IMG 0017

FM/FMU2025-dagur 3

Triðja dagin var kappast á 200/300 m sprint, longdarlop, og spjótkast/bóltkast umframt 400 m rimarenning. Aftur var Hvirlan væl umboðað í øllum kappingum og ikki minst á pallinum.

Gentur 8-9 ár

Anna Effersøe Nónstein, Eva Sól Finnsdóttir, Katrina Róksdóttir á Neystabø og Ranja Terjadóttir byrjaði sunnudagin við at kappast í longdarlopi. Her legði Katrina fyri, og longu í fyrstu royndini í kappingini leyp hon heilar 2,79 m. So átti Ranja tørn, hon leyp 2,28 m. Triðja hvirlan, sum leyp var Anna, hon leyp út á 2,87 m og fór harvið framvið Katrinu og tók samlaða annað pláss í kappingini. Síðsta Hvirlan at leypa var Eva sól, Hon leyp 2,58 m. Katrina, svaraði aftur, og leyp út á 2,91 m og tók annað pláss aftur frá Onnu. Anna royndi at svar aftur, men lopið bleiv eitt vet styttri enn hennara fyrsta. Hetta var eisini støðan hjá Evu Sól og Ranju, sum báðar lupu styttri enn í fyrstu royndini. So kom síðsta umfar, og her sást at Katrina verðuliga var komin í gongd, tí hon økti aftur. Hesaferð til 2,98 m. Eva Sól økti eisini í triðja umfarið. Hon kom út á 2,68 m. Harvið endaði tað við at Katrina ognaði sær silvurmerkið við 2,98 m, Anna ognaði sær bronsumerkið við 2,87 m, meðan Eva Sól økti um sítt persónliga met við 25 cm við at leypa 2,68 m, og Ranja leyp 2,28 m.

Onnur greinin var 300 m. Her vóru tær fýra við aftur, men afturat sær høvdu tær finginð Ellie Andrasardóttir Thomassen, sum vanliga kappast í bólkinum 6-7 ár. Her vísti Katrina at hon var tann sterkasta, tí hon fór beinan vegin frá hinum, meðan Eva Sól og Ranja lógu eitt vet aftanfyri, og uppaftur longur afturi lógu Anna og Ellie. Hetta helt sær allan vegin og á málin segði klokkan at Katrina fyri fyrstu ferð hevði runnið teinin skjótari enn 1 min. Tíðin var 58,22 sek. Tað er 3,08 sek skjótari enn hennara persónliga met, og rakk tað til eitt trygt gullmerkið frammanfyri Evu Sól, sum rann teinin uppá 60,48 sek, sum er 5,20 sek skjótari enn hon hevði megnað áður. Ranja skar 5,18 sek av sínum persónliga meti við at renna teinin uppá 63,68 sek, Anna skar 3,83 sek av sínum persónliga metið við at renna teir 300 m uppá 68,44 sek, og Ellie, sum royndi seg á fyrsta sinni megnaði at renna teinin uppá 69,79 sek.

So skuldi kastast, og hesaferð var greinin bóltkast. Har vóru Anna,  Eva Sól, Katrina, Martha Hammer og Ranja klárar. Aftur vístu tað støðugt gongur framá. Katrina legði fyri við at kasta 31,75 m, Ranja kastaði 22,24 m, Martha 18,66 m, Anna kastaði 18,30 m og Eva Sól kastaði 10,96 m. Tað var bara Eva Sól sum megnaði at økja í øðrum umfarið, har hon kom út á 13,10 m. Í triðja økti hon aftur, hesaferð til 13,59 m, meðan Anna økti til 18,44 m. Harvið bøtti Katrina um sítt persónliga met við 4,49 m, og vann harvið gullmerkið. Ranja ognaði sær silvurmerkið við 22,24 m. Martha legði 1,97 m afturat sínum persónliga metið. Anna legði 1,49 m afturat sínum persónliga metið, og Eva Sól legði 51 cm afturat sínum persónliga metið.

