FMU/FM triði dagur

Triði og síðsti dagur av ársins føroyska meistaraheiti fyri ung og fyri vaksin var í allar besta veðrið, við nærum ongum vindi og sól frá einum klári himli. Hetta ger tað munandi hugaligari at kappast, og sást tað eisini at ungu hvirlurnar bæði kempaðu væl tá kappingin var í gongd, og hugnaðu sær saman millum kappingarnar. Sum heild hevur luttakaratalið verður ov lágt í flestu kappingum, men um sersambandið komandi ár aftur skipar FM og FMU, so vil tað gera tað møguligt hjá yngru íðkarunum at royna seg í FM og FMU, heldur enn at skula frávelja annað, tí tað liggur samstundis, umframt at tíð verður at skipa fyri fleiri greinum, og harvið lofta áhuganum hjá íðkarum, sum í ár mistu møguleikan at kappast í teirra yndisgrein.

Gentur 8-9 ár

Debora S. Christiansen, Emma Hjørdis Kjær Kruse, Katrina Róksdóttir á Neystabø og Jana Hammer byrjaðu við at kasta bóltkast. Bóltkast er spjótkast fyri børn. Orsøkin til, at børn kasta bólt er tí, at tað er rættuliga krevjandi tekniskt at fáa eitt spjót í mun til ein bólt, at flúgva. Her legði Katrina út við at bøta um sítt persónliga metið við næstan 4 metrum til 14,29 m. Jana kom heilt út á 18,55 m, meðan Emma kastaði 10,56 m. Allar kastaðu eitt sindur styttir í øðrum umfarið. Í triðja og síðsta umfarið økti Jana til 18,69 m og ognaði sær gulli, meðan Katrina bøtt enn meir um sítt persónliga met við at kasta 16,08 m. Tað rakk til bronsumerkið frammanfyri Deboru, meðan Emma økti til 10,58 m í síðsta umfari.

Tá 300 m var á skrá, vóru allar fýra við aftur. Afturat teimum var Lív Eivindsdóttir, sum eisini hevði hug at royna seg. Hjá teimum eldru er 300 m rokna sum sprint-teinur, og tí er vanligt at renna í geil allanvegin, men hjá so ungum íðkarum er 300 m meir at rokna sum miðteinarenning, og tí byrjaðu allar samstundis, og kundu so fara inn á innastu geil so skjótt skotið fór. Her løgdu allar út í høgum tempo, men skjótt funnu tær hvør sítt tempo til tær rundaðu 200 m og sóu málið, so var ein langur spurtur síðstu 100 m. Her var Jana tann drúgvasta, tí við tíðini 61,90 sek vann hon gull, meðan Katrina, sum rann sín fyrsta 300 m, kom á mál við tíðini 63,54 sek, sum rakk til bronsumerkið. Lív skar heili 6,16 sek av sínum persónliga metið við tíðini 66,46 sek. Debora skar 4,36 sek av sínum persónliga metið við tíðini 71,37 sek, meðan Emma beint í hølunum skar 4,58 sek av sínum persónliga metið við tíðini 71,76 sek.

So var verðuligi miðteinurin á skránni. 600 m ella hálvurannar umgangur á Tórsbreyt. Hjá Katrinu og Deboru var tað fyrstu ferð tær royndu seg á hesum teininum. Tá skotið fór, leyp Jana avstað, meðan Katrina og Debora vóru eitt sindur meir varnar í startinum. Eftir fyrsta umgangin lá Jana á odda, meðan Katrina nærkaðist teimum fremstu. Á síðstu 100 m var tað ein tættur dystur um fyrsta pláss. Hesin spurturin var ein orsøk til, at Jana skar heili 6,3 sek av sínum persónliga metið og var hon bara 0,05 sek frá gullinum. Katrina, sum hevði tikið ein ordiligan spurt gjørdist nummar trý við tíðini 2 min 33,83 sek. Debora hevði eisini runnið eina góða kapping og kom á mál við tíðini 2 min 47,52 sek.

