IMG 8377

FM/FMU2025: nógv flott úrslit annan dagin

Eins og fyrsta dagin var hvirlureyði tann mest vanligi liturin millum tey, sum kappaðust og eisini millum hjálparfólkini.

Gentur 8-9 ár

Fyrsta greinin var 60 m, har tíggju gentur vóru við. Tað eru seks geilar á Tórsbreyt, og tí var neyðugt við tveimum riðlum. Í fyrra riðlinum vóru Ellie Andrasardóttir Thomassen, Eva Sól Finnsdóttir og Martha Hammer. Eingin av teimum hevði roynt hendan teinin áður, og hóast 60 m kann tykjast stutt, so er tað krevjandi at renna, tá man er so ungur. Tær vístu tó, at klárar tá skotið fór og megnaðu tær allar at halda góða ferð allan vegin. Á málinum segði tíðin at Eva Sól hevði runni teinin uppá 11,14 sek, Martha uppá12,14 sek og Elli uppá 12,33 sek.

Tá gjørt var klárt til næsta riðil stóðu Katrina Róksdóttir á Neystabø, Anna Effersøe Nónstein og Ranja Terjadóttir klárar. Tær høvdu allar runni teinin áður, og tí var tað spennandi at vita, um tær fóru at megna at bøta um síni persónligu met frá fyrr í ár. Tað gjørdu tær allar. Katrina rann teinin uppá 11,63 sek, sum er 0,24 sek skjótari enn persónliga metið hjá henni, Anna rann teinin uppá 11,60 sek, sum er 0,39 sek skjótari enn hon hevur megnað áður, meðan Ranja rann teinin uppá 11,76 sek, sum er 0,08 sek skjótari enn hon hevur gjørt áður. Samanlagt ognaði Katrina sær silvurmerkið og Eva Sól bronsumerkið í samlaðu kappingini.

Onnur greinin hjá yngstu gentunum var 600 m, og her vóru Anna, Eva Sól, Katrina og Ranja millum tær seks sum stóðu klárar tað skotið var í gongd. 600 m er 1½ umgangur á Tórsbreyt. Slíkir teinar krevja meir, tí at her kann ein ikki leggja út við nógvar ferð, tí so vil orkan verða uppi áðrenn ein kemur á mál. Røsku genturnar dugdu væl at renna teinin, har Katrina legði seg á odda frá byrjan, men tá 200 m vóru eftir fór Anna at nærkast í stórum, og hon kom so nær at síðstu 50 m gjørdist ein øgiligur spurtur. Í hesum spurtinum var Katrina tann stinnara og kom hon fyrst á mál við tíðini 2 min 22,90 sek og skar hon harvið 1,37 sek av sínum persónliga metið, meðan Anna kom á mál við tíðini 2 min 23,84 sek í sínum fyrsta 600 m nakrantíð. Dysturin um bronsuna var leingi spennandi millum Ranju og Onnu, men móti endanum var Ranja tann stinnara, og kom á mál við tíðin 2 min 32,65 sek og Anna við tíðini 2 min 40,87 sek. Ranja skar næstan 9 sekund av sínum pesónliga metið, meðan Anna skar næstan 33 sek av sínum persónliga metið. Samanlagt fór Katrina sostatt heim við gullinum, Eva Sól ognaði sær silvurmerkið og Ranja bronusmerkið.

Dreingur 8-9 ár

Dreingirnir byrjaðu, eins og genturnar við 60 m teininum. Her vóru Benjamin Æðustein Thomsen, Natan S. Christiansen og Jónatan Vinther Tummasarson millum teir átta, sum royndu seg. Eisini her var tørvur á at renna í tveimum riðlum. Her var Natan í fyrra riðlinum, har hann var á innastu geil. Í stórkappingunum hevur Natan kappast í bólkinum 6-7 ár, men hesin bólkur er ikki við til FMU og tí royndi hann seg móti 8-9 ára gomlu dreingjunum. Natan rann væl og kom á mál við tíðini 12,54 sek. Í seinna riðlinum vóru Jónatan og Benjamin. Jónatan hevur, eins og Natan kappast í aldursbólkinum 6-7 ár í stórkappingunum. Úrslitið á 60 m gjørdist at Benjamin rann teinin uppá 12,52 sek meðan Jónatan rann teinin uppá 13,43 sek.