Dreingir 8-9 ár

Benjamin Æðustein Thomsen, Jónatan Vinther Tummasarson, Natan S. Christiansen og Rúni Fossaberg Galán byrjaðu við longdarlop. Jónatan, Natan og Rúni kappast vanliga í bólkinum D6-7 ár. Hesaferð legði Benjamin út við at bøta um sítt persónliga met við 7 cm til 2,34 m, meðan Natan leyp 1,93 m, sum bara er 1 cm frá hansara persónliga meti og Rúni leyp 1,78 m, meðan lopið hjá Jónatan miseydnaðist. Í øðrum umfarið kom hann út á 1,97 m. Jónatan var eisini tann einasti sum bøtti um sítt úrslit í triðja umfarið. Her kom hann út á 2,17 m, og legði harvið 4 cm omaná sítt persónliga met.

So var 300 m á skrá, og her vóru Natan og Jónatan klárir. Hvørgin hevði roynt hendan teinin áður. Teir løgdu væl út, og á handaru langsíðuni, og hildu gott tempo. Á veg inn í svingi minkaði tempo eitt sindur, men tá teir sóðu mállinjuna fór tempo uppaftur. Her gjørdist úrslitið at Natan rann teinin uppá 1 min 11,77 sek, sum rakk til bronsumerkið, meðan Jónatan rann teinin uppá 1 min 12,87 sek.

So lá leiðin yvir til 150 g tungu bóltarnar. Her vóru Benjamin, Jónatan, Natan og Rúni klárir. Jónatan legði út við at kasta 20,07 m, sum var persónligt met. Benjamin kastaði 15,40 m og Natan kastaði 3,31 m. Rúni, sum royndi seg fyri fyrstu ferð í bóltkast kastaði 9,50 m. Hann økti til 10,39 m í øðrum umfarið. Natan økti somuleiðis í øðrum, tá hann kastaði 9,87 m. Í triðja var tað bara Jónatan sum økti. Hann kom út á 21,94 m, og legði harvið í alt 3,71 m afturat sínum persónliga metið. Hetta rakk til eitt bronsumerkið.

Gentur 10-11 ár

Debora S. Christiansen, Jana Hammer og Wivi Andrasardóttir Thomassen løgdu fyri á 300 m teininum. Her var Jana skjót avstað, men Debora fylgdi við fyrstu 100 m, meðan Wivi var nakað aftanfyri. Í svinginum misti Debora kontaktina við Janu, meðan Wivi megnaði at hála seg fram í ryggin á Deboru. Síðstu 100 m fór Jana frá hinum, meðan tað bleiv ein tøtt kapping millum Deboru og Wivi um silvur og bronsumerkini. Hendan dystin vann Debora. Úrslitið gjørdist sostatt at Jana vann við tíðini 53,55 sek sum er 7,45 sek skjótari enn hennara persónliga met. Debora ognaði sær silvur við tíðini 58,06 sek, sum er 13,31 sek skjótari enn hennara persónliga met. Wivi ognaði sær bronsumerkið við tíðini 60,95 sek, sum er 1,92 sek skjótari enn hennara persónliga met.

Næsta greinin var bóltkast, her legði Jana út við at kasta bóltin út á 38,01 m, og harvið hevði hon í verðuleikanum longu avgjørt dystin um gullmerkið. Dysturin um silvurmerkið bleiv hinvegin sera spennandi. Her legði Debora út við at kasta 19,00 m, men Wivi fór framvið tá hon kastaði 19,74 m. Debora svaraði aftur í øðrum umfarið við at kasta bóltin ú tá 22,80 m. Harvið endaði tað við at Jana vann við 38,01 m, frammanfyri Wivi, sum kastaði 22,80 m, meðan Debora ognaði sær bronsumerkið við 19,74 m. Allar bøttu tær aftur um síni persónligu met. Jana við 3,86 m, Debora við 1,98 m og Wivi við 0,43 m.

