
FM/FMU2025 dag1: 8 gull 4 silvur
Fyrsti dagurin av FM og FMU, sum FÍF hevur valt at leggja samstundis, byrjaði fríggjakvøld við kappingum í stuttari rimarenning, hamarkast og trýstøkk. Av teimum sekstan startunum, sum vóru hendan fyrsta dagin, áttu hvirlur tólv, har teir fóru heim við 8 gull og 4 silvur.
Fyrsta greinin var hamarkast fyri vaksin. Her royndi Jógvan Ingi Falkvard Joensen seg. Tað er rættuliga annaðleiðis at kasta ein 7,26 kg hamara, tá man er vanur við 5,0 kg hamara, ið er vektin, Jógvan Ingi nýtir tá hann kappast í bólkinum Dreingir 16-17 ár. Jógvan Ingi legði út við at kasta 21,50 m, sum er smáðar 3 m longri enn hann megnaði á FM í 2024. Næstu kastini misteydnaðust, men sætta og síðsta umfarið riggaði betur. Her kom hann út á 23,55 m, og legði harvið 4,73 m afturat sínum persónliga metið. Hann fekk gullmerkið fyri avrikið.
Samstundis sum Jógvan Ingi kastaði, royndu Ai Waagstein og Elin Johnsdóttir seg við 4,0 kg tunga kvinnuhamaranum. Ai, sum einamest kastar spjót, byrjaði við at kasta hamaran út á 20,07 m. Elin hugsavnar seg um hamarkast, er meir von við at kasta 3,0 kg tunga hamaran, men hon legði út við at kasta 4,0 kg tunga hamaran út á 32,80 m. Ai legði góðan 1½ m afturat í øðrum umfarið, meðan Elin ikki fekk tað heilt at rigga. Báðar royndu at koma longur, men tað var bara Ai, sum megnaði hetta. Hon legði í síðsta umfarið enn ein metur afturat og kom harvið út á 22,71 m. Elin ognaði sær harvið gullmerkið frammanfyri Ai.
Tey bæði hildu á at kasta hamarkast, tí nú var FMU á skrá. Her legði Baldur Báruson Persson fyri. Baldur legði út við at kasta 24,97 m, meðan Jógvan Ingi, sum nú royndi seg við 5,0 kg tunga hamarnum kastaði 28,41 m. Jógvan Ingi økti í øðrum umfari til 29,69 m, sum bleiv hansara longsta, meðan Baldur hevði eina stabila seriu, har hann fekk øll kastini at lenda innanfyr 1½ m. Tað longsta var tó teir 24,97 m hann kastaði í fyrsta umfarið. Fyri hetta fekk hann silvurmerkið aftanfyri Jógvan Inga.
Hjá 16-17 ára gomlu gentunum var Elin aftur klár, men hesaferð var tað Lucia Gjoveraa Sødergren, sum hon kappaðist ímóti, nú við 3,0 kg tunga hamarinum. Elin legði út við at kasta 33,20 m, meðan Lucia kom út á 26,83 m. Í øðrum umfarið setti Elin trumf á við einum kasti uppá 36,55 m. Báðar royndu at koma longur, men tað var ikki fyrr enn í fimta umfarið at Lucia fekk meir ferð á hamaran, sum lendi úti á 27,20 m, sum gjørdist hennara besta. Hetta fekk hon silvurmerkið fyri, aftanfyri Elin, sum vann við teimum 36,55 m hon kastaði í øðrum umfari.
Ímeðan hamarkastararnir royndu seg vóru Bjalla Beintudóttir Dalsgarð og Arni Bartal Joensen farin í gongd við stuttu rimarenningina. Her noyddust tey at velja, um tey vildu kappast á FM ella FMU, tí kappingarnar vóru beint eftir aðra. Bæði valdu FMU. Her legði Bjalla út við at renna uppum tíggju 76,2 cm høgar rimar á teimum 100 m. Hon rann tíðanverri einasmøll, og tá er trupult at fáa sama intensitet í renningina, men hon fekk góðan start, og rakti fyrstu rim rætt, og harvið fekk hon ferðina við sær og megnaði at koma inn í eina góða rútmu við trimum fetum millum hvørja rim. Hon megnaði harvið at renna teinin uppá 17,67 sek, sum er skjótari enn bólkametið, men hóast vindurin ikki kom við á úrslitalistan, so var so mikið nógvur vindur at tað er ivasamt um tíðin hevði blivið góðkend sum met.
Arni Bartal royndi seg síðan á 110 m, sum er teinurin 16-17 ára gomlu dreingirnir renna ávegis uppum tær tíggju 91,4 cm høgu rimarnar. Arni Bartal kom í so nær fyrstu rim, og harvið noyddist hann at leypa í so høgt og misti harvið ferð uppum fyrstu rim. Arni Bartal er tó fightari, og hann gjørdi nakað, sum ikki nógvir megna, at hann rann við fýra fetum millum rimarnar, tvs at hann skifti millum at leypa við høgra og vinstra beini. Hann var so mikið effektivur at tíðin gjørdist 20,15 sek, sum er næstan trý sek skjótari enn hansara besta tíð á styttra 100 m rimarenningar teininum. Arni Bartal fekk gull fyri avrikið.
Síðsta greinin var trýstøkk, og her var kappast um FM og FMU samstundis. Hetta tí at reglarnir ikki broytast, tá man er fyltur 15 ár, sum er aldursmarkið fyri luttøku á FM. Arni Bartal hevði meldað til bæði FM og FMU, meðan Ria Langgaard er ov ung til at verða við til FM, royndi seg á FMU. Ria legði út við at leypa 8,55 m, sum er 16 cm longri enn hon hevur lopið áður. Næstu lopini hevði hon trupulleikar við at fáa ferðina til at sita, og tí passaði atreningin ikki. Hennara besta hesaferð var tí teir 8,55 m hon leyp í fyrsta umfarið. Fyri hetta fekk hon eitt silvurmerkið.
Arni Bartal, sum kom beint frá rimarenning, legði út við einum lopið uppá 8,41 m, sum er neyvt tveir metrar frá hansara persónliga metið. Hann økti í øðrum til 9,78 m, og eftir at hava gjørt eina roynd afturat valdi hann at pakka saman, fyri at spara beinini til nógvu greinarnar komandi dagarnar. Hann fekk tó tvey gullmerkið fyri innsatsin. Eitt fyri at vinna FM og eitt fyri at vinna FMU.
Fleiri myndir eru í myndasavninum: FM/FMung dagur 1