Føroysk met hótt í Klaksvík
Føroyska meistaraheiti fyri vaksin og ung er í Klaksvík í ár. Hetta tí at Tórsbreyt er undir umbygging. Hetta er eisini orsøkin til, at longu kastini spjótkast, hamarkast og diskuskast, ikki eru við í ár. Hvirlan er tó sera væl umboða í nærum øllum kappingum. Fyrsta dagin var stutt rimarenning, trýstøkk og 10.000 m á skrá.
Fyrsta kappingin var 100 m rimarenning hjá kvinnum. Her var Bjalla Beintudóttir Dalsgarð einsamøll tá startarin segði ”á plássini”. Bjalla hevur einamest vant sprint og til deils lop, men specifik venjing til rimarenning hevur ikki verði partur av hennara fyrireiking. Tað eru tvær stórar avbjóðingar við at renna stutta rimarenning. Tann fyrsta er at ”raka” fyrstu rim, so man kann renna uppum uttan at missa ferðina. Næsta er at halda trý fet millum hvørja rim. Bjalla rakti fyrstu rim væl og kom uppum uttan at missa nakra ferð. Millum var ferðin so mikið høg, at hon megnaði at halda rútmuna við trimum fetum millum hvørja rim. Hóast hon rann einsamøll, so megnaði hon at koma á mál við tíðini 16,79 sek. Hetta er skjótari enn føroyska metið á teininum, og eisni skjótari enn oyggjaleikakravið. Tíðanverri segð vindmátarin 2,7 m/s, tað er 0,7 m/s hægri enn loyvt, og tí var úrslitið ikki góðkent í mun til met ella oyggjaleikakrav.
Beint eftir at Bjalla rann 100 m rimarenning, átti Arni Bartal Joensen tørn. Hjá 18-19 ára gomlu monnunum er teinurin 110 m rim, harvið er teinurin millum hvørja rim 9,14 m heldur enn tær 8,50 m sum teinurin er hjá kvinnum. Hetta merkir, at kravið til ferð er munandi hægri. Fyri at náða hetta pressaði Arni Bartal ferðina inn til fyrstu rim, og kom í so tætt uppá. Harvið bleiv lopið í so høgt, og tí misti hann eitt sindur av ferð tá hann lendi. Tá er trupult at halda trý fet ímillum rimarnar. Mista ferðin gjørdi at møguleikin fyri at náða næstu rim við trimum fetum var lítil. Tá er vanliga loysnin at taka fimm fet, fyri at nýta sama bein at leypa við. Arni Bartal er tó væl fyri tekniskt, og megnar eins væl at leypa við báðum beinum. Tískil kundi hann halda fýra fet millum hvørja rim. Hetta var orsøkin til, at hann megnaði at renna teir 110 m uppá 20,28 sek.
Í trýstøkk vóru fýra hvirlur við, tríggjar kvinnur og ein maður. Hjá kvinnunum var tað Elena Ellindsdóttir Olsen, Ria Langgaard og Helena Svabo Ziska. Hjá monnunum var tað Arni Bartal Joensen. Elena og Ria hava vant trýstøkk, hóast specifikka venjingin ikki hevur verði møguligt, tí Tórsbreyt er undir umbygging. Helena venur diskuskast, men av tí at tað ikki er møguligt at kappast í longu kastunum í Klaksvík, so hevði Helena avgjørt at royna seg í trýstøkk. Elena legði út við at leypa útum 10 m strikuna, og harvið vann hon effektivt kappingina. Ria leyp 8,62 m í fyrstu royndini, og bøtti harvið um sítt persónliga met. Helena legði út við at leypa 7,76 m, meðan Arni Bartal gjørdi yvirtrakk. Ria økti til 8,65 m í triðja og bøtti harvið um sítt persónliga met. Í triðja fekk Helena betri fatur á teknikkinum, og kom út á 8,26 m, og nú var brádliga stutt upp til triðja pláss. Helena økti í fimta til 8,42 m. Hon kom ikki longri, og endaði harvið á fjórða plássi, meðan Ria við sínum 8,65 m ognaði sær bronsumerkið. Elena økti til 10,10 m í sætta og síðsta umfarið og setti harvið eina tjúkka striku undir hvør átti gullið. Arni Bartal fekk ikki tingini at hanga saman hesaferð. Hann hevur áður lopið langt útum 10 m strikuna, men hesaferð miseydnaðust øll lopini, og hann endaði tí við ongum góðkendum lopið.

Ímeðan trýstøkk var í gongd bleiv skotið fyri longsta teini, sum kappast verður um á breyt. Tað er 10.000 m, sum eru 25 umgangir. Her var Hvirlan umboða av Ragnar Rasmussen. Ragnar byrjaði at venja við Hvirluni, tá hann var ungur, og vísti longu frá byrjan evnir at renna langt, men hann fór at hugsavna seg um fótbólt, har hann spældi við AB. Fyri góðum ári síðan byrjaði hann at venja við Sparta í Keypmannahavn, og síðan hevur gingið sera skjótt framá. Fyri lítlum mánað siðan, rann hann seg til eitt fjórða plássa í kappingini um danska meistaraheitið á 10.000 m. Hetta gjørdi hann við tíðini 33 min 14,36 sek. Málið hesaferð var at renna enn skjótari, og vinna føroyska meistaraheitið. Hetta fór tó ikki at verða lætt, tí ein av mótstøðumonnunum var við føroyska landslinum á Orknoyggjum farna summar. Tað vóru eisini teir báðir, sum løgdu harðast út, men skjótt byrjaði Ragnar at trekkja frá, og avstandurin til nummar tveyt øktist støðugt. Ikki minni áhugavert var, at millumtíðirnar vístu at Ragnar ikki var langt frá milllumtíðunum, sum Guttorm Sørensen rann, tá hann tók føroyska metið á Isle of Wight á oyggjaleikunum í 1993, og harvið ognaði sær bronsumerkið. Móti endanum vísti tað seg, at har skuldi okkurt serligt henda um metið skuldi falla. Hetta royndi Ragnar, men hóast ein flottan síðsta umgang so segði klokkan 32 min 18,81 sek. Harvið skar hann nærum eitt minut av sínum persónliga metið, og var tískil bara smá 23 sek frá føroyska metinum. Hett rakk til eitt trygt gullmerkið.