So var longdarlop á skrá. Aftur avgjørdi Jana kappingina í fyrsta umfarið. Her leyp hon 3,97 m, sum er 22 cm longri enn hon hevur megnað áður. Debora leyp 3,09 m, meðan Wivi leyp 2,96 m. Debora økti í øðrum til 3,19 m. Wivi royndi at fylgja við, men hennara lop var 3,12 m. Í síðsta umfarið riggaði hjá Wivi. Hon kom heilt út á 3,31 m, og tók harvið annað pláss og legði samstundis 25 cm omaná sítt persónliga met.

Dreingir 10-11 ár

Jónas Jógvansson Kjær og Jósef Vinther Tummasarson byrjaðu á 300 m teininum. Her var Jónas skjótur avstað, og lá hann í tættari kapping um heiðursmerkini, meðan Jósef legði varligari út. Dysturin um heiðursmerkini vardi allan vegin á mál, har Jónas tryggjaði sær silvurmerkið við tíðini 56,37 sek, sum er 4,74 sek skjótari enn hann hevur runnið teinin áður. Jósef rann teinin uppá 1 min 5,48 sek, sum er 1,26 sek skjótari enn hann hevur runnið teinin áður.

So var bóltkast á skrá, og her vóru Jónas og Jósef aftur klárir, saman við Lui Ellindsson Olsen. Jósef legði hart út við at kasta 37,06 m, og legði hann seg harvið á fyrsta pláss í kappingini. Jónas kastaði 29,65 m og Lui kastaði 28,74 m. Hetta var persónligt met hjá øllum trimum. Lui megnaði at bøta enn meir um sítt persónliga met í øðrum umfarið, tá hann kastaði 33,50 m, sum gjørdist hansara besta. Úrslitið gjørdist at Jósef bøtti um sítt persónliga met við 2,24 m og tók gulli. Lui bøtti um sítt persónliga met við 8,80 m og Jónas bøtti um sítt persónlig met við 2,48 m.

Jósef og Jónas hildu áfram við longdarlop, og her var Verland Benjamin Nielsen Kruse við. Verland Benjamin og Jónas løgdu út við at bøta um síni persónligu met. Allir royndu at økja, men í øðrum umfarið riggaði ikki, men í triðja leyp Jónas 3,25 m og ognaði sær harvið bronsumerkið. Verland Benjamin legði 67 cm omaná sítt persónliga met, tá hann leyp 3,05 m í fyrsta umfarið, meðan Jónas legði 46 cm omaná sítt persónliga met, tá hann leyp 2,62 m í fyrsta umfari.

Gentur 12-13 ár

Helena Effersøe Nónstein byrjaði dagin við at renna sín fyrsta 300 m nakrantíð. Hon legði varðliga út, men royndi so at økja ferðina so við og við. Hetta eydnaðist væl hjá henni, og á málinum var hon líka við at snýkja seg undir 1 minut. Endaliga tíðin gjørdist 1 min 0,23 sek. Hetta rakk til eitt bronsumerkið.

Helena fór so til spjótkast, har Rebekka Æðustein Thomsen stóð klár at royna seg við 400 g tungu spjótunum. Her legði Rebekka út við at bøta um sítt persónliga met, tá hon kastaði 18,31 m, og harvið legði hon seg á annað pláss í kappingini. Helena kastði 10,60 m. Næstu kastini vóru eitt sindur styttri, men í fjórða umfarið fekk Rebekka fatur á tí tekniska, og legði spjóti út á 19,68 m. Hon økti aftur í fimta, tá hon kastaði 21,55 m. Harvið tók hon fyrsta pláss í kappingini undan síðsta umfarið. Her fór ein framvið aftur, og tí endaði Rebekka við silvurmerkinum fyri eitt kast uppá 21,55 m, sum er 6,34 m longri enn hon hevur kastað áður. Tað longsta hjá Helenu var fyrsta kasti, sum var 10,60 m.