Natan og Jónatan fóru síðan til 600 m startin. Hvørgin hevði roynt hendan teinin áður, men sum vanligt í Hvirluni, so er tað ikki nakað, sum forðar fyri luttøku. Teir løgdu báðir varðliga út, og øktu so tempo móti endanum. Hetta gjørdi at báðir komu undir 3 min. Natan við tíðini 2 min 49,57 sek og Jónatan við tíðin 2 min 54,88 sek.

Gentur 10-11 ár

Debora S. Christiansen, Jana Hammer og Wivi Andrasardóttir Thomassen byrjaðu á 60 m teininum. Jana og Debora høvdu roynt teinin áður, men hjá Deboru var tað fyri tveimum árum síðan, og Jana hevði einans runnið teinin við ov nógvum undanvindi (um undanvindurin er meir enn 2,0 m/s so telur úrslitið ikki sum met). Tað vísti seg at blíva ein spennandi kapping millum tær tríggjar, har Jana eftir fyrstu fetini hevði munin, hetta helt hon á mál, meðan Debora og Wivi vóru sera tættar allan vegin. Tíðin hjá Janu gjørdist 10,25 sek, sum er 1,08 sek skjótari enn hennara persónliga met, og bara 0,01 sek frá tíðini hon hevði runnið við ov nógvum undanvindi. Hesaferð segði vindmátarin tó 0,0 m/s, og tí er tað nýtt persónligt met. Debora skar 1,26 sek av sínum persónliga metið, meðan Wivi rann teinin uppá 10, 80 sek. Harvið ognaði Jana sær gullmerkið, Debora silvurmerkið og Wivi bronsumerkið.

So fóru tær tríggjar til 600 m startin. Her vísti Jana skjótt, at hon er tann sterkasta, meðan Wivi og Debora kappaðust um triðjaplássið. Við tíðin 2 min 13,85 sek skar Jana heili 10,98 sek av sínum persónliga metið, meðan Wivi skar 9,11 sek av sínum persónliga metið við at renna teinin uppá 2 min 18,27 sek. Wivi á triðja plássi rann teinin uppá 2 min 23,73 sek, og skar hon 4,72 sek av sínum persónliga metið. Sostatt ognaði Jana sær gullmerkið, Debora vann silvurmerkið og Wivi bronsumerkið.

Síðsta greinin var kúlustoyt, har tær tríggjar royndu seg við 2,0 kg tungu kúlunum. Her legði Wivi, sum kappaðist á fyrsta sinnið í hesi grein, út við at stoyta kúluna út á 4,11 m. Jana fór so í ringin, og tá kúlan lendi á 5,61 m var kappingin í verðuleikanum avgjørd. So átti Debora tørn, hon legði kúluna út á 4,14 m og legði seg harvið framum Wivi. Ongin megnaði at økja í øðrum umfarið, men í triðja smekkaði Wivi til við einum stoyti uppá 4,55 m, og tók harvið annað pláss aftur. Jana økti eisini. Hon kom út á 5,73 m. So átti Debora tørn, og hon rakti kúluna val, og lendi kúlan úti á 4,31 m. Sostatt ognaði Jana sær sítt triðja gullmerkið, meðan Wivi fekk silvur og Debora bronsu.

Dreingir 10-11 ár

Jónas Jógvansson Kjær, Jósef Vinther Tummasarson og Verland Benjamin Nielsen Kruse byrjaðu á 60 m teininum. Meðan Jósef og Verland Benjamin høvdu roynt teinin áður, var hetta fyrsta royndin hjá Jónas. Allir runnu í sama riðli. Her gjørdist tað ein tættur dystur millum Jónas og Jósef um bronsumerkið, har Jónas móti endanum tryggjaði sær bronsumerkið við tíðini 10,75 sek. Jósef skar 1,25 sek av sínum persónliga metið við tíðini 11,03 sek og Verland Benjamin skar 0,48 sek av sínum persónliga metið við tíðini 12,11 sek.

