, hesaferð hjá kvinnum.

Menn
Arni Bartal Joensen royndi seg á 200 m. Arni Bartal fekk óvanliga stóra framgongd í 2025, og tí var tað spennandi at síggja, hvussu nú fór at ganga, ikki minst tí at hann hevur verði á ítróttareftirskúla, og harvið ikki servant frælsa ítrótt síðsta hálva árið. Tað, sum man tó altið veit við Arna Bartal, er, at hann gevur tað hann hevur, og tað gjørdi hann aftur hesaferð. Stílurin var ikki líka reinur, sum síðst, men viljin var har, og tað gjørdi at hann megnaði at renna teinin uppá 28,39 sek.