So var longdarlop á skrá, og her vóru báðar við. Rebekka legði út við at bøta um sítt pesónlga met við 5 cm til 3,50 m, sum rakk til eitt fyribils annað pláss í kappingini, meðan Helena leyp 3,12 m. Rebekka økti til 3,53 m í øðrum umfarið, og Helena økti somuleiðis, hon kom út á 3,14 m. Í triðja økti Rebekka aftur, hesaferð til 3,54 m, men her var ein sum fór framvið, soleiðis at Rebekka nú lá á bronsuplássinum. Hon økti aftur í fjórða við 2 centimetrum til 3,56 m, men tað broytti ikki støðuna í kappingini. Helena legði 13 cm omaná í fjórða umfarið tá hon leyp 3,27 m. í fimta umfarið økti Rebekak enn eina ferð, hesaferð til 3,61 m, sum gjørdist tað longsta hjá henni. Kappingin endaði sostatt við, at Rebekka legði 16 cm omaná sítt persónliga met, og ognaði sær bronsumerkið, meðan Helena leyp 3,27 m sum tað longsta hesaferð.

Gentur 14-15 ár

Ria Langgaard legði út við at renna sína fyrstu 300 m kapping nakrantíð. Hon hevur runnið teinin til venjing, so hon kendi hann, men tað var eyðsýnt at hon var tendra, tí hon rann munandi skjótari enn hon hevur gjørt til venjing. Hon kom væl úr blokkinum, og megnaði hon væl at halda effektiva stílin, hon hevur arbeitt við. Hetta gjørdi at hon ikki misti ferð, og tí endaði hon við at renna teinin uppá 52,50 sek, sum hon fekk silvurmerkið fyri.

So var longdarlop á skrá, og her var hon aftur við. Í fyrsta lopið var hon væl aftanfyri plankan, og tí endaði lopið við at verða máta til 2,99 m. í næsta kom hon nærri, men var enn einar 20 cm aftanfyri. Lopið bleiv máta til 3,46 m, og var hon harvið á øðrum plássi. Í næstu lopunum fekk hon ikki ferðina við inn í lopini og blivu tey tí eitt sindur styttri. Í fimta kom hennara longsta. Her hevði hon betri ferð við, men leyp hon aftur eitt sindur aftanfyri plankan. Lopið bleiv máta til 3,56 m. Fyri hetta fekk hon silvurmerkið.

Dreingir 14-15 ár

Jóhan Waagstein royndi seg við 600 g tunga spjótinum, sum hann áður hevur kasta langt. Hann legði eisini út við at kasta 35,47 m, og harvið hevði hann longu tryggja sær gullmerki. Hann vildi tó meir, og í øðrum kom hann út á 37,57 m, og legði harvið 33 cm afturat sínum persónliga meti. Triðja kasti var eisini langt, men eitt sindur styttri enn tað undanfarna. So fór hann at leggja ov nógva orku í kastini, og gjørdi hetta at hann ikki fekk góða forspenni í. Tað kostaði longd. Hann ognaði sær tó gullmerkið við teimum 37,57 m hann kastaði í øðrum umfari.

Gentur 14-15 ár

Bjalla Beintudóttir Dalsgarð og Lucia Gjoveraa Sødergren byrjaðu dagin við at renna 200 m. Starturin var meinlíkur 100 m startinum, har Lucia hevði munin fyrstu fetini, men so fór Bjalla framvið og frá 50 m og allan vegin inn móti strikuni, økti Bjalla um fjarstøðuna aftur til Luciu, sum var í einari tættari kapping um silvurmerki. Hesa kappingina vann Lucia við at renna teinin uppá 31,08 sek, meðan Bjalla rann hann uppá 28,51 sek. Tær fingu harvið gull og silvur, bæði fyri Gentur 16-17 og kvinnur fyri avrikið.