Dreingir 8-9 ár

Edvard Schmidt, Lui Ellindson og Verland Benjamin Nielsen Kruse byrjaðu við at kasta 145 g tungu bóltarnar. Her legði Lui út við at kasta beint undir 20 m, meðan Verland kastaði næstan 10 m, og legði harvið smáðar 2 metrar afturat sínum persónliga meti. Kasti hjá Edvard var langt, men tíðanverri uttanfyri strikurnar og bleiv tað tí ikki máta. Lui økti í øðrum til 19,88 m, meðan Edvard aftur kastaði uttanfyri. Tað merkti at Edvard bara hevði eitt kast eftir og onki máta. Her megnaði hann at halda høvdi kalt og kastaði hann 20,08 í síðsta kasti. Verland Benjamin legði enn ein metur omaná sítt persónliga met við at kasta 10,34 m, meðan Lui aftur økti, hesaferð til 20,08 m, og kastaðu Lui og Edvard harvið neyvt líka langt. Tá so er, so vil næstbesta kast hjá teimum avgera hvør er fremri.

Lui og Verland Benjamin for so til 300 m startin. Eins og hjá gentunum, so startaðu allir lið um lið, og sluppu so at renna inn á innastu geil, har teir kundu leggja seg í hølinum hvør á øðrum. Tempo var gott, og her megnaði Lui at halda væl hægri tempo, enn hann hevur megnað áður. Úrslitið gjørdist at hann rann teinin uppá 65,88 sek, sum er 2,64 sek skjótari enn hann hevur runnið teinin áður. Verland Benjamin hekk væl í, og rann teinin upppá 70,69 sek, sum er eitt sindur seinni enn hann hevur gjørt áður.

Gentur 12-13 ár

Elisabet Joensen, sum vann gull í kúlustoyt, byrjaði dagin við at leypa longdarlop. Her legði hon út við at leypa 3,21 m, sum er væl longri enn hon hevur megnað áður. Næsta lopið var eisini longri enn 3 m, men tó styttri enn tað fyrsta. Í síðsta fekk hon góða ferð, og sá tað út til at vera umleið líka langt sum tað fyrsta. Tá máta bleiv vísti tað seg at lopið var 3 cm styttri enn tað fyrsta. Harvið blivu teir 3,21 m hon leyp í fyrsta lopið hennara besta. Tað stuttligasta var tó, at øll trý lopini vóru uml ½ m longri enn persónliga metið hjá henni.

Elisabeth royndi seg á fyrsta sinni við 400 g tunga spjótinum. Her legði hon út við at kasta 8,60 m. Hon royndi at fáa meir kraft fram í spjótið, og gjørdi tað at hon økti til 9,55 m í øðrum umfari. Í triðja riggaði enn betur, og megnaði hon at kasta útum 10 m strikuna. Kasti bleiv máta til 10,98 m, sum gjørdist hennara besta hesaferð.

Dreingir 12-13 ár

Jógvan Ziska Simonsen og Jóhan Waagstein royndu seg við 400 g tungu spjótunum. Jóhan, sum hevur kastað langt áður, hevði trupult við at fáa tað at rigga, men legði tó út við at kasta 20,04 m. Harvið legði hann seg á fyrsta pláss eftir fyrsta umfar. Hann økti í øðrum til 26,06 m, og honum á baki kom Jógvan, sum við at kasta 24,79 m legði heilar 8,61 m omaná sítt persónliga met. Harvið legði hann seg á annað pláss í kappingini. Jóhan økti aftur í síðsta umfarið. Hesaferð til 26,38 m, sum gjørdist gullkastið, meðan teir 24,79 m, sum Jógvan kastaði í øðrum umfarið rukku til eitt trygt silvurmerkið.

Gentur 14-15 ár

Lucia Gjoveraa Sødergren helt á við at royna seg við nýggjum avbjóðingum. Í dag byrjaði hon við at renna sín fyrsta 300 m. Her legði hon út við einum hóskandi tempo, og royndi so at halda rennistílin allan vegin heim. Hetta megnaði hon væl, og gjørdist úrslitið ein tíð uppá 54,14 sek. Um sammet verður við hennara besta á 400 m, so er hetta eitt lutfallsliga væl betri úrslit.

