FMU/FM annar dagur: sprint, lop, kast

Veðurguðarnir vóru í væl betri lag tá kappingarnar annan dagin av FMU/FM fóru í gongd. Tað var turt, bert eitt lítið lot og sólin hevði hug at kaga undan. Hetta gjørdi tað munandi hugaligari at kappast hjá øllum teimu nógvu hvirlunum, sum royndu seg í ymsu kappingargreinunum í bólkum frá U10-vaksin.

Gentur 8-9 ár

Heilar seks ungar hvirlur stóðu klárar tá 60 m renningin byrjaði. Høga luttakaratalið gjørdi at neyðugt var at deila í tveir riðlar. Hetta var skipa sum beinleiðis finala, tvs at ein kundi vinna sín riðil, og tó ikki fáa gull, tí vinnarin av hinum riðlinum var skjótari. Í fyrra riðli var Lív Eivindsdóttir á geil 3, Debora S. Christiansen á geil 4 og Jana Hammer í geil 5. Her bleiv tað ein tættur dystur millum tær tríggja. Jana var tó drúgvari og kom á mál við tíðini 11,33 sek, meðan tíðin hjá Lív var 11,60 sek og tíðin hjá Deboru gjørdist 11,94 sek. So kundu tær bara bíða meðan Frida Bogadóttir gjørdist seg klára at renna á geil 2, Emma Hjørdis Kjær Kruse á geil 3 og Katrina Róksdóttir á Neystabø á geil 5 til at renna í øðrum riðli. Her var Katrin eitt vet frammanfyri Fridu, sum aftur var eitt sindur frammanfyri Emmu. Tíðin hjá Katrin gjørdist 11,72 sek, meðan Debora rann teinin uppá 11,94 sek og Emma uppá 12,64 sek. Tá tíðirnar blivu lagdar saman við tíðunum frá fyrra riðlinum vísti tað seg at Jana átti skjótastu tíð av øllum og vann harvið gullmerkið, meðan Lív ognaði sær bronsumerkið bara 0,12 sek frammanfyri Katrin. Týdningarmiklari var tó at allar seks ognaðu sær eitt persónligt met á teininum.

Debora, Frida og Jana fóru síðan til kúlustoyt, har 2,0 kg tungu kúlurnar lógu klárar. Hetta var fyrstu ferð tær tríggjar royndu seg í kúlustoyt. Tær komu allar út um 3 m strikuna í fyrsta umfarið. Jana út á 3,91 m, Debora 3,44 m og Frida 3,10 m. Jana økti heilt út á 4,18 m í øðrum umfarið meðan Debora økti til 3,52 í øðrum umfarið. Debora økti aftur í triðja. Hesaferð til 3,64 m, meðan Frida eisini økti í triðja. Her kom hon út á 3,18 m. Harvið fór Jana heim við silvurmerkinum, meðan Debora ognaði sær bronsumerki.

Tá longdarlop var á skrá vóru Debora, Katrina, Jana, Frida og Emma aftur klárar. Her stóð Anna Effersøe Nónstein eisini klár at royna seg. Jana legði harðast út við at leypa 2,62 m í fyrsta umfar. Beint aftanfyri leyp Debora 2,47 m, meðan Katrina leyp 2,36 m. Anna bøtti um sítt persónliga met í fyrsta til 2,22 m og Emma leypa 1,94 m. Katrina fór framið Deboru í øðrum umfarið við at leypa 2,49 m, meðan Frida eisini bøtti um sítt lop við at koma út á 2,18 m. Jana økti í triðja og síðsta til 2,69 m og var harvið bara 2 cm frá sínum persónliga meti og somleiðis 2 cm frá gullinum. Katrina økti eisini, hesaferð til 2,50 m, sum merkti at hon ognaði sær bronsu 3 cm frammanfyri Deboru. Í triðja kom Emma eisini útum 2 m strikuna tá hon leyp 2,05 m.

Dreingir 8-9 ár

Eins og genturnar, so byrjaðu dreingirnir við at renna 60 m. Her vóru Verland Benjamin Nielsen Kruse og Edvard Schmidt við fyri Hvirluna. Edvard var í fyrra riðli, har hann var í geil 4. Hann kom væl avstað, og var í tættari kapping við ein annan á mál. Hetta gjørdi at hann megnaði at bøta munandi um persónliga metið hann settið fyrr í ár. Tíðin gjørdist 12,76 sek (W: -1,9 m/s). So átti Verland Benjamin tørn.  Hann var í geil 3, og kom eins og Edvard í einum tøttum dysti frá byrjan til enda. Eisini her gav tað eitt persónligt met. Tíðin hjá honum gjørdist 12,59 sek (w: 1,3 m/s).