So var longdarlop á skrá, og her vóru Bjalla og Lucia aftur klárar. Bjalla legði út við einum lopið, har hon leyp langt aftanfyri plankan. Tað bleiv máta til 4,32 m, og harvið legði hon seg á fyrsta pláss. Lucia hevði stórar trupulleikar við at stabilisera atrenninga, og tí miseydnaðust fyrstu lopini heilt. Bjalla, sum royndi nýggjan stíl í atrenningini, leyp 4,60 m í øðrum umfarið, og tangeraði harvið sítt persónliga met. Í tríðja riggaði betur hjá Luciu, sum fekk eitt lop uppá 4,18 m. Triðja lopið hjá Bjallu var tað besta, men av tí at hon leyp nakað aftanfyri plankan, sum er 20 cm breiður, so bleiv tað máta til 4,50 m. Bjalla, sum byrjaði at kenna møði leyp tvey afturat, áðrenn hon valdi at steðga, tí hon skuldi beina leið til start á 400 m rimarenning. Lucia helt á at pressa, og í fimta riggaði betur, og leyp hon 4,26 m, og tryggjaði hon sær harvið silvurmerkið aftanfyri Bjallu, bæði fyri gentur 16-17 og kvinnur.

Ímeðan Lucia leyp síðsta lopið, fór skotið á 400 m rimarenning. Her valdi Bjalla at leggja varðliga út, og helt hon fokus á rútmu uttan at pressa ferðina so nógv, sum hon hevur víst at hon annars megnar. Á triðju rim var hon líka við at detta, men hon fótaði sær, og kempaði víðari. Seinastu sjey rimarnar, kom hon trygt uppum. Hetta var hennara fyrsta roynd á hesum teinum, og kom hon á mál við tíðini 1 min 14,99 sek, sum er bólkamet og bara 0,99 sek frá talentkravinum. Fyri avrikið ognaði hon sær gull, bæði sum G16-17 og kvinnur.

Seinasta greinin var spjótkast, og her var Lucia við aftur, saman við Elin Johnsdóttir. Her legði Elin út við at kasta 19,61 m, meðan Lucia kastaði 16,46 m. hvørgin megnaði at økja í øðrum umfarið, og tá mátti Elin fara burturfrá, og steðgaði hon tí í kappingini. Lucia helt áfram, men hon megnaði tó ikki at fanga Elin aftur, og fekk hon tí silvurmerkið aftanfyri Elin.

Dreingir 16-17 ár

Arni Bartal Joensen og William Erik Schilling Kruse byrjaðu á 200 m teininum. Her hevði William innaru geil, og hevði hann tí Arna Bartal at draga seg í svinginum. Hetta nýtti hann væl, og tá teir komu úr svinginum hevði hann ein ein lítlan mun á Arna Bartal. Arni Bartal royndi at heinta William aftur, men hóast hann kom tætt uppá, so var tað William, sum kom fyrst á mál. Tíðin hjá William var 28,87 sek, sum er 1,73 sek skjótari enn hann hevur runnið teinin áður, meðan Arni Bartal gjørdist nummar tvey við tíðini 29,36 sek. Teir fingu harvið gull bæði sum Dreingir 16-17 og menn.

Teir fóru síðan til longdarlop, og her vísti Arni Bartal, at hetta er hansara grein. Longu í fyrsat lopið leyp hann 4,79 m, og so var kappingin í verðuleikanum avgjørd. Næsta var eitt vet styttri, meðan tað triðja var eitt sera gott lop. Tíðanverri var tað yvirtrakk við einum lítilum centimetri. William hevði stórar trupulleikar við at fáa atrenningina at sita, og fekk onki av sínum fyrstu trimum lopum góðkent. Í fjórða umfarið fekk hann eina notering, og so við at justera atrenningina eina síðstu ferð, kom hann út á 4,35 m í fimta umfarið. Arni Bartal helt í meðan á við at leypa útum 4½ m, men tó ikki longri enn hansara fyrsta. Hetta var hann nær við í síðsta lopið, har hann lendi á 4,71 m. William økti í síðsta til 4,37 m. Harvið ognaðu teir sær ávikavist gull og silvur bæði sum Dreingir 16-17 og menn.