So var longdarlop á skrá, og aftur var Lucia klár, saman við m.a. Elenu Ellindsdóttir Olsen. Her legði Elena út við at leypa longsta lopið hon nakrantíð hevur lopið. Tað bleiv máta til 4,00 m, meðan Lucia leyp 3,68 m. Harvið løgdu tær seg á ávikavist annað og triðja pláss í kappingini. Elena hevði trupult við at fáa rútmu og ferð at sita heilt, og tí var tað varierandi hvussu væl hon rakti plankan, sum máta verður frá. So hóast okkurt av seinnu lopunum vóru long, so bøttu tey ikki um støðuna, tí hon leyp aftanfyri plankan. Lucia hinvegin fekk atrenningina at sita væl, og økti hon tí í triða til 3,79 m og bøtti harvið um sítt persónliga met við 8 cm. Hon bøtti aftur í síðsta lopið, hesaferð til 3,85 m. Harvið endaðu tær á ávikavist øðrum og triðja plássi í kappingini.

Lucia royndi seg eisini í spjótkast. Her hevði hon trupult við at fáa tað tekniska at rigga, kanska ikki óvanta, tí tað er einans nýliga hon er byrjað at venja frælsa ítrótt, og tí hevur hon ikki havt møguleika fyri, at fáa tingini at seta seg. Hon megnaði tó at kasta 15,38 m, sum rakk til eitt gullmerkið.

Lucia endaði sítt fyrsta FMU við at renna 800 m. Sum við flest øðrum greinum, so var hetta fyrstu ferð hon royndi seg á hesum teininum, men hetta var ikki til at síggja, tí hon legði út í einum hóskandi tempo, og helt hetta fyrstu 500 m. So fall tempo eitt vet, og byrjaði avstandurin til hana, sum lá aftanfyri at minka men tá 150 m vóru eftir, økti hon aftur um ferðina, og vann eitt trygt gulmerkið við tiðini 3 min 15,22 sek.

Dreingir 14-15 ár

Arni Bartal Joensen og William Erik Schilling Kruse vóru báðir troyttir av nógvu kappingunum fríggjadag og leygardag, men vóru tó klárir tá skotið var fyri 300 m. Her endurtók mynstri seg, tí Arni Bartal var skjótari úr blokkinum, men eftir fyrstu 50 m fór William framvið. Arni Bartal vildi tó ikki sleppa, og gav William harðan dyst allan vegin. Úrslitið gjørdist at William vann gull við einum persónligum metið uppá 49,41 sek, meðan Arni Bartal á øðrum plássi skar 6,91 sek av sínum persónliga metið við at renna teinin uppá 50,35 sek.

Báðir fóru síðan til longdarlop. Her fingu báðir tvey fet eyka í sína atrenning undur upphiting, og skapti hetta eitt sindur av órógv í atrenningina. Teir fingu tað tó at rigga betur fyri hvørt umfarð. Tað var tætt millum teir, men William var tann stinnari við einum lopið uppá 3,96 m, meðan Arni Bartal, beint aftanfyri leypa 3,84 m. Hetta rakk til ávikavist silvur og bronsumerkið.

Næsta greinin var spjótkast, og eftir skránni skuldi hon byrja 5 min eftir at longdarlop byrjaði, men her valdu fyriskiparar at bíðja, soleiðis at teir náddu báðar kappingarnar. Har var tó ikki tíð ti stórvegis upphiting, so kappingin bleiv nýtt til at blíva heilt klárur. Tað vil siga at meðan teir báðir ikki fingu hita upp, so hevði Jógvan Ingi Falkvard Joensen hita væl upp. Tað var tó William, sum legði seg á odda við at kasta 18,85 m í fyrsta umfarið. Hetta vildi Jógvan Ingi ikki lata ganga, og kastaði han út á 24,99 m í øðrum umfarið. Í triðja umfarið rakti Jógvan Ingi spjótið nærum optimalt, og lendi tað á 30 m strikuni. Tíðanverri, so traðkaði hann á strikuna og kasti bleiv tí ikki máta. Arni Bartal hevði trupult við at fáa spjótið at markera (oddurin av spjótinum skal lenda fyrst, annars verður kasti ikki góðkent). Hetta eydnaðist í fjórða umfarið, har hann kastaði seg upp á annað pláss við 22,40 m, sum er 1,32 m longri enn hann hevði kastað áður. Jógvan Ingi økti í fimta til 25,50 m, sum gjørdist gullkasti, meðan Arni Bartal vann silvur við 22,40 m og William bronsu við 18,85 m.