Edvard helt á til kúlustoyt, har hann skuldi royna seg við 2,0 kg tungu kúluni. Hann legði út við at stoyta 3,77 m.  Hann royndi at bøta um hetta, og var líka við í øðrum umfarið, men tað bleiv máta til at vera nakrar centimetrar styttri. Tað triðja vísti seg eisini at vera eitt sindur styttri, og harvið gjørdust teir 3,77 m frá fyrsta umfarið, sum er nýtt persónligt met, hansara besta hesaferð.

So var tað longdarlop, og her legði Verland Benjamin út við at bøta um sítt persónliga met í fyrsta umfarið við 45 cm. Hetta gjørdi hann við at leypa 2,09 m. Edvard var beint í hølunum við 2,07 m. hvørgin økti í øðrum, men í triðja økti Verland Benjamin við 4 cm til 2,13 m og legði hann harvið 49 cm afturat sínum persónliga meti.

Gentur 12-13 ár

Elisabet Joensen var einsamøll Hvirla millum seks aðrar gentur tá kúlustoyt fór í gongd. Hon vísti tó at hon dugdi, tí í fyrsta umfarið kom stoytti hon 2,0 kg tungu kúluna út á 6,75 m og legði seg harvið á fyrsta pláss í kappingini. Tey bæði næstu umførini vóru eitt sindur styttri, men teir 6,75 m hon stoytti í fyrsta umfarið eru 1,13 m longri enn hon hevur megnað áður, og rakk tað til eitt gullmerkið í einari tættari kapping, har bara 10 cm vóru millum fyrsta og triðja pláss.

Helena Effersøe Nónstein royndi seg í longdarlop. Við at leypa 2,54 m í fyrsta umfarið, bøtti hon um sítt persónliga met við 31 cm. Hetta økti hon við einum centimetri í øðrum umfarið. Í triðja vísti hon hvussu stabil hon er, tí tað bleiv máta til 2,53 m. Harvið vóru bara 2 cm millum tað longsta og stytsa lopið hjá henni í hesi kappingini.

Dreingir 12-13 ár

Jóhan Waagstein, sum var komin nærum beinleiðis úr flogfarðinum á Tórsbreyt, byrjaði dagin við at leypa hæddarlop. Hann byrjaði á 1,00 m, sum hann lættliga leyp uppum, hetta endurtók hann á 1,05 m, 1,10 m, 1,15 m og 1,20 m. So kom yvirliggjarin upp á 1,25 m. Her var hann eitt sindur varðin fyrsta lopið, og reiv tí niður. Í næsta kom betri ferð á, men timing í avsett var eitt sidur við síðuna av og tí gekk ikki. Í triðja hevði hann ferðina við sær og timing var munandi betri, men tíðanverri nart hann akkurát við yvirliggjaran á veg tvørtur um og gjørdi tað at yvirliggjarin aftur datt. Jóhan fór tískil heim við einum silvurmerkið fyri tær 1,20 m hann kom uppum.

So var 80 m á skrá, og aftur var Jóhan klárur. Starturin sat ikki heilt, men Jóhan megnaði væl at kompensera við at dríva á, og kom hann væl við móti endanum. Hann var tó í so stuttur at ogna sær gulli, men við tíðini 12,41 sek (w: -1,3 m/s) bøtti hann um sítt persónliga met og fekk eitt silvurmerkið fyri avrikið.

Tá kúlustoyt var á skrá var Jóhan aftur við, hesaferð saman við Jógvan Ziska Simonsen. Jóhan legði seg á odda í fyrsta umfarið við einum stoyti uppá 6,62 m, sum eisini var persónligt met. Í øðrum umfarið legði Jógvan seg framum við 13 cm, so enn var spenningurin stórur. Báðir bøttu munandi í síðsta umfarið, men her var endin at Jógvan bleiv tann drúgvari. Hansara síðsta gjørdist 7,39 m, meðan Jóhan kom út á 6,89 m. Harvið legði Jóhan 22 cm afturat sínum persónliga metið, meðan Jógvan í síni fyrstu kapping við 3,0 kg tungu kúluni kom næstan líka langt, sum hann hevur megnað við 2,0 kg kúluni.