Jónas og Jósef fóru so til 600 m startin. Hetta er teinur báðir hava runnið áður. Kapping gjørdist sera spennandi, tí tríggir dreingir stungu av og vóru í einum tøttum dysti um fremsta pláss allan vegin. Jónas var ein av hesum trimum. Spenningurin helt sær allan vegin á mál, har Jónas rann seg til eitt annað pláss við tíðini 2 min 10,12 sek, sum er 6,61 sek skjótari enn hann hevur megnað áður. Jósef rann eisini ein flottan 600 m, har hann við tíðin 2 min 26,78 sek skar heili 8,91 sek av sínum persónliga metið.

So var kúlustoyt á skrá, og aftur vóru Jónas og Jósef klárir. Báðir høvdu roynt seg áður við 2,0 kg tungu kúluni. FMU byrjaði tó ikki optimalt, tí hvørgin fekk góðkent fyrstu royndina. Hetta nervaði tó ikki, tí øðrum umfarið legði Josef seg á annað pláss við einum stoyti uppá 4,86 m. Jónas svarði aftur við einum stoyti uppá 4,98 m. So kom síðsta umfarið, og her legði Jósef út við at stoyta kúluna út á 4,97 m, sum bara var 1 centimetur aftanfyri Jónas. Jónas vísti tó at hann var í form, tí í hansara síðstu roynd kom hann út á 5,65 m, og legði hann harvið 40 cm afturat sínum persónliga metið. Harvið ognaði hann sær silvurmerkið frammanfyri Jósef sum vann bronsuna.

Gentur 12-13 ár

Helena Effersøe Nónstein og Rebekka Æðustein Thomsen byrjaðu við at renna 80 m. Hetta er teinur tær hava bøtt munandi um síni persónligu met longu áðrenn kappingina, og tí var tað spennandi at vita, um tær kundu bøta enn meir, men ein lítil mótvindur gjørdi hetta trupult. Tað gjørdi tó ikki kappingina minni spennandi. Tær báðar komu ikki skjótast avstað, men Rebekka rann seg skjótt upp á eitt annað pláss, meðan Helena kempaði allan vegin um at koma upp á triðja pláss. Hetta megnaði hon beint áðrenn málstrikuna. Harvið ognaði Rebekka sær silvurmerkið við 13,30 sek, og Helena bronsumerkið við 13,89 sek.

Næsta greinin var hæddarlop. Her komu báðar uppum byrjunarhæddina 1,00 m í fyrstu royndini. So fór yvirliggjarin upp á 1,05 m. Her kom Rebekka uppum í fyrstu royndini, meðan Helena vær nær við, serliga í triðju royndini, men yvirliggjarin vildi ikki blíva liggjandi. Hon endaði harvið á 1,00 m, sum er neyvt sama hædd, sum hennara persónliga met. So fór yvirliggjarin uppá 1,10 m, sum er ájavnt við persónliga metið hjá Rebekku. Aftur kom hon lættliga uppum. Næsta hæddin var 1,15 m, og hóast hetta er hædd hon ikki hevði roynt áður, so kom Rebekka uppum í fyrstu royndini. Hon royndi seg síðan á 1,20 m, men nú bar ikki til longur, og harvið endaði Rebekka við at bøta um sítt persónliga met við 5 cm til 1,15 m. Fyri hetta fekk hon silvurmerkið, frammanfyri Helenu, sum ognaði sær bronsumerkið við at leypa 1,00 m.

Triðja greinin var 600 m, og her var Helena einsamøll um at umboðað Hvirluna. Helena legði hart út, men setti so tempo eitt sindur niður áðrenn hon setti spurtin inn síðstu 100 m. Hetta gjørdi at hon megnaði at renna teinin uppá 2 min 33,26 sek, sum er 3,93 sek skjótari enn hon hevur megnað áður. Fyri avrikið fekk hon bronsumerkið.

Síðsta greinin var kúlustoyt. Her vóru bæði Rebekka og Helena klárar. Helena legði út við at stoyta 2,0 kg tungu kúluna út á 5,96 m, sum er 74 cm longri enn hon hevði megnað áður. Hetta rakk til eitt fjórða pláss eftir fyrsta umfari. Rebekka stoytti kúluna út á 6,83 m og legði seg harvið á annað pláss í kappingini. Rebekka økti við 9 centimetrum í øðrum umfarið, men lá enn á øðrum plássi, meðan royndin hjá Helenu var eitt sindur styttri enn í fyrsta umfarið. Í triðja fekk Helena góða ferð á kúluna, men tað bleiv tíðanverri kolldømt fyri kast (kúlan skal trýstast/stoytast frá hálsinum og ikki kastast/varpast). Rebekka kom heilt út á 7,65 m í triðja, men enn var hon eitt sindur ov stutt til gullið. Hon fekk harvið sílvurmerkið í kappingini.