Síðsta greinin var spjótkast og har vóru báðir aftur við. Her var Jógvan Ingi Falkvard Joensen eisini við. Tað var Jógvan Ingi, sum legði best út við einum kasti uppa 32,49 m. William legði út við einum persónligum metið uppá 25,48 m, meðan Arni Bartal kastaði 20,30 m á triðja plássi. Jógvan Ingi økti í øðrum umfari til 34,91 m, meðan Arni Bartal somuleiðis økti. Hann kom út á 25,52 m, og legði seg harvið 4 cm framum William. Hann setti so trumf á í triðja har hann kastaði 26,48 m, og var sostatt neyvt ein metur frammanfyri William, sum ikki megnaði at koma longur. Síðstu trý umførini broyttu onki, og harvið endaði tað við at Jógvan Ingi vann, meðan Arni Bartal ognaði sær silvur tá hann bøtti um sítt persónliga met við 4,71 m. William, sum kastaði 700 g spjóti á fyrsta sinnið, fór heim við bronsumerkinum.

Kvinnur

Ai Waagstein, Anja Christensen og Elin Johnsdóttir byrjaðu dagin við at kasta 600 g tungu kvinnuspjótini. Hjá Ai, sum eisini kappaðist hjá G18-19 ár er hetta vanliga vektin, og hjá Anju er hetta vanliga vektin, meðan Elin er von við at kappast við 500 g tunga spjótinum í bólkinum G16-17 ár. Ai, sum er ein av sterkastu spjótkastaraum Føroyar hava átt, legði út við at kasta 34,48 m, og harvið var kappingum um gullmerkið avgjørt. Dysturin um silvurmerkið bleiv tó meir spennandi, um enn kasti hjá Elin í fyrsta umfari, sum bleiv máta til 21,10 m, leingi sá út til at tryggja henni silvurmerkið. Anja, sum nýliga er byrja at venja, legði út við at kasta 18,29 m, meðan næsta kasti ikki markeraði (oddurin av spjótinum skal verða tað fyrsta sum nertir við grasið fyri at kasti skal verða góðkent). Ai hevði eina stabila seriu, har hon var eitt vet ov ótolin í kastinum, og fekk hon tí ikki nýtt blokkin, sum hon plagar. Øll kastini vóru tó uttanfyri 30 m strikuna, har tað longsta kom í síðsta umfarið. Tað var 35,16 m. Elin kastaði stabilt, meðan Anja, enn ikki hevur fingið stabilisera ein teknik. Í fjórða og fimta kastaði hon útum 20 m strikuna, men kastini markeraðu ikki, so kom síðsta umfari. Um tað var tí, at Elin føldi Anju anda sær í nakkan er ikki til at vita, men í síðsta umfarið kom hon út á 21,95 m. So var bara at bíða eftir at Anja kastaði síðsta kast. Her markeraði hjá Anju, men tað var beint áðrenn 20 m strikuna, og tí kundi Elin anda lættan. Hon hevði tryggja sær silvurmerkið frammanfyri Anju, sum fekk bronsumerkið fyri sítt síðsta kast, sum var 19,27 m. Elin bøtti um sítt persónliga met við 3,20 m, meðan Anja bøttu um sítt við 3,70 m.

Menn

Dánjal Wennerstrøm Johannesen og Jógvan Ingi Falkvard Joensen royndu seg við 800 g tungu spjótunum. Her legði Jógvan Ingi út við at kasta 32,78 m, meðan nýklakti pápin Dánjal, sum hevði kastað væl til upphiting, kastaði útum í fyrstu royndini. Í næsta kasti kom hann út á 40,01 m, meðan kasti hjá Jógvan Inga var nakað styttri. Næstu umførini royndu báðir í so nógv, og tí mistu spjótini flogi. Í fimta umfarið riggaði betur hjá Dánjal, hann var kvikur á fótunum, og bíðaði við arminum, áðrenn hann rann spjótið út. Hetta gjørdi at spjótið lendi á 43,51 m, sum er 2,40 m longri enn hann hevur kastað áður. Tað tryggjaði honum gullmerkið frammanfyri Jógvan Inga, sum kastaði 32,78 m.

Fleiri myndir eru í myndasavninum:FM/FMung dagur 3