Gentur 14-15 ár

Lucia Gjoveraa Sødergren byrjaði sín dag á Tórsbreyt við at kasta 0,75 kg tunga diskin. Lucia er nýliga byrja at venja og var hetta hennara fyrsta kapping í hesi grein. Fyrsta royndin endaði í netinum og bleiv tí ikki máta. Í næstu royndini fekk hon góða ferð á diskin, sum lendi innnafyri, men hon kom tíðanverri at gera yvirtrakk. Eftir tvey afturat í netið og eitt yvirtrakk, so stóð hon undan síðsta umfarið við ongari notering. Her megnaði hon at halda høvdi kalt, og kastaði diskin út á 14,51 m, og ognaði sær harvið gullmerkið.

Lucia fór síðan til 100 m, her Elena Ellindsdóttir Olsen eisini stóð klár. Hjá Luciu var hetta fyrsta kapping á hesum teini. Elena var eisini tann, sum kom betur avstað, og lá hon í tøttum dysti um fyrsta pláss, meðan Lucia og ein onnur dystaðust um triðja pláss. Elena misti nakað móti endanum, men helt fast til eitt trygt silvurmerkið við tíðini 14,70 sek (w: 0,0 m/s), sum er persónligt met. Lucia kom nakað framum á hálvum teini, men móti endanum misti hon eitt sindur, men hon megnaði at halda fast og ognaði sær bronsumerkið við tíðini 16,23 sek, bara 0,04 sek frammanfyri nr 4.

Báðar fóru síðan til hæddarlop. Eins og á 100 m, so var hetta fyrstu ferð at Lucia kappaðist í hesi grein. Tær byrjaðu báðar á 1,00 m, sum báðar komu uppum uttan trupulleikar. Tær komu báðar einkult upp á 1,20 m. Tá yvirliggjarin fór upp á 1,25 m kiskaðu báðar fyrsta lopi. Elena leyp síðan lættliga uppum í aðru royndini, meðan Lucia var í so varin og fekk hon tí ikki røttu rútmu í lopi. Í triðja riggaði betur hjá Luciu, men tíðanverri kom hon til at nerta við yvirliggjarin á veg tvørturum, og datta hann tí niður. Elena helt á og kom lætt uppum 1,30 eisini. Tá yvirliggjarin fór upp á 1,35 m bleiv truplari, men hon hevði onkra góða roynd. Tað gekk tó ikki hesaferð. Tær fóru tó heim við ávikavist gull og silvurmerkið fyri avrikini.

Lucia helt síðan áfram til kúlustoyt. Enn einaferð var hetta debut hjá henni. Hon byrjaði tó væl, tí við at stoyta 3,0 kg tungu kúluna út á 6,26 m legði hon seg á fyrsta pláss í kappingini. Tað næsta miseydnaðist, men í triðja økti hon til 6,33 m. Tað var tó í fjórða at hon fekk sína bestu roynd. Her kom hon út á 6,59 m, sum tryggjaði at hon fór heim við gullmerkinum.

Dreingir 14-15 ár

Baldur Báruson Persson, Jógvan Ingi Falkvard Joensen og William Erik Schilling Kruse byrjaðu sín dag við at kasta 1,0 kg tunga diskin. Her legði Jógvan Ingi fyri við einum brakið, tí longu í fyrsta kasti megnaði hann at kasta heilar 25,80 m. Tað er persónligt met við útvið 6 metrum, og bólkamet við 2 metrum. Baldur byrjaði eisini dagin við einum persónligum metið, tá hann kastaði 16,51 m. Baldur økti í øðrum til 17,58 m og tá fekk William eitt góðkent kast uppá 13,90 m. Baldur helt tó á at bøta, tí í triðja bøtti hann aftur um sítt persónliga met. Hesaferð til 19,68 m. Harvið hevði hann økt um sítt persónliga met við smáðum 5 metrum. William vildi eisini ogna sær persónligt met, og tað gjørdi hann í fjórða, tá hann kastaði 15,14 m. Hann økti í sætta til 15,35 m, og leðig harvið góðan hálvan metur omaná sítt persónliga met. Sostatt ognaði Jógvan Ingi sær gullmerkið við at kast 25,80 m, Baldur fekk silvurmerki fyri at kasta 19,68 m og William fekk bronsumerkið fyri 15,35 m.