Gentur 14-15 ár

Ria Langgaard var einsamøll Hvirla tá 100 m var skotin í gongd. Hon hevur arbeitt við at verða meir upprætt og fáa knøðini fram og upp. Hetta riggaði væl hjá henni, og hevði hon tí størri ferð enn áður. Hetta gjørdi eisini at hon rann teinin uppá 15,89 sek, sum er persónligt met hóast hon rann inn í ein lítlan mótvind. Hon ognaði sær silvurmerkið fyri avrikið.

Dreingir 14-15 ár

Jóhan Waagstein var einsamøll Hvirla millum 14-15 ára gomlu dreingirnar. Hann hevði valt at royna seg við 1,0 kg tunga diskinum. Hann legði út við at kasta 20,89 m, sum er 1½ m frá hansara persónliga metið. Tað sást tó at har var meir at heinta, og hetta vísti hann longu í øðrum umfari, har hann kastaði 24,42 m og bøtti harvið um sítt persónliga met við meir enn 2 metrum. Í triðja umfarið økti hann við góðum tveimum metrum til 26,63 m. fjórða umfar var bara 2 cm styttri, meðan tey bæði síðstu ikki eydnaðust heilt. Hann fekk tó gullmerkið samstundis sum hann økti um sítt persónliga met við 4,26 m.

Gentur 16-17 ár

Fyrsta greinin var 100 m. Her hevur Elena verið tann stinnasta í ár, men hon hevur ein lítlan skaða og gav tí avboð. Tískil vóru tað Bjalla Beintudóttir Dalsgarð og Lucia Gjoveraa Sødergren, sum umboðaðu Hvirluna. Bjalla hevur einamest arbeitt við at fáa kraftina meir effektivt niður í jørðina, meðan Lucia hevur arbeitt við at fáa meir framdrift burturúr hvørjum fetið. Tá skotið fór, sást at hetta riggaði væl hjá báðum. Eftir fyrstu metrarnar var Lucia eitt vet frammanfyri Bjallu, hetta helst sær í byrjani, men so byrjaði Bjalla at trekkja frá, men Lucia helt inntil einir 20 m vóru eftir, so misti hon nakað av forminum, meðan Bjalla, helt allan vegin. Úrslitið gjørdist at Bjalla ognaði sær gullmerkið við tíðini 14,04 sek og Lucia gjørdist nummar tvey við tíðini 14,74 sek. Tær fingu somuleiðis ávikavist gull og silvur í FM vaksin fyri avrikið.

Næsta greinin var kúlustoyt. Her royndu Lucia og Elin Johnsdóttir seg. Tað var Elin, sum legði betri út, tí hon kom út á 7,37 m í fyrstu royndini, meðan Lucia ikki fekk fyrstu royndina góðkenda. Lucia svarði tó í øðrum umfarið við at stoyta 3,0 kg tungu kúluna út á 8,09 m. Elin økti til 7,44 m. Tær øktu báðar í triðja; Elin til 7,83 m, sum bara var 3 cm frá hennara persónliga metið og Lucia til 8,15 m, sum var 4 cm frá hennara persónliga meti. Lucia økti við einum centimetri í fjórða umfarið, og harvið vóru báðar 3 cm frá sínum persónliga metið á ávikavist fyrsta og øðrum plássi í kappingini. Onki broyttist í fimta umfarið, og tí var spenningurin goymdur til síðsta umfarið, tí eftir at Lucia ikki megnaði at økja, rakti Elin kúluna væl. Tað vísti seg at hon hevði bøtt um sítt persónliga met við heili 19 cm, til 8,15 m, men tað var 1 cm aftanfyri Luciu, sum harvið fór við gullmerkinum frammanfyri Elin, sum ognaði sær silvurmerkið.