Síðsta greinin á skrá var 800 m, og aftur var Arni Bartal klárur. Hann legði hart út, men koma tíðanverri at liggja einsamallur eftir fyrstu 300 m. Hetta gjørdi at tempo fall eitt sindur, men móti endanum pressaði hann so meir og gjørdi tað, at hann kom á mál við tíðini 3 min 4,95 sek, sum er eitt vet seinni enn hann rann teinin fyrr í ár. Fyri avrikið fekk hann tó eitt gullmerkið.

Gentur 16-17 ár

Ai Waagstein royndi seg í spjótkast, sum er hennara fremsta grein. Hon hevur verið í Japan í góðan mánað, men henni so líkt, so vildi hon gjarna venja, og fekk samband við góðan venjara í Japan. Her hevur hon tikið seg nógv fram. Hon var tí spent til at byrja kappingina. Fyrsta kasti miseydnaðist, men var tó bara 0,6 m frá hennara persónliga meti. Í næsta riggaði munandi betur, og kom hon heilt út á 36,37 m, sum er 3,27 m longri enn hon hevur kastað áður. Næstu kastini vóru eitt sindur styttri, men hon fekk gullmerkið fyri teir 36,37 m hon kastaði í øðrum umfari.

Kvinnur

Treystakvinnan Vibeka Eihilt Sivertsen, sum partvís venur við Hvirluni, royndi seg á 200 m teininum, har hon hevði fingið geil 3. Hørð venjing í tvær vikur og ein 400 m í beinunum frá leygardegnum gjørdu at forvantningar um heilt góð úrslit ikki vóru har, men Vibeka er ein fightari, og tí kann hon ongantíð avskrivast. Hetta vísti seg eisini tá skotið fór, tí hon trýst væl úr blokkinum, og kom so væl upp at sprinta. Ferðin úr svinginum var góð, og so var at halda stílin á mál. Tað vísti seg at Vibeka, hóast møðina í kroppinum og einum lítlum mótvindi, megnaði at renna teinin uppá 29,32 sek, sum bara er 0,6 sek frá hennara persónliga meti. Fyri hetta fekk hon bronsumerkið hjá kvinnunum. Um bólkurin FMU gentur 18-19 ikki var avlýstur í ár, so hevði hon farið heim við einum gullmerki.

So var spjótkast á skrá og aftur var Hvirlan væl umboða, tí ikki færr enn fýra hvirlur royndu seg. Tær vóru Elin Niclasen, Lýdia Poula Simonsen, Lovisa Niclasen og Sunniva Bogadóttir. Hóast Elin eigur føroyska metið, so var Sunniva favorittur til at vinna, tí Elin átti ein son fyri 8 vikum síðan, og er nýliga byrja at venja aftur, og nýtti einans kappingina til at koma í gongd aftur uttan at vanta tað heilt stóra. Tað var eisini Sunniva, sum vann silvur á oyggjaleikunum á Guernsey, sum legði seg á odda í fyrsta umfari við einum kasti upa 32,90 m. Elin legði út við at kasta 28,51 m, meðan Lydia og Lovisa løgdu seg lið um lið við kastum uppá ávikavist 22,47 m og 22,18 m. Sunniva lukkaði kappingina í øðrum umfarið við at kasta 37,58 m. Næstu kastini hálaði hon niður í spjóti í síðsta feti. Hetta fekk hon rætta og merkti tað, at hon í fimta umfarið kastaði 38,62 m. Harvið bøtti hon um fýra ára gamla persónliga metið. Elin hevði trupulleikar við at fáa teknikkin at sita heilt. Okkurt kasti var væl uttanfyri 30 m strikuna, men tíðanverri beint uttanfyri kastirætningin. Hennara longsta gjørdist tískil 29,97 m, sum rakk til bronsumerkið. Lýdia, sum byrjaði við at liggja beint frammanfyri Lovisu økti støðugt og endaði við at bøta um sítt persónliga met til 26,50 m, meðan Lovisa í síðsta umfarið kom heilt út á 23,75 m.

Fleiri myndur eru í myndasavninum.