William fór síðan til 100 m startin. Her var Arni Bartal Joensen eisini klárur. Eins og á rimarenningini dagin fyri, so var Arni Bartal skjótari úr blokkinum, men tá teir komu upp í ferð, vísti effektivi rennistílurin hjá William sær at røkka longur, og fekk hann lagt seg framum á hálvum teini, men Arni Bartal vildi ikki sleppa, og helt tí í allan vegin á mál. Úrslitið gjørdist at William ognaði sær gullmerkið við tíðini 15,21 sek, meðan Arni Bartal fekk silvurmerkið við tíðini 15,85 sek. Tíðin hjá William var, hóast ein lítlan mótvind, 0,3 sek skjótari enn hansara personliga met, meðan Arni Bartal skar næstan eitt heilt sekund av sínum persónliga meti.

Næsta greinin var hæddarlop, og her var Arni Bartal einasamallur at umboða Hvirluna. Hann byrjaði á 1,00 m, har hann kiksaði fyrstu royndina, men so kom hann í gongd, tí hann kom uppum 1 m, 1,05, 1,10 og 1,15 m í fyrstu royndini. So fór yvirliggjarin upp á 1,20 m. Hóast góðar royndir, so gekk ikki hesaferð, men hann fekk gullmerkið fyri teir 1,15 m hann megnaði at leypa.

Kúlustoyt var næsta grein. Her vóru allir fýra við aftur. Jógvan Ingi, sum eigur bólkametið, legði út við at stoyta 9,19 m, og legði hann seg harvið á fyrsta pláss, frammanfyri Baldur, sum við 7,71 m legði 75 cm afturat sínum persónliga metið. Arni Bartal og William vóru eitt sindur meiri varnir, og stoyttu ávikavist 6,70 m og 5,86 m. Jógvan Ingi økti í øðrum til 9,54 m, meðan William kom útum 6 m strikuna við einum stoyti uppá 6,32 m. Eftir eina tekniska justering eftir triðja umfarð, byrjaði at rigga enn betur hjá Jógvan Inga, sum endaði við at stoyta 9,75 m, sum er ein tanngering av bólkametinum. Baldur endaði við 7,71 m á øðrum plássi, meðan Arni Bartal við at bøta um sítt persónliga met til 7,26 m í síðsta umfarið ognaði sær bronsumerkið frammanfyri William, sum á fjóðra plássi bøtti um sítt persónliga met til 6,59 m.

Gentur 16-17 ár

Ai Waagstein, sum eins og bróðurin Jóhan, kom eftir langa ferð úr japan, beint á Tórsbreyt, har hon fyrst skuldi royna seg við 1,0 kg tunga diskinum. Her miseydnaðist fyrsta kasti, men í øðrum kom hon út á 18,99 m. so var tíð at fáa meir ferð á. Í triðja umfarið miseydnaðist tað, men í fjóðra riggaði. Her megnaði hon at kasta diskin út á 21,71 m, sum gjørdist hennara longsta, og harvið gullkasti.

Ai royndi seg eisini í kúlustoyt. Her legði hon út við at stoyta 3,0 kg tungu kúluna út á 7,43 m. Næsta var eitt vet styttri, meðan hon í triðja kom út á 7,88 m, sum gjørdist tað longsta hesaferð. Hetta rakk til eitt trygt gullmerkið í kappiningi.

Kvinnur

Av teimum fimm kvinnunum, sum royndu seg við 4,0 kg tungu kúluni, vóru 4 í reyða hvirlubúnanum. Tær vóru møðgurnar Elin og Lovisa Niclasen, Lydia Poula Simonsen og Sunniva Bogadóttir. Lýdia ognaði sær bronsumerkið á oyggjaleikunum á Guernsey í hesi grein, og var hon tí greiður favorittur. Tað var tó Sunniva, sum legði seg á odda við 8,70 m í fyrsta umfarið, frammanfyri Lovisu, sum kom út á 7,47 m og Elin, sum kom út á 7,28 m. Í øðrum umfarið riggaði hjá Lýdiu, sum kom heilt út á 10,78 m og harvið effektivt sæð lukkaði kappingina. Enn var tó dystur um silvurmerkið, tí meðan Sunniva ikki bøtti sítt úrslit, so kom Lovisa út á 8,62 m og var harvið bara 8 cm aftanfyri Sunnivu. Næstu tvey umførini hendi ongin broyting, men í fimta bøtti Elin ti 7,44 m. Í sætta rakti Lovisa kúluna og kom hon heit út á 9,05 m. Harvið bøtti hon um sítt persónliga met og tók samstundis annað pláss frá Sunnivu. Sunniva royndi at svara aftur og hon fekk eisini betri ferð á kúluna. Tað bleiv máta ti 8,86 m og harvið var hon 19 cm ov stutt til at taka silvurmerkið aftur. Harvið endaði tað við at Lýdia tók gullið, frammanfyri Lovisu við Sunnivu á triðja plássi.