Hæddarlop var triðja greinin, aftur var Lucia klár. Lucia hevur ikki vant hæddarlop serliga nógv, men hon hevur eitt gott avsett, og tí var tað spennandi at síggja, hvat hon kundi umseta tað til. Hon valdi at byrja kappingina á 1,25 m. her kom hon lættliga uppum. Á 1,30 leyp hon ov langt úti í fyrstu royndini og tók hon tí yvirliggjarin niður við sær. Hon kom tó uppum í næstu royndini. 1,35 kláraði hon í fyrstu royndini, og harvið megnaði hon at tangera sítt persónliga met. Næsta hæddin var 1,38 m. Her hevði hon góða ferð, men leyp ov langt inn í stongina heldur enn uppeftir, og tí fall yvirliggjarin. Hon kom tó uppum í næstu royndini og legði harvið 3 cm afturat sínum persónliga metið. Næsta hæddin var 1,41 m. Her miseydnaðust fyrstu tvær royndirnar heilt, men í triðju riggaði væl, men hon var eitt lítið vet ov stutt, og tí fall yvirliggjarin. Hon ognaði sær tó eitt gullmerkið fyri teir 1,38 m hon kom uppum. Hon fekk eisini eitt gullmerkið í kappingini um FM fyri vaksin.

Síðsta greinin var diskuskast, og hóast tað byrjaði, sum ein kapping, har alt var avgjørt frá byrjan, so gjørdist tað sera spennandi móti endanum. Dysturin stóð, eins og í kúlustoyt, millum Elin og Luciu. Her legði Lucia út við at kasta 15,04 m, meðan Elin kastaði 13,89 m. Lucia økti í øðrum til 16,46 í øðrum og 16,66 m í triðja, meðan kastini hjá Elin miseydnaðust. Tá so Lucia aftur økti til 16,89 m í triðja valdi Elin at velja tryggu loysnina við at standa og kasta. Harvið kom hon út á 16,04 m. Lucia økti tó aftur í fimta til 17,33 m, meðan Elin fylgdi við og kastaði 16,63 m. Lucia økti aftur í síðsta umfarið til 17,50 m. Nú var Elin verðuliga komin í gongd, og eins og í kúlu, so rakti hon plett í síðsta umfarið. Tá kasti bleiv máta segði tað 17,87 m. Harvið snýkti hon seg upp á fyrsta pláss frammanfyri Luciu. Báðar bøtti tær munandi um síni persónligu met. Elin við 3,58 m og Lucia við 4,93 m.

Dreingir 16-17 ár

Arni Bartal Joensen og William Erik Schilling Kruse byrjaði dagin við at renna 200 m. Tá starturin fór, var Arni Bartal tann kvikari avstað, meðan William við sínum longu rørslum var eitt sindur seinni avstað, men hann kom tó væl upp í ferð, og so royndi hann at renna Arna Bartal upp. Hetta megnaði hann tó ikki, tí Arni Bartal hevði góða ferð allan vegin og vann við tíðini 13,86 sek, frammanfyri William, sum við tíðini 14,05 sek, skar 0,03 sek av sínum persónliga metið. Teir fóru harvið heim við ávikavist gull og silvur bæði sum D16-17 og menn.

So áttu kastararnir tørn. Baldur Báruson Persson og Jógvan Ingi Falkvard Joensen royndu seg við 5,0 kg tungu kúluni. Fyri Jógvan Inga var hetta beint eftir, at hann hevði kappast sum vaksin við 7,26 kg tungu kúluni, og nervaði hetta hann nógv. Hann legði út við at stoyta kúluna út á 10,11 m og legði seg á fyrsta pláss. Baldur, sum er sera tryggur í tí tekniska kom út á 9,48 m. Meðan Jógvan Ingi ikki kom nær sínari fyrstu roynd, var Baldur stabilur, við seks kastum útum 9 m strikuna, har tað longsta kom í sætta og síðsta umfarið. Tað bleiv máta til 9,51 m. Harvið ognaði hann sær silvurmerkið aftanfyri Jógvan Inga, som vann gull.