FMU fyri bólkin gentur 18-19 ár er strika í ár, og tí kappaðist treysta kvinnan Vibeka Eihilt Sivertsen í bólkinum kvinnur. Fyri Vibeku var FMU í ár primert sæð sum venjing, tí partvís arbeiðir hon við at broyta rennistíl og partvís venur hon hart fyri at geva forminum eitt bost til ársins síðstu kapping, sum verður danska meistaraheiti fyri ung um nakrar vikur.  Fyrsti startur hjá Vibeku hetta FMU var 100 m. Her hevur hon arbeitt við at fáa meir kraft í jørðina í startinum. Hetta eydnaðist heilt væl, men reaktiónin hesaferð var, at hon reisti seg í so skjótt, og misti tí acceleratiónina. Hon megnaði tó at renna teinin uppá 14,28 sek.

So var diskuskast á skrá, og her vóru fimm av seks luttakarum úr Hvirluni. Umframt Elin, Lýdia, Sunniva og Lovisa, sum høvdu roynt seg í kúlustoyt var Helena Svabo Ziska við. Her legði Sunniva hart út við at bøta um sítt persónlga met við góðum tveimum metrum til 27,96 m. Helena kastaði 25,03 m, Lýdia 22,79 m, Elin 18,52 og Lovisa 18,21. Sunniva helt á at imponera, hesaferð við at kasta 29,28 m. Helena økti til 25,63 m meðan Lýdia við at kasta 24,43 m var við at finna stevið. Elin kom útum 20 m strikuna, men lá enn á fjórða pássi. Helena økti aftur í triðja, hesaferð til 25,71 m, meðan Lovisa var við at nærkast 20 m strikuna við einum kasti uppá 19,29 m. Í fjórða riggaði betur hjá Lýdiu, sum kom upp á eitt annað pláss við einum kasti uppá 28,18 m. Í fimta økti Helena, sum var við at fáa ferðina upp, til 26,34 m. Elin økti somuleiðis í fimta, har hon kom út á 20,85 m. Í sætta rakti Lýdia so diskin endiliga soleiðis um hon plagar at kunna, og kom hon heilt út á 29,77 m og legði seg harvið á fyrsta pláss. Hon fór harvið heim við gullinum, frammanfyri Sunnivu við Helenu á triðja plássi.

Vibeka royndi seg eisini á 400 m. Har hon kom at hava ein lítlan undanvind fyrstu 200 m og tilsvarandi mótvind síðstu 200 m. Hesaferð riggaði starturin betri, og kom hon væl betri upp í ferð. Hon pressaði í meira lagi, tí hon rann fyrstu 200 m uppá 30 sek. Tá hon so rakti mótvindin við troyttum beinum gjørdist tað tungt móti endanum. Hon kempaði tó væl og kom á mál við tíðini 66,44 sek.

Boðrenningar

Dagurin endaði við boðrenningum, har tey yngru kappaðust í 4x200 m mix, tvs tveir dreingir og tvær gentur vóru á hvørjum liðið, meðan tey vaksnu kappaðust á 4x100 m.

Í yngsta bólkinum (børn 8-9 ár) hevði hvirlan nógvar gentur, men ikki líka nógvar dreingir, men her bar so til at lána millum feløg, soleiðis at tað at enda blivu trý lið. Eitt reint hvirlulið, eitt har Hvirlan og Bragdið vóru saman og eitt har Hvirlan og Treysti vóru saman. Her var stuttligt at síggja hvussu tey øll kempaðu sínar 200 m, sum er langt tá man er so ungur. Í bólkinum 14-15 ár var eisini eitt Hvirlulið, meðan tað hjá teimum vaksnu var eitt kvinnulið á 4x100 m. Her vóru tað Lovisa, Elena, Lucia og Ai, ið runnu. Tær runnu trygt og komu á mál við tíðini 66,31 sek, sum tær fingu silvurmerkið fyri.

Fleiri myndur eru í myndasavninum.