So áttu Arni Bartal og William aftur tørn. Hesaferð í hæddarlop. Hæddarlop, er grein, sum William er byrjaður at hugsavna seg um, og sást hetta í dag. Teir fóru báðir inn í kappingina á 1,30 m. Hetta komu báðir uppum uttan trupulleikar. William kom somuleiðis uppum 1,35 m uttan trupulleikar, meðan Arna Bartal tørvaði tríggjar royndir at koma uppum. So fór yvirliggjarin upp á 1,38 m. Her kom William aftur uppum, meðan Arni Bartal hevði nakrar góðar royndir. Hesaferð eydnaðist tað honum tó ikki at koma uppum. So var William einsamallur eftir. Hann royndi seg fyrst á 1,41 m, sum er hædd hann ikki hevur megnað áður. Her kom hann uttan trupulleikar uppum. Á 1,44 m, tørvaði honum tríggjar royndir, men aftur megnaði hann at koma uppum. So flutti hann yvirliggjaran 2 cm upp til 1,46 m. Her miseydnaðist fyrsta royndin, men tann næsta riggaði, og so fór yvirliggjarin upp á 1,48 m. Nú riggaði tað í fyrstu royndini, har William uttan trupulleikar fleyg uppum yvirliggjaran. Tá yvirliggjarin kom upp á 1,50 m steðgaði, tí hóast góðar royndir, so riggaði ikki hesaferð, men William vann gull, bæði sum D16-17 og vaksin við hæddini 1,48 m, sum er 8 cm hægri enn hann hevur lopið áður. Arni Bartal vann silvur bæði sum D16-17 og vaksin við hæddini 1,35 m.

Ímeðan William leyp hædd, var Arni Bartal farin til 400 m startin, har hann tíðanverri var einsamallur. Tað er sera trupult at renna einsamallur, tí har er ongin at kappast við. Arni Bartal er tó ein fightari. Hann legði hart út, og rann við góðum stíli fyrstu 250 m, so pressaði hann enn meir úr síðsta svinginum, og kom inn á langsíðuna væl skjótari enn hann hevur megnað áður. Tey, sum hava roynt 400 m, vita hvussu tað følist síðstu 50-100 m, og hetta føldi Arni Bartal eisini, men hann helt stílin, so tað var ikki fyrr enn síðstu 20-30 m at hann misti ferðina. Hann megnaði sostatt at renna teir 400 m uppá 64,72 sek, sum er 0,53 sek skjótari enn hann hevur megnað áður. Fyri hetta ognaði hann sær gullmerkið bæði sum D16-17 og vaksin.

Síðsta greinin var diskuskast og her vóru aftur kastararnir Baldur og Jógvan Ingi klárir. Fyrsta kasti hjá Baldur miseydnaðsit, meðan Jógvan Ingi legði út við at kasta 17,87 m. Baldur kastaði 22,59 m í øðrum og fór havið framvið Jógvan Inga. Jógvan Ingi svaraði aftur við einum kasti uppá 25,58 m og legði seg harvið aftur upp á fyrsta pláss. Baldur økti í triðja til 23,06 m, meðan kasti hjá Jógvan Inga miseydnaðist. Báðir royndu at økja síðstu trý umførini, men hvørgin megnaði at koma longur út. Harvið vann Jógvan Ingi frammanfyri Baldur, sum fekk silvurmerkið.

Gentur 18-19 ár

Ai Waagstein royndi seg í kúlustoyt hjá gentum 18-19 ár. Her kastaði hon við 4,0 kg tungu kúluni. Hon kastaði saman við teimum vaksnu, har hon var í einari spennandi kapping um bronsumerkið, men í dystinum hjá Gentur 18-19 ár, var hon tíðanverri einsamøll, og vann hon tí eitt gullmerkið við longdini 6,87 m, sum er 32 cm longri enn hon hevur megnað áður.

Kvinnur

Meðan sprint og lop bleiv skipa sum eitt eyka heiðursmerkið fyri somu kapping, tí greinarnar eru tær somu fyri yngru bólkarnar og tey vaksnu (100 m eru 100 m), so vóru kastini skipa sum serstakar kappingar, tí tey ungu kasta ikki sama reiðskap sum tey vaksnu.

Fyrsta kappingin var kúlustoyt, har Anja Christensen, Lovia Niclasen, Ai Waagstein og Elin Johnsdóttir royndu seg við 4,0 kg tungu kvinnukúluni. Hendan kapping bleiv spennandi, har Anja og Lovisa lógu tættar um gullið meðan Ai og Elin lógu tættar um bronsuna. Tað var Lovisa sum legði best út við einum kasti uppá 9,39 m, meðan Anja kastaði 8,93 m. Lovisa økti við tveimum centimetrum til 9,41 m í øðrum, meðan Anja kastaði nakað styttri. Anja økti í tríðja til 9,30 m, og var hon harvið bara 11 cm frá gullinum. Í fjórða kom hon út á 9,42 m og legði hon seg harvið 1 cm framum Lovisu. Lovisa royndi at svara aftur, men hesaferð var hon ov stutt. Í dystinum um bronsumerkið legði Ai út við at kasta 6,59 m, meðan Elin kastaði 6,20 m. Elin økti til 6,36 m í øðrum, meðan Ai somuleiðis økti. Hon kom út á 6,61 m. Elin økti aftur í tríðja til 6,59 m og var hon sostatt bara 2 cm aftanfyri Ai. Ai svaraði beinan vegin aftur og legði kúluna út á 6,74 m. Ai økti aftur í fjórða til 6,87 m, sum gjørdist hennara longsta. Tað rakk til bronsumerkið, tí Elin kom ikki longri enn teir 6,59 hon megnaði í triðja umfarið. Hetta var fyrstu ferð Elin royndi seg við 4,0 kg kúluni, og fór hon tí heim við nýggjum persónligum metið. Ai bøtti um sítt persónliga við 22 cm.

Næsta greinin var diskuskast. Her vóru Ai og Elin aftur klárar. Hesaferð bleiv kappingin ikki líka spennandi, tí Ai vísti frá byrjan at hon var tann sterkara. Hon kastaði diskin útum 20 m strikuna tríggjar ferðir, har tað longsta kom í fjórða umfarið. Kasti var lítlan hálvan metur frá hennara persónliga metið. Elin legði varliga út, men í triðja bøtti hon um sítt persónliga met til 17,27 m. Hetta slapp tó ikki at standa, tí í fimta økti hon til 17,93 m. Harvið legði hon samanlagt 3,64 cm afturat sínum persónliga metið.

Menn

Eins og hjá kvinnunum, so vóru kastini serstakar greinar fyri tey vaksnu, meðan renning og lop var skipa í einari umbering. Her var Jógvan Ingi tíðanverri einsamallur at royna seg. Fyrst við 7,26 kg tungu kúluni, har hann legði út við at stoyta 8,91 m. Næstu vóru eitt sindur styttri, men í fimta umfarið kom hann útum 9 m strikuna við einum stoyti uppá 9,02 m. Harvið bøtti hann um sítt persónliga met við 54 cm. Fyri hetta kann hann kalla seg føroyameistara.

Hin kastigreinin var diskuskast, og her var Jógvan Ingi aftur við. Hesaferð skuldi hann kasta 2,0 kg tunga diskin. Hann royndi ov nógv fyrstu tvær royndirnar og fekk tí ikki flog á diskin. Í triðja var hann meir tolin og slongdi diskin heldur enn at royna at kasta hann. Hetta gjørdi at diskurin fleyg útum 20 m strikuna. Kasti bleiv máta til 20,85 m. Hetta kasti, sum er 3,51 m longri enn hann hevur megnað áður, tryggjaði honum gullmerkið.

Boðrenningar

Hesaferð vóru bara boðrenningar fyri vaksin, og her var Hvirlan sjálvandi klár bæði hjá monnum og kvinnum. Hjá kvinnunum var liðið manna av Elin, Riu, Luciu og Bjallu, meðan liðið hjá monnum var manna av Jógvan Inga, William, Jóhan og Arna Bartal. Tað vóru Elin og Jógvan Ingi, sum byrjaðu. Tey eru bæði kastarar, og hava ikki vant blokkstartir, og tí byrjaði bæði standandi. Tey lupu avstað, og her vóru tað langu beinini hjá Jógvan Inga, sum vóru effektivari. Hann avleveraði til William, sum fekk eitt gott forspring til Riu. Ria rann væl, men megnaði tó ikki at minka um munin fram til William. William avleveraði til Jóhan, meðan Ria avleveraði til Luciu. Her var ferð á, men munurin millum liðini var so mikið stórur, at har var lítil spenningur, og tað lítla av spenningi, sum var, forsvann í síðsta skifti, har tað var líka við at miseydnast hjá kvinnunum. Tær megnaði tó at fáa boðini víðari og runnu á mál við tíðini 59,96 sek. Mennirnir komu má mál við tíðini 53,82 sek.

Fleiri myndir eru í myndasavninum